týsdagur 12. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 30 - 12. februar 2008
75.000 krónur til Skálavíkar
kommunu
Sandur: Á bygdaráðsfundi hjá Sands Kommunu í gjárkvøldið varð
einmælt samtykt at játta Skálavíkar Kommunu ein peningaligan
stuðul uppá kr. 75.000. Í viðmerkingunum til uppskotið segði
borgarstjórin, Páll á Reynatúgvu millum annað soleiðis: - Vit eiga
eftir førimuni at hjálpa skálvíkingum, eins og vit fegin hjálpa, tá tað
er tøvur á hjálp í illa raktum grannalondum okkara. Uppskotið varð tí
viðgjørt við einum ynski, um at rætta Skálavíkar Kommunu eina
bróðurhond, í royndini at koma fyri seg aftur eftir herviligu
Kyndilsmessuódnina, skrivar heimasíðan bkv.fo
Fara nú undir
barnaskúlan
Sandur: Sands Kommuna samtykti á
bygdarráðsfundinum í gjárkvøldið, at taka
av tilboðnum hjá Spf. Steintór Fagradal at
gera lendisarbeiði til nýggja barnaskúlan á
Sandi. Tvey tilboð komu inn, og hevði
Spf. Steintór Fagradal tann lægra
kostnaðin at gera hetta arbeiðið. Eftir
ætlan skulu sandsbørn sleppa í nýggja
skúlan fyri jól í ár.
- Okkara virksemi
kann samanberast
við eitt alibrúk,
sum enn ongan fisk
hevur tikið. Fiskurin
verður fóðraður, til
hann er tøkuførur,
men áðrenn hann
verður tikin, gevur
hann onga krónu.
Kortini eru virðini
har. Hjá okkum snýr
tað seg um goymslur
av olju, sum eru í
undirgrundini, og
her er tað eisini ein
spurningur um tíð,
nær hesar goymslur
verða “umsettar” til
pening, sigur Wilhelm
Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum,
sum hevði 10 ár á baki
í gjár
Olja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
“Føroyska oljufelagið At-
lantic Petroleum gjørdi eitt
rimmar hál í morgun og
setti egið met, tá ið kursurin
á partabrøvunum kom upp
á 950 krónur. Høgi kursurin
hevur við sær, at marknaðar-
virðið fyri felagið fyri
fyrstu ferð í søguni er oman
fyri eina miljard krónur…”
Soleiðis ljóðaðu tíðindini
á Portalinum 21. mai í fjør.
Í gjár vóru 10 ár liðin, síð-
an Atlantic Petroleum varð
stovnað og í morgun, tá ið
vit høvdu stjóran, Wilhelm
Petersen, í telefonini, kundi
hann siga okkum, at felagið
í dag hevur eitt marknaðar-
virði, sum er meira enn 1,7
miljardir krónur.
7.000 parteigarar
Talið av partaeigarum í
felagnum er eisini nógv
økt, síðan felagið kom á
virðisbrævamarknaðin
í
Keypmannahavn.
Seint í mai mánaða í fjør
vóru umleið 3.700 parta-
eigarar í Atlantic Petroleum,
harav føroyski parturin var
umleið 66%. Hinir eigarar-
nir vóru útlendingar og før-
oyingar í útlandinum.
Wilhelm Petersen sigur,
at talið av partaeigarum í
dag er umleið 7.000, og tað
eru í stóran mun stórir
danskir íleggjarar, sum hava
teknað partapening í felag-
ið
- Talan er eitt nú um pen-
sjónsgrunnar og einar 20
miðalstórar bankar, sum síð-
an hava selt partabrøv út-
aftur til síni viðskiftafólk.
Upprunaliga vóru tað 18
føroyskir íleggarar, sum
stovnaðu Atlantic Petroleum
við tilsamans 25 miljónum
krónum í partapeningi.
Íleggjararnir, sum stovn-
aðu felagið, vóru P/F Kong-
havnar Útgerðarfelag, Hildi-
gunn Johannesen, Mortan
Johannesen, P/F Føroya
Bjór, P/F JFK-Trol, P/F
Smyril Line, P/F Farodane,
P/F Havnar Timburhandil,
P/F Svend Krosstein, P/F
Vestlax, P/F Teymavirkið,
P/F Havsbrún, P/F Súsi og
P/F
Tórshavnar
Skipa-
smiðja, S/F Føroya Sjóvá-
trygging, Eik Banki, P/F
Poul Hansen og P/F Hvilvt-
enni.
Stór virðisøking
Wilhelm Petersen sigur, at
flestu íleggjarar framvegis
eiga part í Atlantic Petrol-
eum, men onkrar broytingar
eru farnar fram, sum árini
eru liðin.
- Sambært marknaðarvirði-
num, sum felagið hevur í
dag, eru upprunaligu parta-
brøvini 15 ferðir so nógv
verd nú, sum tá ið tey vórðu
teknaði fyri 10 árum síðan.
Stjórin fegnast soleiðis
um, at tað hevur eydnast
nevnd og leiðslu at upp-
byggja eitt altjóða oljufelag
hesi árini.
Kjartan Hoydal hevur ver-
ið
nevndarformaður
øll
árini, síðan felagið varð
stovað 11. februar í 1998.
Atlantic Petroleum hevur
skrivstovu í Havn, har fimm
fólk eru til arbeiðis um dag-
arnar, og síðan hevur felag-
ið nýliga latið upp skriv-
stovu í London, har tvey
fólk eru til arbeiðis.
- Á skrivstovuni í London
koma ætlandi nøkur fólk
aftrat innan stutta tíð, sigur
Wilhelm.
Atlantic Petroleum er
móðirfelag,
sum
hevur
dóttirfeløg í Onglandi og
Írlandi, ið taka sær av loyvu-
num í hesum londum, men
enn er eingin settur í starv í
Írlandi.
At útvinna olju
Hóast felagið hevði 10 ára
stovningardag í gjár, gjørdi
felagið einki serstakt burtur
úr degnum.
Í samrøðu við Sosialin í
gjár, segði stjórin, at felagið
hevur ætlanir um at leggja
stovningardagin saman við
einum øðrum stórum degi,
sum ikki liggur so langt
burtur.
- Vit fara at útvinna olju
nakað skjótt, og tí ætla vit
at “markera” hesar báðar
dagarnar undir einum.
Wilhelm vísti á, at Atlan-
tic Petroleum er partur av
tveimum økjum, sum fara
undir at útvinna olju í nærm-
astu framtíð.
- Í løtuni er ikki heilt
greitt, um fyrra økið, sum
er Chestnu, fer undir fram-
leiðslu seinast í hesum
fjórðingsári – ella tíðliga í
øðrum fjórðingsári. Í øllum
førum er greitt, at fyrra
framleiðsluøkið fer í gongd
í fyrra helmingi av árinum
– og hitt seinna, sum er
Etrick, fer undir framleiðslu
miðskeiðis í hesum árinum,
sigur stjórin.
Tað hevur verið klárt at
taka olju upp úr Chestnu-
økinum í eina tíð, har olju-
felagið Venture er operatør-
ur. Føroyska felagið eigur
15% í Chestnut.
- Vit fegnast um, at At-
lantic Petroleum sum fyrsta
føroyska
oljufelagið
nú
verður partur av veruligari
oljuframleiðslu. Tað hevur
drigið út at finna olju í rakst-
rarverdum nøgdum í før-
oyskum øki, og tí hevur
verið umráðandi hjá okkum
at leita út um landoddarnar.
Atlantic Petroleum nærkast svarta gullinum:
Marknaðarvirðið er meira
enn 1,7 miljardir krónur
- Vit fegnast um, at Atlantic Petroleum sum fyrsta føroyska oljufelagið nú verður partur av veruligari oljuframleiðslu. Tað dróg út
við at finna olju í rakstrarverdum nøgdum í føroyskum øki, og tí hevur verið umráðandi hjá okkum at leita út um landoddnarnar,
sigur Wlhelm Petersen, stjóri