Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnan Nr. 30 - 12. februar 2008 hugleiðingar Elin Heinesen, stjóri í SamViti Fleiri løgtingsvalevni nevndu undan valinum tørvin fyri íverk­ setan og íverksetararáð­geving. Hetta er at frøast um, tí hetta er alneyð­ugt. Men ein kann undrast á, hví íverksetararáð­geving varð­ umrøtt sum eitt heilt nýtt fyri­ brigdi her á landi. Sannleikin er, at nógv gott er at byggja víð­ari á, tí fólk hava leingi arbeitt mið­víst fyri íverksetan í Føroyum. Hóast nýhugsan og íverksetan eiga at fáa væl betri sømdir enn nú, mugu vit ikki gloyma, at fólk hava arbeitt við­ stuð­li og ráð­gev­ ing av íverksetarum í mong harrans ár. Hetta arbeið­i eigur at verð­a við­urkent, tí tað­ hevur givið­ góð­ úrslit, sum vit kunnu byggja á framyvir. Íverksetara­ virksemi er ein inngrógvin partur av føroyska hugburð­inum og íverksetarahugurin er væl longri frammi í Føroyum enn í londum, vit samanlíkna okkum við­. Hetta vísa hagtølini. Føroyar frammanfyri Danmark og USA Føroyingar stovna prosentvíst væl fleiri fyritøkur um árið­ enn onnur lond. Í Danmark liggur talið­ uppá 10 prosent, í Bretlandi uppá 14 prosent og í Føroyum omanfyri 17 prosent um árið­! Í Føroyum er virkni og virkishug­ urin á høgum støð­i. Hugsa bara um, hvussu skjótt føroyingar bardu seg úr kreppuni fyrst í 90’unum. Og tað­ gongur lutvíst væl við­ búskapinum í Føroyum í løtuni. Hetta merkir tó ikki, at vit kunnu lena okkum afturá og hvíla á laurberjabløð­unum. Okkara vinnulív er ikki nóg fjølbroytt, og vit hava tí enn ein sera við­kvæman búskap. So vit mugu gera tað­ enn betri. Tað­ er tí avgjørt einki galið­ við­ at tosa fyri meira íverksetan. Tað­ er innlýs­ andi, at vit alla tíð­ina hava brúk fyri at menna og fjølbroyta før­ oyskt vinnulív fyri at tryggja okkum betri til framtíð­ina. Tí er tað­ avgerandi neyð­ugt at rað­festa íverksetan og íverksetararáð­­ geving høgt politiskt. Eldsálir gjørt megnar­ arbeiði fyri íverksetan Tað­, at íverksetan er ein partur av føroyska hugburð­inum – og at áræð­ið­ til íverksetan er so lutvíst umfatandi í Føroyum júst nú – er m.a. eisini úrslit av einum mið­­ vísum arbeið­i, sum hevur verið­ gjørt av eldsálum langt aftur í tíð­ina. Íverksetan er og hevur leingi verið­ ein partur av før­ oysku fólkasálini. Føroyingar eru ómetaliga uppfinnsamir og hava stórt áræð­i. Vit hava verið­ noydd til at hava áræð­i og vera uppfinn­ som í einum so avbjóð­andi um­ hvørvi, sum Føroyar eru, um vit skuldu yvirliva á hesum harð­­ balnu klettum. Men að­rar søgu­ ligar orsøkir eru eisini til, at føroyingar eru so íverksetanar­ hugað­ir. Vit minnast t.d. Ídnað­arfelagið­, Tormóð­ Dahl og ídnað­arstovuna. Ídnað­arstovan bleiv síð­ani til Menningarstovuna, har Kjartan Kristiansen í 20 ár hevur gjørt eitt megnararbeið­i fyri at stimbra og menna nýggjar vinnur í Føroy­ um – ofta í stríð­um mótvindi. SamVit heldur á við­ hesum arbeið­i og hevur í dag eina Menn­ ingardeild við­ 5 fólkum, sum arbeið­a mið­víst fyri at stimbra íverksetaravirksemi í Føroyum. Hyggja vit longur aftur ella breið­ari út í samfelagið­ finna vit að­rar eldsálir. Vinnulívsfólk og einstaklingar (t.d. Hans Morten­ sen við­ Sundsdeplinum, sum tían­ verri ongantíð­ bleiv verulig­ gjørdur), arbeið­sgevarafeløg, bankar, skúlar og onnur í Føroy­ um hava eisini gingið­ undan í at stimbra íverksetan. Tað­ hevur bara ikki altíð­ itið­ ‘íverksetan’ og ‘íverksetarar’. Íverksetarar hava t.d. verið­ kallað­ir ‘finna­uppá­ menniskju’ og íverksetan hevur verið­ kallað­ ‘menning’, ‘ný­ skapan’, ‘innovatión’ og mangt annað­ gott. Seinastu árini hevur íverk­ setarahúsið­ Bitland víst ein úrslitagóð­an leist við­ at bjóð­a íverksetarum eitt íblásandi stuð­l­ andi umhvørvi at arbeið­a í. Bit­ land og SamVit hava gjørt sam­ starvsavtalu um, at Bitland skal hýsa Klekingardeplinum, sum er ein verkætlan undir SamViti. Hetta íverksetarahús satsar ser­ liga uppá íverksetarar, sum ynskja vøkstur, og sum vilja hava allan heimin sum marknað­. Bit­ land og Klekingardepilin hýsa í dag fleiri fyritøkum, sum klára seg væl, og eru í stórum vøkstri. Gott politikkarar endiliga vilja stuðla íverksetan Men tað­ mesta, sum higartil hevur verið­ gjørt á íverksetararáð­ gevingarøkinum, hevur hvílt á einstaklingum, og almenni stovn­ urin, sum varar av málinum, SamVit, hevur ikki verið­ rað­fest­ ur so høgt áð­ur á fíggjarlógini. Tað­, sum hevur væntað­ í, er ein mið­vís langtíð­ar ætlanarlegging av íverksetararáð­geving í øllum landinum, samstarv og ein betri yvirskipað­ samskipan av ráð­­ geving til íverksetarar, so vit fáa ymisk tilboð­ undir ein hatt – og ikki minst ein munagóð­ almenn fígging til hetta. Tað­ gleð­iliga hóast alt við­, at íverksetan og íverksetararáð­gev­ ing nú er komið­ á dagsskránna, er, at nú verð­ur ljós varpað­ á evnið­, so vit kunnu við­gera tað­ í tí álvara, tað­ hevur uppiborið­. Knappliga er tað­ vorð­ið­ nakað­, sum politikkarar og onnur fegin vilja taka undir við­ og stuð­la, har tey, sum fyrr brendu fyri slíkum, tíanverri ofta ikki vórð­u tikin eins nógv í álvara sum nú. Tey máttu arbeið­a ‘uppá tross’ og ofrað­u nógv fyri at halda lív í teirra lívs verkætlanum. Tey gjørdu eitt megnar forarbeið­i, sum eingin orsøk er til at blaka burtur. Ístað­in fyri at byrja heilt av nýggjum, so latið­ okkum við­urkenna og taka til eftirtektar, hvat gott vit frammanundan hava Íverksetan – er tað nakað nýtt? Áhugi fyri íløgum í Grønlandi Handilsstevnan Mineral Exploration Rpundup, sum júst hevur verið­ í kanadiska býnum Vancouver, vísti, at áhugin fyri námsvinnumøhuleikunum í Grønlandi er stórur. Summi høvdu væntað­, at óvissan á altjóð­a virð­isbrævamarknað­unum fór at avmarka hugin at gera íløgur í námsvinnu, men so var ikki. Tvørturímóti fingu grønlendsku umboð­ini í Vancouver vissu fyri, at áhugin at gera íløgur í grønlendsku námsvinnuni er stórur, skrivar Sermitsiaq. Tað er stórur áhugi fyri at gera íløgur í grønlendska námsvinnu Tormóður Dahl Kjartan Kristiansen