týsdagur 12. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 30 - 12. februar 2008
Toll- og Skatt ynskti
ein nýggjan samleika
og eitt nýtt navn, sum
skuldi vera lætt at
siga og vera føroyskt.
Í kapping millum
starvsfólkið valdi
Stephansons Hús út
navnið TAKS
SAMLEIKI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tollur, Avgjøld, Kolvetni,
Skattur.
Hetta er grundarlagið
undir nýggja heitinum hjá
nú fyrrverandi Toll- og
Skattstovu Føroya. Og so
taldi tað við, at orðið eisini
kann skiljast sum at vera til
taks – fyri viðskiftafólkið.
Á tíðindafundinum í Norð-
urlandahúsinum í morgun
greiddi
Arnold
Nielsen,
stjóri í TAKS, frá, at uppgáv-
an hjá stovninum er at
tryggja landinum inntøkur
gjøgnum skatt, avgjøld og
toll. Og ein av orsøkunum
til nýggja samleikan er, at
teksturin skal gerast nógv
meiri lætt skiljandi, tí ofta
eru orðingarnar gjørdar á
einum juridiskum máli, sum
vanligi borgarin kann hava
ilt við at skilja.
- Tað skal verða lætt at
gera rætt, sum Arnold Niel-
sen tók til.
Hinvegin skal tað gerast
meiri trupult hjá teimum,
sum tilvitað royna at sleppa
undan at rinda avgjøld til
landið.
- Tað finnast eingi hagtøl
yvir hetta, men hví skuldu
føroyingar verið øðrvísi
enn onnur fólkasløg í so
máta, segði Hjørdis Gaard
Nýggj heimasíða
Ein av broytingunum, sum
Ingvør Nolsøe hevur staðið
fyri, er ein nýggj heimasíða.
TAKS ætlar at fylgja við tíð-
ini, og tað fer skjótt at bera
til at avgreiða mvg-uppgerð-
irnar umvegis teldupost.
Hendan skipanin verður ætl-
andi tikin í nýtslu í mai í ár.
Sjálvuppgávan
kann
longu sum er latast inn
pappírleyst um teldupostin,
og hetta er ein skipan, sum
bæði borgarin og TAKS
vinna við.
Ingvør Nolsøe greiddi
eitt sindur frá, hvussu
arbeiðið við at broyta sam-
leikan til TAKS var farið
fram. Tey hava alla tíðina
arbeitt í tøttum samstarvi
við starvsfólkini á stovnin-
um, og í sambandi við
heimasíðuna hevur lýsinga-
fyritøkan spurt seg fyri hjá
hópinum av fólki og virkj-
um, fyri at fáa hana so við-
komandi sum gjørligt.
Øll broytingin fer fram tí
stovnurin ynskir at verða so
greiður, sum gjørligt í sam-
skiftinum við viðskiftafólk
síni, sum praktiskt eru allir
tilkomnir føroyingar.
Men hvat hesin nýggi
samleikin kostar skattaborg-
arunum, meldar søgan kort-
ini einki um.
Frá Toll- og Skatt til TAKS
Arnold Nielsen, stjóri
og Hjørdis Gaard, frá
TAKS og Ingvør Nolsøe,
frá Stephansson Húsi á
tíðindafundinum í Norður
landahúsinum í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang
Gangsta rapp til Føroya
Ein tann kendasti og best umtókti danski rapp-bólkurin, Suspekt, vitjar í
vikuskiftinum. Bólkurin, ið er mannaður av teimumum fýra Bai-D, Orgi-E,
Rune Rask og Troo.l.s, kemur úr harða umhvørvinum í Albertslund.
Seinasta útgávan hjá Suspekt, Prima Nocte, tók ummælarar á bóli. Bólkur-
in fekk eisini sera góð ummæli fyri sína konsert á Roskilde Festivalinum í
fjør. Teir fingu seks stjørnur frá Gaffa. Umframt fleiri løg, sum hava verið
tráðspæld í donskum útvarpi, hava teir fýra rappararnir úr Albertslund
millum annað gjørt tónleik til Drengene Fra Angora. Suspekt, sum eisini
arbeitt við føroyska myndamanninum, Bárði Eklund, hevur útgivið tríggjar
fløgur. Suspekt fer at framføra í Eclipse fríggjakvøldið og í TB-húsinum
leygarkvøldið.
Krabbin doyði
Um vikuskiftið lýsti tað stóra Fiski- og Sjó-
vinnusavnið í Esbjerg við, at tað hevði fingið
ein stóran kongakrabba úr Noregi, og at fólk
vóru vælkomin at hyggja eftir honum, nú skúl-
arnir hava vetrarfrí hesa vikuna. Men í gjár
boðaði savnið frá, at krabbin var deyður.
Morten Hahn-Pedersen, savnsleiðari, sigur við
JydskeVestkysten, at helst var sjógvurin í
tanganum á savninum og heitur. Hitin var 14
stig, og krabbin skal helst hava eini 8 stig.
Alarmklokkurnar
ýla og reyðu
fløggini veittra, nú
Ísland er komið á
dagsordanin á altjóða
fíggjarmarknaðunum
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað nærkast einum fíggjar-
ligum skrædli í Íslandi, eftir
at íslendska krónan í gjár
kavaði mótvegis evruni og
harvið eisini donsku krón-
ini. Tað vilja fleiri keldur
verða við, sum blaðið
Børsen hevur tosað við.
Eitt stórt skrædl í einum
av størstu íløgufeløgunum í
Íslandi er ikki ósannlíkt, og
áhugin savnast serliga um
felagið Exista, sum er nær
við at hava mist allan egin-
peningin.
Exista hevur gjørt stórar
íløgur í eitt nú íslendskar
og norðurlendskar fíggjar-
ligar fyritøkur so sum Kaup-
thing Banka og Sampo
Group, sum hava mist virði
undir kredittkreppuni.
Avsanna kritikkin
Exista
sjálvt
avsannar
kritikkin og kallar báðar
íløgurnar
»langsiktaðar,
strategiskar íløgur«.
Exista er ein av størstu
íslendsku fyritøkunum, mett
eftir aktuella marknaðar-
virðinum upp á 12,5 milli-
ardir krónur. Men sambært
útrokningum, sum Nordea
hevur gjørt fyri dagblaðið
Børsen, er fyritøkan nær við
at vera tekniskt insolvent.
Eginpeningurin er í sein-
asta roknskapi gjørdur upp
til 17,7 milliardir krónur,
men rættingar í sambandi
við kursfall á børsskrásettum
partabrøvum umframt good-
will, er í veruleikanum bert
ein milliard krónur eftir í
eginkapitali.
Exista er høvuðsaktioner-
ur við 23,7% av partabrøv-
unum í Kaupthing Banka,
sum eigur danska vinnu-
bankan FIH. Harumframt
eigur Exista 20% av finska
tryggingarsamtakinum
Sampo Group. Bæði eru
uppgjørd til keypsprísin og
eru tískil ikki rættað til sam-
bært
fallandi
kursunum
seinastu tíðina.
- Verður bert hugt at børs-
skrásettu aktivunum hjá
felagnum og uppger tey til
marknaðarvirðið,
sam-
stundis sum bókførda good-
will’ið verður tikið burtur,
vísa
útrokningarnar,
at
skuldin í felagnum er nær-
um eins stór sum aktivini,
sigur
partabrævaanalysu-
stjórin í Nordea, Michael
West Hybholt, við Børsen.
Hann vísir tó samstundis
á, at felagið hevur tryggjað
sær fígging av virksemi sín-
um fram til miðan 2009, og
reint
roknskapartekniskt
einki skeivt hevur gjørt.
Sett undir eygleiðing
Íslendsku
trupulleikarnir
hava leingi verið samrøðu-
evni millum stórar partar av
fíggjarligu marknaðunum.
Kredittmetingarfyritøkan
Moody’s hevur nýliga sett
Glitnir Banka og Lands-
banka Íslands undir eygleið-
ing, sum er fyrsta stigið
móti einari endaligari niður-
gradering.
Moody’s tosar um myrk
skýggj yvir bankasektorin-
um, men sambært analysu-
stjóranum, Michael West
Hybholt, hava nógvir íleggj-
arar leingi verið varnir, tá
tað kemur til íslendsku
bankarnar.
- Øll á partabrævamarkn-
aðinum undrast á, hvør hev-
ur útvegað kapital, og tað
sæst aftur í partabrævakurs-
unum hjá bankunum. Og
orsakað
av
krossognar-
skapinum millum íslendsku
feløgini er vandi fyri, at eitt
kreppurakt felag hálar onn-
ur við sær niður, sigur
Michael West Hybholt við
dagblaðið Børsen.
Vandi fyri íslendskum skrædli
Landsbanki Íslands er settur undir eygleiðing saman við Glitnir Banka