Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 108 - 9. mai 2001 Nr. 108 - 9. mai 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Við hesum verður innkallað til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Føroyum við Oyggjavegin í Tórshavn fríggjadagin tann 22. juni 2001 kl. 16:00 við fylgjandi fundarskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Framløga av grannskoðaum ársroknskapi til góðkenningar. 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing. 4. Val av nevnd.Tveir nevndarlimir standa fyri vali. 5. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin. 6. Fylgjandi viðtøkubroytingar: 1. § 5: Verandi grein 5 verður broytt til hetta innihald: ”Aðalfundurin verður skipaður av partaeigarunum, ið hava 10 atkvøður fyri hvørjar kr. 500 teir eiga í partapeningi. Partarnir skulu vera innskrivaðir í partabrævabók felagsins, áðrenn aðalfundurin verður hildin, fyri at geva atkvøðurætt.” 2. § 3: Verandi grein 3 verður strikað og sett verður inn henda nýggja grein 3: ”Stk. 1. Nevnd felagsins hevur í tíðini til 31.desembur 2003 heimild til í einum ella fleiri umførum við upp til kr. 100 mió. at hækka partapening felagsins. Hækking av partapeninginum kann heilt ella lutvíst fara fram í øðrum virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis, at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum uttan virðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum. Stk. 2. Fyri hesa nýtekning av partapeningi verða annars at galda hesar ásetingar: 1. Innbjóðing til at tekna partapening fer fram sum ein áheitan um at koma við tilboði um at vilja tekna partapening í felagnum. 2. Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi par- tapeningur; 3. Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru ikki-negotiabul; 4. Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa; 4.a. Fyri nýggju partabrøvini er eisini galdandi henda avmarking í ognar- og atkvøðurættinum til partabrøv í felagnum: Eingin partaeigari kann eiga meiri enn 20 % av partapeninginum í felagnum og eingin kann greiða atkvøðu á aðalfundi í felagnum við meiri enn 20 % av atkvøðunum. Løgfrøðiligir persónar, ið innanhýsis eru so tætt knýttir hvør at øðrum, at annar hevur avgerðandi ávirkan á viðurskiftini hjá hinum, verða at meta sum ein í mun til hesa ognar- og atkvøðuavmarking, soleiðis at hesir løgfrøðiligu persónar tilsamans bert kunnu eiga og greiða atkvøðu fyri í mesta lagi 20 % í partapeningi. Sum dømi um slíkt tætt tilknýti millum løgfrøðiligar persónar, ið fevnt er av hesi grein, kunnu nevnast: • innanhýsis viðurskifti millum partafeløg, ið eftir ásetingunum í § 2 í partafelagslógini eru at meta sum koncernbundin; • innanhýsis viðurskifti millum aðrar løgfrøðiligir persónar og partafeløg,har hesir aðrir løgfrøðiligu persónar eiga meiri enn ella hava rætt til at greiða atkvøðu fyri meiri enn 50 % av partapeninginum í partafelagnum; • innanhýsis viðurskifti millum almennar stovnar. 5. Verandi partaeigarar hava fortekningsrætt til henda nýggja partapening.Ongar avmarkingar galda í fortekningsrættinum hjá nýggja partapeninginum við kapitalhækkingum í felagnum í framtíðini. 6. Henda avmarking er galdandi fyri partabrøvini,og fyri avhanding av teimum: Fyrstu 10 árini eftir at felagið er skrásett,kunnu bert fylgjandi per- sónar vera eigarar av partabrøvum í felagnum: A. Einkultpersónar, ella einkultpersónar í felagsskapi, sum hava heimarætt í danska kongaríkinum, hava fastan bústað í Føroyum, hava verið skrásettir í føroyska fólkayvirlitinum seinastu tvey árini og eru fult skattskyldugir í Føroyum. B. Føroya Landsstýri, almennir føroyskir stovnar, føroyskar kom- munir, føroyskir kommunalir felagsskapir, grunnar fevndir av anordning nr. 247 frá 3. maj 1993 um lóg um vinnurekandi grunnar, har minst 50 % av grundkapitalinum er inngoldin av føroyskum donori Føroyagrunnurin frá 1971, føroyskir sparikassar, føroysk sínamillum tryggingarfeløg; C. Onnur feløg, sum lúka fylgjandi treytir: a) Felagið skal vera skrásett í Skráseting Føroya ella hjá Føroya Landfúta. Um felagið ikki er skrásetingarskyldugt, skal tað hava heimstað og høvuðsskrivstovu í Føroyum; b) Eigarar av meira enn 50 % av ognar-/luta-/partapening- inum, sum somuleiðis umboða meira enn 50 % av atkvøðu- /avgerðarrættinum í felagnum,skulu lúka tær undir pkt.A ella B nevndu treytir. Er eigarin eitt móðirfelag, so skal meira enn 50 % av ognar-/luta-/partapeninginum, sum somuleiðis umboðar meira enn 50 % av atkvøðu-/ avgerðarrættinum í móðirfelagnum, tilhoyra persónum í lúka treytirnar í pkt. A ella B. Avhending av partabrøvum krevur samtykki frá nevnd felagsins og í hesum sambandi skal nevnd felagsins síggja til, at treytirnar í § 2 stk. 3 eru loknar, bæði í samband við góðkenning av upprunaligari tekning av partapeningi í felagnum og við møguligum handli av partabrøvum. Um løgfrøðiligur persónur, frásæð einkultpersónum, ið eftir at verða vorðin partaeigari, eftirfylgjandi ikki uppfyllur treytirnar í pkt. B og/ella pkt. C í hesi grein, hevur hesin skyldu til alt fyri eitt at boða nevnd felagsins frá hesum við áheitan á nevndina um at lýsa partabrøvini til sølu alment í Føroyum fyri hægst bjóðandi,tó í minsta lagi fyri kurs,ið grannskoðari felagsins verður at áseta við støði í roknskapum felagsins, har hædd eisini verður at taka fyri good will og framtíðarútlitum felagsins annars. Fæst eingin key- pari innan 6 vikur eftir at almenn lýsing er farin fram í minsta lagi trýggjar ferðir, kann partaeigarin varðveita ognarrætt sín til partabrøvini, hóast treytirnar í pkt. B og C ikki eru loknar. 10 ár eftir at felagið er skrásett fellir henda áseting í hesum pkt.6, og sum staðfest er í § 2 stk. 3 í viðtøkum felagsins, burtur uttan víðari. 7. Nevnd felagsins skal góðkenna hvønn einstakan teknara av nýggja partapeninginum í felagnum,ið tann mun talan ikki er um tekning frá verandi parteigara og stendur tað nevndini frítt fyri at avgerða, um hon vil góðkenna teknara ella ikki. Nevndini nýtist ikki grundgeving fyri at sýta tekning. Ynskir nevndin at sýta fyri tekning,skal viðkomandi hava fráboðan um hetta í innskrivaðum brævi sent honum í seinasta lagi 2 vikur eftir at tekningarfreistin er runnin. Er tekning ikki sýtt innan nevndu 2 viku freist, verður tilboð um tekning at meta sum góðkent. 8. Teknaður partapeningur er gjaldkomin vikudagin eftir at tekningarfreistin er runnin. 9. Partabrøvini eru til støddar kr. 500,00 og multipla av hesum. 10. Tekning fer fram til marknaðarvirði. 11. Við yvirtekning, ger nevnd felagsins frítt av, hvussu tann til tekningar innboðna partapeningsupphædd - ið ikki er teknaður við støði í fortekningsrætti - skal býtast millum tey, ið boðið hava sær til at tekna. 3. Innsett verður nýggj grein nevnd grein 3A, ið er soljóðandi: ”Stk. 1. Nevndin hevur í tíðini til 31. desembur 2002 heimild til at hækka par- tapening felagsins við upp til kr.100 mió í nýggjum partabrævaklassa, nevndur partabrævaklassi B.Hækking av partapeninginum kann heilt ella lutvíst fara fram í øðrum virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis, at felagið í sambandi við hækkingina av partapeninginum uttan viðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum. Henda heimild til at bjóða B — partapening til tekningar, kann bert verða nýtt eina ferð. Fyri hesa nýtekning av B - partapeningi verða annars at galda hesar ásetingar: 1. Partabrøvini vera teknaði innan nýggjan partabrævaklassa,nevn- dur partabrævaklassi B. 2. Við fyrsta útboði av B — partabrøvum til tekningar hava verandi partaeigarar (A — partaeigarar) forrætt til at tekna hækkaða par- tapeningin. Við framtíðar hækking av partapeningi felagsins, hava A — partaeigarar forrætt til at tekna nýggjan A — par- tapening og B — partaeigarar forrætt til at tekna nýggjan B — partapening.Verða øll A - partabrøv, ið útboðin eru til tekningar, ikki teknaði av A — partaeigarum,hava B — partaeigarar,treytað av at B — partaeigarar lúka treytiranr fyri at vera A — par- taeigarar í felagnum annars, subsidiæran forrætt til at tekna hesi A — partabrøv framum ikki-partaeigarar.Verða øll B - partabrøv, ið útboðin eru til tekningar, ikki teknaði av B — partaeigarum, hava A — partaeigarar subsidiæran forrætt til at tekna hesi B — partabrøv framum ikki-partaeigarar. 3. B — partabrøvini eru kr.500,- til støddar og multipla av hesum og hava á aðalfundi felagsins eina atkvøðu fyri hvørja kr. 500,- í B — partapeningi. 4. B — partabrøv eru negotiabul. 5. B — partabrøv kunnu ljóða uppá íhendihavaran. 6. Avhending av B — partabrøvum krevur ikki samtykki frá nevnd felagsins. Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum Stk. 2. Í tann mun nevnd felagsins ger nýtslu av teirri í grein 3 A stk.1 nevn- du heimild til at upprætta og bjóða út til tekningar nýggjan partabrævaklassa, verða hesar broytingar samstundis og í kon- sekvens av hesum framdar í viðtøkum felagsins við virknaði frá tí degi fyrsta útboð av B — partapeningi fer fram og upprættan av nýggjum partabrævaklassa er veruleiki: • § 2 stk. 1 í viðtøkunum verður broytt til hetta innihald: ”Partapeningur felagsins er kr. 46.250.000 [ + teknaða upphæddin í B — partapenigi] býttur upp í A — partapening á kr. 46.250.000 og B — partapening á [teknaða upphæddin í B — partapeningi]. Partarnir eru kr. 500,- til støddar og multipla av hesum. A — partabrøvini skulu ljóða uppá navn. B — partabrøv kunnu verða noteraði uppá íhenihavara. A - partabrøv eru ikki-negotiabul og B — partabrøv negotiabul.. Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa. Við hækking av partapeningi felagsins,hava A — partaeigarar forrætt til at tekna nýggjan A — partapening og B — par- taeigarar forrætt til at tekna B — partapening. Verða øll A - partabrøv, ið útboðin eru til tekningar, ikki teknaði av A — partaeigarum, hava B — partaeigarar, treytað av at B — par- taeigarar lúka treytiranr fyri at vera A — partaeigarar í felagnum,subsidiæran forrætt til at tekna hesi A — partabrøv framum ikki-partaeigarar. Verða øll B - partabrøv, ið útboðin eru til tekningar, ikki teknaði av B — partaeigarum, hava A — partaeigarar subsidiæran forrætt til at tekna hesi B — partabrøv framum ikki-partaeigarar”. • Verandi Grein 2 stk. 2 og stk 3 í viðtøkum felagsins, ið bert skulu vera galdandi fyri A — partapening, verður konsekven- srættað samsvarandi hesum og eru konsekvensbroytingarnar í fullum líki ásettar í uppskotinum til viðtøkubroytingar. • Grein 3 í viðtøkum felagsins, ið bert skal vera galdandi fyri A — partapening, verður konsekvensrættað samsvarandi hesum ,tó so,at viðvíkjandi fortekningrætti við útboði av A — partapeningi til tekningar, verður hetta ásett í pkt. 5: ”Verandi eigarar av A — partabrøvum hava fortekningsrætt til henda nýggja A - partapening.Við framtíðar hækking av par- tapeningi felagsins,hava A — partaeigarar forrætt til at tekna nýggjan A — partapening og B — partaeigarar forrætt til at tekna nýggjan B — partapening. Verða øll A - partabrøv, ið útboðin eru til tekningar, ikki teknaði av A — partaeigarum, hava B — partaeigarar, treytað av at B — partaeigarar lúka treytiranr fyri at vera A — partaeigarar í felagnum annars, subsidiæran forrætt til at tekna hesi A — partabrøv framum ikki-partaeigarar. Verða øll B - partabrøv, ið útboðin eru til tekningar, ikki teknaði av B — partaeigarum, hava A — par- taeigarar subsidiæran forrætt til at tekna hesi B — partabrøv framum ikki-partaeigarar” • § 5 verður broytt til hetta innihald: ”Aðalfundurin verður skipaður av partaeigarunum,ið hava 10 atkvøður fyri hvørjar kr. 500 teir eiga í A — partapeningi og eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 500 teir eiga í B — partapeningi. Partarnir skulu vera innskrivaðir í partabrævabók felagsins, áðrenn aðalfundurin verður hildin, fyri at geva atkvøðurætt. Fyri at kunna møta á aðalfundi, skal partaeigari seinast 3 dagar frammanundan aðalfundinum á skrivstovu felagsins hava boða frá luttøku.” 4. Sett verður inn sum nýtt ískoyti til grein 16 in fini: ” Nevndarlimir fáa samsýning fyri nevndararbeiði sítt og verður henda at áseta av nevndini,tó so,at samlaða nevndarsamsýningin til allar nevndarlimirnar fyri eitt ár ikki kann fara uppum kr. 300.000 uttan loyvi frá aðalfundi felagsins.” Uppskotið til viðtøkubroytingar í fullum líki liggur frammi á skrivstovu felagsins Gongin 10, 100 Tórshavn. Tórshavn,tann 5.juni 2001 Nevndin Við Sosialinum Í BÝIN Sosialurin fer í býin hvørja viku og tú sleppur at fylgja við hvussu hetta spælir av Les í býin næsta hósdag ! Les í býin hvønn hósdag ! C M Y K 11 10