Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 9. mai 2001 25 gult24 cyan24 magenta24 svart24 gult25 cyan25 magenta25 svart25 10 Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001 Veitst tú, hví vit halda Hvítu- sunnu? Jú, svarar tú ivaleyst. Eg veit, at hvítusunnudagur er fyri at hátíðarhalda, at heilagi andin tók búgv í lærusveinum Jesusar. Ein stórhending fyri øll kristin menniskju. Men hví halda vit so eisini annan hvítusunnudag heilagan? Tær nýtist ikki at svara. Í veruleikanum kennir eingin svarið. Tað finst nevniliga eingin bíbilsk grundgeving fyri at halda annan hvítusunnudag. Allíkavæl verður hesin dagur hildin sum halgidagur — og harvið eisini sum frídagur — bæði í Danmark og í Føroyum. At eingin núlivandi kristni- serfrøðingur kann siga frá, hví vit halda annan hvítusunnudag, er bara ein av fleiri vitnisburð- um um, at halgidagarnir, sum vit kenna teir, eru ein stór, fløkt og óloysilig gáta. Halgidagarnir eru bara ein fastur táttur, ið allir føroyingar fáa inn við móður- mjólkini. Vit halda teir. Vit spyrja ikki hví. Í Danmark er tjakið so smátt byrjað, um ikki stundin er kom- in til at avskaffa allar teir gomlu, kristnu halgidagarnar. Danmark er nevniliga við at gerast eitt sokallað multietniskt samfelag, har serliga muslimar eru vornir ein stórur minniluti. Í fleiri hundrað ár hevur eing- in sett spurnartekin við jól, páskir ella hvítusunnu, men or- sakað av tí stóru tilflytingini av fólki við aðrari mentan og sið- um enn tí donsku, eru nú tekin um, at tað er við at venda í hol- uni. Kristin menniskju vilja uttan iva framvegis nýta halgidagar- nar til kirkjugongd, møtir og onnur kristin tiltøk, meðan ate- istar og onnur ikki-trúgvandi kunna sova leingi, fara ein lang- an biltúr ella kanska lesa eina góða kriminalroman. Men fyri trúgvandi muslimar hevur hetta als onga meining. Í einum samfelag, har átrún- aðarfrælsi er grundlógarfest rættindi hjá øllum, er tað rein og sker diskriminatión, at mus- limsk børn muga biðja sær frí frá skúlanum til teir muslimsku halgidagarnar, meðan donsk børn longu hava líknandi rættindi. So tann leingi væntaða upp- gerðin um heilgidagarnar í Dan- mark er byrjað. Og sjálvt um tað uttan iva fer at taka langa tíð at broyta núverandi skipan, so fer tað at henda fyrr ella seinni. Men hvussu sær so út í Før- oyum? Jú, ikki kann sigast annað enn, at halgidagarnir liva og hava tað gott á klettunum. Eg plagi at verða í Føroyum um jólini og undrist ofta á, hvussu sterkar og rótfestar tær kristnu traditiónirnar eru. Kirkjugongd og møtir í hópatæl. Og haraftur- at ein mongd av sjónvarps- og útvarpssendingum, ið eisini boða kristna boðskapim. Tað kann als ikki verða nakar ivi um, at Føroyar teljast ímill- um tær mest kristnu tjóðirnar í heiminum. Í hvussu er um vit døma út frá halgidøgunum. Men hvat nú um vit nú til stuttleika postulera, at teir flestu halgidagarnir í veruleikanum eru ókristiligir? Eg havi varhugan av, at føroy- ingar flestir vilja mótmæla. Men um vit nú hyggja nærri eftir bíbilsøguni, so var tað ein- ans sunnudagurin, ið uppruna- liga var halgidagur teirra kristnu. Fram til reformatónina vaks talið av halgidøgum tó støðugt. Fyrst komu Páskini, so Hvítu- sunnan og Kristi Himmalsferð- ardagur. Enn fleiri halgidagar komu afturat, og til endans var talið av halgidøgum so stórt, at tað gjørdist ein fíggjarligur trupulleiki fyri fólk og samfel- agið sum heild. Vanlig fólk høvdu nevniliga slettis ikki ráð til at halda frí allar hesar halgidagarnar. Reformatónin í 1536 setti tó endaliga punktum fyri hesari »halgidags-inflatión«. Martin Luther — ið legði lunnar undir tí kristnitrúgv vit kenna í dag — hevði upprunaliga bestan hugin til at avskaffa allar halgidagar uttan sunnudag. Men hann lat seg tó yvirtala til at varveita teir týdningarmestu halgidagarnar. Seinni vóru tó enn fleiri halgi- dagar strikaðir, eitt nú triðji Páskadagur, triðji jóladagur og nakrir afturat. So bíbilsøgan vísir okkum, at tað ikki er Nýggja Testamenti, ið dikterar kristin menniskju til at halda halgidagarnar heilagar. Í veruleikanum eru teir flestu halgidagarnir bert leivdir frá gomlum, katólskum siðum, sum eingin reiðuliga kann fáa skil á longur. Tað kann væl vera, at føroy- ingar halda halgidagarnar heil- agar, men í nógvum førum hev- ur tað als einki við kristindóm at gera. Men hvat so? Kunna vit ikki bara lata halgidagarnar verða í frið? Nei, tað kunna vit ikki. Veru- leikin er jú tann, at halgidagar- nir í nógvum førum eru til stór- an ampa fyri fólk, ið ikki eru kristin. Trúgv er ikki ein kollektivur spurningur, men ein persónligur spurningur. Tá lóggávan dikter- ar, at øll óansæð mentan, lívsá- skoðan ella átrúnað skula halda teir kristnu halgidagarnar heil- agar, ja so er lóggávan jú við til at kroysta kristnar siðir niður um høvdið á teimum, ið heldur vildu sluppi undan. Ein slík lóggáva er jú diskri- minerandi, og tískil í roynd og veru ókristilig. Halgidagar — ein ókristilig dogma TELDUBRÆVIÐ Frá: Edmund Jacobsen <faeringen@yahoo.dk> Dagur 08.06.01 Til: eirikur@sosialurin.fo Evni: Teldubrævið Listaframsýning á Ólavsøku Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning á Ólavsøku í Müllers Pakkhúsi. Opið verður 28., 29., 30. og 31. juli frá kl. 14.00–20.00. Hevur tú hug at taka lut í hesi framsýning,set teg so í samband við Lions Club Tórshavn, tlf. 314400 - 316620 - 319798. Lions Club Tórshavn Runavíkar Kommunuskúli Søkt verður eftir lærarum til skúlaárið 2001/2002. • 4 størv 26,5 tímar fyri lærarar í farloyvi • 4 størv 26,5 tímar fyri lærarar,ið hava niðursett tímatal Størvini, sum eru tíðaravmarkað skúlaárið 2001/ 2002, verða sett sambært sáttmála millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønar- flokkunum frá 18.1 til 24.4. Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum á tlf. 447331. Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í sein- asta lagi mikudagin 20. juni kl. 16.00. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum við- mælum! Runavíkar Skúlanevnd v/ Jákup Hansen Sýnarvegur FO-625 Glyvrar Hagafundur Lýst verður til hagafund fyri Strandahaga í Klaks- vík, í skúlanum á Ziskatrøð, leygarkvøldið 16. juni kl. 20.00. Skrá: 1. Støðutakan til sáttmálarnar við SEV og Klaksvíkar kommunu 2. Støðutakan til umbøn frá harumonnunum 3.Ymiskt Hagastýrið Bilur við skaða til sølu Merki: Kia Sephia GTX Árg.: 1996 KM.: 68.347 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Suni Danielsen, sýnsmaður e-mail: sd@trygging.fo Tlf. 448190 at hitta millum–hósdag millum kl. 0930–1030 Bilur við skaða til sølu Merki: Toyota Avensis 1.8 – Linea Terra Árg.: 2000 Km: 20.500 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú, og kann síggjast í garðinum hjá Tryggingarfelagnum á Smyrilsvegi í Havn. Heri Weihe, sýnsmaður tlf. 345729 fax nr. 345607 e-mail hw@trygging.fo at hitta mánadag til hósdag millum kl. 08.30-10.00 og fríggjadag millum kl. 10.00-15.00. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Skrivari Vegna barnsburðarfarloyvi er avloysarastarv sum skrivari á lógardeildini í Stýrinum fyri Toll- og Skatt- stovu Føroya leyst at søkja til setan frá 1. august 2001 ella skjótast til ber og til 1. september 2002. Arbeiðsuppgávur Skrivarin røkir m.a. hesar uppgávur: • heldur skil á málum • fyrireikar mál • skrivar brøv • setir upp rundskriv, kunningarskriv, vegleiðingar o.a. • rættlesur og umsetir t.d. brøv, viðmerkingar til lógir o.a. • málsviðgerð Førleikakrøv Vit vænta okkum, at skrivarin hevur hesar førleikar og eginleikar: • góðar samskiftisførleikar • dugir at nýta Microsoft Word og Outlook – hetta er ein fyrimunur ikki eitt krav • setir seg skjótt inn í ymisk viðurskifti • sjálvstøðugan arbeiðshátt og kann raðfesta arbeiðið • góð samstarvsevni Setanarviðurskifti Starvið verður lønt í 3. lønarflokki í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir sama sáttmála. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anju Hovgaard á tlf. 35 26 00. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum og viðmælum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 21. juni 2001. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Traðagøta 39 Postboks 2151 FO-165 Argir Toll og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg- og inntøkuskattalóggávuna, herundir eisini kolvetnisskattalóggávuna, og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum og fyri onnur lond har sáttmáli fyriliggur.Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum.Tær seks økisskrivstovurnar, sum eru í Klaksvík, Saltangará, Sørvági, Skopun, á Tvøroyri og í Tórshavn, røkja raksturin. Í Stýrinum, har viðkomandi kemur at starvast, eru 34 starvsfólk, og er tað skipað í fimm deildir. Reingerðarfólk til Gøtu Skúla Fyri eitt av reingerðarfólkunum,ið fer í farloyvi í 1 ár frá medio juni 2001 til medio 2002, verður her søkt eftir avloysara. Umsóknir mugu vera Gøtu Kommunu í hendi innan fríggjadagin 15. juni kl. 12. Merkið brævbjálvan: Reingerð. Gøtu Kommuna Postboks 40 FO-510 Gøtu ella í brævsmoguna í hurðini á kommunuskriv- stovuni. Gøtu skúli Søkt verður eftir lærarum til tíðaravmarkað størv við Gøtu skúla fyri skúla- árið 2001/2002. 1 lærari at undirvísa 26,5 tímar um vikuna fyri lærara í farloyvi og 1 lærari (parttíðarstarv) at undirvísa uml.20 tímar um vikuna. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum frá 18.1 til 27.4. Fyrispurningar um størvini kunnu setast skúlaleiðaranum á tlf. 441059. Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skulu vera skúlanevndini í hendi í sein- asta lagi mikudagin 20. juni kl. 18.00. Gøtu skúlanevnd v/ Tórhalli Thomsen FO-512 Norðragøta C M Y K 25 24