Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 108 - 9. mai 2001 Nr. 108 - 9. mai 2001 27 gult26 cyan26 magenta26 svart26 gult27 cyan27 magenta27 svart27 Samskipari hjá fiskivinnuni á landi Av tí at starvsfólk okkara ferð í annað starv søkir Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir einum ráðgeva til skrivstovuna í Vinnuhúsinum. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um málsviðgerð fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag, ið røkir áhugamálini hjá føroysku fiskavirkjunum.Viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við stjóran í Vinnuhúsinum og við nevndina í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Arbeiðið fevnir m.a. um: • Kanningar av felags viðurskiftum hjá limunum • Vinnuumboðan í sambandi við myndugleikakrøv • Útflutningsviðurskifti • Samband við útlendska fiskivinnu og seljarar • Málsviðgerð / skrivarauppgávur fyri nevndina í Ráfiskakeyparafelagnum Vit vænta, at tú: • hevur hóskandi útbúgving og hollar arbeiðsroyndir, serliga innan fiskivinnuøkið • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst • hevur góð samstarvsevnir • dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum. • hevur hollan telduførleika á brúkarastøði (Windows Office forrit) Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt, áhugavert og krevjandi starv. Løn sambært avtalu. Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2001. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Jan Mortensen, tlf. 31 18 64. Føroya Arbeiðsgevarafelag Vinnuhúsið Postsmoga 179 110 Tórshavn ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri felags skrivstovuni hjá 13 vinnufeløgum og í løtuni starvast 6 fólk í umsitingini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møgulig kor.Hetta verður gjørt m.a.við miðvísum arbeiði og polit- iskari ávirkan. Feløgini taka sær av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum. Fólk søkist til Tíðindablaðið Sosialin, marknaðardeildin Vit sóknast eftir einum fólki at taka sær av dagliga arbeiðinum við sølu av lýsingum og øðrum fyrifallandi uppgávum. Herundir er ein uppgáva at verða við til at menna og reka Internet Sosialin. Tú: • Ert ágrytin • Dugir væl at tosa í telefon • Hevur lætt at tosa við fólk • Hevur áhuga fyri telduarbeiði • Ert før/ur fyri at arbeiða undir tíðartrýsti • Hevur hugflog og dugir at festa tað á pappír • Dugir væl føroyskt • Kanst byrja skjótast gjørligt Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi og mennandi starv, har tú gerst partur av eini væl- virkandi marknaðardeild • Samskifti innan- og uttanlands við viðskiftafólk okkara • Áhugaverdar og fjølbroyttar uppgávur Umsóknarfreistin er 25. juni 2001. Løn samb. avtalu. Umsóknin skal saman við viðkomandi skjølum sendast til: Sosialurin P.O. Box 76 110 Tórshavn Att.: Marjun Dalsgaard Tú ert vælkomin at ringja tel. 311820 at hoyra meira um starvið. Spyr eftir Marjun ella send ein e-mail til: marjun@sosialurin.fo Vit eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna koma vit á gøtuna við einum nýggjum og feskum blaði. Umframt tað verður blaðið hvønn dag lagt á internetið. Her starvast í dag uml. 25 fólk. Klokkan 15.00 15.30 16.00 16.30 17.00 17.30 18.00 18.30 19.00 19.30 20.00 20.30 21.00 21.30 22.00 Mánadagur Undir skulaaldri Undir skulaaldri Gentur 12-14 ár Gentur 12-14 ár Smádreingir Smádreingir Týsdagur Pinkur Pinkur Smápiltar Smápiltar Piltar Piltar Piltar 1. & 2. deild 1. & 2. deild 1. & 2. deild Dreingir Dreingir Dreingir Mikudagur Gentur 12-14 ár Gentur 12-14 ár Gentur 10-12 ár Gentur 10-12 ár Dreingir Dreingir Dreingir 2. deild & unglingar 2. deild & unglingar 2. deild & unglingar 5. deild 5. deild 5. deild Hósdagur Pinkur Pinkur Smápiltar Smápiltar Smádreingir Smádreingir Smádreingir 1. & 2. deild 1. & 2. deild 1. & 2. deild Dreingir & 4. deild Dreingir & 4. deild Dreingir & 4. deild Fríggjadagur Gentur 10-12 ár Gentur 10-12 ár Piltar Piltar Piltar 1. & 2. deild 1. & 2. deild 1. & 2. deild Venjingartíðir hjá NSÍ Í samband við venjingina hjá børnum undir skúlaaldur verða foreldur ella avvarandi biðin at vera hjástødd Klaksvíkar Sjómansskúli - ein virkin skúli Í august 2001 byrja hesi skeið: HEIMASKIPARAR: Útbúgvingin til heimaskipara varðar í 1ár. Upptøkutreytir til heimaskiparar er treytað av víðkaðari fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum føroyskt, danskt, enskt, rokning/støddfrøði, alis-evnafrøði við próvtali í minsta lagi 6 ella javnmett hægri prógv. Ella hevur gingið á sjóvinnuskúla og staðið dugna- skaparskeið í sigling. Kravda siglingartíð til heimaskipara er 12 mánaðar, herav skulu 6 mánaðar við fiskiskipi yvir 20 t. Við framhaldandi lestur í 1/2 ár afturat kann takast prógv sum skipari. SJÓVINNUFLOKKUR: Við hesum skeiði fæst atgongd til framhaldandi lestur til heimaskipara, um tygum eisini hava ta neyðugu siglingartíðina. Nærri upplýsingar hesum við- víkjandi fáast við at venda sær til skúlan. Møguleiki verður eisini at taka dugnaskaparskeið í sigling, ið gevur rætt til at føra skip upp til 100 tons út á 30 fjórðingar úr landi. Í lærutíðini verða skeið tikin innan trygd og fyrstuhjálp. Skeiðið varar 20 vikur. Tað eru ongar upptøkutreytir til at sleppa inn í sjó- vinnuflokkin. Fyri teir, sum seinni ætla sær til heimaskipara og víðari, er tað ein stórur fyrimunur at hava gingið í sjóvinnuflokkinum áðrenn, tí her verður grundarlagið til fleiri týðandi lærugreinirnar lagt. SKIPSKOKKASKEIÐ: Útbúgvingin gevur øktan førleika at virka sum skipskokkur á føroyskum fiskiskipi. Kokkaútbúgvingin leggur m.a. dent á, at næmingar læra føðslulæru og einføri, at proviantera, matgera, baka og borðreiða. Í lærutíðini verða skeið tikin innan trygd og fyrstuhjálp. Skeiðið varar í 20 vikur. Skeiðið, ið byrjar í august 2001, er fullteknað. Nýtt skeið byrjar aftur í januar 2002. Seinasta freist at tekna seg til hesi skeið er 12. juni 2001. Eykafloksting Tjóðveldisflokkurin hevur eykafloksting 16.juni kl.10.00 í Læraraskúlahøllini í Tórshavn. Til viðgerðar verða m.a. uppskot til stevnumið. Limir í flokkinum kunnu fáa eitt eintak av uppskotinum við at venda sær til floksskrivstovuna á tlf. 312200 ella við at senda e-post á: loysing@post.olivant.fo Tjóðveldisflokkurin Vegna ov fáar umsóknir verður starvið lýst leyst av nýggjum Almanna- og heilsumála- stýrið søkir starvsfólk til barnaansingarøkið Í sambandi við at nýggj dagstovnalóg varð sett í gildið tann 1. juli 2000, verður við hesum søkt eftir einum fólki at taka sær av yvirskipaða eftirlitinum, og ráðgeva kommunum, ið umsita dagstovnar og dagrøktir sambært dagstovna- lógina. Starvið verður at seta 1. september 2001 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum: • at áseta reglur og hava eftirlit við, at kommunurnar umsita lógina um dagstovnar og dagrøktir sambært nýggju dagstovnalógini • at veita kommununum ráðgeving og vegleiðing í øllum umsitingarligum fyriskipanunum, ið verða ásettar. • at veita kommununum fakliga ráðgeving. Førleikakrøv: • námsfrøðiliga- ella líknandi útbúgving • umsitingarligar royndir • kunnleika til EDV • evni at samstarva og samskipa. • vitan um tær treytir sum eru galdandi í einari politiskari fyrisiting Við bjóða: • Sjálvstøðugt starv við fjølbroyttum uppgávum sum til tíðir er strævið, men eisini áhugavert • Flex- tíð • Skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikar. Løn- og setanartreytir: • starvið hevur tilvísing til deildarstjóran á Fyrisitingardeildini • starvið skal setast skjótast tilber • løn sambært avvtalu ímillum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag • setanarøkið er Almanna- og heilsumálastýrið við tilhoyrandi stovnum, um- framt hini aðalstýrini og Løgmannsskrivstovuna. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Nolsøe, fulltrúa á tlf. 304050. Umsókn: Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Almanna- og heilsumálastýrinum í hendi í seinasta lagi 18.juni 2001 kl. 14.00 og skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Fuglafjarðar skúli Søkt verður eftir lærarum til skúlaárið 2001/2002. • 2 størv 26,5 tímar fyri lærarar í farloyvi • 2 størv 26,5 tímar fyri lærarar, ið hava niðursett tímatal • 1 starv 6 tímar at undirvísa í motorlæru Størvini, sum eru tíðaravmarkað skúlaárið 2001/ 2002, verða lønt sambært sáttmála millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønar- flokkunum 18.1 til 27.4. Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum á tlf. 444087. Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í sein- asta lagi mikudagin 20. juni kl. 16.00. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum við- mælum! Fuglafjarðar skúlanevnd v/ Terja á Lakjuni FO-530 Fuglafjørður i Sosialurin C M Y K 27 26