Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 30 - 12. februar 2008 Hetta er ein verkætlan undir SamViti. Bitland arbeiðir mest við kleking av útflutn­ ings­ og vakstrarfyritøkum, har KT, gransking, vitan, og kreativitetur spælir ein stóran leiklut. Hetta meta vit vera eitt sera spennandi øki, sum vert er at gera íløg­ ur í. ­ Endamálið við sam­ starvsavtaluni millum Bit­ land og SamVit er at skapa serligar karmar fyri menn­ ing av nýggjum nýskapandi fyritøkum við at geva teim­ um íblásandi virkisligar karmar, har nýggir og meira royndir íverksetarar sita saman, og harvið lætta íverksetarunum um atgongd­ ina til fígging og ráðgeving í byrjanartíðini t.v.s. í fyrstu stigunum í verkætlanartil­ gongdini. Málið er sjálvandi at handilsgera teirra menn­ ingarhugskot og geva teim­ um ein sterkan platform at byggja sítt vakstrarvirksemi á. ­ Tórshavnar Kommuna er eisini í ferð við at taka initiativir í mun til at stimbra íverksetan og bøta um umstøðurnar hjá íverk­ setarum í kommununi og hevur víst áhugað í at leggja kreftirnar saman bæði við Bitland og SamVit um at seta ein íverksetara­ ella nýskapanardepil á stovn í Havn. Vakstrarmøguleikar Hvussu nógvar íverkset­arar hýsir Klekingardepilin? ­ Á Klekingardeplinum eru í løtuni tríggjar fyritøkur við tilsamans 5 fólkum og ein bíðar eftir at sleppa inn. At klekja fyritøkur innan vitanarvinnuna er arbeiði, ið tekur langa tíð. Ofta ganga fleiri ár frá hugskoti til fyrsta faktura, men um tað eydnast, so er ofta gróð­ ursett til stórar vakstrar­ møguleikar. ­ Av verkætlanum, sum eru og hava verið í Klek­ ingardeplinum, og sum hava eydnast at koma í gongd, kunnu nevnast Sim­ prentis, Auixillior á Tvør­ oyri og Føroya Sporføris­ skipan. Hetta eru alt fyritøk­ ur, ið ikki hava Føroyar sum sín høvuðsmarknað, men eru føddar globalar og hava allan heimin sum marknað. Samst­arvar SamVit­ við Íverkset­arahúsið í Klaks­ vík? ­ Ja, vit hava ein leypandi dialog við tey, og vit ynskja avgjørt at samstarva enn tættari við Íverksetarahúsið í Klaksvík, tí tey eru ein týdningarmikil partur av heildarmyndini, men enn er ikki gjørd nøkur endalig skrivlig samstarvsavtala við Íverksetarahúsið. ­ Vit kenna ikki til aktivi­ tetsniveauið hjá Íverksetara­ húsinum í æsir, men so vítt vit hava fingið upplýst, hava eini 60 fólk verið á skeið í 2007 – og vit vita um, at tey arbeiða við ítøki­ ligum verkætlanum, sum kunnu blíva til ítøkilig virk­ ir. Eini fýra­fimm eru longu farin í gongd. Málbólkurin – ella brúkarabólkurin hjá Íverksetarahúsinum í Klaks­ vík er, so vítt vit hava skilt, í stóran mun yngri fólk, sum koma úr miðnámsskúl­ unum, og íverksetarar innan býarvinnur, kanska serliga í Klaksvík og økinum har um leiðir, men Íverksetara­ húsið hevur ætlanir um at fevna um meira – eisini landafrøðiliga. Ein part­ur av uppgávu­ num hjá SamVit­i er at­ menna íverkset­an innan ferðavinnu eisini? ­ Ja, ferðavinnan hevur vaksandi týdning, so íverk­ setaravirksemi innan ferða­ og upplivingarvinnu er av­ gjørt eisini nakað vit ar­ beiða við. Tað er ein stór og vaksandi uppáva hjá SamViti – her hugsi eg um íverksetan, menning og nýskapan innan ferðavinnu, sum t.d. snýr seg um at gera ferðavinnuumstøðurnar betri, menna nýggj ferða­ vinnutilboð, gera kunning­ ar­ og tænastustigið betri ella menna góðskustýringar­ skipanir, sum skulu tryggja kundunum dygd og upp­ livingar. ­ Tað, sum kanska er ser­ liga spennandi, er menning, íverksetan og nýskapan av vinnuligum átøkum í út­ jaðaraøkjunum, sum Sam­ Vit metir vera eitt virðis­ mikið tilfeingi serliga í ferðavinnuhøpi. Fleiri ítøki­ ligar verkætlanir eru í løtuni til t.d. at byggja gistingar­ og upplivingardeplar ymsa­ staðni í landinum, sum SamVit stuðlar við ráðgev­ ing og aðrari hjálp. ­ Tíanverri hava vit ikki nógv at luta sundur til hvørt øki í Føroyum, tí játtanin er sera avmarkað og innsats­ urin má eisini laga seg eftir initiativunum, tørvinum ella eftir áheitanunum, sum koma frá íverksetarum í økjunum. Men eingin ivi skal vera um, at menning av útjaðaranum verður rað­ fest høgt í SamViti. Rundferð í Føroyum Hevur SamVit­ annað í hyggju sum snýr seg um íverkset­an? ­ Ja, avgjørt. Vit ynskja at varpa ljós á, hvussu vit best kunnu gagnnýta virði okk­ ara í Føroyum, so vit hava t.d. ítøkiligar ætlanir í SamViti um at gera eina rundferð í øllum Føroyum her í vár, har fokus verður sett á eitt øki í senn. Ætlanin er, at øll økini hava haft vitj­ an av SamViti eftir umleið einum hálvum ári. Endamál­ ið við rundferðini er m.a. at vitja fyritøkur og íverkset­ arar kring landið, fáa vinn­ una í hvørjum øki í talu um teirra virksemi og íverkset­ an, at læra økið og virksemi í hvørjum øki at kenna og geva íblástur við at vísa á møguleikar fyri samstarvi, netverkan og felags átøkum fyri økið sum heild, og eggja til meira virkni í hvørj­ um øki, sum kann draga fólk til. ­ Harnæst er ætlanin at gera nøkur felags tiltøk í heyst – saman við lokalu økjunum, har SamVit fer at luttaka í borgarafundum við fyrilestrum og skipa fyri øðrum tiltøkum – t.d. mentanarligum tiltøkum við lokalum talentum. Ætl­ anin er at samstarva við miðlarnar eisini um at varpa ljós á tey ymisku økini, tá vitjanin fer fram, og sostatt hjálpa til við at marknaðar­ føra økið og sjónliggera alt tað spennandi virksemið í økinum. Hevur SamVit­ nóg st­óra ját­t­an at­ arbeiða við t­il alt­ het­t­a? ­ SamVit ynskir at brúka játtan sína í stóran mun til íverksetararáðgevingarend amál og til annan íverk­ setarastuðul og menning og stuðul av aðrari vinnu, so sum eg her havi lýst tað – t.d. hjálp til útflutnings­, íløgu­ og marknaðarátøk og menning av ferðavinnu, umframt uppbygging av netverkum – innlendis og altjóða. ­ So um politikkararnir taka undir við hesum og ynskja, at vit skulu hepnast við at gjøgnumføra málini hjá okkum, so vóna vit sjálv­ andi, at tey eisini leggja neyðugu ressursurnar í tað, so tað veruliga kann koma okkurt munagott burturúr. ­ Alt, sum eg havi nevnt í hesi samrøðu skuldi helst lýst tørvin á størri játtan. Men vit mugu aldrin gloyma, at – um rætt verður atborið – so kann virksemið hjá SamViti geva peningin fleirfaldað aftur til samfe­ lagið! Hetta er peningur, sum kann fara til at lyfta aðrar tungar samfelagsupp­ gávur. Ein íløga í virksemið hjá SamViti er nemliga ein íløga í lunnarnar undir ein­ ari burðardyggari framtíð! endar Elin samrøðuna. ráðgeving? Umrøða burðardygd Viðurskiftini hjá veiðimonnunum í Grønlandi er evnið á ráðstevnu, sum verður í Nuuk í døgunum frá 18. til 22. februar. Har fara 75 innboðin at umrøða ymsar spurningar í sambandi við burðardygd hjá livandi tilfeingi, og hvussu hetta kann samskipast við altjóða reglur. Høvuðsspurningurin er, hvussu veiðimannavinnan skal skipast í framtíðini, og hvussu tað ber til at tryggja vinnuni so góðar fíggjarligar umstøður, at hon kann virka. Grønlendska veiðivinnan skal vera burðardygg (Mynd: KNR) Tá Menningarstovan og Ferðaráð Føroya gjørdust til SamVit. Kjartan Kristiansen, táverandi stjóri í Menningarstovuni, heilsar upp á Elin Heinesen, stjóra í SamVit Savnsmynd