leygardagur 9. juni 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult22 cyan22 magenta22 svart22
gult23 cyan23 magenta23 svart23
8
Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001
Føroya Heimavirkis-
felag hevur gjørt film
um, hvussu ull verður
virkað í Føroyum
FILMUR
Turið Kjølbro
Hvørt land hevur egna sið-
venju, alt eftir ráevni tey
hava at arbeiða við. Í Før-
oyum hevur tað verið seyð-
urin og ullin. At varðveita
gamlar heimavirkissiðir er
eitt endamál hjá Føroya
Heimavirkisfelag. Tí hevur
felagið tikið stig til at gera
ein film um føroyska sið-
venju innan ull og ullar-
virking saman við Nico-
linu Jensen Beder, handar-
beiðslærara. Filmurin kom
út á 15 ára stovningardegi
felagsins, sum var 28. mai.
Í hesum sambandi varð
Nicolina Jensen Beder,
sum hevur skrivað hand-
ritið til filmin og eigur
leiklutin í filminum, heiðr-
að við heiðursbrævi.
Nicolina Jensen Beder
er útlærd handarbeiðslær-
ari frá Haslev Haandar-
bejdsskole í 1950 og hevur
tikið terminskeið í tekstil-
læru, siðsøgu, brodering
og veving á Säterglänten,
Hemsløjdens Gård í Svør-
íki - avlærd við próvbrævi
í 1978. Tey seinastu 25 ár-
ini hevur hon burtur av
undirvíst í føroyskari sið-
venju innan ull og spuna
og í øðrum gomlum ar-
beiðsháttum. Áhugin fyri
øllum, sum hevur við ull
og seyð at gera, hevur leitt
hana á kunningarferðir í
flestu Norðurlondum. Nic-
olina hevur millum annað
saman við Føroya Forn-
minnissavni staðið fyri
fleiri framsýningum og
hevur hildið fyrilestrar um
ull og spuna runt um í
Norðurlondum og í USA.
Arbeitt hevur verið við
filmsverkætlanini síðani
1999. Árni Conradsson og
Zacharis Hammer hava
framleitt filmin, sum hevur
fingið stuðul, bæði alment
og privat. Tónleikin til
filmin hevur Martin Joen-
sen gjørt, og Ívar Iversen,
fyrrverandi útvarpsmaður,
lesur tann siðsøguliga part-
in.
Øll arbeiðsgongdin í
sambandi við ullarvirking
verður lýst í filminum við
orðum og myndum. Byrjað
verður á várgongu, tá ið
seyðurin verður royttur og
ullin vaskað, og endað
verður við tógvroyndum og
lidnum pløggum.
Upptøkur eru gjørdar í
roykstovuni í Hoyvíksgarði
og í Dúvugørðum. Filmur-
in, sum er slakar tveir tím-
ar langur, er ætlaður sum
frálærutilfar, men er av-
gjørt áhugaverdur hjá øll-
um, ið hava áhuga fyri
eldri mentan.
Eitt klípi í siðsøguliga varðan
Nicolina Jensen Beder hevur
skrivað handritið til filmin
Kápumynd av filminum
TÓNLEIKAUMMÆLI
Martin Mouritsen
Tað var hugaligt at hoyra
næmingar í Suðuroyar
Musikkskúla á konsertini í
skúlanum í Vági hósdagin
31. mai. Væl av fólki var
og lurtaði, og konsertin
vardi næstan tveir tímar.
Stuttligt var at síggja
røðina av næmingum hjá
Ann Kristin Nilsson, tá ið
tey saman spældu »Honk-
ey Tonk« á klaveri og tvei-
mum ljómborðum. Her var
tann sosiala dimensiónin
tikin við í klaverundir-
vísingina.
Blokkfloytur, floytur og
klarinettir úr øllum pláss-
um í oynni spældu saman,
og lærari teirra, Oddur
Hentze, hevði undirspæl á
klaveri. Tey eru rættiliga
stinn, og tað er merkisvert,
at nógvir musikkskúla-
næmingar eru á smærru
plássunum í Suðuroynni,
og ikki minst, at allir næm-
ingar í Fámjin ganga í
musikkskúla.
Næmingar av Tvøroyri
og úr Vági leiktu saman á
messingljóðføri og fram-
førdu »Amazing Grace«.
Steven Foggin hevur verið
lærari hetta árið, og nú er
so mikið væl áliðið, at
rættulig ferð helst kemur á
næsta skúlaár. Børnini
hava hegni og eru spent at
sleppa á pallin at leika fyri
foreldrum, avvarðandi og
hinum bíðandi næmingu-
num.
Brandur Enni á kornet
og Tóra Vestergaard á kla-
ver høvdu sjálvstøðugt og
framkomið samanspæl. Tey
bæði eru nú rættiliga von
við at verða á palli, so á-
hoyrarin kann slappa av og
njóta tónleikin.
Tóra leikti uttan hóva-
sták í hesum undirspæli,
og tað gjørdi hon eisini, tá
hon seinni spældi eina Ad-
agio einsamøll. Brandur
Enni hevur góðan og støð-
ugan tóna og serliga
kenslusama blásing, sum
fær áhoyraran at lurta.
Gittarsamanspæl við
næmingum í ymiskum
aldri var sera sannførandi.
Lærarin, Ólavur Jakobsen,
hevði sett saman hóskandi
tónleik har leiklutirnir
passa hvørjum einstøkum
næmingi.
Tey trý stykkini, Eight
Days a Week, Blinkstra og
Djingalla fyri fýra gittarar,
ljóðaðu væl.
Einaleikur á trummusetti
kann stundum verða møti-
mikil kostur hjá áhoyrar-
um, men hendan dagin
komu leikararnir væl frá
framførslunum; har var
ikki bara sláttur, men eisini
tónleikur í passaligari
styrki.
Nógvir klaverleikarar,
smáir og størri, leiktu eina-
leik á flyglið. Ljóðførið
sjálvt hevur skjótt tænt sín-
um endamáli, og er ein
loysn á vegnum, men í
framtíðini í Vági, verður
helst neyðugt at fáa eitt
enn betur ljóðføri, so at til
ber hjá øðrum at hava kon-
sertir á staðnum. Tað darv-
aði tó ikki teimum nógvu
næmingunum at spæla
stykkini Tín miskunn,
Svunnen Lycka, Syngja
sama lag, Candle, Tamba-
laia, La Bamba, Adagio,
Elise hjá Beethoven ella
Air eftir Bach.
Spennandi verður at
síggja, hvussu næsta árið
fer at hilnast á ymisku
plássunum í Suðuroynni,
og ikki minst í hvønn mun
samanspælið kemur at
virka.
Hugalig næmingakonsert í Vági
– Stuttligt var at síggja røðina av næmingum hjá Ann Kristin Nilsson spæla, sigur Martin Mouritsen í ummælinum
Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001
9
At kalla fullsett flog-
far við fótbóltsáskoð-
arum fór til Dan-
markar hóskvøldið. Á-
skoðarar sum ætla sær
at síggja Toda Jónsson
gerast danskan
meistara í fótbólti
FÓTBÓLTSFERÐ
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Annað árið á rað verður
eitt slag av føroyskari inn-
rás í Danmark, nú super-
ligan stendur fyri seinastu
leikumførunum í hesum
kappingarárinum. Í fjør
vóru tað Jákup Mikkelsen
og Herfølge, sum tóku øll
á bóli, og í ár eru tað Todi
Jónsson og FCK, sum
skapa ans og gleði millum
fótbóltshugaðar føroyingar.
Í mun til í fjør, tá tað
kanska serliga vóru klaks-
víkingar, sum leitaðu sær
niður, so er áskoðarafjøldin
hesa ferð meira spjadd yvir
landið. Møguliga sum ein
avleiðing av ferðatilboð-
num frá Atlantic, har ferð-
afólk fyri tveir túsund-
krónuseðlar kundu fáa eitt
vikuskifti i danska høvuðs-
staðnum, umframt at tey
eisini kundu fara til fót-
bólt.
12. maður er við
Ein teirra, sum er við í
ferðalagnum, er formað-
urin hjá 12. manni, Regin
Egholm. Onnkursvegna ein
rættiliga serstakur fótbólts-
áskoðari, tí meðan hann
lítið og einki hyggur at
heimligu kappingini, so er
Regin fastur fúsur til
landsdystir, og fer hann nú
eisini til avgerandi dystir-
nar hjá FCK.
Tá vit umborð á flogfar-
inum spurdu hann, hvørt
hann kanska er eitt serligt
slag av áskoðara, sigur
Regin, at tú er hann
kanska.
- Tað kanst tú væl siga. Í
Føroyum dømi eg at kalla
hvørt vikuskifti, og tí eru
tað slettis ikki stundir at
hyggja at fótbólti. Teir
dystirnar, sum vit døma,
sær mann sjálvsagt við
øðrum eygum, og tí er tað
helst ein øðrvísi háttur at
sýna áhuga, at mann so
hevur kastað sín als á
landsliðið ístaðin fyri.
Ikki fyrstu ferð
Hendan ferðin snýr seg tó
ikki um landsliðið, og eftir
avboðið hjá Toda herfyri,
so snýr hon seg heldur ikki
um ein landsliðsleikara,
men hetta tykist tó ikki á
nakran hátt at hava tikið
nakað av áhuganum hjá
Regini burtur.
- Nei, tað haldi eg ikki,
at mann á nakran hátt kann
revsa Toda fyri. Eg skilji
hansara avgerð, og hóast
tað sjálvsagt er keðiligt, so
mugu vit bara góðtaka tað.
- Hinvegin slepst ikki
uttan um, at Todi allar
helst er Føroya besti fót-
bóltsspælari, og tí haldi eg
so avgjørt, at vit eiga at
bakka hann upp. Hann
hevur við FCK møguleikan
at gerast danskur meistari,
og hóast hann ikki er hin
fyrsti at verða tað, so er
hetta kortini ein stór hend-
ing fyri Føroyar.
Regin leggur annars aft-
urat, at hetta so langt ífrá
er fyrsta ferðin, at hann er
í Keypmannahavn og
hyggur at FCK.
- Eg havi verið til fleiri
aðrar dystir hjá teimum,
men hetta er kortini fyrsta
ferðin, at eg bara eri farin
at hyggja. Áðrenn hevur
tað aloftast verið so, at eg
havi skula nøkur ørindi í
Danmark. Havi so roynt at
lagt alt til rættis, soleiðis at
eg eisini havi kunna sæð
FCK spælt. Millum annað
var eg í Parkini hin minni-
liga dystin í ’96, tá Todi
fyri fyrstu ferð royndi seg
móti Brøndby. FCK vann
dystin 4-1, og Todi skoraði
týdningarmikla 3-1 málið
við at lobba upp um Mog-
ens Krogh. Eitt mál, sumk
seinni hetta árið varð mett
sum besta mál á árinum.
Bara áskoðari
Sum omanfyri nevnt, so er
hetta fyrsta veruliga fót-
bóltsferð til dyst hjá FCK.
Regin hevur tó sjálvandi
áður verið til landsdystir,
har hann sum fyrireikari so
avgjørt hevur havt nokk at
takast við. Tá vit at enda
spurdu Regin, hvat ann
væntar av hesari ferðini,
sigur hann, at tað veit hann
sum so ikki.
- Tað einasta eg ætli
mær at gera hesaferð, er at
hyggja at fótbólti. Hvat
annað so hendir, hugsi eg
ikki so nógv um. Hetta er
fyrsta ferð, at eg sleppi at
vera áskoðari, og tað er so
tað, sum eg ætli mær at
vera, sigur Regin Eghom
at enda.
Hugnaðu sær
Flogfarið var fullsett hóskvøldið, og fyri tað mesta var talan
um fótbóltsáskoðarar, sum skuldu til danska høvuðsstaðin
Hesa ferð kann Regin
gloyma alt annað, og bert
hugsa um at síggja ein góðan
fótbóltsdyst
Jákup í Stórustovu, sum rek-
ur North Atlantic Football
Agency, hevur saman við
Atlantic Airways skipað fyri
ferðini til dystin millum
FCK og Brøndby
C
M
Y
K
23
22