Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 30 - 12. februar 2008 Breiða undirtøku fyri eftirskúlanum Hvalba: - At nýggja samgongan hevur eftirskúlan í samgonguskjalinum, og andstøðan samstundis ætlar at leggja uppskot um eftirskúla fyri løgtingið, ber boð um, at eftirskúlin hevur breiða undirtøku í politisku skipanini, sigur Ólavur Rasmussen, sum er formaður í nevndini fyri eftirskúlan í Hvalba. Hann sigur sambært uf.fo, at uppskotið sum Fólkaflokkurin nú ætlar at leggja fyri løgtingið, er sama uppskotið sum ætlanin var at leggja fyri tingið, tá løgtingsval varð útskrivað. Uppskotið varð borið løgtingsskrivstovuni, men var ikki lagt fyri tingið, tí val varð útskrivað. Ólavur Rasmusen vil ikki alment gera viðmerkingar til uppskotið um eftirskúla, tí málið er politiskt, og tað eru politikararnir sum mugu taka avgerðina. Nevndin fer nú at biðja landsstýrið um ein fund, fyri at fáa at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við eftirskúlanum. Fer nú á svart­ kjaftaveiðu Strømfjord fer komandi túr at royna eftir svartkjafti, skrivar heimasíðan bkv.fo. Upplýst verður, at á seinasta sildatúrinum fingu teir 900 tons av sild. Teir hava eina kvota uppá 6000 tons. Goymdar inntøkur Vit spurdu eisini stjóran, hvussu eitt oljufelag, sum higartil ongar inntøkur hevur havt, kann hava eitt so stórt virði, sum Atlantic Petroleum hevur? - Slíkt virksemi kann kanska samanberast við eitt alibrúk, sum enn ongan fisk hevur tikið. Fiskurin verður fóðraður, til hann er tøku- førur, men áðrenn hann verður tikin, gevur hann onga krónu. Kortini eru virðini har. Hjá okkum snýr tað seg um goymslur av olju, sum eru í undirgrund- ini, og her er tað eisini ein spurningur um tíð, nær hes- ar goymslur verða “um- settar” til pening. Wilhelm vísir á, at tú kanst eiga nakrar dollarar, sum tú vekslar til krónur, og soleiðis kanst keypa fyri peningin. - Hjá okkum snýr tað seg um eina “oljukonto”, sum kann umsetast til pening, um vit so kunnu siga. So hvørt, sum útvinningin av oljuni fer fram, veksur í pen- ingakassanum hjá felag- num, samstundis sum goymslan, ið skapar pening- in, minkar. Tí er umráðandi, at goymslurnar verða supp- leraðar við nýggjum goymsl- um. Olja fer at renna Wilhelm Petersen vísir á, at tá ið framleiðslan í Chestnu- og Etrick-økjunum er kom- in í gongd í summar, verður parturin hjá Atlantic Petrol- eum millum 3.000 og 4.000 tunnur um dagin. - Metingar siga, at tann fyrri brunnurin helst kemur at koyra í eini fimm ár og hin seinni í eini tíggju ár. Rímiliga stórar inntøkur liggja í okkara parti av hesi framleiðslu, sigur stjórin í Atlantic Petroleum. Vanliga eru eini 3-4 feløg saman um at slíkar oljuverk- ætlanir, og hetta er fyri at spjaða váða og fyri at gera nýtslu av førleikanum hjá hvørjum øðrum. Nevndin í Atlantic Petroleum vitjaði fyrsta ”føroyska” oljupallin í fjør heyst. Hetta er Sevan Humming­bird-pall- urin, sum skal fáa fyrstu før- oysku oljuna upp úr havbotni- num og­ soleiðis g­eva Atlantic Petroleum fyrstu inntøkurnar