týsdagur 12. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 30 - 12. februar 2008
Tann 13. februar í fjør fóru ogur so glað í
útibarnagarðin í Trongisvági. Dagurin
byrjaði sum vanligt. Ogur spældu og
runnu og flentu, og fóru so at gera ogum
klár til at ganga ein túr.Løtu seinni var alt
broytt og øll grótu. Ein grátur, sum enn
situr í hjartanum.
Góðu Bára og Dánjal Jákup. Ogur fata
ikki, at tygur eru deyð. Tygur, sum vóru
so livandi og fitt. Ogur hava hugsað so
nógv um tygum hetta árið, sum farið er,
og tygur fara altíð at búgva í ogra
hjørtum.
Ogur vita, at tygur eru uppi hjá Jesus
pápa og at tygur hava tað gott har. Ogur
snakka ofta um tygum og ogur hugsa um
tygra
foreldur,
tygra
systkin
og
avvarðandi.
Jesuspápi verði hjá øllum.
Heilsan
Børnini, sum gingu í
útibarnagarðinum saman við Báru og
Dánjal Jákup
Tað er nakað í himli hjá børnum at fá,
tey, sum elska sín frelsara her;
bæði krúnur og gullhørpur fáa tey tá
og ein klædning, sum snjóhvítur er.
Har er nakað at fá, har er nakað at fá!
har er nakað hjá børnum at fá;
Í tí himalska stað eru øll altíð glað,
har er nakað hjá børnum at fá.
Tey á gullgøtum ganga og syngja so glað
millum einglar í ljósinum har;
Jesus sjálvur er hjá teimum, minnist til tað,
Hann, sum syndir og straff teirra bar.
Góðu Bára og Dánjal Jákup
Mikukvøldið 6. februar var
skipað fyri einum sonevnd
um busskvøldi fyri busseig
arar í Kelduni í Skálafirði.
Tað vóru Per Brink og Bent
Jensen frá Dansk Bus Ren
overing í Tørring, sum
greiddu frá og vístu myndir
frá bussumvælingum og
svaraðu spurningum viðvíkj
andi umvælingum og buss
um yvirhøvur. Teir hava
báðir meira enn 20 ára
royndir sum mekanikarar
og leiðarar á bussverkstøð
unum hjá donsku statbanun
um DSB.
Umleið 30 fólk frá buss
vinnuni møttu upp hetta
kvøldið, og stórur áhugi var
fyri tí, sum umboðini frá
Dansk
Bus
Renovering
greiddu frá.
Per Brink og Bent Jensen
frá Dansk Bus Renovering
siga, at teir vilja gjarna vera
ein fyritøka, sum er kend
fyri at gera gott arbeiði. Vit
leggja stóran dent á at halda
allar gjørdar avtalur.
Vit hava mekanikarar við
drúgvum royndum innan
umvælingar av bussum, last
bilum og trailarum og
umvæla motorar, girkassar,
elskipanir,
skifta
rútar,
umvæla allar skaðar um
framt at vit hava spesialis
erað okkum í at umbyggja
bussar til einhvønn tørv.
Eitt sum vit gera nógv við
er at umbyggja bussar til
rullandi barnagarðar. Sam
starvið við føroysku buss
eigararnar eru vit sera
fegnir um og vóna at hetta
verður eitt samstarv til gagn
fyri báðar partar, siga Per
Brink og Bent Jensen frá
Dansk Bus Renovering í
Tørring.
Dansk Bus Renovering
hava nýliga fingið nýtt verk
stað og arbeiða undir sera
góðum
umstøðum.
Teir
gera flest allar mekaniskar
umvælingar sjálvir, men til
størri karrossaríumælingar
hava teir gott samastarv við
líknandi fyritøkur í Pól
landi.
Tað er Sámal Bláhamar,
busseigari í Havn, sum hev
ur fingið samstarvið við
Dansk Bus Renovering í
lag, og fleiri føroyskir buss
eigarar hava sent sínar buss
ar til umvælingar har við
sera góðum úrsliti. Eisini
hava føroysku tryggingar
feløgini víst fyritøkuni í
Tørring áhuga.
mg
Busskvøld
í Kelduni
Bent Jensen og Per Brink frá Dansk Bus Renovering í Tørring
Busseigarar settu nógvar fyrispurningar til umboðini frá donsku bussfyritøkuni
Tað er Sámal Bláhamar, busseigari í Havn, sum hevur fingið
samstarvið við Dansk Bus Renovering í lag