týsdagur 12. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2008
15
Í Noregi fara tær
vanligu sjófrá
greiðingarnar
aftan á skipsvan
lukkur í søguna
um stutta tíð, tí
í framtíðini skal
ein skaða ella
vanlukkunevnd
kanna tilburðirnar
Sjóvinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Frá 1. juli í ár skulu fólk,
sum eru vitni til eitt óhapp
ella eina vanlukku á sjónum,
svara spurningum frá einari
serligari skaðanevnd. Sama
dag fara sjófrágreiðingarnar,
sum vit kenna, í søguna, og
somu lagnu fáa tey seks
eftirlitsstørvini í norsku sjó
vinnuni.
Spurningurin um at skipa
eina skaðanevnd til óhapp
og vanlukkur á sjónum hev
ur verið til umrøðu í Noregi
í mong ár, og aftan á drúgva
viðgerð, hoyringar og polit
iskt orðaskifti er klárt at
seta nýggju skipanina í verk
tann 1. juli í ár. Frá tí degi
fáa óhapp og vanlukkur á
sjónum viðgerð eftir sama
leisti, sum flogvanlukkur
og tokvanlukkur fáa í dag.
Formaðurin
í
nýggju
skaðanevndini fyri tilburðir
á sjónum, William Bertheus
sen, sigur við NTB, at tann
nýggja skipanin verður ein
fyrimunur fyri vitnini, tí nú
fáa tey frið til at siga tað,
sum tey vita. Tað verður eis
ini ein fyrimunur fyri nevnd
ina, tí tað verður lættari at
fáa
tað
týdningarmesta
fram, sigur hann.
Høvuðsuppgávan hjá
nevndini verður at staðfesta,
hví eitt óhapp ella ein van
lukka er hend, so vit kunnu
læra av tí og fyribyrgja, at
tað hendir aftur, sigur Willi
am Bertheussen.
Nýggja
skaðanevndin
skal kanna tilburðir við
ferðamannaskipum og aðrar
skipsvanlukkur ella óhapp,
har fólk fáa skaða.
Nevndin hevur enki við
tann revsirættarliga partin
av gera, tí ta uppgávuna fær
tann nýggja sjóferðsluløg
reglan, sum hevur heimstað
í Stavanger. Hon verður
skipað í fleiri deildum ella
eindum, og skipanin líkist
tí, sum er galdandi fyri
óhapp ella vanlukkur í olju
vinnuni.
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
Skipsvanlukkur kannast
eins og flogvanlukkur
Føroya
Kolvetni
rimmar hál
í Norðsjónum
LeitiLoyvi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Føroyska oljufelagið Før
oya Kolvetni ella rættari
tess dótturfelag í Noregi
hevur gjørt eitt rimmar hál í
norska
partinum
av
Norðsjónum. Felagið hevur
í dag fingið tillutað ikki
færri enn 5 nýggj leitiloyvi
á norska landgrunninum.
Við hesum hevur felagið nú
tilsamans 11 leitiloyvi í
norskum øki. Av teimum
fimm
nýggju
loyvinum
hevur felagið bundið seg til
at
bora
ein
brunn.
Í
undanfarnum loyvi skal
felagið bora tveir brunnar.
Nils Sørensen, stjóri er sera
fegin
um
úrslitið
av
útbjóðingini:
– Hetta passar sum fótur í
hosu í okkara vakstrar
strategi, har vit m.a. meta
júst norskt øki sum sera
áhugavert. Faroe Petroleum,
Norge lat herfyri upp skriv
stovu í Stavanger. Hetta er
krav til feløg, sum virka í
norskum øki. Afturfyri fáa
tey afturgoldið 78% av
øllum útreiðslum, sum hava
sambandi við leiting. Tá tey
finna olju skulu tey so rinda
78
í
skatti
av
øllum
inntøkum.
18 fólk doyðu, tá grótskipið ”Rocknes” holvdist uttan fyri Bergen í januar í 2004. Seinni eydnaðist at venda skipinum og at umvæla tað. Í dag eitur tað ”Nordnes”. (Mynd: Aftenposten)
Nils Sørensen, stjóri í
Faroe Petroleum er fegin
um úrslitið av norsku
útbjóðingini