mánadagur 11. februar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2008
5
Nýggi fólkatings
maðurin hjá Tjóð
veldinum fer úr
løgtinginum so
leingi hann er fólka
tingsmaður. Hann
fer beinanvegin
undir at kanna, hví
føroyingar uttanlands
ikki flyta heimaftur.
Sjúrður Skaale verður
fólkatingsmaður fram
til september
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Á fundinum í Fólkatinginum
týsdagin í komandi viku fer
Fólkatingið at atkvøða um
at geva Sjúrði Skaale sæti
fyri Høgna Hoydal og Ann
itu á Fríðriksmørk. Høgni
Hoydal má leggja fólka
tingssessin frá sær, tí hann
er vorðin landsstýrismaður,
og Annita á Fríðriksmørk
verður í barnsburðarfarloyvi
fram til september.
Sjúrður Skaale er valdur
á ting, men hann hevur al
ment boðað frá, at hann
ikki ætlar bæði at verða løg
tingsmaður og fólkatings
maður.
Fyribils verður Sjúrður
Skaale bara løgtingsmaður
í eina viku afturat.
Eitt tað fyrsta sum verður
á skránni í Fólkatinginum
er fíggjarlógin, so Sjúrður
Skaale sleppur beint í eld
in.
Hann kennir kortini væl
til fólkatingsarbeiðið, tí
hann hevur starvast sum
skrivari hjá Norðuratlants
bólkinum.
– Eitt tað fyrsta eg fari at
gera, verður at fara víðari
við kanningini av, hvussu
nógvir føroyingar búgva utt
anlands. Tann fyrra kann
ingini var ein kvantitativ
kanning, har vit bara kann
aðu, hvussu nógvir føroy
ingar eru uttanlands. Eg
ætli mær at kanna, hví so
nógvir landsmenn velja ikki
at flyta heimaftur. Fyri at
kunna loysa trupulleikan,
so mugu vit kenna orsøkir
nar til, hví so nógvir føroy
ingar velja at búseta seg utt
anlands,
sigur
Sjúrður
Skaale.
Hann fer í næstum at
søkja eftir studentum, sum
kunnu vera við í hesum ar
beið. Sjúrður Skaale sigur,
at tá fólkatingsmenn fara
undir slík arbeiði, so kunnu
teir søkja um eina játtan frá
formansskapinum, og metir
formansskapurin, at her er
talan um relevant politiskt
arbeiðið hjá einum fólka
tingspolitikkara, so verður
játtan latin.
Sjúrður Skaale sigur, at
størsti trupulleikin hjá okk
um er, at fólkatalið stendur
í stað, tí landsmenn ikki
flyta heimaftur.
Umframt at vera sera virk
in í fólkatinginum – at lut
taka í orðaskiftum og at
seta fram fyrispurningar, so
ætlar Sjúrður Skaale at vera
sera virkin í uttanparlamen
tariska arbeiðinum, sum
hendan kanningin av føroy
ingum uttanlands er eitt
dømi um.
Sjúrður Skaale heldur, at
fólkatingsessurin
er
ein
týdningarmikil sessur, tí tað
er so nógv arbeiði, sum ein
føroyskur fólkatingsmaður
kann gera.
Fólkatingsmaðurin er
ein viðspælari – sum eisini
er hentur hjá landsstýrinum
at
hava,
sigur
Sjúrður
Skaale, hóast hann fyrst og
femst kennir seg at umboða
flokkin, hann er valdur
fyri.
Sjúrður Skaale vísir t. d.
á, at grundlógin skal til
fólkaatkvøðu í 2010, og í tí
sambandinum fara helst at
vera nógvar misskiljingar
millum landsstýrið og ríkis
stjórnina, sum ein fólka
tingsmaður kann rudda av
vegnum.
Nú Sjúrður Skaale fer í
farloyvi úr løgtinginum,
sleppur hann ikki at vera
við í skrúðgonguni á ólav
søku.
Tað hevur nú ikki tann
stóra týdningin fyri meg,
sigur Sjúrður Skaale smíl
andi. Hann vil bara gera
púra greitt, at fólkatings
starvið og løgtingsstarvið
er so krevjandi, at tú ikki
eigur at hava bæði størvi
num. Um so verður, at
Sjúrður Skaale skuldi verð
ur valdur bæði á fólkating
og á løgting, so fer hann at
niðurleggja
tingsessin.
Hóast hann skuldi stillað
upp til løgtingið hesa tíðina,
so fer hann greitt at boðað
frá í valstríðnum, at hann
tekur fólkatingssessin fram
um løgtingssessin.
Fyri Sjúrð Skaale møtir
Finnur Helmsdal á tingi
fram til september.
UMBOÐSRÁÐSVAL 2008
Í ár 2008 skulu 11 limir veljast
til Umboðsráðið fyri Ognarfelag
Tryggingartakaranna
ATKVØÐURÆTTUR
Atkvøðurætt hava øll, sum hava verið tryggingartakarar í
felagnum síðani 1. januar 2008.
Tryggingartakarar, har árliga tryggingargjaldið er minni
enn kr. 50.000,- hava 1 atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar kr.
50.000,- í árligum tryggingargjaldi harafturat, fær limurin
1 atkvøðu upp til í alt 10 atkvøður.
Tað ber ikki til at atkvøða við fulltrú.
ATKVØÐUSEÐIL OG TÍÐARFREIST
Atkvøðuseðlar kunnu umbiðjast frá 11. februar 2008 til
og við 24. februar 2008 á høvuðsskrivstovu felagsins.
Atkvøðuseðil kann umbiðjast við at ringja til tel 345600,
senda fax til 345601 ella teldupost til tf@trygging.fo.
Neyðugt er, at viðskiftafólk, ið persónliga biðja um
atkvøðuseðil á deildum felagsins, hava samleikaprógv
við sær. Verður atkvøðuseðil umbiðin um tel, fax ella
teldupost, er neyðugt at upplýsa um navn/navn á virki,
bústað og føðingardag.
Atkvøðuseðilin skal verða latin innaftur til Ognarfelag
Tryggingartakaranna, postadressa Rasmussen & Weihe , í
seinasta lagi fríggjadagin 29. februar 2008.
VALÚRSLIT
Tá valúrslitið fyriliggur, verður tað almannakunngjørt í
fjølmiðlunum og á trygging.fo.
Tórshavn, 8. februar 2008
Stjórnin
INNKOMIN VALEVNI ERU HESI:
Árni Jakobsen, Smærugøta 19, 100 Tórshavn
Dánjal Jakobsen, Andrasargøta 14, 188 Hoyvík
Emil Jacobsen, Skálavegur 193, 480 Skáli
Hallur Thomsen, Støðlagøta 2A, 160 Argir
Hans Andreas Joensen, Ovaragøta 56, 188 Hoyvík
Herman Winther, 435 Streymnes
Hervør Hergudóttir, 386 Bøur
Ingeborg Godtfred, Garðsgøta 21, 160 Argir
Jákup Bech Jensen, Blákollugøta 16, 100 Tórshavn
Jákup Egholm Hansen, Bóndaheygur 9, 100 Tórshavn
Jákup Oluf á Lakjuni, Helnabrekka 9, 700 Klaksvík
Jóhannus Danielsen, Høganesvegur 58, 650 Toftir
Jona Nielsen, Undir Fossum 44, 700 Klaksvík
Marin í Dali, Tórsbyrgi 10, 100 Tórshavn
Ólavur Samson, Kráargøta 76, 700 Klaksvík
Ronald F. Poulsen, Turiðargøta 27, 100 Tórshavn
Signar Skaalum, í Syðrutoftum 15, 826 Trongisvágur
Suni Vinther, Hvarvið 1, 100 Tórshavn
Kongabrúgvin · Postboks 329 · FO-110 Tórshavn
Tel 345600 · Fax 345601 · tf@trygging.fo · www.trygging.fo
VERIÐ VIÐ AT VELJA
sansir.fo
Sjúrður Skaale á fólkating týsdagin
Fyribils er G! festi
valurin farin í søguna.
Ístaðin verður nú
arbeitt við at gera
serstaka Gøtustevnu
FesTIvaLUR
Jákup Mør
Tað var í heyst at tað kom
fram, at tað stóð so illa til
fíggjarliga hjá G!Festivali
num, at hann fór so logandi
á heysin.
Síðani hevur verið at
hoyrt um ymsar bjargingar
ætlanir – og í valstríðnum
vóru tað politikarar, sum
beinleiðis góvu lyfti um, at
tað almenna um neyðugt
skuldi hjálpa til fyri at
bjarga hesum festivali.
Fyrireikararnir siga nú á
heimasíðuni,www.gfestival.fo,
at teir framvegis kanna
ymisk viðurskifti, og tí er
endalig
niðurstøða
ikki
tikin til, um G!Festivalurin
endaliga er farin í søguna.
Stevna ístaðin
Í staðin fyri G!festivalin,
skipar samanlagda ítróttar
felagið millum Gøtu og
Leirvík,víkingur, fyri einum
stevnuvikuskifti
Nýstovnaða
ítróttarfe
lagið millum Leirvík og
Gøtu, Víkingur, fer í ár at
syrgja fyri, at vónbrotnir
festivalluttakarar fáa okk
urt í staðin fyri G!.
Vikuskiftið undan Ólav
søku hevur seinastu mongu
árini verið stevnuvikuskiftið
í Gøtu. Seinnu árini hevur
tað verið G!festivalurin,
sum hevur verið hetta viku
skiftið, og undan tí var tað
Gøtustevnan, sum Gøtu
Ítróttarfelag skipaði fyri, og
sum var vikuskiftið undan
Ólavsøku.
Síðan G!festivalurin
byrjaði, hava Gøtu Ítróttar
felag og G! tó valt at
samstarva um ymiskt á tí
praktiska økinum, heldur
enn at hava tvey tiltøk sama
vikuskifti.”, skrivar heima
síðan hjá ítróttarfelagnum.
Víðari skrivar felagið:
Nú greitt er, at eingin
G!festivalur verður í ár, fer
samanlagda ítróttarfelagið í
Gøtu og Leirvík, Víkingur,
at skipa fyri stórum tiltaki
vikuskiftið 18. til 20. juli.
Seinni verður meira at
frætta um, hvussu tiltakið
verður fyriskipað.”
Gøtustevna fyri G!
Týsdagin verður Sjúrður
Skaale fókatingsmaður. Hann
niðurleggur sæti á tingi fram
til september fyri at røkja
fólkatingsarbeiði