týsdagur 12. februar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
vinnan
Nr. 30 - 12. februar 2008
hugleiðingar
Elin Heinesen,
stjóri í SamViti
Fyri at fáa tað ‘triðja beinið’ at
standa á, sum øll tosa um, má
m.a. meira íverksetan til. Ymiskir
mátar finnast at fremja íverk
setan. Men hvat slag av íverk
setan kann tað best loysa seg at
menna, og hvat slag av íverk
setararáðgeving er mest gagnlig
fyri samfelagið sum heild?
Beint nú standa vit við eitt
vegamót í Føroyum. Siðbundna
vinnan er ikki tryggasta grund
støðið longur. Av tí at okkara
serfrøði liggur nógv í fiskivinnu,
hava vit lyndi til at stovna fyri
tøkur, sum hava við fiskivinnu at
gera – ella lena seg uppat fiski
vinnu. Hetta er heilt náttúrligt.
Og hetta skulu vit eisini halda
fram við – í hvussu er, so leingi
tað loysir seg. Men fiskivinnan
er svikalig, og tað er tí avgerandi
neyðugt at framtíðartryggja
føroyska vinnu við eisini at satsa
uppá onnur vinnuøki. Men
hvørji?
Landið er lítið og fíggjarliga
orkan avmarkað. Tí mugu vit
brúka orkuna rætt. Tvs. at vit
neyvt mugu raðfesta, hvat vit
brúka pengarnar til – og velja at
stuðla og stimbra har, sum vit
sannlíkt fáa sum best burtur úr í
síðsta enda. Hvørja vinnu fáa vit
best burtur úr at menna og
útbyggja?
Satsa uppá alheims
marknaðin og tað unikka
Tað ein trupulleiki, at flestu
fyritøkur í Føroyum hava tað við
at standa í stað. Tær vaksa ikki.
Og vit hava alt ov lítið
útflutningsvirksemi í mun til,
hvat átti at verið møguligt.
Hvussu nógva orku skulu vit
brúka uppá at stuðla fyritaksemi,
sum bara satsar uppá lítla
føroyska heimamarknaðin? Og
tosa vit útflutning – hvussu
nógva orku skulu vit so brúka
uppá fyritaksemi, sum bara satsar
uppá vørur, sum onnur kunnu
gera nógv bíligari og líka væl –
kanska eisini betri enn vit?
Tíanverri eru tað nettupp mest
slíkar vørur, vit liva av at útflyta
í dag. Og tíanverri fáa vit ofta als
ikki tað virði burtur úr hesum
vørum, sum vit kundu fingið, tí
vit selja tær ikki sum hávirðis
vørur.
Búskaparhagtøl vísa so týði
liga, at tað, sum tað best loysir
seg at satsa uppá, eru vørur og
tænastur, sum á ein ella annan
hátt eru serstakar – unikkar. Tvs.
at framleiðir og bjóðar tú út eina
vøru ella tænastu, sum eingin –
ella fá onnur – kunnu bjóða, so
hevur tú ikki so nógvar kapp
ingarneytar. Um hetta er ein vøra
ella tænasta, sum kann gerast
eftirspurd á alheimsmarknaði
num, so eru allar fyritreytir fyri
at hepnast. Her kemur marknaðar
føringin inn sum eitt tað týdn
ingarmesta og mest virðis
skapandi liðið. Marknaðarføring
selir upplivingar, og upplivingar
leggja virði aftrat vørum og
tænastum okkara, so fólk vilja
gjalda meira fyri tær.
Nýskapan, framleiðsla
av hávirðisvørum
og útflutningur
Flestu fólk í vinnu og fíggjar
heimi, umframt politikarar, eru
púra samd um, at neyðugt er at
fjølbroyta føroyska vinnu. Í
Vinnupolitikkinum hjá farna
landsstýri og í Visjón 2015 var t.
d. tilmælt, at føroyskar fyritøkur
byggja upp framleiðslu av nýggj
um vørum og tænastum, og at
hávirðisvørur og tænastur og
onnur framleiðsla við stórum
nývirði verður ment. Sum dømi
kunnu nevnast vitanarvinna og
vinna grundað á gransking
umframt kreativ vinna sum
tónleikur, sniðgeving, lista
handverk o.a. Stuðul til nevndu
øki verður veittur við virkandi
vinnuframaskipan, sum m.a.
stuðlar menning av nýggjum
vørum og tænastum, teldufor
ritum, ktloysnum og nýskapandi
verkætlanum og sølufremjandi
tiltøkum.
Tá hugt verður eftir altjóða
rákinum, har upplivingar og
vitanarvinnan í dag eru størstu
vinnur í heiminum, er eingin ivi
um, at hetta er skilagott. Føroyar
hava veruliga gjørt vart við seg í
altjóða heiminum júst tá tað snýr
seg um t.d. tónleik, sniðgeving
og sum vistferðaland. Vit kunnu
gagnnýta hetta í nógv størri mun,
enn vit gera tað nú, og fáa nakað
veruliga munagott burturúr, at
vistferðafólk júst eru so áhugað í
okkara náttúru, lokalu mentan og
vørum. Harumframt hevur
føroyski fíggjarheimurin veruliga
havt vind í seglini. Føroysk
oljuvinna og KT vinna hava sera
spennandi møguleikar og eru
eisini vinnur í vøkstri.
SamVit mennir
nýggjar vinnur
Ein av høvuðsuppgávunum hjá
SamViti er tilrættislegging av
verkætlanum og vinnufremjandi
átøkum, sum júst snúgva seg um
at menna og marknaðarføra
omanfyrinevndu vinnur. Tyngsta
takið hjá vinnuni liggur ofta í
sjálvari tí virðisskapandi
marknaðarføringini – og her
kann tað almenna gera munin,
sum lyftur okkara vinnulív
uppum gáttina til alheimin, tí í tí
almenna hava vit møguleika fyri
at miðsavna og samskipa orkuna,
so hon ger mest møguligt gagn –
bæði fyri einstøku fyritøkurnar
og samfelagið sum heild.
Føroysk vinna hevur í SamViti
eitt stað hjá tí almenna at venda
sær til fyri at fáa hjálp, t.d. tá ið
tað snýr seg um fremjan av
vinnuligum nýlendi, nýskapan og
nývirðisskapan, ætlað útflutnings
framtøk, marknaðarátøk o.s.fr.
Eftirspurningurin eftir hesum
tænastum er nógv øktur – og
SamVit sum stovnur verður av
nýskapandi vinnuni mettur sum
ein náttúrligur stuðul og sam
starvsfelagi. Tí átti politiska
skipanin at raðfest hetta
innsatsøki væl hægri enn higartil.
Raðfesta altjóðagerð
og útflutningsframa
SamVit arbeiðir miðvíst við
vinnuframa, útflutningsframa,
stuðli til nýggjar útflytarar,
umframt við handilsferðum –
ofta í samstarvi við landsstýrið –
ið vekja áhuga uttanlands fyri
føroyskum vørum og tænastum,
umframt fyri samstarvi millum
útlendskt og føroyskt vinnulív.
Hetta eru júst uppgávur, sum nú,
tá vinnan í Føroyum fjølbroytist
og útlendski áhugin gerst størri
og størri, verða væl fleiri og
nógv meira umfatandi – og tí
eisini krevja játtanir á
fíggjarlógini, sum kunnu muna.
Tað er sera umráðandi, at
Føroyar nú lofta teimum
møguleikunum, sum standa
okkum í boði. Vit hava veruligt
altjóða viðrák í løtuni, men vit
missa alt á gólvið, um vit ikki
satsa uppá at brúka tey høvini,
sum eru okkum givin. Tí má
SamVit, sum er ein almennur
vinnuframastovnur, hava nakað
at arbeiða við.
Draga íløgarar til landið
Eitt er at fáa altjóða umrøðu
einaferð nú og tá. Tað er mikið
gott, men eitt annað er at halda
lív í grýtuni. Tað er har, tunga
takið skal takast. Tað, at draga til
sín útlendskar íløgur og skapa og
savna gransking og vitan, sum
kunnu menna búskap okkara, er
nakað sum skal arbeiðast miðvíst
við alla tíðina – eisini innanhýsis
í Føroyum.
Áhugin hjá útlendskum
keyparum og íleggjarum fyri
Føroyum økist, um føroyskt
vinnulív stendur seg væl á
útflutningsmarknaðinum. Tí má
tann ráðgeving og tann hjálp, ið
tað almenna veitir vinnulívinum í
stremban tess at koma út á
altjóða marknaðir við vørum og
tænastum, styrkjast. Fyri at náa
málinum er umráðandi, at
innlendis vinnuráðgeving,
útflutningsframi, sendinet Føroya
í útlondum og avtalur við
útflutningsráð í grannalondunum
virka sum ein samrunnin skipan.
Eisini mugu skipanir mennast, ið
veita nýggjum útflytarum
ítøkiliga hjálp í byrjanini. Alt
hetta arbeiðir SamVit miðvíst
við. Nú er bara at vóna, at
politisku myndugleikarnir eisini
virðismeta gagnvirðið í hesum
arbeiði og raðfesta tað.
Fleiri bein – ella kaos
at byggja á, og so byggja víðari á
tað besta. Og latið okkum blaka
pengarnar har, sum teir veruliga
gera mun.
Neyðugt at raðfesta
vakstrarvirksemi
Í dag er trupulleikin, at vit skapa
nógv virksemi, men ov lítið av tí
endar við at vaksa – enn minni
vaksa út um landoddarnar. Sjálv
andi eiga vit at stuðla íverksetar
um sum heild so nógv sum gjør
ligt – eisini tey, sum arbeiða í
smáum á heimamarknaðinum –
men skulu vit veruliga taka eitt
risastig víðari, so satsa vit uppá
at stimbra íverksetan av
munagóðum vakstrar og
útflutningsvirksemi í Føroyum,
sum veruliga kann gerast eitt
týðandi ‘triðja bein’. Tí mugu vit
seta skilagóðar spurningar og
meta um íverksetararáðgevingina
kvalitativt. Vit mugu tosa um:
Hvussu fáa vit mest gagn av
teimum upphæddum, vit seta av
til íverksetararáðgeving? Hvat er
tað fyri íverksetan, sum ger
størst samfelagsligt gagn, og
sum veruliga er verd at brúka
orku uppá at stimbra? Les meira
um hetta í greinini “Fleiri bein –
ella kaos”.
OPECivi um dollaran
OPEClondini umhugsa í hesum døgum at skifta amerikanska dollaran
út við felags evropeiska gjaldoyrað, evruna, soleiðis at í framtíðini skal
oljuprísurin kanska roknast í evrum heldur enn í dollarum. Tað sigur
aðalskrivarin í OPEC, Abdullah alBadri, við The Economic Times. Tað
er tað stóra fallið á dollaranum, sum hevur fingið OPEC at ivast í
amerikanska gjaldoyranum. Í 1984 var dollarin góðar 12 krónur, og í
dag er hann niðan fyri 5 krónur.
Dollarin er viknaður so nógv, at OPEC umhugsar at brúka evruna ístaðin fyri
– Íverksetaravirksemi er ein inngrógvin partur av
føroyska hugburðinum og íverksetarahugurin er
væl longri frammi í Føroyum enn í londum, vit
samanlíkna okkum við. Hetta vísa hagtølini, sigur
Elin Heinesen, stjóri í SamVit