Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 29 - 11. februar 2008 ] Tvey ár til høsnarungan Fríggjadagin boðaði altjóða súkklusambandið frá, at tey nú fara undir discipliner-mál móti danska Michael Rasmussen, sum ikki heilt hevði greiðu á, um hann var í Mexico ella Italia, tá hann vandi upp til stóru Tour de France súkklukappingina. UCI ákærir Rasmussen fyri brot á fleiri paragraffir av súkklulógini, og kann revsingin verða upp til tvey ára bann frá ítróttini. Nýggjur hjálparvenjari á Amager Nýggjur hjálparvenjari hjá Jacob Friis Hansen verður 33 ára gamli Mads Spur-Mortensen, sum júst er givin at spæla fótbólt. Hann hevur umboðað feløg sum Vejle, Næstved, Farum og HIK. Høvuðvenjarin hjá Fremad Amager kennir Mads Spur-Mortensen úr HIK, har hann var ein av spælarunum hjá Jacob Friis Hansen. Tvey feløg liggja fremst, meðan trý feløg berjast um fjórða plássið, og kappingin tykist harðna fyri hvønn dyst, nú tað styttist til seinasta dyst í Meistaradeildini hjá kvinnum FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Í ár hevur besta flogbólts- deildin hjá kvinnum verið merkt av, at tað bert hava ver- ið tvey lið, ið veruliga kapp- ast um gullkrúnurnar, og so skamt aftanfyri tey bæði ligg- ur so eitt og lúrur, um eitt av teimum báðum fremstu skuldi byrjað at slingra. Næst hesum trimum, liggja so trý lið og kappast um fjórða pláss. Ganga í bólkum Fremst liggja SÍ og ÍF, ið hava slitið seg leyst av hin- um, og teimum næst, liggur Dráttur, skamt aftanfyri. Og so koma trý feløg; Mjølnir, KÍF og TB, ið øll kappast um fjórða plássið. Tó má sigast at unga TB liðið haltar eitt lítið vet aftanfyri. Og aft- ast av øllum kemur so blað- unga Feyr liðið, ið eins og harrarnar hjá felagnum, hava nógv gott í væntu fram- yvir. Men í løtuni eru Fleyr pylsan í rosinuendanum, ella var tað rosinan í pylsu- endanum. Favorittarnar vunnu Fleyr høvdu vitjan av vága- liðnum Drátti, og Drátturs- kvinnur vunnu dystin trygt 3-0. Í Klaksvík vunnu Mjølnir- skvinnur aftur, og hesaferð vóru tað kvinnurnar úr Kolla- firði, ið stóðu fyri skotum. Dysturin endaði 3-1 til heimaliðið, og tóku tær har- við eitt stórt fet nærri einum fjórða plássi. Á Tvøroyri vóru ÍF á vitj- an, og kvinnurnar úr Fugla- firði hava nógvar royndir, og mugu verða mettar sum harðastu kappingarneytar- nar hjá SÍ. Hóast ÍF vóru greiðir fav- orittar til sigurin í Trongis- vági, so stóð á gomlum nøgl- um. Unga TB liðið góvu royndu leikarunum úr Fugla- firði skarpan gang, og settini vóru sera jøvn og spennandi. Mong høvdu kanska vænta at tað var ein avgreiðslu- spurningur, men dirvi og áræði valdar í TB hópinum í hesum døgum, og tær vilja ikki bara skúgvast til viks, hóast mótstøðuliðini mang- an eru meira roynd. Tær taka kampin upp, og kempa. Tað hoyrist av Tvøroyri, at TB spældi besta settið í kappingarárinum, tá tær knúgvaðu ÍF í fjórða setti. Spennandi at síggja hvat kann spyrjast burturúr hes- um spennandi hópi. Í fimta og avgerandi sett- inum, ið vanliga verður rópt ein javnbrótari, komu vertir- nar tó sera illa frá byrjan, og feilir í móttøkunum og nervakent spæl, hevði við sær at tær skjótt komu aftur- um 1-5. Tá einans verður spælt upp til 15 í javnbrótarum, er torført at koma aftur, eft- ir eina slíka byrjan, og dysturin fall tí til ÍF. Ómetaliga spennandi verð- ur at fylgja við, hvussu dyst- urin um oddin fer at enda, umframt at dysturin um fjórða pláss, sær út til at ger- ast alsamt meiri spennandi. Kappingin harðnar Úrslitini Meistaradeild, Kvinnur: Dagur Dystur Úrslit 09.02 Fleyr-Dráttur 0-3 (Okkum er ikki eydnast at fáa settúrslitini) 10.02 Mjølnir-KÍF 3-1 (25-23, 25-23, 22-25, 28-26) 10.02 TB-ÍF 2-3 (25-23, 20-25, 17-25, 25-23, 5-15) Meistaradeild, Menn: Dagur Dystur Úrslit 09.02 Fleyr-Mjølnir 2-3 (18-25, 25-23, 25-12, 23-25, 12-15) 10.02 ÍF-SÍ 2-3 (20-25, 26-24, 23-25, 25-22, 6-15) Gamalt var, at tá Fleyr og Mjølnir møttust til dyst í bestu flogbólts­ deildini, var talan um klassikara, og hetta heiti kann dysturin av sonnum vera kallaður enn. Um vikuskiftið fóru Mjølnir við øllum, men greiðir glottar eru at hóma á Fleyr­ liðnum FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Havnafelagið Fleyr hevði um vikuskiftið vitjan av Mjølnirs-monnum úr Klaks- vík, og gamalt var at kalla dystin millum hesi sigurs- vandu feløg í føroyskum mansflogbólti fyri klassikar- ar. Hetta heiti kann av sonnum enn verða nýtt um hendan dyst. Gestirnar góða byrjan Fyrsta settið byrjaði sera væl hjá gestunum úr Klaks- vík, og teir vunnu tað eisini 25-18, eftir at Fleyr var komið í gongd. Næsta settið gjørdist sera javnt og spennandi, men end- in var, at Fleyr vóru omaná við einum 25-23 sigri, og so- statt var javnleikur í settum. Í triðja setti hildu havna- menn góðu gongdina frá næsta setti, og vunnu tað rættuliga sannførandi 25-12. Tann sannroynd, at Mjøln- ir ikki høvdu ráð at tapa fjórða sett, hevur óivað motivera teir, tí teir bardust sum úlvur á skóg fyri hvørj- um einasta bólti, og tað sama gjørdu vertirnar. End- in var tó, at Mjølnir drógu longra stráðið og vunnu harvið settið, og fingu tískil javnað til 2-2 í settum. Fimta sett byrjaði ikki væl hjá Fleyr, og av tí sama høvdu teir trupult við at koma inn í aftur settið. Tó komu Fleyr rættuliga væl við aftur, og einu løtuna var støð- an 13-12 til gestirnar. Tættari komu havnamenn tó ikki, og Mjølnir vunnu settið, og harvið eisini dystin. 3-2. Mjølnir eru nú á 9 stigum fyri 9 dystir, og er tað nokk til at vera oddalið. Í hinum endanum er tað nú Framtíðin bjørt Hóast tað nú er staðfest at Fleyr endar niðast í fremstu flogbóltsdeildini, heldur ein av leikarum felagsins ikki, at framtíðin sær døpur út. Høgni Viderø, ið áður hevur spælt við Fram, sigur at framtíðin er bjørt í havnafelagnum. - Hóast tað nú er greitt, at vit ikki megna at náa triðja plássi, sær framtíðin alt ann- að enn døpur út hjá Fleyr. Vit hava fleiri ungar og evnaríkar leikarar, ið standa og banka á dyrnar, fyri at sleppa inn á besta liðið, so eg eri vísur í, at vit menna okkum longu til næsta kapp- ingarár, sigur Høgni Viderø, ið hevur verið ein av teimum føstu á liðnum í ár. Sum ein finala, hvønn dyst Fyrr í ár, var Eystein Elttør, libero leikarin hjá Mjølni, frammi í fjølmiðlunum, har hann millum annað tosaði um, at hvør dystur, ið eftir er, er sum ein finala. Og ikki kann sigast annað, enn at hes- in, eins og allir undanfarnu dystir í seinnu hálvu av kapp- ingini, hevur staðfest hesa sannroynd. Gamaní eru bert fýra lið í bestu deildini, men tey eru øll eitt sera gott boð uppá ein meistara. So vera lið- ini óbroytt til komandi kapp- ingarár, ja so kunnu vit vænta okkum eitt rimmar flog- bóltsár. Enn ein klassikari Høgni Viderø og hansara liðfelagar úr Fleyr eru gamaní endaðir á aftasta plássi, men glottar eru avgjørt fyri framman fyri unga havnafelagið Ungu tvørágenturnar góvu royndu fuglfjarðakvinnun­ um skarpan gang, og javn­ brótari mátti spælast, áðrenn avgerðin varð funnin. Hetta ber brá av at tvørágenturnar eru fyri stórari menning, og spennandi er at síggja, hvat kann spyrjast burturúr