Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 11. februar 2008 29 nøvn tuberklasøgu aðrir vóru lættsintir. Tá ið onkur gjørdist frískur, frøddust øll. Onkur streyk eitt tár og ynskti, at tað var hann, sum varð vorðin frískur. Sjúklingarnir høvdu eitt felag, sum eina ferð árliga fekk loyvi at selja lutaseðlar. Teir plagdu at venda sær til handlar um at stuðla við onkrum gávum. Men flestu lutirnar gjørdu teir sjálvir. Menn­ inir gjørdu lutirnar á verkstaðnum, og kvinnurnar bundu, heklaðu, seymaðu og broderaðu. Har var mangt vakurt plaggið gjørt, og lutaseðlarnir gingu ”sum heitt breyð”. Peningurin fyri søluna varð nýttur til frama fyri sjúkling­ arnar. Kundi ikki gloyma røddina frá operatiónini! Í 1944 giftist Nikael við Jóhonnu Sofíu úr Vestmanna. Hon byrjaði í 1937 sum sjúkrasystranæmingur og var liðug í 1940. Tey komu at kennast, tá ið hann var innlagdur á hospitalinum. Tá hann varð opereraður fyri blindtarmsbruna, var hon á operatiónsstovuni, og hon helt í hondina á honum. Nikael helt, at hon hevði so vakra rødd, so hon fór ikki frá honum! Tá Nikael aftur fór at arbeiða sum portørur á hospitalinum fóru tey at koma saman. Hon kendi eis­ ini til tuberklarnar, tí systir henn­ ara var deyð av tuberklum. Tey fingu trý børn í fýra ár, og var hon heima hesa tíðina og fór so aftur at arbeiða. Ræddust ikki tuberklarnar Tað vóru nógv, sum komu á økið hjá sanatoriinum, men tað løgna var, at eingin bleiv sjúkur. Her hev­ ur tað eisini havt sín týdning, at tey, sum arbeiddu á sanatoriinum, skuldu hava pluss, sum merkti, at andevni longu var í kroppinum. Sjúklingarnir fingu nokk so ofta vitjan, og havnarfólk fóru ofta spákingartúr framvið sana­ toriinum. Her var jú vegur ­ eisini oman á Boðanesi. Tað var eisini hugaligt hjá sjúklingunum at síggja fólk ganga framvið uttan at ræðast. Ofta var tó dapurt. Magnussen visti um, at eina ferð stóðu trý undir børu í senn. Nikael minnist eisini væl Mikkj­ al á Ryggi, sum doyði í Hoydølum. Hann var tvær ferðir sjúklingur á sanatoriinum. Hann gjørdist nak­ að gloymskur móti endanum. Tað vóru nógv, sum vitjaðu hann, men aftan á plagdi hann at spyrja: ”Hvør var hasin sum vitjaði?” Hann hevði Fuglabókina við sær og plagdi at tekna fuglar. Sanatoriið niðurlagt og studenta­ skúli kemur í staðin Seinast í 40­unum og fyrst í 50­ unum byrjaði tað at minka við tuberklunum. Tá var tað eisini at vaksinan kom. Santoriið varð niðurlagt sum slíkt, og tað gingu nakrir mánaðir, har tað var mannleyst. Nikael hevði tá møguleika at fara til Havnar, tí Bonnivie, sum var umsjónarmaður á hospitalinum, bjóðaði honum portørstarvið aftur. Men hann hevði hug at vera verandi í Hoydølum, so hann fekk tá til arbeiðis at ansa eftir bygn­ ingunum har uppi. Tað var skjótt, at skúlamyndug­ leikarnir fingu áhuga fyri at flyta studentaskúlan niðan higar. Her máttu eisini útskiftingar gerast í sambandi við, at bygning­ arnir skuldu brúkast til skúla. Svinghurðarnar blivu skiftar út við vanligar hurðar. Í hesum lá eisini ein ræðsla fyri, at smittan kundu hanga við. Tí varð eisini alt vaskað væl og virðiliga. Fyrstu studentsprógvini í Hoydølum Tá skúlaárið 1961/62 endaði, vildi Christian Haraldsen, settur rektari á skúlanum, sleppa at handa prógvini í Hoydølum. Nikael hevði fyrireikað alt so væl. Hann hevði gjørt gøtuna góða og gjørt brúgv av bræddum pelum út á gomlu krokkplenuna. Tey munnu vera mong, sum minnast hesa løtuna, og fleiri teirra, sum fingu prógv hendan dagin, gjørd­ ust kend fólk í samfelagnum. Ein av teimum var Helena Samuelsen. Hon minnist, at tá ið studentarnir høvdu fingið prógv og Haraldsen hevði hildið røðu, bjóðaðu Nikael og konan øllum til borðs í spísi­ stovuni í Nýggja húsi. Aftan á summarfrítíðina í 1962 flutti studenta­ og preliminerskúl­ in niðan í Hoydalar. Gamla sana­ toriið varð gjørt til skúla og Nýggja hús var kostdeild. So var aftur lív í dalinum. Maskinmeist­ arin á tuberklastøðini varð settur skúlatænari í somu húsum. Tað eru mong yngri fólk, sum minnast Nikael frá hesi tíðini. Ein av teimum er Heri Joensen, prest­ ur, sum talaði yvir Nikael í Hoy­ víkar Kirkju. Tað var stuttligt at hoyra, hvussu góð minni hann hevði um Nikael. Arbeiðið broyttist nakað men ikki so nógv kortini. Nikael helt alt í góðum standi, sum hann var vanur. Tíðin sum pensjonistur Nikael segði, at um hann ikki hevði fingið tuberklar, so hevði hann helst verið sjómaður burtur­ av. Honum hevur altíð longst eftir sjólívinum, og hann hevur notið nógvar góðar løtur á útróðri, og túrarnir við kalvalínuni við Vil­ helm Magnussen eru nakrar av teimum bestu løtunum hann minn­ ist. Tað kann verða skoytt uppí her, at Nikael hevur smíðað sín egna bát. Hetta er ikki hvønn mans føri og sigur nakað um handalagið. Seinastu árini sá hann tað eisini sum eina kærkomna uppgávu at læra langabbasynirnar at fletta og hagreiða skurðin. Nikael vitjaði eisini javnan í Undirhúsinum í Vágsbotni, har hann hugnaði sær saman við teim­ um, sum koma har. Tað var stuttligt at koma at kenna Nikael. Hann er ein av teimum, sum vit, ið kendu hann, koma at minnast við takksemi. ó. Sanatoriið sum sá út í 1935 Her lærir Nikael abbason at fletta Nikael saman við systkjunum, Fridu og Símun. Frida hevur júst fylt 90 ár. Vit ynskja henni tillukku Nikael til arbeiðis á Sanatoriinum