Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 vinnan Nr. 30 - 12. februar 2008 Harður kappingarneyti Meðan danska stórreiðaríið A.P. Møller-Mærsk gremur seg um keðiliga gongd á bingjumarknaðinum, sigur Singapore-reiðaríið Neptune Orient Lines, at tað væntar vøkstur í sínum bingjuflutningi til USA og á øðrum leiðum í ár. Samstundis hevur reiðaríið kunngjørt roknskapin fyri 2007, sum vísir, at umsetningurin vaks heili 12 prosent og kom upp á 8,2 mia. dollarar. Nettoavlopið vaks 53 prosent og var 523 mió. dollarar, sigur TV2. A.P. Møller-bingjuskipini fáa harða kapping úr Singapore (Mynd: A.P. Møller-Mærsk) Tey seinastu mongu árini hev­ur fiskiv­innan í Russ­ landi v­erið í sv­árari kreppu. Lítil og eingin fíggjarligur stuðul frá statinum, flotin hev­ur nærum ikki v­erið dag­ førdur síðani síðst í áttatiárunum, flest skip eru v­orðin gomul og ótíðarhóskandi. Sav­naða russiska ársv­eiðan er tey seinastu tjúgu árini minkað v­ið umleið 70% broytingartíð Ivan Eginsson Moskalenko Tann nýggi og sera virkis- fúsi ovastin innan fiski- vinnu, fyrrverandi tíðinda- maður og havnameistari í Kaliningrad Andrej Krajnij, er komin við nógvum broyt- ingum á økinum. Frá 1.januar 2009 fáa russisku reiðaríini nýggjar kvotur, ið verða galdandi í tíggju ár. Núverandi kvotur eru bert galdandi í fimm ár. Henda tíðarleingjan av fiski- veiðurættindum fer ætlandi at hjálpa einstøkum feløgum at útvega banka- fígging til keyps av nýggjari skipum uttanlands og nýbygningar. Ein russiskur statsbanki, Rosselhozbank, hevur longu játtað russisku fiskivinnuni 50 milliardir rublar (á leið 10 milliardir danskar krónur) fyri 2008. Henda risaupphæddin verð- ur fyrst av øllum nýtt til dag føringar av sjálva fiskiflotanum, men eisini fiskavøruframleiðslu á landi. Ein onnur merkisverd broyting verður tann, at all- ur fiskur, ið er fingin um- borð í russiskum sjógvi, má eisini landast í russiskum havnum. Tann stirvna og skrivstovuveldiskenda skip- anin í dag noyddir russisk skip at landa í Norðurnoregi og Suðurkorea. Sambært Andrej Krajnij, verða hesi viðurskiftini fingin í rættlag longu í ár, so tað verður ásett við lóg at øll skipini, sum fiska í russiskum sjógvi, koma við matvøru beinleiðis á sín heimamarkn- að – og ikki ígjøgnum norsk- ar ella koreanskar formidl- arar. Hetta verður tó bert galdandi fyri skip undir russiskum flaggi. Tað kemur eisini ein nýggj lóg, sum ásetur, at bert feløg við russiskum kapitali sleppa at varðveita síni kvoturættindi í russisk- um sjógvi. Reiðaríini við útlendskum pengum, ser- liga í Fjareystri, har nógv feløg hava verið uppkeypt av íleggjarum úr Japan, Korea og Hong Kong, fáa ikki varðveitt sínar núver- andi kvotur. Hinvegin verða útlendskir íleggjarar væl- komnir at samstarva innan fiskavirki og fiskavørufram- leiðslu. Ávirkar ei Føroyar Sæð við føroyskum eygum, ávirka hesar broytingarnar neyvan viðurskifti landanna millum á fiskivinnuøkinum nakað serligt í fyrstu atløgu. Í øllum førum kemur tað ikki beinanvegin uppá tal at gevast við meira enn 30 ára gamla kvotusamstarvinum. Tað vil siga, at føroyingar framhaldandi sleppa at veiða tosk í Barentshavinum, meðan russar fara at halda fram við svartkjafta- og sildaveiðu undir Føroyum. Kortini fer henda støðan møguliga at broytast, tá ið Russland hevur nóg mikið av egnaðum skipum, ið megna at fiska hvítfisk í sínum egna sjógvi. Undir Sovjetsamveldi- num vóru nógvir frystitrol- arar úr Murmansk, Vladi- vostok umráðnum og Kam- tjatka hálvoynni í altjóða sjógvi. Nú eru teir fyri stór- an part at finna í russiskum sjógvi, serliga í Berings- havinum og Ohotska havinum í russiska Fjareystri, har 70% av landsins fiskiflota hoyrir til. Á okkara leiðum fiska hesir trolararnir fyri tað mesta í norska, føroyska, íslendska og grønlendska sjógvi í Norðuratlantinum, eins og í marokkanska sjógvi í Norðurafrika. Við- víkjandi stórum pelagiskum trolarum er ætlanin hjá fiski- vinnuovastanum at satsa meira uppá tey uttanveltaðu fiskaumráðini, ikki minst Kyrrihavið – soleiðis at russar ikki fara at missa síni søguligu rættindi, sum teir høvdu har í soviettíðini, tá ið landið fiskaði upp til 11.000.000 tons av øllum fiskasløgum árliga – ímóti bert 3.200.000 tonsum í 2007. Tað savnaða marknaðar- virðið av árligu russisku fiskiveiðuni er mett til at vera meira umleið 25 milli- ardir danskar krónur. Stórar broytingar í russisku fiskivinnuni standa fyri framan Trolarin Omar við bryggju í Kaliningrads havn Andrej Krajnij