Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 30 - 12. februar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Endaliga skráin fyri Formula-kappingina er nú løgd. B36 og ÍF fara ígongd leygardagin 29. mars, og dagin eftir spæla hini átta liðini. Seinasta umfar er á skránni 25. oktober Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 29. mars rullar Formula- bólturin fyri fyrstu ferð í ár. Tá leggur B36 graslíki til uppgerð móti uppflytar- unum úr Fuglafirði, og so verður annars spælt við fullari ferð fram til 13. juli, tá liðini fara í stuttan summarsteðg. 6. august er landskapping aftur á skránni, og við undantakið av onkrum landsdystarvikuskiftum verður so spælt hvørt viku- skiftið fram til 25. oktober, sum er seinasti leikdagur. Umframt B36 og ÍF eru hinir dystirnir í fyrsta umfarinum GÍ-B68, NSÍ- B71, EB/S-KÍ og HB-Skála. Góðbitar bíða Og líkt er til, at FSF hevur tikið nakað av atliti til, hvussu ymsu liðini stóðu seg í fjør. Og hvørji kunnu roknast við at spæla avger- andi dystirnar móti kapp- ingarenda. Í øllum førum eru hópin av innanhýsis uppgerðum millum tey fremstu í fjør, tá seinastu umførini av landskappingini skulu spælast. Meistararnir úr NSÍ skulu seinastu fimm umførini spæla móti B36 (h), EB/ Streymi (h), HB (ú), KÍ (ú) og Skála (h). Silvur- vinnararnir úr EB/Streymi hitta tá GÍ (h), NSÍ (ú), B36 (h), Skála (ú) og HB (h). B36 vann í fjør bronsu, og teir enda við NSÍ (ú), B71 (h), EB/S (ú), HB (ú) og B68 (h). Og HB, sum í fjør gjørdist nummar fýra hevur ÍF (h), GÍ (ú), NSÍ (h), B36 (h) og EB/S (ú). HB endar á Streymnesi 12 av teimum 16 londunum, sum luttóku í Africa Cup of Nations høvdu ein venjara úr einum øðrum heimsparti Fótbóltur Heri Simonsen hersim@sosialurin.fo Yvirlitið talar fyri seg: Fimm fraklendingar, fýra týskarar, ein hollendingur, ein póllendingur og ein brasiliumaður. Bert Sudan, Angola, Egyptaland og Zambia høvdu venjarar úr sínum egna landi. Hinir 12 luttakarnir høvdu útlendskar venjarar. Í so máta var sigurin hjá Egyptalandi óivað søtur hjá mongum afrikanum. Hátturin summir av teimum hvítu venjarunum føra seg fram uppá, verður ikki mettur at vera tann besti. Sunnanfyri Sahara eru tað bara Angola og Zambia, sum ikki hava ein venjara frá einum øðrum heimsparti. Vant 8 afrikonsk lond Ein hin kendasti venjarin í Afrika er týskarin, Otto Pfister. Pfister hevur um- framt Kamerun, sum hann venur nú, vant Rwanda, Burkina Faso, Zaire (nú Demokratiska lýðveldið Kongo), Senegal, Fílabeins- strondina, Ghana og Togo. Nógvir av landsliðsvenj- arunum brúka leistin hjá Allan Simonsen og Henrik Larsen. Teir eru mest heima við hús í Evropa, og fáa lisið oman yvir seg, at teir ikki hyggja nevnivert eftir dystum í teimum afrikonsku landskappingunum. Tá Pfister bleiv settur sum venjari hjá Kamerun savn- aði hann 30 leikarar til eina venjingarlegu, og út frá henni valdi hann hópin út, sum hann stórt sæð hevur hildið fæst við. Tað loysir seg ikki at gera ein góðan figur í kamerunski liguni. Tí Pfister er ongantíð til ein ligu-dyst í Kamerun. Pfister hevur hildið fast við Rigo- bert Song, sum øll fjøl- miðlafólk í Kamerun hava ynskt av landsliðnum. Sami Song gjørdi brølarin, sum førdi til sigursmálið hjá Egyptalandi í finaluni. Pfister vandi Ghana millum 1989 og 1995. Hann lovaði at føra landið til HM, men tað miseydnaðist - væl og virðiliga. Eisini Le Roy Venjarin hjá vertslandinum Ghana, franski Claude Le Roy, hevur eisini fingið toyggið, hóast Ghana vann bronsu. Ghanesiskir fjøl- miðlar hava eisini funnist nógv at Le Roy, men eins og Otto Pfister tekur Le Roy sær ikki av atfinningunum. Mótargumentið hjá fleiri av fótbóltssambondunum í afrikonsku londunum er, at tað er best at hava ein evropiskan venjara, sum ikki skramblar saman av atfinningunum í fjølmiðl- unum. Ein heimligur venjari hevði lurtað ov nógv eftir fjølmiðlunum. Eisini bera nógvir afrikanskir fótbólts- leiðarar ótta fyri, at ein heimligur landsliðsvenjari hevði valt nógvar leikarar út frá sínum yndisfelagi í teirri heimligu liguni. Droppaður Í 2005 hendi eitt fót- bóltsundur í lítla afrikanska landinum, Togo. Landið spældi seg til HM-enda- umfarið í Týsklandi. Venjari var tann nigerianski Stephen Keshi. Men í februar 2006 kom fjáltur á togolesiska fótbóltssambandið. Teir tordu ikki at lata ein afrikana hava høvuðs- ábyrgdina av liðnum til HM-endaspælið. Togo skifti Stephen Keshi út við Otto Pfister, men tað gjørdi einki gagn. Togo fekk ikki eitt einasta stig í HM-enda- spælinum, sum var hildið í heimlandinum hjá Otto Pfister. Men tað forðaði kortini ikki fótbóltssam- bandinum hjá Kamerun at seta sama mann í starv sum landsliðsvenjara hjá Kame- run. 70 ára gamli Pfister nær óivið at venja nøkur afrikonsk lond aftrat. Bara 4 av 16 venjarum vóru úr heimlandinum Týski Otto Pfister hevur vant ikki færri enn átta afrikonsk lond. Her sæst hann leiðbeina Mohamadou Idrissou undir finaluni hjá Cameroun móti Egyptalandi Mynd: Polfoto/AP Venjararnir Nigeria: Berti Vogts Týskland Fílabeinsstrondin: Uli Stielike Týskland Benin: Reinhard Fabisch Týskland Mali: Jean-Francois Jodar Frakland Ghana: Claude Le Roy Frakland Guinea: Robert Nouzaret Frakland Namibia: Arie Schans Niðurlond Marokko: Henri Michel Frakland Egyptaland: Hassan Shehet Egyptaland Zambia: Patrick Phiri Zambia Kamerun: Otto Pfister Týskland Sudan: Muhammed Abdallah Sudan Senegal: Hernry Kasperczak Pólland Tunis: Roger Lemerre Frakland Angola: Luis Oliveira Goncalve Angola SuðurAfrika: Carlos Alberto Parreira Brasilia FAKTA EB/Streymur og HB verða av fleiri mett sum tveir av mest seriøsu FM-biðlunum. Og tí kann hugast, at dysturin við Margáir í seinasta umfarinum kann tí væl gerast avgerandi fyri, at hvar FM-heitið endar í 2008. Men fyrst skulu liðini bæði so spæla 26 aðrar dystir