Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 29 - 11. februar 2008 ] Tordis Tróndarson hevði vónað, at hon og Kyndil skuldu bíta meira frá sær móti Stjørnuni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tey flestu høvdu roknað við, at Stjørnan skuldi vinna ein hampuli­ ga tryggan sigur á Stjørnuni. Men hó­­ast hetta eisini gjørdist úrslitið, so helt Tordis Tró­­ndarson, at Kyndil kundi víst meira, enn tær gjørdu leygardagin. ­ Eg haldi ikki, at vit spældu upp til okkara besta í dag. Tað eru flei­ ri dystir, har vit hava sýnt betri spæl, enn vit gjørdu í dag. ­ Men sjey mál. Tað er so tað besta úrslitið, sum vit hava klárað mó­­ti Stjørnuni higartil í ár. So eg veit ikki rættiliga. Vit høvdu so vó­­nað, at vit kundu geva Stjørn­ uni ein skarpan gang. Men tað gjørdu vit so ikki í dag. Tað sá út til, at tit høvdu gott á teimum í verjuni. Men í álopinum gekk spælið ikki heilt so væl hjá tykkum. Vó­­ru tað nervar, sum gjørdu um seg? ­ Nei. Tær eru øgiliga sterkar fy­ siskt, og tær kláraðu væl at halda okkum. Og tá er tað altso sera trupult at spæla seg ígjøgnum verjuna, helt Tordis. Juninho venur við Víkingi 18 ára gamal brasiliumaður royndarvenur í hesum døgum við Víkingi. Juninho, sum ungi maðurin eitur, sigst vera ein kvikur og tekniskt góður spælari, ið kann nýtast á framrættaða miðvøllinum. Hann er komin til Føroya saman við Alex, sum nú royndarvenur við KÍ, og er tað Ólavur Waag Høgnesen, sum hevur fingið venjingarnar í lag. Eitt felag afturat í FC Amager Á heimasíðu sínari boðar Kløvermarken frá, at endaliga avgerðin varð tikin á eykaaðalfundi hjá felagnum. - Vit eru sera fegin og errin um, at Kløvermarken FB er við í FC Amager. Talan er um eitt stórt og siðbundið felag á Amager, og vit eru tí vís í, at eisini Kløvermarken kann geva nógv til projektið kring FC Amager, sigur Todin Jónsson, nevndarformaður og virkandi stjóri í Fremad Amager. FC Amager verður veruleiki tann 1. juli í ár. Higar til eru Fremad Amager, Kastrup og Kløvermarken við í samanleggingini. Hóast tapið, so vóru venjararnir hjá Kyndli væl nøgdir um avrikið hjá sínum spælarum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tordis Tróndarson helt, at tær ikki spældu upp til sítt besta leygardagin. Og sum so var Uni Wardum, ikki heilt ósamdur í hesum. - Eg haldi at okkara spælar- ar eru somikið óroyndar, at tað sigur seg sjálvt, at tær hava nervar til ein slíkan dyst. Men sum eg havi sagt fyrr, so skal hetta bara vera við til at koyra enn meira á spælararnar víðari fram. - Og tað er væl so, at Stjørn- an var betur í dag. Vit ætlaðu at geva teimum ein skarpan gang. Og partvíst gjørdu vit eisini tað. Men tær vóru bara for góðar í dag. Var tað nakað, ið tit sum venj- arar kundu gjørt øðrvísi í dystinum? - Tað tosaðu vit um eftir dyst- in. Men tað haldi eg ikki. Vit vildu tryggja okkum, at tær ikki fingu skjótálopini at koyra, og tað riggaði væl. Men so hava tær nakrar bakkar, sum bara kunnu slynga handan bóltin inn. Og tað er altso trupult at verja fyri. Vit standa eisini væl í verjuni ein stóran part av dystinum. Men tá tær so fáa nøkur kanska nemm mál av veinginum, so fer liðið eitt sindur niður. Og tá tað so verða hasi fýra- fimm málini á muni. So vita tit kanska, at dysturin er farin? - Bæði og. Tá tú hevur spælt teg í finaluna, so skalt tú alla tíðina trúgva upp á møguleik- an. Tú hevur jú fyrr sæð, at lið hava vent dystum. Men jú. Tá tað eru hasi málini á muni, og Stjørnan liggur omaná, so er tað ikki nemt. - Men hetta er eingin fiasko. Vit fóru inn til dystin, og vit skuldu njóta hetta sum eina uppliving. Tað gjørdu vit eisi- ni, og eg haldi, at spælararnir hjá okkum góvu alt tað, sum tær áttu. Og hatta var tað, sum vit megnaðu í núverandi støðuni, sigur Uni Wardum, sum saman við eldra beiggj- anum, Hannis, er venjari hjá Kyndilskvinnunum í vetur. Hava spælt betri Tær eru øgiliga sterkar, og tí verður tað trupult hjá okkum at koma ígjøgnum verjuna, helt Tordis Tróndarson eftir kvinnufinaluna Mynd: Álvur Haraldsen Fingu eina uppliving Stjørnan-Kyndil 29-22 (15-9) 10 min: 4-2 20 min: 11-8 40 min: 19-13 50 min: 26-16 Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 12(4), Durita Christoffersen 6, Bára Skaale Klakstein 4, Joan Midjord Djordjevic 3, Hanna Mikkelsen 2, Durita Ljósstein 1, Anna Kristina Samson 1 Kyndil: Jacklin Durhuus 8(1), Randi S. Wardum 4, Lina Andriulyte 3, Súsanna Petersen 2, Tordis Tróndarson 2, Barbara Egilstrøð 2, Mia Káradóttir 1 Brotskøst: Stjørnan 5, Kyndil 2 Útvísingar: Stjørnan 1, Kyndil 3 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA teypið Í álopspartinum hevði Kyndil ikki neyðuga tolið fyrst løtuna. Tá riggaði verjuspælið annars hampuliga væl, men tá mál ikki verða skotin, gerst tað tungt Mynd: Álvur Haraldsen Joan Midjord Djordjevic var aftur at síggja hjá Stjørnuni. Partvíst á óvanda plássinum sum avloysari fyri Unu á strikuni, men eisin á meira vanda plássinum sum spælskipari Mynd: Álvur Haraldsen