Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2008 5 tíðindi Katastrofalur starvs­ fólkamangul í kom­ munalu umsitingini kann ve­ra e­in orsøk til, at skúlave­gurin á Ve­lbastað ikki e­r tryggj­­aður, sigur Mar­ in Katrina Frýdal, bý­ ráðslimur og forkvin­ na í te­knisku ne­vnd Ferðsla Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Vit høvdu sjálvandi ætlað okkum at fingið eina ordili­ ga frágreiðing frá myndug­ leikunum um málið. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, er forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórs­ havnar Kommunu. Harum­ framt er hon eisini av Velba­ stað. Marin Katrina Frýdal sigur seg ikki kenna nóg nógv til málið um skúla­ børnini og frítíðarskúlan á Velbastað til at gera við­ merkingar. Men hon minn­ ist, at málið hevur verið til viðgerðar í umsitingini. Eft­ ir øllum at døma var, sum ikki einaferð, talan um ein tvídrátt millum kommununa og Landsverk um, hvør hevði ábyrgdina fyri at tryggja skúlavegin hjá børn­ unum. Markið og skeltið, sum skal flytast, gongur millum landsveg og kommu­ nalan veg. Marin Katrina Frýdal roynir at fáa eina frágreiðing frá umsitingini, men har er ongin at hitta. ­ Eins og í restini av almenna sektorinum er mannfallið sera stórt í býráðnum. Hetta ger, at vit fáa illa røkt skyldur okkara. Vit søkja eftir fólki, men fáa ikki fólk í størvini, sigur Marin Katrina Frýdal, eftir at hon hevur roynt at fáa samband við umsitingina. ­ Støðan viðvíkjandi starvsfólki er í roynd og veru katastrofal, staðfestir forkvinnan í teknisku nevnd. So vit avtala, at fylg­ ja málinum upp, tá hon hev­ ur fingið eina frágreiðing frá umsitingini. astað Søkt verður eftir alara/røktara til alingina hjá Marine Harvest Faroes á Veðranesi. Arbeiði fevnir um: • at gera aliøkið klárt til várútsetingina 2008 • fóðring og røkt av fiski • dagligt viðlíkahald av útgerð Roknast má við kvøldar- og vikuskiftisvaktum. Løn sambært avtalu. Áhugað kunna tosa við rakstrarleiðaran á Veðranesi, Finnur Johannesen, á telefon 777075. Umsóknarfreistin er 15. februar 2008 Marine Harvest Faroes P/F Ternubrekkan 1 695 Hellurnar ALARI til Marine Harvest Faroes P/F www.marineharvest.com Marine Harvest er størsta alifelag í heiminum, og verður triði hvør aldur laksur framleiddur í einum Marine Harvest felag. Í Føroyum rekur Marine Harvest 4 alibrúk og eina smoltstøð, og framleiða vit 6.000 tons av laksi um árið. Børn av Hvítanesi eisini í vanda Ongin frágreiðing enn Børnini á Hvítane­si mugu yvirum tve­ir av størstu ve­gunum í landinum fyri at koma til bussin, sum koyrir te­y he­im úr skúla Ferðsla Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Eisini á Hvítanesi hava for­ eldrini stóran ampa av skúla­ vegnum. Børnini, sum gan­ ga í Hoyvíkar skúla, brúka bussin í og úr skúla. Men nú bussleiðin er broytt, steðgar bussurin ikki longur við skúlan, men heilt niðri á Hvítanesvegnum. Tí mugu børnini ganga tvørtur um tveir av størstu vegunum í landinum fyri at koma til bussin. Fyrst tvørturum Veg­ in Langa, síðani oman eftir Mannbrekku, og til endans tvørtur um Hvítanesvegin. Annemi Joensen er limur í staðbundnu nevndini fyri Hvítanes. Nevndin hevur fyrr arbeitt við akkurát sama trupulleika, sum tá varð loystur, eftir tógvið stríð. Hon sigur, at børnini eru liðug við skúlan millum middagstíð og um trítíðina seinnapart. ­ Tá ið eg hoyrdi, at buss­ leiðin aftur nú varð broytt, og at sama ruta enn einaferð er bend oman á Hvítanes­ vegin, hugsaði eg bara “áh nei, ikki aftur nú”, sigur hon. Og hon greiðir frá, at tey í fleiri ár hava biðið um eina gøtu millum Hvítanes og skúlan, so børnini kunnu ganga. Men enn einaferð er trupulleikin, at partur av skúlavegnum er landsvegur og hin kommunalur. ­ Av Landsverki er svarið, at tey hava ikki ábyrgd fyri bleytari ferðslu, sigur Anne­ mi Joensen, sum nú ætlar sær at senda kommununi skriva, har greitt verður frá støðuni. frá, at ómetaliga nógv ferðs­ la er eftir vegnum, bæði við persónbilum, men eisini við stórum lastbilum. ­ Her er nógv byggivirk­ semi. Bara beint nú verður vegur gjørdur til 30 hús, sum skjótt skulu planerast. So tú kanst ætla, at her koy­ ra nógvir lastbilar til og frá allan dagin, sigur Brynhild. Óskil á skeltunum Staðbundna nevndin hevur fleiri ferðir biðið umsiting­ ina í kommununi um at fly­ ta markið millum bygt og óbygt øki, so stovnurin kem­ ur at liggja í bygdum øki. Soleiðis hevði hann eisini verið fevndur av avmarking­ ina á 30 km/t., sum er gald­ andi í restini av bygdini. ­ Sum nú er, er onki skil á skeltingini, sigur Brynhild. Og hon greiðir frá, at bilar á veg til bygdina fyrst koma fram á eitt skelti, sum ávarar um skúlabørn. Hetta er framvegis úti á landsvegn­ um. Einar 20 metrar longri frammi stendur so bygda­ skeltið, sum vísir bygt øki. Og uppaftur longri frammi er skelti, sum vísir, at mest loyvda ferð er 30 km/t. ­ Hetta er tann øvuta verð. Tí sjálvandi áttu øll hesi skeltini at verið savnað eitt gott petti áðrenn stovnin. Harumframt ímynda vit okkum, at ein bunga við gonguteigi varð sett á vegin, sigur Brynhild Høgnadóttir, sum sostatt heldur, at tá ið hugsað verður um nógvu ferðsluna, við sethúsbygg­ ing, stórari vegagerð við nógvum tungum bilum all­ an dagin, og til og frákoyring við tveir barnaskúlar, so er púra óskiljandi, at einki verður gjørt. Onki sýni Skúlin á Velbastað liggur framvegis niðri í bygdini. Og frítíðarskúlin, har eini 25 børn hvønn dag ganga til og úr, liggur omanfyri bygdina. Tey ganga niðan eftir einari lítlari geil, og við endan á brøttu brekkuni, mugu tey út á vegin at stan­ da, skulu tey yvirum. Og bilførarar, sum koma fúkan­ di um hornið, hava ongan møguleika at síggja, hvørki íbindingina ella børnini, tá tey traðka niðan á brattan. Og tað er júst hetta hornið, sum er ein stórur partur av trupulleikanum, tí samstund­ is sum ferðin er stór, er sýnið onki, hvørki hjá børn­ unum ella bilførarum. ­ Og so skulu hesi smáu børnini eisini stríðast við eitt gamalt rulliportur. Sum­ mi fáa ikki portrið upp, og fara tí stetlandi eftir rørun­ um. Eg tori ikki at hugsa um, hvat hevði hent, sat eitt barn fast, tá ein av hesum stóru bilunum kom koyran­ di, sigur Brynhild Høgna­ dóttir. - Børnini skulu eisini stríðast við eitt gamalt rulliportur, og eg tori ikki at hugsa um, hvat hevði hent, sat eitt barn fast, tá ein av hesum stóru bilunum kom koyrandi, sigur Brynhild Høgnadóttir, mamma og nevndarlimur í staðbundnu nevndini á Velbastað Marin Katrina Frýdal, for­ kvinna í teknisku nevnd, sig­ ur við Sosialin, at tað hevur ikki verið ætlanin, at skúla­ børnini á Hvítanesi skulu ganga vandaleiðina oman á Hvítanesvegin. ­ Vit hava eina skúlaleið 6 sum koyrir einaferð um tím­ an millum 11.30 og 15. hon koyrir millum ein Hoyvíkar Skúla til Hvítanes. Men eg eri varug við, at hon hóskar ikki til skúlatíðirnar hjá børnunum, sigur Marin Katrina Frýdal. Hon sigur seg vita, at umsitingin hevur verið á fundi við bussfelagið, har hesin spurningurin millum annað hevur verði viðgjørdur. ­ Hetta var eisini orsøkin til, at vit valdu at hava eina royndarkoyriætlan í ein mán­ að, so vit kunnu justera tíðir og rutur. Ætlanin er, at børn­ ini skulu kunna brúka skúla­ leið 6, sum eisini koyrir Millum Gilja og inn á Gøtu, sigur Marin Katrina Frýdal, sum ætlar, at hetta kemur í rættlag sum skjótast. Bussleiðin má broytast Hvítanesvegurin er vandamikil fyri skúlabørn Marin Katrina Frýdal, býráðslimur