týsdagur 12. februar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2008
Tíðargreinin
… Eitt oyggjaland í eini glasklokku ella eitt oyggjaland, sum tekur altjóða ábyrgd?
er tað undrunarvert, at talið av
flóttafólki, sum søkja friðskjól í
Evropa, er lægri enn nakrantíð.
Hetta er ein ábending um, at
evropeisku londini eru minni
sinnaði at taka ímóti flóttafólki
enn áður. Flóttafólk verða
mangan, av stjórnum og
fjølmiðlum, lýst sum ein trupul
byrða, heldur enn
medmenniskju í svárastu neyð,
sum ongastaðni hava at fara. Tí
er tað altavgerandi, at tað eru
lond, sum eru sinnaði at lata
dyrnar upp og hjálpa teimum
inntil støðan í heimlandinum er
batnað.
Í
Føroyum áttu ikki at verið
formligar forðingar fyri at
taka ímóti flóttafólki. Í
Útlendingalógini frá mars 2001
stendur, efter ansøgning gives
der opholdstilladelse på
Færøerne til en udlænding,
hvis udlændingen er omfattet af
flygtningekonventionen af 28.
juli 1951. Hvussu ber tað so til,
at vit ikki taka ímóti flóttafólki
í Føroyum?
Kanska er tað tí, at tankin um
at skula taka ímóti flóttafólki
kann tykjast ræðandi. Hvat fer
tað at merkja fyri okkara sam
felag, um fremmandar mentanir
fara at ávirka føroysku mentan
ina? Og eru vit, sum samfelag,
til reiðar at taka ímóti neyð
støddum við stórum arrum á
sálini?
Undan løgtingsvalinum varð
nógv kjakast um, hvussu vit
skulu menna føroyska sam
felagið, so tað verður enn betri.
Tað, sum vit ikki mugu gloyma
er, at tá vit samanbera okkum
við onnur lond, er okkara sam
felag eitt ógvuliga vælfunger
andi og ríkt samfelag. Sjálvt
um vit eru smá, hava vit eisini
skyldu til at gera okkara lut fyri
at hjálpa neyðstøddum úti í
heimi. So hví ikki býta ein
lítlan part av hesum ríkidømi
við neyðstødd menniskju uttan
úr heimi? Hetta skal sjálvandi
vera eftir førimuni. Men við
einum vælskipaðum flóttafólka
politikki, kunnu vit gera eina
samhaldsfasta gerð fyri okkara
medmenniskju. Fyrsta stig á
leiðini má vera at lata upp fyri
kjakinum, um vit vilja vera eitt
oyggjaland í eini glasklokku,
sum hevur nóg mikið í sær
sjálvum. Ella um vit vilja vera
eitt oyggjaland, sum tekur
altjóða ábyrgd.
Til tykkum sum nú fara at
ráða í hesum landi, politik
arar og stovnsleiðslur.
Til lukku tit sum nú fara
til verka at fremja tey
lyftir, sum vóru gjørd
áðrenn valið tann 19.
januar.
Vegna Almannaog
heilsurøktarafelagið vil eg
vísa á nøkur serlig ynskir.
Í Almanna og heilsu
røktarafelagnum eru mill
um annað tveir røktarstavs
bólkar, heilsurøktarar og
sjúkrahjálparar.
Sjúkrahjálparnir hava
starvast í føroysku sjúkra
røktini síðani umleið 1965
og hava drúgvar royndir á
hesum økinum.
Heilsurøktarnir hava eina
longri útbúgving og tann
fyrsti flokkurin við heilsu
røktarum fær prógv á
heilsuskúlanum á Tvøroyri
20. februar 2008.
Sum flest øllum kunnugt
er tað stórur tørvur á
røktarstarvsfólkum.
22 heilsurøktarar eru nú
til reiðar at fara til verka,
vit vita, at stórur tørvur er
á røktarstarvsfólkum bæði
á sjúkrahúsunum og í eldra
røktini. Nú er at gera nyttu
av tí tilfeinginum sum
kemur út á arbeiðsmarkn
aðin og geva teimum og
øðrum heilsurøktarum
góðar umstøður at menna
seg fakliga og fáa avbjóð
ingar, so tey støðast og
trívast. Fyri at náa hesum
er millum annað neyðugt
við hægri normeringum
“fleiri hondum í røktini”.
Sum nú er, eru normering
anir soleiðis, at tað bert er
tíð til tað sum er mest
neyðugt. Tað kann ikki
vera rætt.
Í sáttmálaanum hjá
Almannog heilsurøktara
felagnum er ein avtala um
strategiska og skipaða
førleikamenning á stovnum
landsins. Oyramerki
pening til hetta endamál!
Vit hava nøkur arbeiðs
pláss sum eru sera góð, og
har tað gott at vera heilsu
røktari, lat okkum fáa fleiri
av teimum. Við góðum
tvørfakligum samstarvi,
fakligari menning og har
fólk fáa góða røkt.
Myndugleikarnir fara
vónandi undir at gera eina
nýggja verjulóg fyri tey
menningartarnaðu. Tann
sum er nú er frá 1922. Tá
skuldi eisini verið hugsað
um tvørfakligt samstarv.
Menningartarnað gerast
eisini gomul og hava
ymiskar sjúkur, so sum
sukursjúku ov høgt BT og
tørv á heilivág. Her kunnu
heilsurøktarar í størri mun
veita eina betri røkt enn t.
d. pedagogar. Hinvegin
kunnu pedagogar við
sínum fakligheit koma
meir inn á eldraøki.
Eg meini, at vit skulu
fara inn á økini hjá
hvørjum øðrum fyri at
geva brúkarunum eitt betur
heildartilboð.
Lat okkum fara til verka
og gera Føroyar til eitt gott
samfelag fyri okkum øll og
brúka tilfeingið, sum vit
hava her á landi, so rætt
sum møguligt.
Brúkið tilfeingið rætt!
forkvinna í Almanna-og
heilsurøktarafelagnum
Jóhanna Køtlum
Samgongan hevur parkerað
tey etisku málini komandi
fýra árini. Kanska tað mest
eldfima evnið er skrásett
parlag. Undrist yvir, hví júst
hetta evnið so ofta er blivið
drigið fram sum kastibløka í
samband við valið.
Nú samgonguskjalið er
komið undir land, bleiv eg
skelkað av at hoyra Annitu
á Fríðriksmørk og John
Johannessen í útvarpinum.
Sum eg skilti, so tóku tey
undir við at parkera hesi
mál fyri at halda upp á
samgonguna?
Tað sum ørkymlar og
skuffar meg allar mest er,
at bæði Annita og John
vóru nógv frammi á tí
politiska pallinum, tá ið
víðakenda ”lítla” grein 266
b, var til viðgerðar. Bæði
søgdu seg stuðla hesum til
fulnar!!
At tey nú kunna
’parkera’ slík álvarsmál og
’parkera’ hugburð til virðir
í fýra ár, er fyri mær og
fleiri øðrum óskiljandi.
Meintu tey onki við tað á
politiska pallinum?
Var tað ”bara” valagn?
Hvussu verður happing
definerað av politikarum?
At ’negligera’ ein sam
felagsbólk (lata sum hann
ikki er til), er tað happing?
Hvørja meining gevur so
§266b!!!
Eru politikararnir sjálvir
fyrstir at bróta hesa grein?
áhugavert
Hvar er samleikin hjá
Miðflokkinum? Karsten
Hansen meldaði seg úr Tjóð
veldinum við gráturødd, tí
flokkurin ikki var nóg kristi
ligur. Nú, sum landstýris
maður – parkerar hann bara
tey etisku málini? Vigaði
landsstýrissessurin tyngri?
Nei, eg skilji einki.
Sama kann sigast um
Javnaðarflokkin. Eg trúði,
at stevnuskráin, millum
annað, segði ’somu rættindi
fyri øll’?
Fyri ikki at tala um
Tjóðveldi. Høgni Hoydal,
formaður floksins, hevur
sjabbað upp í saman um at
fáa einar frælsar Føroyar. Í
mínari verð er onki land
frælst, um ikki ØLL hava
persónligt frælsi. Í løtuni
verða tey samkyndu brúkt
sum kastibløkur og ofraði á
altarinum. Onkur glotti er
hóast alt í Tjóðveldinum,
og onkur er sum torir at
standa við síni sjónarmið,
tøkk fyri tað.
Sum pensjonistur hevði
eg verið ómetaliga hørm
um, um samgongan hevði
avgjørt at ’parkera’ okkum
gomlu í fýra ár. Ljóðar tað
ikki ’langt úti’?
Gævi at vit høvdu eitt
land, har vit øll kundu tikið
undir við og upplivað, at í
Føroyum er gott at vera, tí
her hava øll somu rættindi.
Parkeraðu málini
Sólborg
DulavíK
Tíggjundi partur
Esaias profetur livdi eitt
sindur seinri enn Elias og
Elisa. Hann livdi, meðan
tann gudóttandi kongurin
Ezekias var kongur í Juda
(sunnara ríkinum). Um
hesa somu tíðina gekk
Ísraels ríki (tað norðara) til
grundar. Tey vóru flutt
burtur til Assýria av
konginum har.
Esaiasasarbók er tann
fyrsta av profetisku bók
unum í gamla testamenti,
síðani koma Jeremias,
Ezekiel og Dániel, hesir
verða vanliga kallaðir teir
fýra stóru profetarnir.
Síðani koma teir, sum vit
kalla teir smáu, Hoseas til
Malakias. Teir eru tólv.
Tilsaman eru teir sostatt
sekstan. Allir siga við ein
munn, at Harrin hevur
talað til teirra. So at siga,
at bíblian er ein bók skriv
að av monnum um Gud er
at gera teir, sum skrivað
hava hana til lygnarar, og
harvið verður Gud sjálvur
gjørdur til ein lygnara.
Lat okkum hyggja eitt
sindur eftir, hvat tað er, ið
Esaias profetur sigur. Hetta
eru sjónirnar, ið Esaias,
sonur Amoz, sá um Juda
og Jerúsalem, á teimum
døgum ið Uzzias, Jótam,
Akaz og Ezekias vóru
kongar í Juda.
Hoyrið, tit Himlar, lurta,
tú jørð! Tí HARRIN talar:
Eg havi fostrað børn og
føtt tey upp, men tey fullu
frá Mær Es. 1,12.
Hetta er tað, ið Esaias,
sonur Amoz, skoðaði um
Juda og Jerúsalem.
So skal verða á síðstu
døgum, at fjallið, ið hús
HARRANS stendur á, skal
vera grundfest á fjallatind
unum og høgt yvir øllum
hæddum. Hagar skulu øll
fólkini streyma; ja, mong
fólkasløg skulu fara avstað
og siga: "Komið, latið
okkum fara niðan á fjall
HARRANS, til hús Jákups
Guds, so Hann kann læra
okkum leiðir Sínar, og vit
kunnu ganga á gøtum
Hansara!" Tí av Zion skal
ganga út opinbering, og
orð HARRANS úr
Jerúsalem. Es. 2,13.
Her er talan um sjónir og
opinberingar frá Gudi, als
ikki filosofi, mannaorð um
Gud. Sætti kapitul er
stuttur, les hann, um tá ið
Esaias varð kallaður.
Esaias profeterar fleiri
ferðir um Messias (Jesus)
sum koma skuldi:
Tí skal nú Harrin sjálvur
geva tykkum tekin:
Moyggj skal verða við
barn og eiga son, og hon
gevur Honum navnið
Immanuel. Es. 7,14.
Tí Barn er føtt okkum,
Sonur er givin okkum, og á
øksl Hansara skal harra
veldið hvíla; Hann eitur
Undurfullur, Ráðgevari,
Veldigur Gud, Ævigur
Faðir, Friðarhøvdingi.
Stórt verður harra
dømið, endaleysur friðurin,
yvir hásæti Dávids og yvir
ríki hansara; tað skal verða
styðjað og hildið uppi við
rætti og rættvísi, frá nú og
til ævigar tíðir; álvara
HARRANS Guds
herskaranna skal gera
hetta! Es.9,67
Framhald
Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud
richarD
DanielSen
12