leygardagur 9. juni 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Nr. 108 • leygardagur • 9. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
LEGO skuld-
sett fyri
halgibrot
Lesið á síðu 2
Uttan samanbering er
Garry Kasparov víð-
gitnasti persónur, sum
nakrantíð hevur verið
í Føroyum. Niðanfyri
verður nortið við
nakrar av orsøkunum
til, at so er
TALV
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at eingin
so navnframur persónur
sum Garry Kasparov nakr-
an tíð hevur sett føtur sínar
á klettar okkara her í
Norðuratlantshavinum.
Hóast tað millum ár og
dag hava verið hópin av
ítróttastjørnum. politikk-
arum, umhvørvisaktivist-
um og øðrum, so røkkir
eingin teirra russiska talv-
konginum til kníggja. Alla
staðni í heiminum vita
fólk, hvør hesin maðurin
er, hvat hann stendur og
hví hann er vorðin somikið
kendur.
Fremsta vápn hansara í
bergtakanini av heiminum
er sjálvsagt ótrúligi talv-
heili hansara, við evnum til
at gjøgnumskoða at kalla
allar mótstøðumenn sínar.
Ein heili, sum hevur gjørt
tað gjørligt hjá Kasparov at
sita 15 ár á alheims talv-
trúnuni, og hóast hann fyri
stuttum varð feldur av
Vladimir Kramnik, so er
Kasparov framvegis hæst
styrkismetti telvarin í
heiminum, og roknað verð-
ur fyri vist, at Kramnik
ikki skal rokna við at ger-
ast gamal á trúnuni.
Uppvøkstur
Garry Kasparov varð borin
í heim í høvuðsstaðnum í
Aserbadjan, Baku, og ikki
óvæntað løgdu fólk skjótt
til merkis óvanliga talent-
ið, sum pilturin hevði.
Longu sum seks ára gamla
telvaði hann móti pápa
sínum, og áðrenn langt var
liðið, varð hann tikin inná
væl lýddda talvskúlan hjá
fyrrverandi heimsmeistara-
num, Mikhail Botvinnik.
Á skúlanum slapp tann
ungi Kasparov at fáa frá-
læru frá nøkrum av bestu
talv-lærarunum í heim-
inum, eins og mótstøðu-
menninir á skúlanum tald-
ust millum mest evnaríku
telvararnar. Millum hesar
kunnu eitt nú nevnast hin
navnframi Anatoly Karpov
og Artur Yuspov, sum
seinni er vorðin ein av
venjarunum hjá Viswanat-
han Anand.
Tað gekk heldur ikki
long tíð, áðrenn fyrstu
stóru úrslitini av áhaldandi
venjingini komu til sjónd-
ar. Sum 13 ára gamal vann
Kasparov russiska ungling-
ameistaraheitið, og longu
sum 17 ára gamal varð
hann alheims unglinga-
meistari, umframt at hann
longu tá hevði ognað sær
heitið sum altjóða stór-
meistari.
Skjóta búning hansara í
talvheiminum viðførdi
eisini, at fólk nú av álvara
høvdu lagt til merkis
styrkir hansara í talvinum.
Hansara evni at hugsa,
analysera, rokna og
granska telvingina vóru
longu nú um at gerast leg-
endarisk.
Alheimsgerðin
Veruliga heimsgitin – eis-
ini út um talvheimin – varð
hann tó ikki fyrr enn í
1984. Bert 21 ára gamal
slapp hann at royna seg
móti táverandi heimsmeist-
aranum, Anatoly Karpov,
og tað skuldi vísa seg at
gerast ein risa stór av-
bjóðing hjá heimsmeistara-
num, tó at fyrstu talvini
ikki góvu ábendingar um
hetta.
Karpov vann nevnliga
fýra av teimum fyrstu átta
talvunum, og hevði bert
ein sigur afturat fyri neyð-
ini, men so lætt skuldi
hann ikki sleppa. Allur
talvheimurin helt ondini,
meðan teir báðir telvaðu
17 javnleikir á rað, og at
enda noyddist altjóða talv-
sambandið at ógylda dyst-
in, tí telvararnir báðir vóru
overvaðir
Árið eftir slapp hann
aftur at royna seg móti
Karpov, og eftir enn ein
strævnan dyst var nú greitt,
at Kasparov var vorðin
yngsti heimsmeistarin á
talvsøguni. Bert 22 ára
gamal.
Síðani hevur hann við
jøvnum millumbilum vart
heitið. Millum annað við
trimum dystum móti Kar-
pov, meðan Nigel Short og
Viswanathan Anand eisini
hava roynt seg uttan úrslit.
Ikki fyrr enn í vár
noyddist Kasparov at geva
seg, tá Vladimir Kramnik
óvæntað koppaði meistara-
num. Ein sannur meistari
verður tó ikki liggjandi
leingi, og sum omanfyri
nevnt, verður tað roknað
fyri vist, at Kasparov innan
leingi fer at taka heitið aft-
ur frá Kramnik.
Varparin
Umframt at vera í ser-
flokki sum telvari, so
hevur Kasparov meira enn
nakar annar verið við til at
breitt talvítróttina út um
allan heim. Eins og ein
Michael Jordan í Basket-
ball, ein Pele í fótbólti ella
Tiger Woods í golf, hevur
Kasparov gjørt seg sjálvan
til eina alheims fyrimynd
hjá ungum telvaru. Somik-
ið stórt er navn hansara, at
handilsfólk tosa um Kasp-
arov sum eitt vørumerki á
hædd við størstu alheims
fyritøkurnar.
Sum ambassadørur fyri
talv hevur eingin verið í
nær námind avrikum hans-
ara. Millum størstu avrik
hansara kunnu nevnast
dystirnir móti Deep Blue.
Sterku talvtelduni hjá
IBM, sum hann snýtti við
at gera óvnæntaðar leikir,
ið fingu skjóttgangandi
algoritmurnar í telduni at
sveiggja.
Fyri talvítróttina kann
neyvan heldur undirmetast,
hvussu hann fekk ítróttina
alt meira á sjónvarps-
skíggjan, tá hann við snar-
talvsdystum móti Nigel
Short var hin fyrsti at sýna
talv sum eitt ítøkjuligt
sjónvarpsundirhald.
Eisini hevur hann opna
ein altjóða talvskúla, sum
hevur til endamál at
kveikja áhugan hjá ung-
lingum fyri telvingini, men
størsta avrik hansara yvir-
høvur er helst mátin, sum
hann hevur megnað at
gjørt nýtslu av alnetinum.
Eitt nú við at telva ein
opnan dyst á alnótini móti
øllum heiminum, umframt
at hann alla tíðina hevur
ført alnetið fram sum ein
miðil, sum í alstóran mun
kann koma telvingini til
góðar.
Vit enda tí greinina við
einum sitat, frá konginum
sjálvum, har hann greiðir
frá sínari fatan um telving
á alnetinum.
- Talv er heimahoyrandi
á alnetinum. Her skapa vit
í roynd og veru ein heim,
har alskyns hendingar
kunnu fara fram, og sjálvur
rokni eg við, at hetta gevur
talvinum góðan møguleika
at gerast ein fólkaítrótt
innan stutta tíð.
Alheims stjørnan er komin
15
14
Nr. 108 - 9. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Tað er als ikki óhugs-
andi, at munurin
millum GÍ og hini er
øktur, tá vikuskiftið
er av
UPPTAKT
Jákup Mørk
Eftir at landsliðið í eina
viku hevur roynt at givið
fótbóltshugaðum føroying-
um sítt, eru tað nú aftur
feløgini, sum eiga tørn.
Byrjanin
verður
to
kanska heldur spakulig, tí
fyri fleiri av liðunum, er
hetta vikuskiftið galdandi,
at talan er um greiðan
favorittleiklut. Líka mikið,
hvussu tey vilja skáka sær
undan, so er einki at ivast í,
at GÍ, KÍ og HB eru favo-
rittar, tá tey taka ímóti FSV,
EB/Streymi og B71.
Týdningarmikið hjá
øllum
Er
talan
um
greiðar
favoritt-leiklutir í teimum
trimum áður nevndu dyst-
unum, so tykist stór óvissa
at vera um hinar báðar
dystirnar.
Í Vági fer NSÍ á vitjan
hjá føroyameistarunum, og
fyri bæði liðini má sigast,
at talan er um ein rættiliga
avgerandi dyst. Hetta tí
taparin meira ella minni má
roknast sum fráverandi í
stríðnum um heiðusmerki.
Eitt stríuð, sum báðir partar
siga seg vilja taka lut í, men
har hvørgin parturin hevur
ráð at missa stórvegis av
stigum.
Er spennigurin stórur í
Vági, er hann neyvan minni
á Toftum. Eftir eina heldur
laka byrjan, hava seinastu
tveir dystirnir kastað seks
stig av sær, og á Toftum
ætlan tey helst ikki, at B36
skal seta teimum kílar fyri í
royndunum at koma fyri
seg aftur.
Toftamenn vilja nevnliga
heldur enn fegnir verða
partur av oddastríðnum, og
tí er tvingandi neyðugt við
einum sigri.
Tað er tað hinvegin eisini
hjá B36, sum í løtuni er á
øðrum plássi. Vónirnar eru
settar til eitt FM-heitið,
hvørki meira ella minni, og
tá tað ikki skal roknast við,
at GÍ missir stig, so kann
longu stóri munurin økjast
enn meira, um B36 ikki fær
fulla úrtøku úr sínum dysti.
Dystirnir um vikuskifitð
eru annars hesir:
GÍ-FSV
KÍ-EB/EB/Streymur
HB-B71
VB-NSÍ
B68-B36
Nummarrøðan á
bátunum, sum fara
at rógva kapp á
norðoyastevnu
KAPPRÓÐUR
Jákup Mørk
Lutur er nú kastaður,
hvussu bátarnir á skulu
liggja, tá farið verður í
holt við ársins fyrsta
FM-róður, ið sum vant
verður á norðoyastevnu í
Klaksvík.
Hetta er einastu ferð á
árinum, at lutur verður
kastaður um, hvussu
bátarnir skulu liggja.
Fyri
nøkrum
árum
síðani gjørdi Róðrar-
sambandið
av,
at
plaseringarnar á undan-
farnu róðrunum skuldu
verða avgerandi fyri,
hvussu bátarnir skulu
liggja komandi stevnur-
nar.
Tað vil siga, at vinn-
ararnir á norðoyastevnu
fáa startnummar í miðj-
uni til komandi róðurin.
Fyrimunirnir við hesum
eru fyrst og fremst, at
tilvildin í nógv minni
mun sleppur at valda, so
sum talan ofta var um
fyrr, tí streymurin kann
gera góðan mun, og so
sjálvandi eisini, at teir
bátar, sum væntandi
standa seg best undir
róðrinum, verða plaser-
aðir lið um lið, og at
róðurin á tann hátt
gerast meira áskoðara-
vinarligur.
5-mannafør, dreingir
1 Firvaldur
2 Erla Kongsdóttir
3 Frúgvin
4 Fípan Fagra
5 Sílið
6 Drekin
7 Beinta
8 Tjaldrið
9 Havfrúgvin
10 Báran
11 Blikur
6-mannafør, kvinnur
1 Sólmundur
2 Leirvíkingur
3 Víkingur
4 Jarnbardur
5 Páll Fangi
6 Lómur
7 Fortúna
8 Hvessingur
9 Gongurólvur
5-mannafør, gentur
1 Sílið
2 Havfrúgvin
3 Snípan
4 Fípan Fagra
5 Firvaldur
6 Frúgvin
7 Hvassi
8 Drekin
9 Báran
10 Tjaldrið
11 Spógvin
12 Ørnin
13 Dúgvan
14 Blikur
6-mannafør, menn
1 Strálan
2 Páll Fangi
3 Snopprikkur
4 Fuglfirðingur
5 Sølmundur
6 Hvessingur
7 Gongurólvur
8 Fortúna
9 Riddarin
8-mannafør
1 Argjabáturin
2 Kvívíkingur
3 Knørrur
4 Nevið Reyða
5 Ørvur
6 Ormurin Langi
10-mannafør
1 Vestmenningur
2 Eysturoyingur
3 Skálabáturin
4 Nólsoyingur
5 Havnarbáturin
B68 hevur ikki
vunnið á heimavølli
móti B36 seinastu
fimm árini
HAGTØL
Jákup Mørk
Hóast hagtølini enn ikki
hava avgjørt nakran dyst, so
skerst
ikki
burtur,
at
summir vøllir roynast verri
enn aðrir hjá flest øllum
liðum.
Hjá B36 var tað fram til
1997 soleiðis, at á Svanga-
skarði kundu teir gloyma
alt um stig, men síðani tá er
av álvara komi vend í. B36
hevur
nevnliga
vunnið
fimm teir seinastu útidyst-
irnar móti B68.
Sæð burtur frá hesum
dystinum, so hava heima-
liðini so avgjørt yvirtakið í
uppgerðunum, sum verða
spældar sunnudagin.Mest
spennandi tykist kanska
verða í Vági, har NSÍ oftani
hevur
órógvað.
Talvan
niðanfyri sýnir, hvussu tað
hevur gingist, seinastu 10
árini, tá mótstøðuliðini
sunnudagin hava hitst.
Norðoyastevna
Støðan, 1. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur stig
1 GÍ
5
5 - 0 - 0
14
5
9
15
2 B36
5
3 - 1 - 1
22
4
18
10
3 HB
5
3 - 0 - 2
10
7
3
9
4 KÍ
5
3 - 0 - 2
7
7
0
9
5 NSÍ
5
2 - 2 - 1
6
5
1
8
6 B68
5
2 - 1 - 2
9
11
-2
7
7 VB
5
2 - 0 - 3
13
7
6
6
8 B71
5
1 - 0 - 4
5
11
-6
3
9 EB/
Streymur 5
1 - 0 - 4
4
10
-6
3
10 FS
Vágar
5
1 - 0 - 4
3
26
-23
3
Munurin kann økjast
'00
'99
'98
'97
'96
'95
'94
'93
'92
'91
GÍ-FSV
5-1
-
-
2-2
7-0
2-1
-
-
3-1
3-0
5-1-0
22-5
KÍ-EB/Str.
-
-
-
-
-
-
8-2
-
-
-
1-0-0
8-2
HB-B71
1-0
7-1
-
5-0
4-2
1-0
1-0
3-0
0-3
-
7-0-1
22-6
VB-NSÍ
3-1
2-0
0-5
3-0
-
1-3
-
-
2-1
2-0
5-0-2
13-10
B68-B36
1-3
1-2
2-3
0-3
1-0
2-0
0-0
0-0
0-0
0-0
2-4-4
7-11
Í alt
Hvørki B68 ella B36 hava
ráð at missa nakað, tá tey
sunnudagin hittast á
Svangaskarði
B36 hevur vent gongdini
C
M
Y
K
14