mánadagur 11. februar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 29 - 11. februar 2008 ]
Manchester United
høvdu um vikuskiftið
vitjan av grannunum
úr Manchester City,
í Premier League, og
fyri fyrstu ferð í 34 ár
hevur City megnað
at vunnið báðar
dystirnar móti United
í einum kappingarári.
Á Stamford Bridge
spældu Chelsea og
Liverpool málleysan
javnleik
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Mikudagin 6. februar vóru
júst 50 ár liðin, síðan
flogvanlukkuna á einum
flogvølli
í
München
í
Týsklandi, tá heili átta limir
í »The Busby Babes« lótu
lív, saman við fleiri øðrum
óhepnum sálum. Hetta er
nakað, ið hevur merkt
serliga Manchester United
fjepparar
kring
heimin
síðan tá, og í ár, á 50 ára
minningardegnum
var
eisini skipað fyri ymsum
tiltøkum, til minis um
leikararnar, ið lótust 6.
februar 1958.
Áðrenn dystin var ein
minuttur tøgn fyri teimum
farnu, familjum teirra, og
teimum ið enn eru á lívi, og
eisini hevði felagið valt at
latið liðið spæla í serligum
búnum, rættuliga meinlíkir
teimum, ið nýttir vóru í
1958
av
»The
Busby
Babes«
Linlig byrjan
Sjálvur dysturin var merktur
av
at
United
ongantíð
veruliga komu í gongd.
Dietmar Hamann, ið er
kendur sum ein harður
harri, taklaði seg í fleiri
støðum gjøgnum heldur
tunna
miðvøllin,
og
í
nøkrum støðum var hann
heppin at sleppa undan
ostaflísini hjá dómaranum.
United spælararnar virkaðu
ørkymlaðir,
og
komu
ongantíð í gongd. Tá so 25
minuttir vóru spældir komu
City á odda, og var tað
Darius
Vassell,
sum
í
tveimum umførum hamraði
til, úr stuttari fjarstøðu.
Málið
leyp
hvøkk
á
vertirnar, og teir løgdu eitt
trýst
á
gestirnar,
men
ongantíð var veruligi vandi
á ferð hjá City verjuni, ið
væl var stýrd av Richard
Dunne. Beint fyri hálvleik
hendi so tað, at City fekk
fríspark í høgra borði, og
tað tók bulgarski City
leikarin
sær
av.
Hann
snaraði bóltin so mikið væl
innfyri,
at
Benjani
Mwaruwari úr Zimbabwe,
bert skuldi seta krullin
undir bóltin, so at hann fór
millum vinir og fíggindar,
og inn um aftaru stong. Nú
sá svart út hjá heimaliðnum,
og teir royndu aftur at
pressa.
Tað
eydnaðist
teimum eisini at minka um
munin, men tá vóru 91
minuttir
spældir.
Málið
skoraði Michael Carrick, ið
var innskiftur, tá 15 minuttir
írestaðu.
Null-loysn í London
Á Stamford Bridge spældu
Chelsea á heimavølli móti
Liverpool, og tað var ein
lítið áhugaverdur dystur.
Sera fáir málmøguleikar og
meginparturin av spælinum
gekk fyri seg á miðjuni. Tó
var ein risamøguleiki til
hvørt liðið, og hjá Chelsea
var tað Michael Ballack,
meðan tað hjá Liverpool
var Peter Crouch, ið vóru
stóru syndararnar. Onki
mál kom tó í dystinum, og
ikki man hesin dysturin
standa longi í minninum
hjá fótbóltsfjepparum.
Sunderland vann
móti Wigan
Roy Keane, ið er venjari
hjá Sunderland, hevði vitjan
av einum gomlum kenningi
um vikuskiftið. Tað var
gamli liðfelagi hansara úr
Manchester United, gamli
verjuleikarin Steve Bruce,
ið er venjari hjá Wigan.
Sunderland vunnu dystin
2-0, og komu teir við
sigrinum upp á 15. pláss.
Málini
skutu
Dickson
Etuhu og Darryl Murphy.
City í óvanligari støðu
Benjani Mwaruwari er ein
av teimum fáu, ið hevur
havt æruna at skora móti
Manchester United í ár, og
hann hevur enntá megnað
at skorað móti teimum fyrr í
ár eisini, tá hann spældi við
Portsmouth
Dystirnar um vikuskiftið:
Aston Villa-Newcastle
4-1 (Bouma, Carew 3 - Owen)
Bolton-Portsmouth
0-1 (Lassana Diarra)
Chelsea-Liverpool
0-0 (Ongi mál)
Derby-Tottenham
0-3 (Keane, Kaboul, Berbatov)
Everton-Reading
1-0 (Phil Jagielka)
Middlesbrough-Fulham
1-0 (Jeremie Aliadiéré)
Man Utd.-Man City
1-2 (Carrick - Vassell, Benjani)
Sunderland-Wigan
2-0 (Etuhu, Murphy)
West Ham-Birmingham
1-1 (Ljungberg - McFadden)
Í kvøld spælur Arsenal móti Blackburn, klokkan 19:45, og
vinna teir eru fimm stig á odda
FAKTA
Hjartaliga tillukku!
Tórshavn • SMS • Tel 319512
Vit ynskja Kyndli hjartaliga tillukku
við sigrinum í steypafinaluni!
www.sportmaster.fo
Ynskir