týsdagur 12. februar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2008
27
Stutt Sagt
600.000
flýggja í Kenya
Umboð fyri ST søgdu á
einum fundi í Helsinki í
gjár, at umleið 600.000
fólk í Kenya eru rýmd frá
húsi og heimi undan ófrið
inum, sum hevur herjað
landið síðani valið tann
27. desembur. Myndug
leikarnir søgdu tá, at
Mwai
Kibaki,
forseti,
varð afturvaldur, men and
støðan heldur uppá, at
hennara valevni, Raila
Odinga, var tann veruligi
vinnarin, og at myndug
leikarnir svikaðu. Umboð
ini hjá ST løgdu dent á, at
talan er ikki bara um polit
iskan ófrið, men minst
líka nógv um bardagar
millum teir ymsu etnisku
bólkarnar.
Sarkozy í
andróðri
Tað leikar hart á franska
forsetan, Nicolas Sarkozy.
Sambært teirri seinastu
meiningakanningini eru
bara 39 prosent av fronsku
veljarunum nøgdir við
avrik hansara í forsetaem
bætinum,
meðan
58
prosent eru misnøgdir við
avrikini. Eygleiðarar í
París siga, at nógvir frans
menn eru illir inn á forset
an, tí hann fór frá konuni
Ceciliu og gifti seg við
italsku Carlu Bruni. Har
afturat eru nógvir frans
menn illir um, at tað er
vorðið dýrari at liva í Frak
landi í seinastuni, skrivar
AFP.
Ein dýr
rundferð
Hevur tú nóg mikið ella
kanska rættari sagt ov
mikið av pengum, er tað
kanska eitt hugskot at
bíleggja eina ferð við
Jørðina við amerikanska
ferðamannaskipinum
„Seabourn
Odyssey“,
sum fer í fasta sigling
kring knøttin um tvey ár.
Tann fyrsta ferðin byrjar
tann 2. januar í 2010 og
varir eftir ferðaætlanini
108
dagar.
„Seabourn
Odyssey“ er marglætis
skip, og tað sæst aftur á
ferðaseðlaprísinum. Ein
ferð kring Jørðina í 195
fermetrar stórari íbúð kost
ar góðar 1,2 mió. krónur.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg havi fingið at vita, hvørjir mínir drápsmenn
eru, og hvat nummar teirra fartelefonir hava
(Benazir Bhutto)
útlond
Kurt Westergaard
teknaði ta mest um
røddu av Muhamm
edstekningunum í
JyllandsPostinum.
Tað kundi kostað
honum lívið
Í fleiri mánaðir hevur fregn
artænastan hjá donsku løg
regluni hildið eygað við
nøkrum monnum, tí illgruni
var um, at teir ætlaðu at
gera seg inn á ein av teim
um, sum teknaðu tær kendu
tekningarnar av Muhammed
profeti, sum JyllandsPost
urin prentaði tann 30. sep
tembur í 2005.
Í morgun tordi løgreglan
ikki at bíða longur, og í
einum stórum átaki vórðu
fimm menn tiknir á Århus
leiðini og skuldsettir fyri at
hava havt ætlanir um at
myrða blaðteknaran Kurt
Westergaard. Tríggir
av
teimum tiknu monnunum
eru danskir ríkisborgarar,
meðan hinir eru útlendskir
ríkisborgarar, og teir verða
uttan iva vístir úr Dan
mark.
Kurt Westergaard var ein
av teimum tólv teknarunum,
sum teknaðu tær nógv
umrøddu tekningarnar av
Muhammed profeti. Júst
hansara tekning fekk ta
mestu umrøðuna, tí á henni
var profeturin teknaður við
einari bumbu í turbanini.
Carsten Juste, blaðstjóri á
JyllandsPostinum,
segði
seg í morgun vera fegnan
um, at løgreglan hevði tikið
teir fimm menninar. Hann
váttaði, at blaðleiðslan hev
ur verið vitandi um málið
eina tíð.
Burma er næstovast á
listanum við londum
í Asia, sum hava tann
størsta barnadeyðan.
Bara Afghanistan er
verri
Men meðan Afghanistan hev
ur verið herjað av kríggi og
borgarakríggi í mong ár, hev
ur tað verið rættiliga friðarligt
í Burma líka síðani hjálanda
tíðina burtursæð frá mót
mælunum í 1988 og í 1992.
Í dag almannakunngjørdi
STbarnastovnurin UNICEF
sína árligu frágreiðing, og
tølini úr Burma siga eini
syrgiliga søgu: Á hvørjum
ári doyggja millum 100.000
og 150.000 burmesisk børn,
áðrenn tey hava fylt fimm
ár, og tey doyggja, tí tey fáa
ov lítið at eta ella av sjúkum,
sum kunnu lekjast.
Við
øðrum
orðum
doyggja millum 270 og 400
burmesisk
børn
hvønn
einasta dag alt árið.
Kjersti Fløgstad, sum er
aðalskrivari í norsku deild
ini hjá UNICEF, sigur við
Aftenposten, at nógv smá
børn í Burma doyggja, tí
tey fáa ikki bróstamjólk.
Kanningar vísa, at bara 15
prosent av kvinnunum geva
børnunum at súgva tríggjar
teir fyrstu mánaðarnar.
Kjersti Fløgstad sigur, at
tað er vert at geva gætur, at
barnadeyði er ein minkandi
trupulleiki í øllum londun
um í Eysturasia uttan í
Burma, og sjálv ivast hon
ikki í, at landsins stýrisskip
an er ein orsøk.
Myndugleikarnir hava
onnur viðurskifti á dags
skránni enn vælferðina hjá
børnunum, og tað harmar
UNICEF, sigur hon.
Tekning av Muhammed
kundi kostað honum lívið
Kurt Westergaard. Ein tekning
kundi kostað honum lívið
(Mynd: Polfoto)
Benazir Bhutto
visti, hvør skuldi
beina fyri henni.
Hon dugdi enntá
fartelefonnummarið
hjá sínum
drápsmonnum
Tá Benazir Bhutto vendi
aftur til Pakistan seinasta
heyst eftir fleiri ár í útlegd,
visti hon, at menn ætlaðu
at drepa seg, og hon visti
enntá,
hvørjir
dráps
menninir vóru.
Tað skrivar hon sjálv í
sínum endurminningum,
sum hon var liðug at
skriva nakrar fáar dagar,
áðrenn hon bleiv myrd
tann 27. desembur.
Frá einari muslimskari
stjórn havi eg fingið nøvn
ini á drápsmonnunum, og
hvat
fartelefonnummar
teir hava, skrivar Benazir
Bhutto í bókini, sum er
komin út í dag.
Bhutto
kendi sínar
drápsmenn
Her doyggja 400
børn um dagin
Børn í einum ruskdunga uttan fyri burmesiska høvuðsstaðin
Rangoon
(Mynd: Reuters)