týsdagur 12. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 30 - 12. februar 2008
- Hugskotið um
ein handil kom ein
dagin eg lá í sofuni.
So segði eg við
mannin: “Gundur,
nú fara vit í gongd!”,
sigur 37 ára gamla
Óluva Frederiksen á
Viðareiði.
Um tríggjar mánaðir
verða orðini til
veruleika, tá nýggjur
matvøruhandil letur
upp á Viðareiði.
Handil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Viðareiði: - Nei, eg havi
ikki hugsað um nakað navn
enn. Men handilin skal í øll-
um førum ikki eita “Hand-
ilin hjá Óluvu”!, sigur kom-
andi handilskvinnan, sum
annars er ættað úr Klaks-
vík.
Sum heimahoyrandi í
hesi norðastu bygd okkara
veit hon alt um trupulleik-
arnar, tá fólk skulu til hand-
ils.
Langt er at fara til handils
í Klaksvík, og so má ein har-
aftrat hugsa um, at koyrast
skal eftir tí smala og ótíðar-
hóskandi Viðareiðisvegnum
og gjøgnum smølu tunlarnar
á Borðoynni, - kanska bara
fyri at keypa sær ein pakka
av mjólk.
Hugskotið til handilin
fekk hon ein dagin fyri
skjótt 10 mánaðum síðani,
og í løtuni byrjar ein hand-
ilsbygningur at taka skap á
Viðareiði. Alt er innilokað
og ein av fyrstu døgunum
verða vindeyguni sett í.
- Jú, eg eri øgiliga spent
eftir at byrja, sigur Óluva.
Ætlanin er eisini at gera
umstøður, so at ferðafólk
kunnu sita uttanfyri í góð-
veðrinum og njóta útsýnið
yvir vøkru bygdina.
Ov langt at koyra
Tað var við sorg í sinni, at
fólkið á Viðareiði kundi
staðfesta, at einasti handilin
í bygdini ætlaði at lata aft-
ur.
Tíðindini um hetta høvdu
gingið í eina tíð, og í
november 2006 var so dag-
urin umsíðir komin, tá við-
ingar ikki sluppu til handils
longur.
Teir noyddust nú at fara
av bygdini um teir skuldu
keypa sær eitthvørt til hús-
arhaldið. Og í flestu førum
merkti hetta aftur, at tey
máttu koyra allan vegin til
Klaksvíkar.
- Eg skilti tá, og hoyri tað
enn, at fólk hava longst eftir
einum handli í bygdini. Tað
er ov langt at koyra 16 kilo-
metrar hvønn vegin til
Klaksvíkar, bara tí ein
manglar eitt smáting!, stað-
festir Óluva.
Á Viðareiði er eitt hotell,
matstova og ein kiosk, men
her fæst ikki alt tað, sum
krevst til eitt vanligt húsar-
hald.
Men gongst sum ætlað
fáa viðingar og onnur høvið
at fara til handils aftur í
bygdini um einar 2-3 mán-
aðir.
Kaffikrók við útsýni
Óluva Frederiksen er í teirri
hepnu støðuni, at hon er
systir ein mann við góðum
hugflogi – Niclas Hera í
Klaksvík.
Tey hava tosað nógv sam-
an, og hann hevur eisini ver-
ið arbeiðsgevari hennara, tá
hon áður arbeiddi á bensin-
støð í Klaksvík.
Í handlinum á Viðareiði
fer tí at verða annað og
meiri enn bert ein handil.
Hetta skal eisini verða eitt
sosialt stað – eitt stað, har
fólk kunnu hittast til eitt
hugnaligt prát.
Ætlanin er nevniliga at
hava ein kaffikrók í tí horni-
num, sum vendir oman
ímóti kirkjuni. Her kunnu
so bygdarfólk ella fremm-
andafólk fáa sær ein kaffi-
munn, meðan tey práta um
dagsins viðurskifti, sam-
stundis sum tey kunnu njóta
vakra útsýnið vestureftir.
- Vit mugu eisini taka hen-
syn til tann sosiala partin.
Tað er ikki neyðugt hjá
fólki at skunda sær avstað
aftur, tá tey hava keypt tað
sum tey skulu.
- Hetta veit eg alt um, tí
eg havi mangan hoyrt fyri
tað, at eg ikki kom til hús
aftur, tá eg fór til handils!,
sigur Óluva við einum
brosi.
Opið út á kvøldið
Óluva hevur roynt ymisk
arbeiði. Hon hevur millum
annað
verið
dagrøktar-
mamma og hevur arbeitt
hjá Shell í Klaksvík, eins
og hon nú vaskar í skúlanum
á Viðareiði.
Nú, hon letur handilin
upp, ætlar hon sær sjálv at
standa í handlinum ta fyrstu
tíðina í øllum førum.
- Men sjálvandi má eg so
líðandi fáa onkran at hjálpa
mær, greiðir hon frá.
Ætlanin er at handilin,
sum enn ikki hevur fingið
sítt navn, skal hava opið frá
fyrrapartinum og nakað út
á kvøldið – kanska til 8 ella
9.
Hetta seinasta verður ser-
liga til fyrimunar hjá teim-
um sum arbeiða í Klaksvík,
og sum eftir loknan arbeiðs-
dag skulu gera døgurða til
familjuna.
- Um tey brádliga mangla
okkurt, er ov langt at fara
allan vegin til Klaksvíkar at
keypa. Tá kunnu tey bara
koma til mín at keypa, sigur
Óluva.
Viðingar sleppa aftur til
”
Tað er ov langt at koyra 16 kilometrar
hvønn vegin til Klaksvíkar, bara tí ein
manglar ein mjólkapakka
Rentan lækkar 0,75%
Greinarar hjá Den Danske Bank og Handelsbanken meta nú, at
europiska rentan lækkar í summar og í heyst. Áður hava
fíggjargreinararnir hjá Danske Bank annars mett, at eingin
rentubroyting var í eygsjón fyrr enn í heyst, men tann metingin er nú
broytt. Veik europisk lyklatøl, vánalig útlit á amerikanska
marknaðinum og bleyta ECB-útmeldingin eftir rentufundin í seinastu
viku eru høvuðsorsøkirnar til broyttu metingarnar, skrivar danska epn.
dk. Mett verður, at talan helst verður um tríggjar rentubroytingar í ár.
Og at hesar í juni, september og desember hava við sær, at leiðandi
rentan íalt fellur tríkvart prosentstig innan árslok.
- Eg ynski at gera tað so, at fólk ikki bert koma til handils at keypa, men eisini kunnu steðga eina løtu til eitt prát, sigur Óluva Frederiksen