Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 30 - 12. februar 2008 Í hesum døgum er eitt ár liðið, síðan ”systemskiftið” í Fiskimannafelagnum. Hetta er nóg long tíð til at metast kann um FF, sum var og FF, sum tað er í dag. Í hesi greinini ger Óli Jacobsen, fyrrverandi for­ maður í Føroya Fiskimannafelag, viðmerkingar til ymiskt av tí, sum hevur verið frammi í farna ári – við nýggja formanninum til róðurs viðmerkingar Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag Tað kann vera torført at staðfesta, hvussu veruliga gongdin hevur verið, síðan formansskifti í FF, tí kunn­ ingarvirksemið hjá felag­ num, sum frammanundan var tað størsta hjá nøkrum fakfelag í landinum, er mest sum burturdottið við skifti­ num. Sjálvt ikki ársfrágreið­ ingin fyri 2007 er atgongilig á heimasíðu felagsins. Tað er júst í eini slíkari ársfrá­ greiðing, at kósin hjá einum felag skal lýsast. Men tað skal bøtast um hetta í hesi grein. Skrivligi parturin av fyrstu ársfrágreiðingini hjá Jan Højgaard fyllir 4­5 síður. Stutt kann sigast, at hon lítið meira enn eitt uppkók av tí, sum hann førdi fram undan formansvalinum. Tað sæst ikki, at nøkur serlig ítøkilig stig eru tikið til at loysa tey mál, sum Jan Højgaard segði seg leggja so stóran dent á. Starvsfólk á trygging er “brotsmannalið” Ársfrágreiðingin saman við tí sindri, sum er lagt á heimasíðuna hjá FF lýsir væl arbeiðsháttin hjá Jan Højgaard. Eitt mál, sum hann koyrdi nógv upp á til valið, var tryggingarviðurskifti. Her skuldi so verið nóg mikið at farið í holt við. Tað sæst ikki, at nakað ítøkiligt er gjørt í 2007. Men hinvegin verður lagt eftir tryggingini og hennara starvsfólki. Hon verður løgd undir “ágang móti fiskimonnum” og tey, sum standa aftanfyri, “skuldu Fiskimannafelagið krevur skattahækking fyri fiskimenn! Gott ár hjá Bourbon Franska felagið Bourbon, sum átti veitingarskipið Bounbon Dolphin, ið sakk millum Føroyar og Hetland í fjør, hevði eitt gott rakstrarúrslit í 2007 hóast tann stóra missin. Í roknskapinum, sum júst er kunngjørdur, stendur, at avlopið var heili 27 prosent størri enn í 2006, og at frálandadeildin hevði eitt avbera gott ár við einum inntøkuvøkstri upp á 22 prosent. Bourbon Dolphin, sum var skrásett í Noregi, holvdist og sakk tann 12. apríl í fjør. Átta fólk doyðu, tá Bourbon Dolphin sakk millum Føroyar og Hetland (Mynd: Reuters) - Virksemið hjá Fiskimannafelagnum er sum heild skorið inn á bein, og felagið er sett mong ár aftur í tíðina, sigur Óli Jacobsen, sum var formaður í FF í ein hálvan mansaldur Mynd: Vilmund Jacobsen