Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 30 - 12. februar 2008 fingið harða revsing” fyri sínar “óndu skarnsgerðir” móti fiskimonnum. Á heimasíðuni varð sagt seinasta ár: ”(Tað) hoyrist í dagligari talu, at tryggingin verður sammett við brotsmannalið. Eisini hevur verið frammi, at starvsfólk hjá tryggingini fáa bonus, um tey gera eitt gott arbeiði. Um so er, so kunnu vit spyrj,a hvat merk­ ir gott arbeiði? Merkir tað, at um ein sparir tryggingini pengar, so hevur ein gjørt eitt gott arbeiði? Líka mik­ ið, um viðskiftafólkið hevur rætt til eitthvørt endur­ gjald?” Sum tað sæst, verður dúg­ liga róð upp undir, at starvs­ fólk fáa egnan vinning burt­ ur úr at nokta viðskiftafólk­ um tað endurgjald, tey hava rætt til! Forfylgdur fólkabólkur Í einum øðrum broti verða fiskimenn sammettir við ein forfylgdan fólkabólk í Burma, har stýrið er kent fyri sítt harðræði. Sambært Jan Højgaard er motivið bæði her í Føroyum eins og í Burma ”óndskapur, og fúl­ ar og andstyggiligar lygn­ ir.” Í hesum sambandi verður eisini sagt: ”Tað, at tað hevur eydnast almennu kraddarunum at fáa so nógvar føroyingar at hata fiskimenn, fyllir ein við ræðslu. Tí, tá tú fært slongt líkt og ólíkt upp í andlitið, so lýsir hatrið eisini av teirra eygum.” Í einum øðrum sambandi verður sagt: ”Tað er sera strævið at fundast við almennar nevnd­ ir. Tú situr har einsamallur millum eina fjøld av al­ mennum kraddarum, sum einans hava eitt endamál, og tað er at súgva sum mest til sín, sum okkara heiður­ ligu fiskimenn forvinna. Tey… skuldseta fiskimann­ in fyri bæði líkt og ólíkt…” Í samband við ALS verð­ ur sagt, at tað er “óndskap­ ur”, sum ger at fiskimenn í ávísum førum einki fáa. Fiskimenn sum ólukkudýr Høvuðsendamálið hjá Jan Højgaard tykist vera at gera fiskimenn til ólukkudýr, sum verða hataðir av restini av samfelagnum. Tað sama er við fiski­ mannakonum. Sagt verður, at “hvørja viku ringja grát­ andi kvinnur” til FF. Eg havi sjálvur tosað við hundraðir, kanska túsundir, av fiskimannakonum gjøg­ num árini. Eingin teirra hevur grátið! Tað tykist, sum at Jan Højgaard livir í eini fantasi­ verð av meira ella minni uppfunnum fíggindum, sum hann so skal berjast ímóti ­ í leysari luft. Her er eitt orðalag, sum ikki hevur sæð sín líka í eini ársfrágreiðing. Hetta kann bert skaða umdømið hjá felagnum og seta restina av samfelagnum upp ímóti fiskimonnum. Úrslitið verður hareftir. Samráðingarnar Patentloysnin hjá Jan Høj­ gaard er at leggja flotan uttan mun til hvat mál, tað snýr seg um! Verkfall verð­ ur nevnt í minsta lagi eina­ ferð á hvørji síðu í ársfrá­ greiðingini. Fyrsta stóra royndin í so máta var samráðingarnar við Reiðarafelagið herfyri. Jan Højgaard lovaði fiski­ monnum, at uttan mun til hvørjar broytingar, teir ynsktu í sáttmálanum, so skuldi hann fáa tær framdar, sum um samráðingar vóru eitt sjálvtøkuborð! Hann boðaði eisini frá á heimasíðuni hjá FF, at “tá ið samráðingar verða við reiðararnar í heyst, fara fiskimenn at krevja, at hýru­ prosentið verður munandi hækkað. Fiskimenn skulu nú hava munandi meiri í inntøkum. Tað verður eitt treytaleyst krav...” Áhaldandi hóttanir Sum tað skiltist, vóru sam­ ráðingarnar herfyri ein áhaldandi hóttan um at leggja flotan grundað á krøv, sum sjálvsagt fekk reiðarafelagið at koma við tilsvarandi mótkrøvum. Verkfall varð enntá lýst, áðrenn semingsstovnurin kom uppí, sum neyvan er hent fyrr. Tað tykist at vera greitt, at frá byrjan av var áhugin fyri verkfalli størri enn áhugin fyri semju. Nú endaði so verkfallið við einum kontantum úrsliti upp á 5 krónur um dagin upp á eftirlønina, har kravið upprunaliga var 200 krónur. Fyri árið er hetta 1.000­ 1.500 krónur. Hetta er minni, enn fiskimenn hava mist hvønn einstakan fiski­ dag, teir lógu av verkfalli­ num. Skal ikki siga, at meira kundi fingist burtur úr. Men ein og hvør annar samráð­ ingarleiðari hevði kunnað fingið hetta úrslit ­ uttan verkfall. Áðrenn verkfallið varð lýst, høvdu reiðarar bjóðað sær at sleppa spurn­ inginum um oljuna. Teir høvdu eisini meira ella minni bjóðað 5 krónur fyri hvønn mannin í eftirløn um dagin. Umframt hetta fekst so eisini stytting av túra­ longd. Men hetta eru mál, sum fyrr hava kunnað verið loyst uttan verkfall. Krevur skattahækk­ ing fyri egnar limir! Í ársfrágreiðingini er eingin umrøða av Samtak, sum Jan Højgaard hevur krøkt seg uppí, uttan at tað sæst, at hetta á nakran hátt hevur gagnað fiskimonnum. Tað er heldur hin vegin. FF kann hava fleiri felags áhugamál við arbeiðara­ feløgini, men ikki øll. Hetta sást, tá ið Samtak, eisini vegna FF, kravdi sam­ tykta skattalættan fyri 2008 afturtiknan. Har kundi ein skilja arbeiðarafeløgini, tí hesin skattalætti var nærum eingin fyri arbeiðarainn­ tøkur. Fyri fiskimannainntøkur var hesin lætti um 6.000 krónur – ella fimm ferðir vinningin í nýggja sáttmál­ anum. Henda skattalætta krevur formaðurin í FF tiknan aftur! Hetta krav er endurtikið í tí ynskilista, sum Samtak hevur sent komandi sam­ gongu, har tað eisini verður kravdur progressivur komm­ unuskattur, sum bert kann merkja enn størri skatt fyri hampiligar fiskimannainn­ tøkur. Hetta kann ikki merkja nakað annað enn, at Jan Højgaard arbeiðir beinleiðis ímóti áhugamálum hjá fiski­ monnum. Veruleikin er kanska, at tað eru uttanfelagsfólk, sum í veruleikanum lýsa sjónar­ miðini hjá Fiskimanna­ felagnum. Virksemið er skorið inn á bein Stutt kann sigast, at virk­ semið hjá FF sum heild er skorið inn á bein, og felagið er harvið sett mong ár aftur í tíðina. Sjálvt upplagda uppgávan at vera partur av skipanini fyri prísáseting á ráfiski, sum er uppbygd av FF frammanundan, er slept. Sjálvsagt er nógv, sum kann gerast betri fyri fiski­ menn, men tað verður neyv­ an eftir hesi uppskriftini. Mál kunnu bert loysast við einum miðvísum arbeiði fyri at undirbyggja síni sjón­ armið. Hetta krevur før­ leika, sum ikki er nøkur sjálvfylgja. Hetta gerst so ikki við at seta øll í samfelagnum upp ímóti fiskimonnum, sum tað verður gjørt. Sjúk á sjónum Ein uppgerð hjá teimum donsku læknavaktunum vísir, at sjey prosent av teimum, sum ringdu til læknavaktina í fjør, ringdu av einum fiskiskipi. Tað er lítið, siga læknarnir, og niðurstøða teirra er, at fiskimenn og sjómenn eru sunnir og frískir. Men tað er verri við teimum, sum ferðast við ferðamannaskipunum. Ikki minni enn ein triðingur av teimum, sum ringdu til Radio Nedical í Esbjerg í fjør, vóru umborð á einum ferðamannaskipi, tá tey ringdu. Nógv gerast sjúk á teimum sokallaðu cruise-ferðunum (Mynd: DR) - Ein og hvør samráðingarleiðari hevði kunnað fingið tað burtur úr sáttmálasamráðingunum – uttan verkfall, sum núverandi formaðurin í FF fekk – við verkfalli, heldur Óli Jacobsen Mynd: Vilmund Jacobsen - Sjálvsagt er nógv, sum kann gerast betri fyri fiskimenn, men tað verður neyvan eftir uppskriftini hjá Jan Højgaard, heldur Óli Jacobsen, sum her heldur røðu á Landingarmiðstøð Føroya Mynd: Vilmund Jacobsen