mánadagur 11. februar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 29 - 11. februar 2008
Tað er við sorgblídni, at skrivað
verður um Nikael Thomsen, sum
doyði 5. februar, 91 ára gamal.
Víst hevði hann rokkið ein høgan
aldur, men til fyri kortum hevur
aldur ikki sæst á honum. Afturat
hesum var hann so skilagóður,
sum altíð heitast kundi á, tá ið
onkur spurningur kundi stinga
seg upp.
Hann var eisini so fittur, posi
tivur og góðsligur, at ein kundi
ikki annað enn gerast góður við
hann.
Nikael hevði eina stóra vitan.
Ofta er tað ov seint, at spurt verð
ur tey gomlu, um tað tey vita.
Men í sambandi við, at Nikael
fylti 90 ár tann 2. mai 2006 hevði
FFblaðið tvær ”Miðvikur”, har
hann greiddi frá sínum lívi.
Serliga áhugverd var hansara
frágreiðing um sínar royndir við
tuberklum, har hann bæði hevði
verið sjúklingur og seinni starvs
maður á sanatoriinum. Hetta er so
mikið áhugavert, at hetta saktans
kann vera partvíst endurgivið í
samband við, at Nikael er farin.
Nikael var ættaður úr Syðrugøtu.
Foreldrini vóru Anna, dóttir fyrstu
niðursetufólkini í Rituvík, og
Tummas har Niðri.
Tey fingu 7 børn: Per Martin,
Palli, Niclas, Karl, Nikael, Karl,
Frida og Símun. Eftir eru nú
Símun, sum býr í Gøtu og Frida,
sum býr í Havn. Hon er júst blivin
90 ár.
Nikael fór 17 ára gamal til skips
í 1933 við ”Tvey Systkin” hjá
Absalon á Skála.
Hetta var ein góður kjansur at
fáa tá í tíðini. Teir fóru til Grøn
lands og fingu upp í skipið. Inn
tøkan hetta árið var kr. 700. Tað
var ikki so heilt galið, men kortini
ikki nógv, tá hugsað verður um
alla ta mongd, sum varð fiskað.
Prísirnir vóru jú lágir, og hetta var
beint tá ið tann stóra heimskreppan
var.
Fekk tuberklar
Nikael var trý ár við ”Tvey Systk
in”. Í 1935 gjørdist hann sjúkur
av tuberklum.
Hann lá fyrst á hospitalinum,
men varð síðan sendur niðan á
Sanatoriið. Hann varð uttan iva
smittaður umborð, tí hann hevði
koyggju yvir manni, sum hostaði
illa. Tað bar væl til at verða smitt
aður og gerast sjúkur sama túr, tí
smittan kundi elva til sjúku eftir 6
vikum.
Hann slapp fyrstu ferð heim aft
ur í februar í 1936. Tað var eingin
beinleiðis viðgerð. Sjúklingarnir
skuldu fáa nógv og gott at eta, og
teir skuldu hvíla seg nógv. Teir
vóru eisini ofta uttanfyri, so teir
kundu fáa nógva fríska luft. Eftir
eina tíð kendi Nikael seg so mik
ið væl, at hann var roknaður fyri
at vera frískur.
Komin norður aftur til Gøtu
keypti Nikael ein lítlan lastbil og
koyrdi ymiskt fyrifallandi sum
t.d. við tøðum, sum tað var nógv
til av tá á døgum. Hann koyrdi
eisini fyri handilsmannin Jóan
Elias Gregersen.
So gekk ein tíð, og tá vísti tað
seg, at Nikael gjørdist sjúkur aft
ur. Hetta var í 1937. Hann var
nevniliga farin at bløða gjøgnum
munnin, og var hetta eitt vist tekn
um, at tuberklarnir gjørdu vart
við seg aftur.
Pusting
Hann fór til kanningar, og varð
innlagdur í 9 mánaðir. Hann varð
pustaður og var í teirri hepnu
støðu, at hann kundi fáa hesa við
gerð.
Pusting var nærum einasta við
gerð móti tuberklum, áðrenn heili
vágurin fekst seinast í 1940’unum.
Hetta var gjørt við at blása luft
inn í bróstkassan, soleiðis at tað
sjúka lunga fall saman og lá stilt í
eina tíð. Hetta skuldi geva lunga
num betri hvíld til at lekjast.
At byrja við kundi ein kenna
seg nakað trongan eftir pustingina,
men hetta javnaði seg skjótt.
Tá ið hann kom heim til Gøtu,
mátti hann fara til Havnar at verða
pustaður. Pustingin skuldi endur
takast 14. hvønn dag, so lunga
framvegis kundi liggja stilt, inntil
tað varð frískt aftur.
Hallirnar
Nikael minntist sera væl gjósturin,
sum altíð var á sanatoriinum.
Vindeygu og hurðar stóðu altíð
opin. Sjúklingarnir skuldu eisini
út at liggja í hallunum, innballaðir
í teppir.
Hallirnar høvdu allar navn.
Eystan fyri sjúkrahúsið var Høsna
hallurin tætt við høsnarhúsið, og
vestanfyri var Tvasshallurin, har
var altíð gjøgnumgongd. Hesar
hallir vóru fastbygdir í sanatoriið.
Uppi í brekkuni omanfyri hjallin
var Piparhallurin. Síðan var tað
Kongahallurin og Jomfrúhallurin.
Teir komu, tá Nýggja hús kom.
Hildið var tá á døgum, at tann
fríska luftin var altumráðandi fyri
tuberklasjúklingar,
og
læknin
Lynge trúði fult og fast, at hetta
var lekidómur. Hetta trúði Magnus
sen nú ikki so nógv uppá, og hann
helt ikki, at tað var so umráðandi
við so nógvum gjóstri.
Tá ið sjúklingarnir sluppu upp
og út at ganga, mátti byrjast spaku
liga. Fyrst sluppu teir at ganga
eitt korter niðan undir Berg, niðan
á Kortersteinin, harav navnið, so
oman á Sokk og so oman á Boða
nes. Eitt sindur longur fyri hvønn
dagin, til teir ein dag sluppu
heim.
Tuberklakanningarnar
gjørdu munin
Tað vóru nógv, sum doyðu av
tuberklum, men tað gekk ójavnt
á. Tað vóru skip, har fleiri blivu
sjúkir umborð. Tuberklakanning
arnar av sjómonnum blivu tvung
nar í apríl 1939. Føroyar vóru
fyrsta landið, har hesar kanningar
vóru lógásettar. Hetta gjørdi, at
menn við tuberklum vórðu ”fang
aðir”, áðrenn teir fóru avstað. Um
ein sjúkur kom úr eini bygd, so
gavst Vilhelm Magnussen ikki,
fyrr enn hann hevði funnið smittu
kelduna.
Nikael verður so roknaður fyri
at vera frískur í 1939. Hann gekk
heima, so hann fór á háskúla og
samstundis
handilsskúla
um
kvøldarnar, og var hetta veturin
39/40.
Nikael fór at arbeiða eina tið
hjá búnaðarfelagnum.
Portørur á hospitalinum
Teir søkja so einaferð eftir einum
portøri til hospitalið, og Nikael
helt, at hann skuldi søkja tað
arbeiði, og hann fekk tað. Hetta
hevur verið í 1941.
Arbeiðið sum portørur fevndi
um alt møguligt. Umframt at vera
portørar skuldu teir eisini taka
sær av umvælingararbeiði, sum
tørvur var á, og tað kundi til tíðir
vera heilt nógv.
Hinir portørarnir vóru fastbúgv
andi í Havn og fóru heim aftan á
vanliga arbeiðstíð. Nikael búði á
hospitalinum niðri undir vaska
rínum. Har var ein verkstaður og
ein lítil stova, sum portørarnir
plagdu at halda til í. Har svav
hann, og tað vóru ofta boð send
eftir honum um náttina.
Sum ein familja í Hoydalar
Í 1943 søkti Nikael niðan í Hoy
dalar. Umsóknin skuldi sendast
løgtingsskrivstovuni. Tað var ein
5manna
løgtingsnevnd,
sum
hevði ábyrgdina av Sanatoriinum,
og sum eisini setti fólk í starv.
Nikael var valdur millum 89
umsøkjarar, og hann byrjaði í
starvinum 1. mai 1943.
Á sanatoriinum var sentralvarmi
við dampi. Men ketilin varð sløkt
ur hvørt kvøld, og so mátti kykast
aftur um morgunin. Brennið var
koks og kol, og tað var nógv stríð
av tí. Men so fór Nikael at royna
at lata ketilin ganga alla tíðina.
Hetta lætti sera nógv um.
Nikael skuldi eitast at vera
maskinmaður,
men
arbeiðið
fevndi um alt møguligt. Hann var
eisini handverkari í húsinum.
Gøtur, gongubreytir og kloakkir
skuldu haldast. Harafturat skuldi
hann røkja urtagarðin, passa høsn
ini, hjálpa at fáa matin til sættis,
kryvja fisk, hagreiða grind, fletta
seyð og neyt, og til jóla royta
gæs.
Og so vóru eisini heilt serligar
uppgávur. Einaferð skuldi Magn
ussen hjálpa einum djóragarði í
Danmark at fáa nakrar súlur. Tær
fekk hann úr Mykinesi, áðrenn
tær vóru floygdar. Tær gingu so í
Hoydølum, til tær vórðu sendar til
Danmarkar.
Annars kendu øll seg sum eina
familju í Hoydølum. Her var gott
samanhald, eisini millum sjúk
lingar og starvsfólk.
Nikael var einsamallur í starvi
num at byrja við, men seinni fekk
hann onkran afturat sær.
Nógv samband við
sjúklingarnar
Ta fyrstu tíðina vóru húsini full
av sjúklingum. Tað kundu vera 53
sjúklingar í Hoydølum. Hetta
vóru ofta menn upp á sítt frægasta.
Serliga vóru útoyggjarnar ”væl”
umboðaðar, sum Skúvoy, Myki
nes, Fugloy og Svínoy.
Nikael hevði nógv samband við
sjúklingarnar. Á sanatoriinum var
ein verkstaður, har sjúklingarnir
gjørdu ymiskar skreytlutir úr
hvalatonn og ymiskt úr træi:
modellskip, bátar, dukkuhús og
mangt annað. Royndirnar her
skaptu ofta monnum møguleika
at fáa livibreyð aftan á, at teir
vóru slopnir av sanatoriinum.
Eisini var ymiskt til ítrív. Tey
spældu kort, telvaðu, spældu bobb
og billiard, so tað var altíð okkurt
á skránni. Ofta var Nikael tøkur,
tá tað manglaði ein makkari til
kortspæl.
Nikael kundi ikki siga, at hann
vanliga kendi meg nívdan í Hoy
dølum. Sjúklingarnir dugdu væl
at bera seg. Teir vóru ofta í góðum
lag og høvdu okkurt at takast við.
Onkrir vóru tunglyntur, meðan
Nikael gjørdist partur av okkara
Nikael saman við konuni, Hannefíu
Nikael saman við døtrunum f.v.: Súsanna, Anna og Sølva
nøvn