Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult18 cyan18 magenta18 svart18 gult19 cyan19 magenta19 svart19 4 Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001 Niclas Johannesen Ein institutión er júst farin um tey seksti. Hósdagin 24. mai fylti Bob Dylan 60 ár. Og allur tónlistaheimur- in stóð í røð fyri at ynskja heimsins fremsta rock- poeti tillukku. Bruce Springsteen, John Mellemcamp, Tom Petty, Bono, Joni Mitchell - ja, listin er endaleysur - við- ganga øll, at tey byggja á teir lyrisku lunnar, sum Bob Dylan byrjaði við at leggja fyrst í 60’unum, tá hann flutti frá heimstað- num Missisippi til New York City. Tað var har, yrkisleiðin av álvara byrj- aði. Hansara fyrsta stóra framførsla var, tá hann hit- aði upp fyri blues kongin John Lee Hooker í 1961. Onkursvegna hevur Bob Dylan altíð verið ein bast- ardur. Dylan var fólkatón- leikara poeturin, sum mið- skeiðis í 60’unum fór at spæla elektriskt og loypti øði í øll tey frelstu, ið hildu, at góður skaldskapur riggar best við kassaguit- ara. Tað legði Bob Dylan vertin á og fór á pallin við The Band í 1965 á New- port Festivalinum í Ong- landi og bleiv ‘buhaður’ av pallinum. Og tað tykist vera søgan við jødiska manninum, ið hevur skrivað fleiri klass- ikarar enn tey flestu munnu varnast. Hann hevur gjørt tað júst soleiðis sum tað hóvar honum. Hann hevur gjøgnum árini givið út 42 plátur við til- samans 453 sangum og hann ehvur selt 60 millión- ir plátur. Og Dylan heldur fram við at selja umleið 1,5 milliónir fløgur um ár- ið. Tað var saman við Bob Dylan, at The Beatles á fyrsta sinni royktu hash aftur í 60’unum. Í 80’u- num gjørdist Dylan trúgv- andi, og fyrr í ár vann Bob Dylan so sín fyrsta Oscar fyri lagið ‘Things Have Changed’. Meðan aðrir av hansara tónleikavinum ikki eru so frægt sum ein skuggi av sær sjálvum, so var tað so seint sum í 1997, at Bob Dylan gav út meistarligu fløguna Time Out Of Mind - ein útgáva, ið helst fer at standa, sum ein av hansara klassikar- um. Her eru nøkur brot burt- ur úr tí, ið ymisk tónleika- og rithøvundafólk hava at siga um Bob Dylan við blaðið Rolling Stone (Dyl- an telist millum heilt fáu sangskrivararnar, ið er ser- liga høgt í metum millum rithøvundar.) Bono (U2): Hann (Dylan) er sum henda urgamla røddin, ið sigur tær, at tað er neyðugt hjá tær at vita, hvaðani tú kemur. Tað var ein løta í 60’unum, tá tað tóktist, sum um hann royndi at vera modernaður, men hann hevur nú í longri tíð stríðst móti tí dálkandi, modernaðu flóvalduni. Hansara orð hava altíð havt eitt næstan bíbilskt virði. Líkamikið hvar tú ert staddur í lívinum, so er altíð ein Dylan-pláta, ið kann hjálpa tær at finna runt. Tá tú sum tannáring- ur ert fyltur við idealismu. Tá tú blívur forelskað/ur. Tá tú júst ert blivin skild/- ur. Tá tíni børn vaksa upp. Sjálvt tá tú skelkaður stendur andlit til andlits við sjúku ella hevur verið tætt upp at deyðanum. Bob er sum relegión. Hann nemur teg á ein ella annan hátt! Eg eri vissur í, at hann hevur sína demonar - plát- urnar bera boð um tað. Men hann er framvegis á lívi og ger sítt besta arbeiði í hesum døgum. Hann byrjaði, sum eitt slag av Rimbaud figuri, men hann noktaði at doyggja býttur. Tað er nógvur mystikkur Dylan seksti og framvegis á ferð Hósdagin 24. mai fylti Bob Dylan 60 ár. Røðin av rockarum, rithøvindum og kritikkarum, ið ynskja amerikanska rock- halgimenninum tillukku er endaleys. Og Bob? Ja, hann var, sum vanligt, framvegis á síni tónleikaferð, ið hevur nú vart í meira enn 40 ár Onkursvegna hevur Bob Dylan altíð verið ein bast- ardur. Dylan var fólkatónlei- kara poeturin, sum mið- skeiðis í 60’unum fór at spæla elektriskt og loypti øði í øll tey frelstu, ið hildu, at góður skaldskapur riggar best við kassaguitara. Tað legði Bob Dylan vertin á og fór á pallin við The Band í 1965 á Newport Festivalinum í Onglandi og bleiv ‘buhaður’ av pallinum Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001 5 kring mannin, men hann vil ikki at minka um loyni- dómin við at gerast melo- dramatiskur. Hann hevur taklað popularitet við ein- um betrivitandi smíli og gekkakendari líkasælu. Tá Dylan nakað herfyri var í Dublin, fór hann til gongu til sína egnu kon- sert! Hann hevði sína troyggju við hettu á og hann gekk soleiðis framvið øllum teimum, ið vóru á veg at lurta eftir honum. Eg haldi, tað er soleiðis hann vil hava, tað skal vera. Hann er ikki áhugað- ur at spæla spælið, og hann er bara hildin á við sínum lívi, sum ein sangskrivari og sangari. Hann er meira miðøld enn hann er ‘new millennium’ - troubadouru- rin, ið spælir allastaðni, har tað er ein máltíð á borðinum. Um tað so Las Vegas ella framman fyri pávanum. Guð signi hann. Scott Spencer (rithøvundi ‘The Rich Man’s Table’ og ‘Endless Love’) “Tað var onki í tíni atferð, sum bar boð um, at tú fór at teljast millum tey síðstu, ið enn stóðu á beinunum. Tú tóktist at vita onki um, at hvør máltíð átti at inni- halda ið hvussu er tvey sløg av grønmeti. Tú mis- brúkti títt nervasystem, tú koyrdi motorsúkklu. Tú brendi tínar brýr, fórt frá managarum, unnustum, journalistum og hard-core lurtarum, ið nevaðu eftir tær frá hinari síðuni. Tú tóktist at vera skroyp- iligur - tú tóktist at vera líkasum handan ræðuliga, niðurbarda klisjein: Vaga- bónda-poeturin, ið viknaði brátt og var dømdur til eina skjóta fráferð. Eg ivist í, um nakar, sum elskaði teg, dugdi at ímynda sær, at tú fórt framvegis at skriva tónleik í 21. øld. Fyri fjøruti árum síðani, í 1961, var tú tjúgu og í ferð við at gera tína fyrstu plátu. Í tónleikavinnnuni rísa og falla tónlista-karri- erur og ríkidømið er vunn- ið og tapt. Kortini hevur tú hildið á. Ikki bara hevur tú hildið á við at vera á lívi, tí hevur riðið gjøgnum ein skóg av narkotika og Jesus, vagabónda-vrakum og hjarta-infektiónum - tú ert áhaldandi ‘hip’, tú ert framvegis loyniligur og orkugevandi, tú skrivar framvegis linjur so sum ‘I’ve been to Sugar Town/I Shook the sugar down/- Now I’m trying to get to heaven before they close the door.’ Don Henley (The Eagles): Eg havi serstakliga stóra virðing fyri tí, sum Bob Dylan hevur givið populer- tónleiki, serliga nú eg gerist eldri. Hansara yvirlivilsið er serstakliga vælkomið í tí innantóma tónlistarliga vegurlagnum, vit liva í hesar dagarnar. Vit plagdu at spæla ‘Like A Rolling Stone’ við mínum bólki heima í Tex- as. Tað fyrsta eg legði til merkis vóru orðini. Hann er ein av stavnamonnu- num, tá tað snýr seg um tankavekjandi lyrikk, ið snýr seg um annað enn tað vanliga millum gentur og dreingir. Hansara nýggjasti sangur - ‘Things Have Changed’ - veruliga fekk takið á mær. Eg koyrdi í bilinum ein dagin og hevði aldrin hoyrt lagið fyrr. Eg hugsaði við mær sjálvum ‘her er onkur sum veruliga ger ein góðan Bob Dylan.’ Eg segði ‘hetta er betri enn Bob’ - og tað vísti seg at vera hann. Sum við øllum øðrum stórum listarfólk- um, so gongur Bob í ring- rás, hann at kalla kemur og ferð. Og hann er ikki bangin fyri at fara av van- ligu slóðini - sum til dømis, tá hann gjørdist kristin. Um sama mundið haldi eg, at ‘Gotta Serve Somebody’ er ein sera góður sangur. Tom Petty (sang- skrivari og sangari): Vit eru øll bara heppin at liva í eini tíð, har Bob so stórliga ávirkar okkum, har hann framvegis hevur framførslur og gevur út framúr góðan tónleik. Mát- in hann heldur á við at skriva hesar frálíku sangir- nar bera boð um, at hann er eitt super náttúrtalent. Eg var eini tvey ár saman við Bob á konsertferð við The Heartbreakers og í studio við The Traveling Wilburys, og frá honum fekk eg eina kenslu fyri sangum. Hann hevur eitt sera stórt repertoire og eina ótrúliga vitan um tónleikin hjá øðrum fólki. Uttan víðari kann hann taka eina rúgvu av tilfari fram upp á standandi fót, og hvør sangur er ein dýrgripur. Tað, sum eg virði mest við Bob er hansara fals- loysi - hann ballar onki inn og er samstundis ein høvis- kur maður. Sannleikin er, at eg og øll onnur fara altíð at standa í skuld til hans- ara. Hann opnaði dyrnar til eina rúgvu av tingum, og hann kann bert samanber- ast við The Beatles, ella kanska Elvis. Camille Paglia (rithøvundi): Tá eg undirvísti í sang- lyrikki á Lærda Háskúla- num í Philadelphia afturi í 1985, var Bob Dylan ein torfør søluvøra. Í klassan- um lurtaðu tónleikanæm- ingarnir við tign eftir The Beatles, The Rolling Ston- es, The Doors, The Mamas and the Papas, Simon and Garfunkel, Led Zeppelin. Men tað var øðrvísi við Dylan. Mín skelkur var stórur, tá tað gekk upp fyri mær, at ung fólk, ið aldrin høvdu hoyrt Dylan, hildu hansara rødd vera irriter- andi, hansara lyrikk fløkja- sligan og hansara heims- fatan ófatiliga. Tað var ræðandi at uppliva, at ein so titaniskur artistur frá mínum egna ættarliði í 60’unum soleiðis fullkomi- liga kundi hvørva av menturnarliga kortinum. Søgan hevði ein góðan enda. Gjøgnum 90’ini byrjaðu næmingarnir stig fyri stig aftur at vísa áhuga fyri Dylan. Fyrst vóru teir hugtiknir, síðani bergtiknir av klassisku sangunum frá Dylan. Hví hendan broyt- ingin? Fyrst kom grunge- bylgjan, har tann syndar- liga, fallandi stjørnan var Kurt Cobain, og ímyndin av tí líðandi, fremmanda- gjørda listarmanninum fekk aftur lív millum áhoyrarar við tí skurtlandi, nasala sangstílinum, ið ljóðar sum eitt hálvkvalt ýl. Haraftrat kom eisini hip- hop bylgjan, sum aftur vakti áhugan fyri sosialt medvitandi tekstum mill- um ungar hvítar menn aft- an á eitt tíðarskeið, har innihaldsríkir tekstir vóru druknaðir í tungt produser- aðu disco-bylgjuni og operakendum heavy metal. Dylan hevði samhuga við teimum fátæku og ognar- leysu (sum í lagnum ‘Desolation Row’)og hetta var aftur uppi í tíðini, og saman við rap-tónleiki fingu hansara tættpakkaðu og ferðmiklu tekstir aftur meining. Tá næmingar lurtaðu eftir fyrsta hit- lagnum hjá Dylan - ‘Subterranean Homesick Blues’ - flentu teir ovfarn- ir, tí teir kendu aftur rytm- iska orðaleikin, ið eyðken- nir dagsins rapptónleik. Joni Mitchell (sang- skrivari, sangari): Ongin er komin í námd Bob Dylan, tá tað snýr seg um sangskriving. Hann hevði hesi stóru evnini, sum hann skrivaði um - sangir, har túsundtals ting hendu, har fólk runnu runt við kettum á teirra herðum. Hann skapti hesi býarlandsløgini sum í ‘Desolation Row’, har ein rúgva gongur fyri seg. Hvat haldi eg um, at Bob er blivin seksti? Eg haldi, tað er sera kveikjandi, at onkur frá einum øðrum ættarliðið yvirlivir í einum ídnaði, ið er so ungdóms- fikseraður - sum í roynd og veru allir ídnaðir eru. Tað mest upplagda ynski fyri Bob er frá einum av hansara egnu linjum: ‘May you stay forever young.’ Billie Joe Armstrong (Green Day): Tað, sum Dylan gav Rock & Roll var ein rødd, ein meining, sum í veruleika- num ikki var til staðar undan honum. Hann var tann fyrsti veruliga illi, ungi, maðurin - hann var illur, áðrenn eg var illur, áðrenn Johnny Rotten var illur, áðrenn Pete Towns- end var illur. Hann var veruliga maðurin. Tað finst ein rúgva av fólki, ið kundu hugsað sær at verið Bob Dylan. Men tey kunnu sjálvsagt ikki, tí starvið er longu sett. David Gray (sang- skrivari, sangari): Dylan er sum The Beatles ella Eiffel Tornið - hann er bara har, hansara hjávera er so sterk at tú í veruleik- anum ikki sært hann long- ur. Eitt er at gera tað, sum hann gjørdi í eini snarari vend afturi í 60’unum, men hann heldur á við at koma aftur. Tað kennist sum um, at Dylan ongantíð tekur eyguni av bóltinum. Succes hvesti hann uppaft- ur meira. Billie Joe Armstrong (Green Day) um Bob Dylan: Tað, sum Dylan gav Rock & Roll var ein rødd, ein meining, sum í veruleika- num ikki var til staðar undan honum. Hann var tann fyrsti veruliga illi, ungi, maðurin - hann var illur, áðrenn eg var illur, áðr- enn Johnny Rotten var illur, áðrenn Pete Townsend var illur C M Y K 19 18