Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 30 - 12. februar 2008 tíðindi Tað er bara ein spurn­ ing­ur um tíð, áðrenn eitt barn lig­g­ur undir einum av mong­u bilunum, sum við 80 km/t. strú­ka framvið smáu skú­labørn­ unum, sum skulu yvirum veg­in á veg­ í frítíðarskú­la á Velba­ stað Ferðsla Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Stórur var fagnaðurin, tá ið nýggi barnagarðurin og frí­ tíðarskúlin á Velbastað varð tikin í nýtslu fyri góðum ári síðani. Men við nýggja stovninum kom eisini ein nýggjur trupulleiki. Tí vegurin framvið stovninum er framvegis skeltaður sum landsvegur, har loyvt er at koyra 80 km/t. Við nógva byggivirkseminum í bygd­ ini er ferðslan bæði tung og vandamikil, samstundis sum sýnið hjá smáu skúla­ børnunum er út av lagi vána­ ligt. Í roynd og veru er als onki sýni í svinginum har børnini skulu yvirum. Ikki bara á veg í og úr frítíðar­ skúla, men eisini í frítíðini, tá tey hittast á spæliplássin­ um. Foreldrini í bygdunum báðum, Velbastað og Kirkju­ bø, hava stóran ampa á sær, tá børnini ganga niðan, og hava fleiri ferðir gjørt myndugleikunum vart við trupulleikan. Málið strandað Staðbundna nevndin fyri Velbastað og Kirkjubø hev­ ur gjørt vart við trupulleikan seinastu trý árini. ­ Fýra ferðir árliga hava vit fund við umboð fyri kommuna. Hvørja ferð, mál­ ið hevur verið fyri, hava vit møtt stórari vælvild, men kortini hendir onki, sigur Brynhild Høgnadóttir, ótta­ full mamma og limur í stað­ bundnu nevndini. Seinast nevndin var á fun­ di við býráðið var í novem­ ber í fjør, og tá vóru boðini, at arbeiðið verður sett á eitt ráðfestingaryvirlit hjá kommununi. ­ Men vit vita ikki, nær vit kunnu rokna við, at nak­ að hendir. Og tað er snøgt sagt ikki nøktandi fyri okk­ um, tí vit hava stóran ampa av at lata børnini ganga nið­ an í stovnin, sigur Brynhild Høgnadóttir. Hon greiðir Skúlabørn í deyðsfellu á Velb Vit ynskja vinnarunum av Coca-Cola® kappingini 2008 - hjartaliga tillukku Stjørnan Vinnarar av Coca-Cola® kappingini hjá kvinnum 2008 Kyndil Vinnarar av Coca-Cola® kappingini hjá monnum 2008 SANSIR TEL 355 355 “Coca-Cola” and the design of the Coca-Cola Red Disc Icon are registered trademarks of the Coca-Cola Company. (C) 2000 The Coca-Cola Company. All rights reserved. Frítíðarskúlin, har eini 25 børn hvønn dag ganga til og úr, liggur omanfyri bygdina, har loyvt er at koyra 80 km/t. Í trý ár hevur staðbundna nevndin roynt at fáa kommununa at flyta bygdaskeltið