mánadagur 11. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2008
Tað fer at kosta
nógvan pening at
byggja Skálavík upp
aftur eftir herviligu
ódnina og herviligu
skaðarnar á havnar
lag, bátar og annað
herfyri. Nú fer ein
innsavning í gongd at
hjálpa kommununi at
byggja alt upp aftur
InnsavnIng
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skálavík: Hvørki borgar
stjórin í bygdini, Linjohn
Christiansen ella fólk á
staðnum høvdu nakrantíð
upplivað eina slíka ódn sum
var herfyri.
Á havnarlagnum í bygdini
var alt eitt stórt kaos, og tað
einasta fólk við vissu kundu
staðfesta var, at skaðin var
øgiligur:
Ikki ein heilur bátur var í
bátahylinum. Nógv grót var
komið inn í sjálvan báta
hylin. Gamli kirkjugarðurin
hevði fingið skaða, og tað
hevði so mangt annað eisini
fingið.
Borgarstjórin dugdi at
síggja, at hetta fór at verða
kommununi ein alt ov stórur
biti at skula byggja alt upp
aftur til tað sum tað var fyri
ódnina. Her máttu landsins
myndugleikar,
tryggingar
og aðrar góðar kreftir koma
uppí leikin. Og tað eru tær
longu komnar:
Borgarstjórin á Sandi,
Páll á Reynatúgvu var skjót
ur úti við eini hjálpandi
hond, og lovaði at hansara
kommuna fegin vildi stuðla
skálvíkingum í hesum stóra
og neyðuga arbeiði.
Og nú hevur ein maður í
Sandavági, John S. Myll
hamar tikið stig til eina pen
ingainnsavning til tess at
hjálpa Skálavíkar kommunu
í hesum arbeiðinum.
Vit føroyingar eru kend
ir fyri at hjálpa á øðrum
støðum og heimspørtum, tá
vanlukkur raka har. Nú fáa
vit ein møguleika at rætta
ein hjálpandi hond her til
okkara egnu landsmenn,
sigur hann við Sosialin.
Hann hevur stovnað eina
hjálparkonto í Eik, hagar
fólk kunnu flyta pening um
tey hava áhuga fyri tí.
Ongin møguleiki
John S. Myllhamari kom
beinanvegin til hugs, at nú
kundu vit føroyingar sjálvir
hjálpa í egnum landi.
Hóast John hevur búð í
Sandavági í fleiri ár, bankar
hjarta hansara framvegis
fyri heimbygdini, Skálavík
á eystursíðuni á Sandoynni.
Vit hoyrdu borgarstjóran
í Skálavík siga, at tey høvdu
ongan møguleika at byggja
uppaftur alt tað, sum náttúr
ukreftirnar høvdu lagt í
oyði fram við strondini.
Nú kunnu so einstak
lingar, feløg, stovnar og
onnur veita teimum eina
peningagávu til endurreisn
ina av hesi lítlu kommununi,
sigur John.
Tað eru ymiskir mátar at
skipa eina slíka innsavning.
Sjálvur er hann ikki hugaður
fyri at fáa fólk at gagna hús
úr húsi at savna inn, men
hevur valt ein annan leist í
hesi innsavningini.
Í morgun var hann í sam
bandi við Eik, og fekk har
ein serstaka konto, hvørs
peningur fer óskerdur til
bygdarráðið at arbeiða víð
ari við.
Kontonummarið er 9181
1662904.
Skoða skaðan
Í miðlunum sær ein ofta, at
statsleiðarar vitja slík støð,
har ein hervilig ódn hevur
herjað. Í farnu viku gjørdi
okkara løgmaður tað sama.
Hetta man vera fyrstu ferð
at ein føroyskur løgmaður
hevur vitjað eitt skaðaøki í
landinum fyri persónliga at
skoða skaðarnar.
Eftir døgurða henda dag
in fór Jóannes Eidesgaard
løgmaður saman við tveim
um
embætisfólkum
til
Skálavíkar fyri við egnum
eygum at skoða teir skaðar
nar eftir ódnina.
Hann helt, at tað var bæði
rætt og rímiligt at løgmaður
vísti skálvíkingum virðing
við at vitja á staðnum.
Ætlanin hjá Sosialinum
er at fylgja við í, hvussu
gongur við innsavningini til
Skálavíkar.
Skálavík vart hart rakt í ódnini herfyri. – Nú kunnu øll veita teimum eina
hjálpandi hond, sigur John S. Myllhamar, sum er ættaður úr Skálavík
Á nýggjárinum búðu 889
fólk í Leirvík móti 873 á
nýggjárinum í fjør. Hetta
er ein vøkstur á 16 fólk ella
1,83%.
Fólkatalið í Føroyum var
á nýggjárinum 48.455 fólk,
samanborið við 48.350 í
fjør. Her er talan um ein
vøkstur á 0,22%.
Sostatt liggur fólka
vøksturin í Leirvík væl
oman fyri miðal fólkavøkst
urin í landinum sum heild,
sum annars má metast at
vera sera lágur, skrivar
heimasíðan hjá kommun
uni.
Vøksturin í fólkatalinum
í Leirvík stavar frá eini
nettotilflyting á níggju fólk
og einum burðaravlopi á
sjey fólk.
Leirvíkingar
økjast í tali
899 fólk
búgva nú í
Leirvík
Øll kunnu veita
Skálavík eina
hjálpandi hond
Á løgtingsfundinum mikudagin, tá løgtingið fer at skipa nevndir og ráð, møta fleiri
nýggj fólk á tingi.
Síðani síðsta tingfund, sum var á kyndilsmessu, eru seks nýggj fólk tilnevnd í
landsstýrið. Fimm teirra, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Tórbjørn Jacobsen, Helena
Dam á Neystabø og Karsten Hansen, eru vald á ting, og mugu tí leggja sæti á tingi frá
sær.
Fyri tey møta Páll á Reynatúgvu (330 atkvøður), Heidi Petersen (305 atkvøður) Olga
Biskopstø (255 atkvøður), Mikkjal Sørensen (247 atkvøður) og Tordur Niclasen (123
atkvøður). Hesi fimm fara at hava fast sæti á tingi, so leingi hini fólkini eru í
landsstýrinum.
Umframt hesi, so fer Aksel Vilhelmson Johannesen at møta á tingi fyri
Javnaðarflokkin. Tað er tí, at Gerhard Lognberg er sjúkrameldaður í minsta lagi fram til
24. februar.
Aksel Vilhelmson Johannesen hevur ikki verið uppstillaður áður. Hann fekk 238
persónligar atkvøður. Hann býr í Klaksvík, starvast sum advokatur í Havn og er sonur
Vilhelm Johannesen, sum var tingmaður Javnaðarfloksins frá 1980 til 2008.
Sostatt verða bara tvey fólk í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sum vórðu vald á
ting 19. janauar og fýra eykafólk.
Fimm nýggj fólk sæti á tingi mikudagin