Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2008 Hav og fiskur er reyðið tráðurin á fjølbroyttu Torradøgunum í Klaksvík, sum fara av bakkastokki í komandi viku Torradagar Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Aftur í ár skipa klaksvík­ ingar fyri Torradøgum, har ymiskt, ið hevur við hav og fisk at gera, verður á skránni. Norrøna hugtakið ’þorri’ sipar nevniliga til tíðina, har fiskurin kemur inn aftur á grunnarnar at gýta og er serliga góður og feitur. Ásannandi, at hendan tíðin eisini kann tykjast eitt sindur myrk og long, hava fyrireikararnir eisini sett ymiskt annað unirhald á skránna í Torravikuni 18. til 24. februar. Veður og vindur Við støði í nógva kjakinum um veðurlagsbroytingar, fer Bogi Hansen at greiða frá, hvussu hesar vísa seg og hvørjar avleiðingar tær kunnu hava, um vit ikki minka um CO2 útlátið. Fyri­ lesturin hjá Boga Hansen verður á Klaksvíkar Bóka­ savni týskvøldi í Torra­ vikuni. Veðurfrøðingin, Alex Rasmussen kenna tey flestu frá morgunsendingunum í útvarpinum. Nú fáa vit eisini høvi at hoyra veður­ frøðingin greiða frá, hvussu veðurforsøgnir verða gjørd­ ar, og hvat DMI annars tekst við. Fyrilesturin hjá Alex Rasmussen verður í Atlantis leygardagin 23. februar. Hav og fiskur Mikukvøldið 20. februar fer Hjalti í Jákupsstovu at greiða frá fyrimunum og vansum við fiskidaga­ skipanini. Síðani skipanin við fiskidøgum kom, hevur veiðitrýstið, serliga eftir toski, verið størri enn upprunaliga ætlað. Hjalti í Jákupsstovu dylur ikki yvir, at veiðitrýstið ikki hevur verið burðardygt eftir hansara tykki. Fleiri eldri skip eru skift út við nýgg og loyvir eru flutt millum veiðibólkar. Sambært fyri­ lestrahaldaranum er hetta hent, uttan at neyðug vitan hevur verið um, hvussu hetta ávirkar veiðitrýstið. Í fyrilestri hóskvøldið 21. februar setur Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur, spurnartekin við, hvussu reint havið kring Føroyar í grundini er. Okkum dáma at reypa um, at vit hava heimsins reinasta hav, men hvat hendir við ruskinum, ið endar á sjónum? Til at svara hesum spurn­ ingi, verða úrslit frá magakanningum av hav­ hesti lýst. Eisini greiðir Jóhannis Danielsen frá, hvørja ávirkan, rusk, ið endar á sjónum, kann hava fyri havdjór og sjófugl. Stormsúpan Alla Torravikuna verður serlig fiskamatskrá at velja millum hjá Jórun í Klingru­ garði. Á posthúsinum verður ser­ lig framsýning í sambandi við at 100 ára Klaksvíks­ frímerki hjá Edwardi Fuglø verður víst fram. Sum altíð, tá okkurt serligt er á skránni í Klaks­ vík, er opið skip umborð á Draganum. Hesuferð fer onkur av manningini at greiða frá ”Hvat og hvussu næmingarnir læra sjómans­ skap umborð”. Leygardagin fer kokkurin umborð á Draganum at bjóða sína serligu ”Stormsúpan”, við øllum tí besta úr havinum. Mett og væl sett fáa fólk høvið at fáa sær ein ’swing­ om’ á Torradiskoteki leyg­ arkvøldið. Endaliga skráin fyri Torravikuna verður at síggja á www.klaksvik.fo seinni hesa vikuna. Hav og fiskur seta dám á Klaksvík Listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt eyðkenda búmerkið til Torradagarnar Aftur í ár verður Klaksvík karmur um Torradagar í døgunum 18. til 24. februar Ólógligir fiskimenn Um vikuskiftið fóru íslendskir løgreglumenn umborð á eitt skip, sum lá í havnini í Þorlákshöfn, tí løgreglan hevði fingið eina ábending um, at alt ruggaði ikki rætt umborð á skipinum. So var. Tá løgreglumenninir komu umborð, vísti tað seg, at minst seks av manningini vóru ikki mynstraðir, hóast lógin krevur tað. Tað vísti seg eisini, at menninir høvdu ikki tey neyðugu pappírini. Málið er nú latið ákæruvaldinum at taka støðu til. Kirkjan og kvoturnar Tað munnu vera tey fáu, sum seta kirkjuna í samband við fiskikvotur, men í Íslandi halda summi, at kirkjan eigur at siga sína hugsan um ta kvotuskipanina. Millum annað hevur ein tingmaður víst á, at kirkjan er skjót at siga sína hugsan um mismun úti í heimi. Men kanska hendir okkurt. Þórhallur Heimisson, sum er prestur á Havnarfirði, heldur, at kirkjan eigur at siga, hvat hon heldur um kvoturnar og teirra týdning fyri bygdirnar.