Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 108 - 9. mai 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 – Skal eg geva føroy- ingum góð ráð í sam- bandi við komandi oljuvinnuna, so vil tað vera at taka hana sum eina positiva avbjóðing. Berið ikki ótta fyri hesi vinnu men brúkið hana heldur til nakað gott. Vilja tit tað kunnu tit fáa ein sunnan og skilagóðan útvikling sigur Gordon McIntosh, stjóri fyri búskaparligari menn- ing hjá býráðnum í Aberdeen OLJA OG ÁVIRKAN Jan Müller Hann umsitur í dag eitt tað týdningarmesta starvið hjá býarmyndugleikunum í Aberdeen. Hann stendur á odda fyri búskaparligu menningini í tí býi, sum oftani verður nevndur hin europeiski oljuhøvuðsstað- urin. Talan er um Gordon McIntosh, sum eisini hevur arbeitt í oljuvinnuni í mong ár. Hann metir seg tí kunna vera ein góðan eygleiðara og ráðgeva, nú føroyingar skulu til at seta hol á ein oljuútvikling, sum Aber- deen hevur verið ígjøgnum í 25 ár. Gordon McIntosh hevur júst vitjað í Føroyum sam- an við umboðum fyri fleiri fyritøkur í Aberdeen. Vitj- anin er liður í tí samstarvi, sum borgarstjórarnir í Tórs- havn og Aberdeen løgdu lunnar undir fyri tveimum árum síðani á oljuráðstevn- uni í Aberdeen. Tá var eitt skjal undirdskrivað, sum sigur, at býirnir báðir og vinnurnar í báðum býum skulu knýta tættari sam- starv. Her er so bæði talan um oljuvinnu, mentan, samferðslu oa. Gordon McIntosh sær stórar møguleikar fyri økt- um samstarvi millum Før- oyar og Bretland, nú ein heilt nýggjur oljulandslutur er við at taka seg upp á hav- leiðunum millum londini. Hann heldur tað eisini vera heilt náttúrligt, at føroying- ar vilja samstarva við eitt nú fyritøkur í Aberdeen og Skotland annars, tí vit eru næstu grannar. Hann dylur heldur ikki fyri, at oljuídn- aðurin í Skotlandi sær stór- ar møguleikar við at knýta tættari samstarv við føroy- ingar og leggur stóran dent á, at talan verður um sam- starv og ikki um at teirra fyritøkur skulu einsamallar fara inn at veita tænastur og vørur. – Vit kenna lógirnar og krøvini um føroyska lut- tøku í oljumenningini utt- anat og hava lagt okkum hesi sera væl í geyma. Vitj- anir sum henda og tær sum fara at koma í kjalarvørrin- um á boringini vilja tí allar hava fyri eygað at knýta sambond við føroyskar fyritøkur og myndugleikar. Við á ferðini hesaferð hava eisini verið umboð fyri Robert Gordon Univer- sity, sum hava eitt ynski um at fáa føroyingar til Aber- deen á skeið ol. Nøkur av skotsku feløgunum hyggja eisini longur frameftir og eru við at fyrireika seg til tað, sum fer at henda um eini 3-4 ár, tá farast kann undir møguliga fram- leiðslu. Gordon McIntosh sigur annars, at ein tann mest týðandi fortreytin fyri samvinnuni er rutan hjá Atlantsflog til Aberdeen. Hana heldur hann vera sjálvan grundarsteinin und- ir tí komandi samstarvin- um. Annars fara teir at gera nógv burtur úr Føroyum á komandi oljuráðstevnuni í Aberdeen í september. Tá verður m.a. ein serstakur føroyskur dagur á básinum hjá býráðnum í Aberdeen. Í býráðnum í Aberdeen rað- festa tey samvinnuna við Føroyar so mikið nógv, at tey hava sett Føroyabólk við 7 fólkum, sum bara ar- beiða við føroyskum mál- um. Gordon McIntosh vísir annars á, at bæði býráðini vilja umhugsa møguleikan fyri at seta á stovn ein grunn, sum skal hava til endamál at eggja ungdómi at vitja hjá hvørjum til eitt- hvørt tiltak. Berið ikki ótta Gordon McIntosh, sum hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, fær oftani spurningin: hvørjar avleið- ingar oljuvinnan hevur havt fyri Aberdeen! Hann sigur, at hon hevur havt sera positiva ávirkan og hevur hann tey ráð at geva føroy- ingum ikki at bera ótta fyri hesi vinnu. – Tit hava einki at vera bangin fyri, tí henda vinnan og tey fólkini har virka, kunnu tvørturímóti verða mennandi fyri tykk- um og ikki minst tykkara mentan. Oljufólk eru oftani væl útbúgvin og motiverað fólk, sum hava stóran áhuga fyri nettupp mentan og eru góð við mentanina. Vit í Aberdeen vóru í so bangin fyri oljuvinnuni, tá hon tók seg upp her fyri 25 árum síðani. Tí míni ráð til føroyingar: takið væl ímóti hesi avbjóðing og verið opnir fyri henni. Tað kann í síðsta enda bara gagna tykkum sigur Gordon Mc- Intosh, sum vísir á, at einki stendur í stað. Alt broytist og tað er at fáa tað skila- besta burtur úr broytingun- um. Oljuvinnan er ein al- tjóða vinna eins og sigling og sjóvinna. Føroyingar eru vanir við at vera í sjóvinn- uni og tá oljuvinna í so stóran mun fevnir um sjó- vinnu skuldi tað verið heilt náttúrligt fyri føroyingar at kunna troytt hana til egið gagn. Tá talan er um fiski- vinnuna og aðrar vinnur í Skotlandi, so metir Gordon McIntosh, at oljuvinnan hevur havt positivar avleið- ingar. Hon hevur verið við til at gera vinnuna sum heild meira fjølbroytta. Og hetta kann eisini henda í Føroyum, um føroyingar ynskja tað. Gordon McIntosh ivast annars ikki í, at oljuvinnan fer eisini at hava aðrar posi- tivar avleiðingar fyri Føroy- ar. Hon fer at økja um talið á ferðafólki, sum fer at leita sær til Føroya úr øllum Stórabretlandi. Tað er Aberdeen City Council, sum hevur skipað fyri hesi ferðini og hevur tað fingið hjálp frá Olju- vinnufelagnum og oljufel- agnum Agip. Týsdagin var annars fundur í Havn, har umboð fyri Oljumálastýrið, einstøk oljufeløg, TK-stov- una og virkisráðgevingina hjá Agip greiddu útlendsku gestunum frá gongdini og hvat liggur fyri framman. - Berið ikki ótta fyri oljuvinnuni Umboð fyri myndugleikar og vinnuna í Aberdeen á fundi á Hotel Føroyum, har tey verða kunnað um oljutilgondina í Føroyum. Mynd Jens K. Vang Súsanna Sørensen frá Oljumálastýrinum greiddi á skilagóðan hátt frá gongdini í oljumálinum fram til í dag. Hon nevndi m.a. nógv umrøddu tilbúgvingina og segði, at her var nú alt komið uppá pláss. Hon segði eisini, at so skjótt stýrið og ráðgevar tess eru liðug við at viðgera boriumsóknirnar verða boriloyvini latin. Mynd Jens K. Vang Zacharias Heine- sen, listamaður, heldur, at summar- framsýningin er eitt gott høvi hjá føroyskum lista- fólkum at sýna fram nútíðarlist fyri útlendskum ferðafólki FRAMSÝNING Stefan í Skorini Leygardagin kl. 14 letur summarframsýningin upp, og tað eru fjúrtan viðurkend føroysk lista- fólk, sum eru við. Norð- urlandahúsið er karmur um framsýningina, og næstan alt húsið verður brúkt til at hýsa máln- ingunum. Listafólkini hava fing- ið boð um framsýning- ina í góðari tíð, og tískil eru tey flestu listaverkini gjørd júst til hesa fram- sýningina, sum hevur samband við ta stóru listastevnuna í august. Summarframsýningin verður hangandi í Norð- urlandahúsinum í góðar tveir mánaðir. Tí verður gott høvi hjá útlendsk- um ferðafólki, sum ofta leggja leiðina í Norður- landahúsið, at fáa innlit í føroyska nútíðarlist. Møguleikarnir hjá før- oyskum listafólki at sýna fram nútíðarlist eru ikki so góðir. Tí fáa fleiri listafólk mangan vitjan av ferðafólki heima í sínum atelieri, har tey vilja síggja, hvat rørist í føroyska listaheiminum. Tað sigur Zacharias Heinesen, sum er ein av listafólkunum, ið sýna fram í Norðurlandahús- inum. Hann vísir sam- stundis á, at ferðafólk hava stóran áhuga fyri nútíðarlisitni í Føroyum, og tey sakna hana. Hann greiðir frá, at talan mest er um abstr- aktar málningar, ið eru at síggja. Hetta er eitt rák innan føroyska lista- heimin, sum ger seg alt meira galdandi, og tey flestu mála bara abstr- akt. Tað er næstan óvan- ligt at síggja ein máln- ing, har tað ber til at siga nágreiniliga, hvat máln- ingurin skal ímynda. Mest málningar Talan er mest um vanlig- ar málningar, sum eru á listaframsýningini. Onn- ur listaverk eru ikki so væl umboðað. Tó er onkur glotti at hóma. Glasfuglarnir hjá Tróndi Patursson, sum vóru við á Várframsýn- ingini eru við, og Tita Winther hevur gjørt eina nót úr mannahárum. Annars sigur Zachari- as Heinesen, at Norður- landahúsið ikki er tað besta til at sýna fram málningalist, men hin- vegin er hetta eitt hús, har nógv fólk kemur hvønn dag. Ferðafólk fáa høvi at síggja nútíðarlist Gjørt verður klárt til summarframsýningina, sum byrjar leygardagin kl. 14 Mynd: Jens Kr. Vang Leygardagin 9. juni frá klokkan 10 til 16 verður fiskamarknaður í gongugøtuni í Havn. Tað er 2. flokkur á Fiski- vinnuskúlanum í Vest- manna, ið verður í gongugøtuni og selur alskyns fiskavørur. Fólk kunnu keypa gullaksafars, rækjur, havtaskusporl og laks. Tey hava fingið vøruna bíliga frá virkjum, og tí er prísurin lægri enn vanligur handilsprísur. Peningurin frá søluni skal nýtast til eina náms- ferð hjá flokkinum. Fiskamarknaður í gongugøtuni Ikki fyrr enn leygar- dagin verður gjørt av, hvørt Todi Jónsson verður tøkur til gull- brakið móti Brøndby DM-GULL Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Keypmannahavn Spenningurin er øgiligur í danska høvuðsstaðnum, nú avgerðin um gullmerkini í donsku superliguni skal fall. Dysturin stendur sum kunnugt millujm sigurs- vanda Brøndby, sum tó ikki hevur vunnið so nógv seinnu árini, og so FCK við Toda Jónsson á liðnum. Størsta ivamálið í løtuni tykist tó vera, um føroyska álopsessið yvirhøvur fer at taka lut í stóra gullbrak- inum. Í dystinum móti Lyngby fyri úti við tveim- um vikum síðani fekk Todi ein vøddaskaða, og varð tí noyddur at fara av vøllin- um. Kanska er tað lagn- unnar speisemi, at hesin skaðin skuldi koma tríggjar dagar eftir avgerðina hjá Toda at geva avboð til landsliðið, orsakað av vandum fyri skaðum. Skjótti troyttur Fyrst var ótti fyri, at talan var um ein fipurskaða, men hetta var tíbetur ikki so. Talan er um toygging í lær- vøddanum, sum ikki er eins álvarsligt, men tað er tó langt ífrá víst, at Todi verður tøkur sunnudagin. - Eg havi vant alla vik- una. Týsdagin slapp eg fyri fyrstu ferð at renna rættu- ligt, og mikudagin varð lærið at testað 100% við spurtum og øðrum. Hós- dagin vandi eg so fyri fyrstu ferð saman við hinum, og hóast tað gekk hampuliga væl, so noyddist eg at gevast eftir 20 minuttum. Ikki tí skaðin breyt upp, men eg kendi beinan vegin møði í vøddunum, og so helt eg tað vera betri at gevast. - Eg havi koyrt nógv á, fyri at koma fyri meg aftur, og allar helst er tað av hesum, at vøddin er so- mikið eymur. Enn dugi eg ikki at siga, um eg verið tøkur sunnudagin. Tað verður helst ikki avgjørt fyrr enn í morgin, segði Todi, tá vit prátaðu við hann fríggjamorgunin. Spenningurin Nú tíðin av álvara styttist til gullbrakið, er einki at dylja yvir, at hetta er nakað, sum nógv fólk í danska høvuðs- staðnum hugsa um, og hetta ásannar Todi Jónsson eisini. - Spenningurin er øgi- ligur. Ikki minst tí tað nú eru 14 dagar síðani seinasta dystin, so tað hevur leingi verið greitt, at talan fór at verða um gullbrak. - Burtur sæð frá at lands- dystirnir eru komnir væl við, tí eg havi fingið betri tíð at koma fyri meg, so hevur hetta eisini gjørt tað eitt sindur lættari hjá okk- um, tí at kalla allir fjøl- miðlarnir bara hava hugsað um landsliðið. Nú eru hesir dystir lidnir, og alt fyri eitt eru teir aftur farnir í hold við okkum. - Hetta er eisini nakað, sum fólkini í býnum leggja merki til. Ikki soleiðis, at tey koma yvir at práta við meg, men um onkur ber eyga við meg, kunnu tey væl finna upp á at rópa »kom så Todi!«. - Hetta er sjálvandi nak- að, sum ger tað enn stutt- ligari hjá okkum, men hetta er ikki nakað, sum tekur konsentratiónina frá okkum á nakran hátt. Heldur minnir hetta okkum á týdningin á uppgávuni. Vit hava møguleika at vinna DM-gull í Parkini, og eg kann ikki ímynda mær eitt betri stað at gera hetta. At tað so kann gerast í dysti móti Brøndby við full- settum áskoðaraplássum, er bara heilt fantastiskt, sigur Todi at enda, áðrenn farið varð inn til seinastu venj- ingina. Sum sagt, so verður av- gerðin um Toda ikki tikin fyrr enn leygardagin. Sunnudagin verður gull- brakið móti Brøndby, og í týsdagsblaðnum kunnu lesararnir lesa meira um, hvussu hetta gekk fyri seg. Nr. 108 • leygardagur • 9. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 FCK 31 15 -12- 4 51 26 25 57 2 Brøndby 31 16 - 7 - 8 68 38 30 55 3 Silkeborg 31 14 -11- 6 44 32 12 53 4 FCM 31 13 -10- 8 47 42 5 49 5 Viborg 31 13 - 7 - 11 49 36 13 46 6 AaB 31 12 -10- 9 49 45 4 46 7 Lyngby 31 12 - 8 - 11 39 48 -9 44 8 OB 31 12 - 7 - 12 46 43 3 43 9 AGF 31 12 - 4 - 15 48 56 -8 40 10 AB 31 7 -14- 10 39 40 -1 35 11 Herfølge 31 6 - 9 - 16 39 61 -22 27 12 HFK å Sønderj. 31 1 - 7 - 23 28 80 -52 10 Todi kapprennur við tíðina Um Todi er á beinkinum, á vølllinum ella als ikki er við, verður ikki avgjørt fyrr enn leygardagin C M Y K 13 12