Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2008 13 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í morgin, mikudagin 13. februar, verður Poul Færø í Klaksvík 70 ár. Poul var á yngri árum málarameistari við fleiri starvsfólkum, men nógvu tey seinastu árini hevur hann nýtt mest sum alla sína tíð í kristiligum arbeiði kring landið og eisini uttanlands. Poul er ættaður av Toft­ um. Foreldrini vóru Elsa fødd Øregaard og ættað av Lakjuni í Fuglafirði og Oluf Færø, sum var toftamaður. Elsa og Oluf fingu fýra børn: Poul (1938), Odmar (1940), Eyðfinn (1946) og Lissan (1948). Odmar býr í Havn, og hini búgva í Klaksvík. Petur Guttesen, málari í Havn, arbeiddi nógv í Eyst­ uroy og á Toftum, har hann helt til hjá systrini, Maju í Túni. Poul lærdi til málara hjá Peturi. Tá ið teir arbeiddu í Havn, búði Poul í barnaheiminum hjá Peturi á Tinghúsvegnum. Í 1957 flutti Poul til Klaks­ víkar at búgva, og har hevur hann verið síðani. Hann var millum tey fyrstu, sum fyrst í seksti árunum bygdu í fyrstu kommunalu útstykk­ ingini – á Biskupsstøðbønum – og har býr hann fram­ vegis. Tey fyrstu árini í Klaksvík var hann viðhvørt við trolar­ unum hjá Kjølbro. Men fyri tað mesta var Poul málara­ meistari, og teir eru nógvir, sum hava lært til málara hjá honum. Handalagið var gott, Poul arbeiddi nógv og skjótt, og tey vóru mong, sum sendu boð eftir honum. Men longu miðskeiðis í sjeyti árunum vórðu málara­ seglini repaði. Síðani hevur Poul viðhvørt málað millum lítið og einki, og í nøkur ár málaði hann bara um sumrarnar. Frá blaðungum av hevur Poul verið virkin í kristi­ ligum verki. Fyrst í salinum á Toftum og síðani í Betesda í Klaksvík. Hann var sunnu­ dagsskúlalærari og bíbliu­ lærari, og hann hevur í mong ár ferðast kring oyggj­ arnar í kristiligari tænastu. Tey fyrru árini var tað ofta um vetrarnar saman við Kaj Johannesen, skipara, og við­ hvørt saman við Andrew Sloan, trúboðara. Frá mið­ skeiðis í sjeyti árunum og í eini fimtan ár var hann við í dagligu leiðsluni av legu­ arbeiðnum í Zarepta. Tey seinnu árini hevur virkisøkið hjá Poul fevnt alt víðari. Aftur at brøðrasam­ komunum í Føroyum hevur hann vitjað nógv í granna­ londunum, eitt nú í Dan­ mark og Noregi, og tað kemur meiri enn so fyri, at hann verður boðsendur at halda møtir kring landið í øðrum samkomum enn brøðrasamkomunum. Sein­ astu mánaðirnar hevur Poul verið nógv at hoyra í fyrra­ partssendingum í Lindini. Umframt at halda møtir hevur Poul gjørt nógv av at vitja og vísa umsorgan fyri einstaklingum og familjum. Hann vitjar í samkomum og heima við hús hjá fólki, og hann er ofta at síggja á sjúkrahúsum og eitt nú á ellisheimum og sambýlum. Poul er altíð klárur, tá sorg­ in er gestur, og hann hevur hildið óteljandi talur við jarðarferðir. At hann er ógvuliga trúgvur ímóti Toft­ um og toftafólki sæst eitt nú í, at hann altíð møtir upp í føðibygdini, um tað so er til gleðisløtur, ella tá ið sorg­ in vitjar. Poul er giftur Anniku fødd Johannesen og ættað av Lítlubrekku í Klaksvík. Tey eiga fýra børn: Jóhannes (1980), Olav (1983), Assa (1985) og Poul (1994). Jóhannes og Assa búgva í Keypmannahavn, og Olav og Poul búgva framvegis heima hjá foreldrunum. Í seytjan ár var Poul giftur Ásvør fødd Jacobsen og ættað av Ziskatrøð í Klaks­ vík. Á vári í 1977 gjørdist hon brádliga sjúk, meðan tey loystu av í Kristnastovu í Keypmannahavn, og longu í juni hetta sama árið and­ aðist hon 37 ára gomul. Ásvør og Poul eiga trý børn: Odd (1962), John (1965) og Elsa (1968). Odd býr í Hoyvík, John í Klaks­ vík og Elsa í Saltangará. Poul eigur átta abbabørn. Poul verður at hitta í Betesda frá klokkan 8 miku­ kvøldið. J Poul Færø 70 ár Andlát og jarðarferðir Margit Kyster í Tórshavn, andaðist í heiminum leygardagin, 65 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Vit takka hjartaliga øllum sum sýndu samkenslu, tá okkara elskaða mamma Kára Vægter Joensen ættað úr Tórshavn búsitandi í Høje Tåstrup andaðist og varð jarðað á Tvøroyri. Tøkk til Bergur Jacobsen, prest, fyri bønarhald á Ríkissjúkrahúsinum og Jónsvein Bech fyri troystarrík orð. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til líkbil, kirkjutænara, sangarar, berarar og gravara. Stórliga tøkk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum, og tykkum, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Við heilsan Karolina og Laurits Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri faðir, verfaðir, abbi og langabbi okkara Karl Jacob Sigvardsen Gjógv doyði og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk verður veitt tykkum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, at tit vóru so góð við hann og røktu hann so væl, og tykkum, sum so trúliga vitjaðu hann. Tøkk fyri blómur og gávur til Gjáar kirkju. Tøkk havi Emil Olsen, sóknarprestur, fyri troystarrík orð. Tøkk fái kirkjutænarar, berarar, syngjarar og øll tit, ið hjálptu til við ervinum og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Familjunnar vegna Petur Jacob, Rigmor og Ásfinn Dagurin 13. februar. Benignus, deyður umleið ár 300. Prestur í Todi í Umbriu í Italiu, sum mátti tola deyðan sum pínsluváttur Fyri 35 árum síðan: 11. februar 1973 Feigdardagur í Føroyum og Íslandi Sunnudagin 11. februar 1973 sakk íslendski fiskibáturin Sjøstjarnan í illveðri um 100 fjórðingar sunnan fyri Dýrhólaey á Suðurlandinum í Íslandi. Øll tey 10 fólkini sum vóru við skipinum lótu lív SkipSvanlukka Á veg til Íslands fríggja­ kvøldið 9. februar fór um 100 tons stóra fiskifarið Sjøstjarnan úr Keflavík, sum hevði verið til umvæl­ ingar á Tórshavnar Skipa­ smiðju, til Miðvágs, har fimm mans vórðu tiknir umborð, sum skuldu rógva út við skipinum í Íslandi. Teir vóru John Frits á Løg­ mansbø, 48 ár, Niels Juul Haraldsen, 45 ár, Holberg Bernhardson, 28 ár, Arnfinn Joensen, 20 ár og Hans Marius Næss, 15 ár. Umborð á skipinum vóru skiparin Engilbert Kolbeins­ son (f. 1938) og kona hans­ ara Gréta Þórarinsdóttir (f. 1945), stýrimaðurin Þór Kjartansson (f. 1946) og maskinmeistarin Guðmundur J. Magnusson (f. 1932), umframt Alexander Gjoveraa (f. 1935), sum var av føroyskari ætt og hevði arbeitt í Føroyum í tvey ár og skuldi aftur til Íslands. Sunnudagin 11. februar boðaði skiparin frá, at skipið var farið at leka, og seinni boðaði hann frá, at skipið var sokkið og øll tey 10 fólk­ ini umborð vóru farin í báð­ ar gummibjargingarbátar­ nar. Hóast stórt leitingarar­ beiði varð sett í verk og upp til 40 skip og fleiri flogfør vóru við í leitingini, varð eingin bjargaður. Tað einasta sum varð funnið var annar av gummibátunum og líkið av íslendska stýrimanninum Þór Kjartansson. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1973 75 ár Týsdagin 12. februar fyllir Elinborg Christian­ sen í Klaksvík 75 ár. Dag­ urin verður hildin saman við familjuni. Fyri 35 árum síðan sakk íslendski fiskibáturin Sjø­ stjarnan. Við vóru fimm mið­ vingar og fimm íslendingar, har tann eini var av føroyskari ætt. Øll sum við vóru lótu lív