Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2008 Javnstøða má verða til annað og meiri enn12 at telja, hvussu nógv konufólk eru í almennum nevndum, sigur Kári á Rógvi, nývaldur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann leggur nú uppskot fyri Løgtingið um at gera ein stovn, sum skal hjálpa øllum, sum eru fyri mismuni, bæði konufólki, mannfólki, brekaðum, útlendingum og børnum MisMunur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hugtakið Javnstøða má fevna um annað enn bara at telja, hvussu nógv konufólk eru í ymsum almennum nevndum Tað heldur Kári á Rógvi sum hevur verið formaður í javnstøðunevndini í nøkur ár. Hann heldur ikki, at ar­ beiðið fyri javnstøðu virkar nóg væl og nú hann eisini er nývaldur løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, ætlar hann sær at gera nakað við hendan spurning­ in. Tí fer hann nú at leggja uppskot fyri løgtingið um at víðka heimildirnar hjá javnstøðunevndini og at geva henni størri heimildir. Hann mælir sostatt til, at vit gera ein stovn, sum skal hjálpa øllum, sum eru fyri ógrundaðum mismuni í øllum samfelagsviðurskift­ um, serliga á arbeiðsmarkn­ aðinum. ­ Talan kann vera um mismun vegna kyn, aldur, brek ella uppruna. Hann í hesum sambandi, at tað er sjálvsagt, at ein slíkur stovnur røkir áhuga­ málini hjá brekaðum ­ Ein yvirlýsing um rætt­ indini hjá brekaðum er á veg og tí er tað neyðugt at hava ein stovn, sum hevur eftirlit við teimum viður­ skiftunum, heldur hann. Men tað er eisini sjálv­ sagt, at ein slíkur stovnur tryggjar rættindini hjá útlendingum í Føroyum, tí tað eru nógvir útlendingar í Føroyum, sum hvørki vita út ella inn og sum ikki vita, hvørji rættindi tey hava. ­ Hetta verður átrokandi, nú meiri og meiri verður tosað um at fáa útlendska arbeiðsmegi í størri mun til Føroya. Samstundis heldur hann, at tað er neyðugt, at ein slíkur stovnur, eisini arbeið­ ir fyri at tryggja rættindini hjá børnum og fylgir við, tá ið dagstovnar og skúlar verða bygdir. ­ Talan skal verða um ein stovn, sum tryggjar yvir­ skipaðu rættindini hjá børn­ num, men sum eisini sam­ starvar við barnaverndir og aðrar stovnar, sum hava við rættindini hjá børnum at gera. Kári á Rógvi heldur, at tað er rætt at samskipa allar hesar uppgávurnar í ein stovn, tí tá ið talan er um mismun, er talan ofta um blandingsmismun. Tað mer­ kir, at fólk eru fyri mismuni, bæði tí tey eru konufólk og tí tey eru útlendingar, fyri at nevna eitt dømi. Hann heldur sostatt, at tað er skeivt at skipa fleiri nevndir og stovnar at taka sær av hesum viðurskiftum og tí vil hann hava øll hesi viðurskifti savnað undir sama hatti, har ein umboðs­ maður, ið líkist løgtingsins umboðsmanni, tekur sær av teimum dagligu viðurskift­ unum, men har ein nevnd stingur tað yvirskipaðu kós­ ina út í kortið. Hann metir, at tað fer at kosta tvær milliónir um árið at skipa ein slíkan stovn, men hann heldur, at peningurin er givin væl út, tí fyri búskapin hevur tað alstóran týdning, at alt okk­ ara menniskjansliga til­ feingið verður brúkt til fulnar. Beinanvegin nýggja Løgtingið fer til arbeiðis í morgin, er andstøðan til reiðar við fleiri uppskotum og fyrispurningum Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú nývalda Løgtingið fer til arbeiðis av álvara í dag, er tað longu greitt, at and­ støðan ætlar ikki at liggja á tí latu síðuni. Løgtingsfundur verður í morgin og andstøðan er longu klár við fleiri upp­ skotum at leggja fyri tingið og tey eru eisini klár við fleiri fyrispurningum til tey nývaldu landsstýrisfólkini um ymisk viðurskifti. Eitt eymt mál í langa tíð, hevur verið spurningurin um dagpening fyri at verða heima hjá sjúkum barni frá fyrsta sjúkradegi. Nú leggur andstøðan í felag uppskot fyri Løgtingið um hetta. Talan er um eitt uppskot, sum undanfarna samgonga eisini legði fram, men sum fall burtur, tá ið valið varð útskrivað. Andstøðan sigur, at skip­ anin, sum undanfarna sam­ gonga ætlaði at seta í verk, var alt ov dýr í umsiting og tí mælir hon til, at talan verður um eina skipan, sum arbeiðsgevararnir sjálvir umsita. Skipanin skal eisini verða galdandi fyri tímalønt. Sjúklingar betri rættindi Men harafturat ætlar Sjálv­ stýrisflokkurin at økja um rættindini hjá sjúklingum, ið fara uttanlands í viðgerð, at fáa fylgjara við sær. Eftir lógini, sum nú er í gildi, eru tað bara foreldur ella hjúnafelagi hjá sjúkling­ unum, sum fáa dagpening, tá ið tey fara við honum til viðgerðar uttanlands. Tí eru sjúklingar, ið hvørki eiga foreldur ella hjúnafelaga, fyri vanbýti, tí tey fáa ikki rætt at fáa fylgja við sær, hóast tey eru álvars­ liga sjúk og tað vil Sjálv­ stýrisflokkurin hava broytt. Privatir varðveita tunnilin Teir tríggir andstøðuflokk­ arnir, Fólkaflokkurin, Sam­ bandsflokkurin og Sjálv­ stýrisflokkurin, fara eisini at leggja uppskot fyri Løg­ tingið um at játta 650.000 krónur til ráðgeving, so at vinnumálaráðið kann fara í samráðingar við privata felagið, sum hevur gjørt ætlanina um Skálafjarðar­ tunnilin fyri at fáa semju við felagið um at gera tunni­ lin. Afturat hesum trimum málunum, ætlar andstøðan eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um at longja flogvøllin í Vágum meiri enn upp í teir 1600 metrar­ nar, sum talan higartil hev­ ur verið um og sum tað sæst í aðrari grein her í blaðnum fer Sjálvstýrisflokkurin at leggja uppskot fyri Løgting­ ið um at víðka javnstøðu­ hugtakið til at umfata allan mismun yvirhøvur. Fólkaflokkurin fer eisini at leggja uppskot fyri Løg­ tingið um at byggja eftir­ skúlan í Hvalba beinanveg­ in. Umframt hesi uppskotini, er eisini ætlanin at spyrja nývaldu landsstýrisfólkini um ymisk viðurskifti. Vit hava longu greitt frá í Sosi­ alinum, at Kári P. Højgaard, ætlar at spyrja Helenu Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinnu í lógarmálum, um viðurskiftini hjá útlending­ um í Føroyum. Men hann ætlar eisini at spyrja Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjar­ málum, um deildirnar hjá Tolli og skatti í Eysturoy ella Norðoyggjum. Í hesum sambandi vil hann hava at vita um hann fer at halda fast um ætlanina at deildin í Norðoyggjum og deildin í Saltangará, skulu latast aftur, so at ein nýggj deild kann latast upp í Gøtudali. Somuleiðis vil hann eis­ ini hava greiði á, um nakað er í seiglívaðum leysasøg­ um um, at deildin hjá Toll og Skatt í Saltangará ikki flytur í Gøtudal, men skal flytast heilt til Klaksvíkar. Andstøðan leggur til brots Góðtaka ikki kjarnorku Norski umhvørvisfelagsskapurin Bellona heldur lítið um ætlanina hjá russum at brúka kjarnorku til at útvega oljuútbúnaðinum í Barentshavinum orku. Frederic Hauge, sum er formaður í Bellona, sigur við NTB, at StatoilHydro eigur at taka seg burtur úr samstarvinum við russar í Barentshavinum, um russar gera álvara av kjarnorkuætlanini. Leiðslan í StatoilHydro hevur annars avsannað, at ætlanin er at brúka kjarnorku í Barentshavinum. Lars-Emil misnøgdur Grønlendski fólkatingsmaðurin Lars­Emil Johansen er ónøgdur við, at hinir báðir limirnir í Norðuratlantsbólkinum, Juliane Henningsen og Høgni Hoydal, hava broytt bygnaðin í bólkinum. Broytingin er, at nú skulu limirnir hava sín skrivara, og tað heldur Lars­Emil Johansen vera óheppið. Hann sigur ttó við KNR, at hann heldur fram í bólk­ inum, men at hann fer at arbeiða tættari saman við Sosialdemokrat­ unum í framtíðini. ­ Lars-Emil­Johansen­hellir­nú­meiri­til­ Sosialdemokratarnar­í­Fólkatinginum­ (Mynd:­KNR)­ Andstøðan­ætlar­at­koyra­hart­á­samgonguna­í­Løgtinginum,­og­leggur­til­brots­beinanvegin Hjálpa fólki ið eru fyri mismuni Kári­á­Rógvi­heldur,­at­vit­ mugu­fáa­ein­stovn,­sum­líkist­ løgtingsins­umboðsmanni,­ sum­skal­tryggja­rættindini­ hjá­fólki,­sum­eru­fyri­ mismuni­vegna­kyn,­brek,­ uppruna­og­aldur