týsdagur 12. februar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 30 - 12. februar 2008 ]
Sætta Grand Prix
kappingin í talvi
varð avgreidd í
vikuskiftinum á
Oyrabakka. Heili
29 luttakarar høvdu
leitað sær til eitt langt
vikuskifti við talvi
Talv
Ólavur Simonsen
olavur@sosialurin.fo
Fyrr var ógvuliga vanligt,
at talvkappingar vóru longri
enn eitt vikuskifti, men
slíkar kappingar finnast
næstan ikki longur í nútím
ans resinum. Talvfelagið
Rókur hevur tó hildið fast í
at skipa árligu RókurOpen
frá hósdegi til sunnudag.
Hóast hetta nú er ein av
longstu
kappingunum
í
Føroyum, vóru nógvir íðnir
luttakarar við.
Torkil bergfastur
Torkil Nielsen hevur havt
ein ómetaliga góðan enda
spurt í Grand Prix kapp
ingini. Á Oyrabakka gekk
heldur ikki heilt av leið, tá
hann endaði á einum fyrsta
plássi millum Olaf Berg og
Rógva Dragaberg. Torkil
møtti Olafi í seinasta um
fari, og ein sigur vildi givið
Torkili leiðsluna í samlaðu
støðuni í Grand Prix kapp
ingini, um hini úrslitini
gingu honum til vildar.
Talvið endaði tó skjótt við
javnleiki.
Rógvi Dragaberg hevði
tá møguleikan at fara avstað
við fyrsta plássinum eins
amallur, men tók javnleik í
vunnari støðu. Støðan hjá
Rógva var tó ikki heilt
vandaleys og við at taka
javnleik, tryggjaði hann sær
sín fyrsta sigur í Grand Prix
høpi saman við Torkili og
Olafi.
NM unglingarnir
merktu kappingina
Nú bert ein vika er eftir til
norðurlandameistaraheitið í
talvi fyri unglingar, lótu teir
ungu
ikki
møguleikan
gleppa sær úr hendi at brína
vitið til komandi vikuskifti.
NM kappingin er kend fyri
at vera ein beinhørð kapp
ing, har mangur telvari er
komin aftur við tómari
skjáttu. Talvsamband Før
oya hevði tí valt at leggja
hesa kappingina vikuskiftið
áðrenn NM fyri at fáa
unglingarnar í so góða
venjing sum gjørligt, áðrenn
tað stóra slagið.
Oddastíðið harðnað
Munurin í oddinum í saml
aðu
kappingini
er
nú
minkaður sera nógv. Av tí at
Finnbjørn Vang og Ólavur
Simonsen ikki luttóku í
kappingini á Oyrabakka,
fingu Torkil og Olaf fríar
ræsur at taka seg inn á
oddin, og tað gjørdu teir
eisini.
Torkil tók seg fram um
Finnbjørn,
meðan
Olaf
liggur og lúrir á fjórða
plássi. Havast skal í huga,
at Olaf bert hevur telvað
tríggjar kappingar, so ein
sigur í næstu kapping kann
geva honum fyrsta plássið í
samlaðu støðuni.
Eftir
átta
kappingar
verður finalan telvað. Síðan
verður vinnarin funnin við
at leggja úrslitini av seks
teimum bestu kappingunum
saman.
Komandi kapping
í Havn
Sjeynda Grand Prix kapp
ingin verður skipað sum ein
vikuskiftiskapping og verð
ur telvað 22. – 24. februar í
Havnar
Telvingarfelag.
Telvað verða langtalv, og
kappingin verður ratað.
Torkil bergtikin í talvi
Rógvi Dragaberg vann sína fyrstu Grand Prix kapping saman
við Olafi Berg og Torkili Nielsen
Blatter vil hava graslíki
Sepp Blatter, FIFAforseti letur nú dyrnar upp fyri, at
heimsmeistaraskapið í fótbólti, sum verður í Suður
Afrika í 2010 kann verða leikt á fjórða ættarliðsgraslíki.
Vit hava havt fleri fundir um hetta, men vit hava ikki
tikið nakra endaliga avgerð, um HM í 2010 skal verða
leikt á graslíki. Tað er uppá tíðina, at Afrika byrjar at
hugsa um at nýta graslíkið, sigur Sepp Blatter. FIFA
hevur stuðlað einari verkætlan, sum hevur lagt ein
graslíkisvøll í hvørjum av teimum 53 afrikonsku
limalondunum, SuðurAfrika undantikið.
Arsenal fimm stig á odda
Arsenal eru nú fimm stig frammanfyri Manchester United í oddinum av
Premier League, eftir at teir vunnu heimadystin móti Blackburn í kvøld.
Úrslitið varð 20. Um vikuskiftið varð 26. umfar av Premier League spælt,
og millum mongu úrslitini, hendi tað løgna, at Manchester City tóku øll á
bóli og vunnu móti grannunum úr United. Hetta hevði so við sær, at Arsenal
kundu gera sær sjálvum eina risa tænastu, við at vinna kvøldsins dyst, og tað
var júst tað teir gjørdu. Emmanuel Adebayor, ið hevur staðið seg rættiliga
væl í álopinum hjá Arsenal í ár, slapp eisini á máltalvuna í kvøld, men fyrsta
málið átti verjuleikarin Philippe Senderos. Tað málið kom longu eftir bert
fýra minuttum. Málið hjá Adebayor kom í yvirtíðini.
Undantaksloyvi til
vøll við Formula-støði
verður bert givið í eitt
ár. Tí skal nýtt stadion
helst standa klárt í
2010, um karmarnir
skulu samsvara
ítróttarligu málunum
hjá 07 Vestur
FóTbólTur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vágaportalurin skrivar, at
Sandavágs kommuna ar
beiðir itøkiliga við ætlanum
um nýtt stadion í komm
ununi. Talan er um vøll fyri
10 mió kr., umframt eina
tilhoyrandi høll, sum ætlandi
skal kostra 15 mió kr.
Nýggj FSFkrøvini gera
nevnliga, at vøllurin á
Vallolyruni
ikki
lýkur
ásetingarnar. Og undantak
frá hesum verður bert givið
í eitt ár. Við øðrum oyrum,
so krevur tað, at arbeitt
verður skjótt, um karmarnir
skulu fylgja við teimum
ítróttarligu málum, sum 07
Vestur hevur sett.
Ælandi
skal
felagið
nevnliga spæla í Formula
deildini í 2009, og so má
nýggi vøllurin standa klárur
í 2010, um heimadystirnir
tá framvegis skulu spælast í
Vágoynni.
Við Vágaportalin sigur
Rósa Samuelsen, borgar
stjóri í Sandavági, at tey
hava sett 1,3 mió kr. av til
planering av økinum, og at
tað arbeiði skal gerast í ar.
Í vikuni hevði Sandavágs
kommuna fund við Miðvágs
kommunu og 07 Vestur.
Seinni er ætlanin, at bjóða
umboðum fyri Sørvágs,
Vestmanna og Kvívíkar
kommunu á fund.
Nýggjan vøll til 07 Vestur
Soleiðis verður nýggi
leikvøllurin ímyndaður.
Vøllurin skal liggja, har
grótbrotið nú er
Grand Prix 07/08
1
2
3
4
5
6
Stig
HT Kjølbro
KTF
ST
KT
Rókur
íalt
Ólavur Simonsen
6,0
5,3
7,0
2,5
0,0
0,0
20,8
Torkil Nielsen
0,0
0,0
4,5
4,5
5,0
5,3
19,3
Finnbjørn Vang
6,0
5,3
0,3
2,5
2,0
0,0
16,1
Olaf Berg
0,0
0,0
0,0
7,0
2,0
5,3
14,3
Rógvi Dragaberg
0,0
0,5
2,5
0,0
2,0
5,3
10,3
Carl Eli N. Samuelsen
3,0
0,0
0,0
0,0
7,0
0,0
10,0
Herluf Hansen
1,0
5,3
0,0
0,5
0,0
1,0
7,8
Martin Poulsen
0,0
0,0
4,5
0,0
0,0
0,0
4,5
Jógvan Joensen
0,0
0,0
0,0
4,5
0,0
0,0
4,5
Jón Andreasen
4,0
0,0
0,0
0,0
0,0
0,0
4,0
Rógvi E. Nielsen
0,0
0,0
2,5
0,0
0,0
1,0
3,5
Bogi Hansen
0,0
2,5
0,3
0,0
0,0
0,0
2,8
Vagn Heldarskar
0,0
2,5
0,3
0,0
0,0
0,0
2,8
Andreas Andreasen
0,0
0,0
0,0
0,0
2,0
0,0
2,0
Jens Chr. Hansen
0,0
0,0
0,0
0,0
2,0
0,0
2,0
Terji Petersen
2,0
0,0
0,0
0,0
0,0
0,0
2,0
Jónfinn Thomsen
0,0
0,0
0,0
0,0
0,0
1,0
1,0
Hans K. Simonsen
0,0
0,0
0,0
0,0
0,0
1,0
1,0
Hjalti T. Jógvansson
0,0
0,0
0,0
0,0
0,0
1,0
1,0
Høgni E. Nielsen
0,0
0,0
0,0
0,0
0,0
1,0
1,0
Jaspur T. Gaard
0,0
0,5
0,0
0,0
0,0
0,0
0,5
Jón Gregersen
0,0
0,0
0,0
0,5
0,0
0,0
0,5