týsdagur 12. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 30 - 12. februar 2008
Sum nú er, eru tvey
íverksetarahús í
Føroyum. SamVit
samstarvar við
bæði verandi
íverksetarahúsini
og nú eisini við
Tórshavnar
Kommunu um at
skapa eitt íblásandi
íverksetaraum
hvørvi í Havn.
Vit hava spurt
Elina Heinesen,
stjóra í SamViti,
nakrar spurningar
viðvíkjandi leikluti
num hjá SamViti í
íverksetarahøpi
Samrøða
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hvussu
kann
SamVit
tryggja betri vilkor fyri
íverksetarar?
- SamVit hevur higartil ar-
beitt eftir Vinnupolitikki-
num hjá fyrrverandi lands-
stýri, har SamVit hevur
fingið til uppgávu at standa
á odda fyri samskipanini av
íverksetararáðgevingarvirk
semi í Føroyum. Hetta inni-
ber samskipan av arbeiðnum
hjá
íverksetarahúsunum
kring landið. Uppgávan hjá
SamViti í mun til íverksetan
er serliga at lætta um møgu-
leikarnar hjá íverksetarum
at fáa atgongd til vitan, kapi-
tal og samstarvspartnarar
og at tryggja, at tað ikki er
ov tvørligt hjá íverksetarum
at byrja sítt virksemi.
– Í SamViti starvast 18
fólk – harav 5 fólk starvast
burturav á Menningardeild-
ini, sum júst hevur til upp-
gávu bæði at ráðgeva fyri-
tøkum, harímillum íverkset-
arum, og samskipa íverk-
setararáðgeving
annars.
Menningardeildin stendur
fyri menningarverkætlanum
– herundir ráðgeving av
íverksetarum – serliga inn-
an útflutnings-, ferða-, KT-
og kreativu vinnurnar. Íverk-
setarahugtakið verður her
hugsað breitt. Tvs. íverkset-
arar, sum ætla sær í gongd
við virksemi, íverksetarar,
sum er komnir í gongd og
íverksetan, sum sprettir úr
verandi virki (t.d. útflutn-
ingsprosjekt).
– Fólkini á menningar-
deildini í SamViti hava
hvør sær serfrøði á ávísum
økjum – tó serliga í mun til
vakstrar- og útflutnings-
virksemi. SamVit lýkur tí
serligar ráðgevingaruppgáv-
ur, sum snúgva seg mest
um marknaðarføring, út-
flutningsvinnu og framtíðar
virkisvøkstur, meðan Sam-
Vit samstarvar við onnur
um aðra ráðgeving, sum
snýr seg um tað meira
grundleggjandi
við
at
stovna fyritøkur heilt frá
byrjan – t.d. við íverkset-
arahúsini, Vinnuhúsið og
framyvir eisini við vinnu-
ligu skúlarnar í Føroyum.
Hví samskipa íverksetara
ráðgevingina?
- SamVit ynskir at samskipa
íverksetanarráðgevingina
fyri at gera tað so yvir-
skoðiligt og lætt fyri íverk-
setaran sum gjørligt at leita
sær ráð – líkamikið hvar
viðkomandi býr, og hvørj-
um støði hann ella hon er á.
Talan kann eisini vera um
at menna nýggja íverksetan
innan størri verandi fyritøk-
ur. SamVit og Íverksetara-
húsini kunnu samstarva og
t.d. brúka ráðgevingarveit-
anir frá hvørjum øðrum, so
íverksetarar harvið fáa at-
gongd til alla tøka serfrøði
á marknaðinum, sum arbeið-
ir til gagns fyri íverksetarar.
Um SamVit t.d. keypir
íverksetararáðgeving
frá
serfrøði uttanfyri SamVit
til tey, ið søkja sær ráð, ella
letur ráðgeving frá serfrøð-
ingum í SamViti til íverk-
setarahúsini, stuðlar SamVit
harvið arbeiðnum hjá íverk-
setarahúsunum. Tó má hetta
sjálvandi gerast við neyvum
atliti til, at vit ikki taka
breyð úr munninum á íverk-
setararáðgevum, sum liva
av at veita ráðgeving, men
at vit eisini samstarva við
hesar serfrøðingar.
- Samstarv og samskipan
er sjálvandi eisini neyðug
fyri at tryggja, at arbeiðið
hjá teim ymsu húsunum
ikki umskarast, umframt at
allar tøkar kreftir innan
ymiska serfrøði verða lagd-
ar saman og brúktar, hóast
tær virka ymsastaðni í landi-
num. Um ráðgevingarser-
frøðin í landinum verður
samskipað,
kemur
best
møguliga ráðgevingin at
standa íverksetarunum í
boði til eina og hvørja tíð.
Gera portal
Hvussu ætlar SamVit at
samskipa
íverksetararáð
gevingina?
- SamVit arbeiðir t.d. við
eini ítøkiligari verkætlan
um at stovna íverksetarapor-
tal saman við íverksetara-
húsunum, sum verður ein
portalur fyri allar íverkset-
arar og íverksetararáðgevar.
Vit ynskja at tryggja, at
íverksetarahúsini ikki kapp-
ast innanhýsis – ella kappast
móti privatum – men at øll
stuðla uppundir hvørtannað
til best møguligt gagn fyri
íverksetararnar – og tað er
eitt arbeiði, SamVit sum
almennur stovnur beinleiðis
undir
Vinnumálaráðnum
hevur fingið til uppgávu at
standa á odda fyri.
- Harumframt arbeiðir
SamVit við at stovna íverk-
setaranetverk fyri at skapa
gjøgnumskygni íverksetarar
og íverksetarahúsini ímill-
um.
Íverksetarar
kunnu
læra av hvørjum øðrum og
skapa nýggj hugskot saman.
Íverksetaranetverkini skulu
ikki bara vera lokal, men
eisini altjóða, so føroyskir
íverksetarar fáa samband
við íverksetaranetverk uttan-
lands. Hetta er eitt stórt
arbeiðsøki, sum SamVit
fremur í løtuni saman við
samstarvsfeløgum – t.d.
saman við íverksetarahúsu-
num – men sum krevur
mannorku og hóskandi upp-
hæddir av fíggjarlógini fyri
at kunna veruliggerast.
Hvussu gongur við at
gjøgnumføra ætlanirnar?
- Um tað skal eydnast, er
tað avgjørt neyðugt við eini
hægri játtan, sum m.a. skal
nýtast til at útbyggja sam-
starvið við íverksetararáð-
gevar og -hús umframt evt.
komandi íverksetarahús og
til at skapa netverk innan-
og uttanlands. Vit arbeiða
longu fyri, at íverksetara-
húsini verða samskipað og
kanska spesialiserað á yms-
um økjum, so ráðgevingar-
kreftirnar verða brúktar so
effektivt sum gjørligt, men
vit mangla tøkan pening til
at veruliggera t.d. portalin
og ikki minst til kanska at
kanalisera víðari til íverk-
setarahúsini,
sum
eisini
mangla ressursur.
Arbeiðir SamVit saman við
íverksetarahúsum og ráð
gevum sum er?
- Ja. Bitland er eitt íverkset-
arahús, vit samstarva tætt
við. Bitland er ein góður
samstarvsfelagi, sum t.d.
hýsir Klekingardeplinum.
Hví samskipa íverksetara
RG sterkari innanhýsis
Royal Greenland hevur fingið nýggjan bygnað, sum sambært leiðsluni skal
menna fyritøkuna við øktum samstarvi og meiri gjøgnumskygni fyri eyga. Í
hesum sambandi er Lars Nielsen settur at hava ábyrgdina av allari
framleiðslu hjá Royal Greenland á landi í Grønlandi og uttan fyri Grønland,
og Michael Riis hevur ábyrgdina av øllum flutningi. Flemming Knudsen,
aðalstjóri, sigur við KNR, at nýggi bygnaðurin skal eisini økja vinningin hjá
Royal Greenland.
Lars Nielsen stendur fyri allar framleiðslu á landi
hjá Royal Greenland (Mynd: Sermitsiaq)
Íverksetarafundur í Klaksvík