Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2008 »Eins og trælahald og apartheid, er fátækra­ dømi ikki natúrligt. Tað er skapað av menniskjum og kann basast av menniskjum. At basa fátækradømi er ikki ein vælgerandi gerningur. Tað er ein rættvísisgerð. Tað er vernd av grundliggjandi mannarættindum – rætt­ urin til virðing og eitt sømiligt lív.« Nelson Mandela Í Føroyum tosa vit nógv um alheimsgerðina og okkara leiklut í henni. Hvørjar avbjóðingar hevur hetta fyri Føroyar og okkum føroyingar? Hvørji tiltøk mugu vit seta í verk fyri at klára avbjóðingar­ nar? Hetta eru stórir og týdningarmiklir spurningar. Men eiga vit ikki eisini at spyrja, hvat vit kunnu gera fyri alheimssamfelagið? Eiga vit ikki at gera okkara til, at heimurin verður eitt betri stað at liva í og okkara medmenniskju fáa eitt virðiligt lív? Tá tosað verður um manna­ rættindi, eru tað oftast borgara­ lig/politisk rættindi sum fram­ søgufrælsi og trúarfrælsi, ið verða nevnd. Men heimsyvir­ lýsingin hjá ST umfatar eisini fíggjarlig og sosial rættindi. Í grein 25 stendur, at eitt hvørt menniskja hevur rætt til lívs­ umstøður, ið tryggja honum og hansara heilsu og vælveru. Harundir er m.a. rætturin til mat, klæði, bústað og heilsu­ røkt. Eitt lív í armóð er sostatt eisini brot á mannarættindini. S amanumtikið er heimurin nógv ríkari í dag enn hann nakrantíð hevur verið. Sein­ astu áratíggjuni er ein umfat­ andi búskaparlig menning farin fram. Árligi vøksturin á bruttoúrtøkuni á heimsstøði er meira ein tvífaldaður síðan ár 2000. Talið av fólki, sum liva fyri undir ein dollara um dag­ in, fall við 240 milliónum frá 1990 til 2004. Hesin samlaði vøkstur á heimsstøði stendst serliga av, at lond, sum Kina og India, eru á veg frá at hava verið menningarlond til at ger­ ast ídnaðarlond. Trupulleikin er, at búskapar­ liga menningin er ógvuliga ójøvn. Samstundis sum stór framgongd er á heimsstøði, er talið av fátækum í londunum sunnan fyri Sahara økt við 60 milliónum síðan 1990. Enn eru 800 milliónir fólk, sum svølta og 60 prosent av fólkunum í heiminum liva fyri undir tveir dollarar um dagin. Í londum sum Eritrea, Burundi og Kongo stendur serliga illa til. Her er bruttotjóðarinntøkan pr. íbúgva um túsund krónur um árið. Fyri at samanbera, kann sigast, at her í Føroyum, er bruttotjóðar­ inntøkan umleið 230.000 kr. um árið pr. íbúgva. Eitt lív við trot og svongd er sostatt veru­ leikin hjá milliónum. Tí er fátækradømi ein av størstu av­ bjóðingunum á mannarættinda­ økinum. Tað syndarliga er, at fólk, ið verða útsett fyri eitt manna­ rættindabrot, mangan eru í stórum vanda fyri at vera fyri øðrum mannarættindabrotum. Fólk, ið eru fátøk eru ofta fyri mismuni og útihýst frá luttøku í samfelagnum. Tøl hjá Amnesty vísa, at tað oftast eru fólk, ið eru fátøk, sum verða dømd til deyða ella verða pínd. Tí sigur Amnesty, at mannarættindi ikki kunnu býtast. Tað er ikki nóg mikið, um eitt samfelag lúkar helvtina av mannarættindunum. Alfevnandi menniskjanslig virðing kann einans gerast veruleiki, um ØLL manna­ rættindini verða vird. Í heyst fer Amnesty undir eitt altjóða átak, sum skal varpa ljós á, at fátækradømi eisini er brot á mannarættindini. Am­ nesty fer at arbeiða fyri at fáa rættin til eitt virðiligt lív inn í lóggávuna í londum, har fátækradømi ikki verður upp­ fatað, sum mannarættindabrot. Á hendan hátt kunnu bæði altjóða og nationalir aktørar stillast til svars fyri tey manna­ rættindabrot, sum skapa fátækra­ dømi. Spurningurin er, hvat vit í Føroyum kunnu gera fyri at hjálpa menniskjum, sum líða neyð? Hóast vit kanska ikki hava formliga skyldu til at fylgja tilmælum frá ST, kunnu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er í lagi, at vit lata 0,035% av bruttotjóðarúrtøkuni til menn­ ingarhjálp, tá ST mælir til, at 0,7% verður latið? Sum heims­ borgarar hava vit moralska skyldu til at hjálpa okkara medmenniskjum. Tí eigur nýggja landsstýrið at endur­ skoða og raðfesta menn­ ingarhjálpina. Í summum londum er støðan tó so álvarslig, at menningar­ hjálp ikki kann loysa átrokandi trupulleikarnar. Umleið fjúrtan milliónir heimsborgarar hava verið noyddir at stinga í sekkin og flýggja til onnur lond, tí tað er lívshættisligt hjá teimum at verða verandi í heimlandinum. Amnesty hevur júst almanna­ kunngjørt eina frágreiðing, sum lýsir støðuna hjá sudanskum flóttafólkum. Ófriðurin í Darfur hevur havt við sær, at 240.000 fólk hava verið noydd at flýggja til flóttafólkalegur í Kjad og 2,3 milliónir eru flýdd frá Darfur landslutinum til onnur økið í Sudan. Velja hesi fólkini at verða verandi í teirra egna landsluti, er stórur vandi fyri, at tey verða dripin. Mett verður, at umleið 300.000 fólk hava latið lív síðan 2003, tá ófriðurin millum afrikanskar bøndur og muslimsku militsir­ nar kyknaði. Nógvar av flótta­ fólkalegunum eru heldur ikki tryggar at vera í. Vandin fyri vápnaðum ófriði inni í legunum er alla tíðina til staðar, tí útbreiðslan av handvápnum er umfatandi og truplu korini skapa ráðaloysi og birta til ósemjur. Kvinnurnar eru í stór­ um vanda fyri at vera neyðtikn­ ar bæði inni í legunum og ser­ liga, tá tær hætta sær út um legurnar fyri at finna brenni. A llarflestu lond í heiminum hava bundið seg til at taka ímóti flóttafólki við at skriva undir flóttafólkasáttmálan hjá ST. Í ST­flóttafólkasáttmála­ num, verður eitt flóttafólk lýst sum ein persónur, ið hevur eina grundaða ræðslu fyri at vera for­ fylgdur orsakað av rasu, trúgv, tjóðskapi, tilknýti til ein ser­ stakan sosialan bólk ella polit­ iskari áskoðan. Flóttafólk eru stødd uttan fyri heimlandi og kunnu ikki søkja skjól í egnum landi. Flóttafólkasáttmálin sigur, at øll, sum verða forfylgd, hava rætt til at søkja um og fáa friðskjól. Kortini er trupulleikin hjá nógvum flóttafólkum, at tey ikki hava nakrastaðni at leita sær, tí nógvir státir ikki standa við sínu løgfrøðiligu og moralsku skyldu og ógvuliga treyðugt vilja geva teimum friðskjól. Sjálvt um samlaða talið av flóttafólki ikki minkar, Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Eitt oyggjaland í eini glas­ klokku ella eitt oyggjaland, sum tekur altjóða ábyrgd? Tíðargreinin hósdagin: Agga Niclasen um Amnesty International, Guantanamo og trúvirði Framhald á næstu síðu Tíðargreinin tíðargreinin Elin Mortensen, samskipari í Amnesty International, Føroya Deild 11