leygardagur 9. juni 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
2
Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov
EG MEINI TAÐ
Longu tvær vikur síðani
verkfallið var av. Jú, jú
kæri lesari, vit hava havt
verkfall. Tað hava vit sæð
í Sjónvarpinum og hoyrt í
Útvarpinum. So har er
eingin ivi. Tað passar!
Men sum vanligt, so vita
vit, ið búgva í Suður-
streymoy, bara frá fjøl-
miðlunum, hvat veruliga
hendir her á landi. Eina-
ferð, fyri nøkrum árum
síðani, søgdu fjølmiðlar-
nir, at landið var í kreppu,
og nú hava vit, sum sagt,
hoyrt, at verkfall hevur
verið. Jú, tað er okkurt, ið
bendir á, at tað er eitt
verri baks at vera bygd-
afrell. Men, kæri bygda-
maður, her hjá okkum
gongur alt sum vanligt;
vit alment løntu dusa okk-
um í sama lag skamm-
leyst í blokkinum. Og tey
tímaløntu hava tað eisini
gott; ja, so gott at tey tíma
ikki í verkfall.
Og hví skulu tey fara í
verkfall? Smb. umboðs-
manninum hjá »Føroya
arbeiðsgevarafelag« fáa
tey alt ov nógv í løn. Og
man tann maðurin ikki
vita, hvat hann tosar um?
Eini hús her í Havn kosta
hálva aðru millión, so tað
er ríkiligt hjá einum ar-
beiðara – um hann fær
fulla viku- at tjena 13.000
kr. um mánaðin. Hann
skal bara av við 15.000 kr
í rentum og avdrøgum.
Hetta er í fínasta lagi!
Men, men, men! Eg
hugsi hesir góðu menn
hava mistikið seg; og tað
so dyggiliga. Sannleikin
er tann, at arbeiðaralønin
er alt ov lág. Hon skuldi
verið dupult so høg. Tá
var eitt sindur av skili í, tí
hvør kann liva í dag fyri
13.000 kr. um mánaðin?
Ja, tey fastløntu kunnu
ikki, arbeiðsgevararnir
kunnu ikki, landsstýris-
menninir kunnu ikki, og
løgtingsmenninir kunnu
so yvirhøvur ikki. Man
tað ikki vera tí, at teir –
fólksins tænarar – hava
lóggivið sær sjálvum tvær
arbeiðaralønir um mánað-
in. Og so eru teir so
skammiligir, at teir – ella
nakrir av teimum – beinan
vegin eru klárir at lóggeva
viðvíkjandi arbeiðsmann-
alønunum. Ja, lítillætnir
eru teir ikki. Segði nakar
lógarfestur stættamunur?
Grundin til at lóggeva
skuldi vera, at nakrir laks-
ir vóru sjúkir. Vónandi er
heilsan batnað, nú verk-
fallið er av. Annars kann
eg bara taka undir við
Jógvani Mørkøre, trí-
menninginum, tá hann í
fimmaranum nú ein dagin
helt, at fjølmiðlarnir held-
ur skuldu roynt at funnið
útav, hví laksurin er sjúk-
ur. Hvat er tað, sum hend-
ir? Kann tað ikki hugsast,
at alt ov nógvur laksur er
trunkaður saman á einum
trongum fjørði? At fjørð-
urin er ikki egnaður til so
nógvan fisk? Ella er tað
veruliga Ingeborg, sum
hevur skyldina?
Annars er tað alneyð-
ugt, at øll arbeiðarafeløg-
ini og handverkarafeløgini
standa saman sum ein
maður, nú vit møguliga
nærkast eini primitivari
oljuvinnu. Føroyar eru í
dag eitt stættasamfelag,
og munurin millum stætt-
irnar fer at økjast við risa-
fetum, um tey tímaløntu
ikki standa saman og eru
til reiðar at leggja alt virk-
semi lamið, ið ikki hevur
sum aðalmið at hjúkla um
arbeiðsfólkið. Hvat edlari
endamál kann ein arbeiðs-
gevari og ein fyritøka
hava, enn at geva arbeiðs-
fólkinum góða løn og
góðar umstøður? Og er
hetta ikki endamálið hjá
oljuvinnuni, so er best, at
eingin dropi verður funn-
in undir Føroyum. Tí sum
mín góði vinur – húsa-
vørðurin – er vanur at
taka til:
– Hvat nyttar tað at vera
ríkasti maður í kirkju-
garðinum?
Verkfall og
stættastríð
Aref Olsen, lærari
LEIKA
John Johannessen
Maori upprunafólkið í Ný
Sælandi er í øðini inn á
nýggja røð av leikum frá
LEGO og krevur, at fram-
leiðslan verður steðgað.
Maori fólkið heldur, at
LEGO í nýggju Bionicle
røðini hevur stolið burtur
av siðaarvi úr polynesisku
gudalæruni, eins og orð og
heilagar myndir verða mis-
nýttar. Tí hevur ein bólkur
av maorum gjøgnum sak-
førara kravt, at LEGO
steðgar at selja vøruna alt
fyri eitt.
Hava stolið
gudalæruna
– LEGO hevur uttan nakað
loyvið brúkt okkara poly-
nesisku gudalæru, okkara
staðarnøvn og heilagu
ímyndir í einum saman-
hangi, vit aldri hava góð-
kent, ljóða ákærurnar frá
sakførararnum, Maui Solo-
mon, sum umboðar tey trý
maori fólkasløgini í Ný
Sælandi.
Nøvn í Bionicle, sum
Whenua, Onewa, Pohatu,
Tohunga og Kanohi eru øll
partur av polynesiska máli-
num, ið verður tosað við
ymsum frábrigdum í Ný
Sælandi, á Páskaoynni og á
Hawaii.
Eitt av hesum nøvum
hevur so stóra virðing
millum maorar, at teir bert
taka tað upp á tungu í
nøkrum heilt serligum
førum. Talan er um orðið
Tohunga. Hetta er eitt
hugtak fyri adaligum
lekingarhættum, og er
orðið og hugtakið tí
bannhalgað fyri maorar.
Vísa øllum aftur
LEGO vísir kortini øllum
skuldsetingunum aftur.
– Bionicle er, sum alt
annað leika, fiktivt. Talan
er um ein heim uttan tíð og
stað, men har vit hava
fingið íblástur úr ymsum
søguligum og
mentanarligum
grundhugsanum, segði Eva
Lykkegaard, kunningarsjóri
hjá LEGO, við Ritzau
herfyri.
Kortini heldur
sakførarin hjá maorunum,
at LEGO hevur skrásett
polonesisk orð sum
vørumerki og harvið í
veruleikanum yvirtikið
ræðið á orðum í málinum
hjá maorunum.
Men leiðslan fyri LEGO
er alt annað enn samd.
– Tað er ikki rætt, at vit
hava vørumerkt orð og
nøvn frá Bionicle
heiminum. Vit hava
harafturímóti einans gjørt
sjálvt orðið Bionicle til eitt
vørumerki, sigur Eva
Lykkegaard. Hon vísir á, at
Bionicle er ein
samanseting av ensku
orðunum »biology« og
»cronicle«
LEGO ræðist ikki eitt
møguligt rættarmál, tí tað
heldur ikki, at málið er
løgfrøðisligt, men heldur
kensluligt.
Fyri stjórnina
Maorar ætla sær í rættin
við málinum, men teir eru
enntá eisini sinnaðir at fara
so lagt við málinum, sum
at gera tað til eitt politiskt
mál millum ný sælandsku
stjórnina og donsku
stjórnina, ið varar av
landinum, har LEGO
verður framleitt.
Danmark hevur skrivað
undir altjóða sáttmálan um
lívfrøðiligt fjølbroytni. Og
í hesum sáttmála bindur
Danmark seg til at virða og
vera við at varðveita vitan,
uppfinningar og atburð hjá
upprunafólki og bert nýta
vitanina, um loyvi er givið
frammanundan.
Maorar hava fyrr verið í
stríðið við stórar altjóða
fyritøkur. Fyri nøkrum
árum síðani skifti Air New
Zealand øll teppi í
flogførum sínum og á
flogvallum. Á nýggju
teppunum var ein heilag
mynd hjá maorum. Men
maorar vildu ikki hava, at
fólk skuldu ganga á hesi
mynd, og tí kærdu teir.
Málið endaði við, at
flogfelagið gav seg og fekk
teknað nýggj teppi.
LEGO skuldsett
fyri halgibrot
Upprunafólkið í Ný Sælandi heldur, at LEGO í nýggjari røð av leikum
misnýtir orð og heilagar ímyndir úr polynesiskari gudalæru. Tí hava tey
heitt á LEGO um at steðga framleiðsluni, men LEGO vísir
skuldsetingunum aftur
Bionicle røðin hjá LEGO er ógvuliga væl umtókt millum børn. Í BR í Havn vóru bert hesir báðir pakkar eftir, tá Sosialurin
vitjaði herfyri. Men maori upprunafólkið í Ný Sælandi heldur, at LEGO við hesum leika hevur stolið halgar ímyndir frá
teimum. Tí vilja maorar, at Bionicle røðin verður tikin av hyllunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001
3
- Føroysk list hevur á-
huga úti í heimi og tí
er upplagt at gera ein
føroyskan listakalend-
ara, sigur listakvinnan
Aase Bømler Olsen,
sum hevur tikið stig
til Føroyska Listakal-
endaran 2002
LIST
Turið Kjølbro
Saknar tú eitt størri fjøl-
broytni í útboðnum av sou-
venirs ella lutum, ætlað
ferðafólki ella kenningum í
útlondum, ber nú til at
keypa ein føroyskan lista-
kalendara. Tólv av navn-
framastu føroysku listfólk-
unum eru umboðað í Før-
oyska Listakalendaranum
2002, sum kemur í sølu-
búðirnar fyrsta dagin. Tik-
ið stig til kalendaran hevur
listakvinnan Aase Bømler
Olsen, sum til dagligt
starvast á Ferðaráðnum.
Saman við Olivuri við
Neyst, Tórbirni Olsen og
Karsten Olgari Lamhauge
hevur hon lagt kalendaran
til rættis.
- Tað berandi í arbeiði-
num at gera hendan kal-
endaran er at geva føroysk-
um listafólki umtalu og
vísa, hvat tey kunnu. Før-
oysk list hevur áhuga úti í
heimi og tí er tað eftir mín-
um tykki upplagt at gera
ein føroyskan listakalend-
ara. Í mínum arbeiði á
Ferðaráðnum havi eg sæð
ein tørv á einum slíkum
kalendara. Eg havi saknað
eitt størri úrval av lutum av
góðari dygd, sum kunnu
seljast ferðafólki, og fólk
spyrja mangan eftir plakat-
um og líknandi, sigur Aase
Bømler Olsen.
Endamálið við útgávuni
er sostatt at vísa føroyska
list og gera tað møguligt
hjá einum størri tali av
fólki at ogna sær eitt end-
urprent av føroyskum lista-
verki. Listafólkini hava øll
egnan stíl. Har eru mátt-
miklu penslastrokini hjá
Ingálvi av Reyni, litføgru
landsløgini hjá Zachariasi
Heinesen, fuglabjørgini hjá
Astri Luihn, æviga bláa
universið hjá Tróndi Pat-
ursson og sermerktu graf-
isku verkini hjá Aase
Bømler Olsen. Kalendarin
er á enskum, donskum og
føroyskum, og øll listafólk-
ini eru umboðað við einum
verki, stuttari frágreiðing
og persónslýsing. Støddin
á kalendaranum er hósk-
andi, eisini til at verða
send út í heim við posti. Á
innaru síðuni á kápuni er
ein listi yvir listafólkini.
Dansk Fæørsk kultur-
fond, Tórshavnar Býráð,
Undirvísingar- og Menta-
málastýrið, Mentanar-
grunnur Landsins og Lista-
felagið hava stuðlað útgáv-
uni, sum er sera kostnaðar-
mikil.
- Fyrireikingarnar til út-
gávuna hava verið nógv
meiri umfatandi enn eg
hevði roknað við. Men
gongur sølan væl, kann
hugsast at vit halda fram at
gera ein listakalendara á
hvørjum ári.
Føroyski Listakalendarin
2002, sum kostar 148
krónur, verður til sølu frá
nú av á kunningarstovum, í
bókabúðum og Listaskála-
num. Kalendarin er prent-
aður í 1000 eintøkum.
Føroysk list í kalendara
Aase Bømler Olsen,
stigtakari til Føroyska
Listakalendaran 2002, her
avmyndað við fyrsta
eintakinum. Kápan á
kalendaranum er í svørtum
og hvítum, men inni í
kalendaranum eru hópin av
litføgrum síðum
Mynd: Jens
Kristian Vang
Listaverkið fyri mars eitur
Kvinna í reyðum. Aase
Bømler Olsen hevur gjørt
C
M
Y
K
17
16