týsdagur 12. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 30 - 12. februar 2008
lýsingar
www.ognir.fo
íbúðir | sethús | vinnubygningar
FTS Timbur
Alt timburarbeiði verður gjørt.
Serkønir í DECRA tøkum.
FTS Timbur
Tel 28 12 82
ftstimbur@ftstimbur.dk
Ættarstevna
Eini 30 fólk koma, í summar, heim úr víðu verð,
at síggja Koltur og hitta skyldfólk.
Tey eru øll eftirkomarar hjá hesum 5 systrunum
úr Koltri:
1) Elsebeth Hansdatter (Elsupa), fødd 1818.
Gift við Kaldbaksjógvan, bónda, í Koltri.
2) Lisa Malena Hansdatter, fødd 1820. Gift við
Jógvan í Skemmuni, bónda, á Sandi.
3) Anna Katrina Hansdatter, fødd 1823. Gift við
Hans í Fjósi í Havn.
4) Maren Frederikka Hansdatter, fødd 1825.
Gift við Hans Paula undir Kletti í Havn.
5) Nicolina Hansdatter, fødd 1832. Gift við
»gamla Zakaris« í Skopun.
Miðað verður ímóti, at skipa fyri eini samkomu
fyri ættini tann 2. august 2008. Vónandi ber
til hjá nógvum eftirkomarum í Føroyum at lut
taka.
Gerið so væl at siga frá hjá einum av hesum
fyriskiparum áðrenn 1. mars 2008.
• Elis Poulsen
Tlf. 361041
• Birgith av Lofti
Tlf. 312045
• Kirstin Lindberg
Tlf. 314202
• Hjørdis Joensen
Tlf. 317289
• Eyðfinnur Stórá
Tlf. 361344
• Halldóra Poulsen
Tlf. 361282
• Fríðhild Winther
Tlf. 361665
• Odmar Hentze
Tlf. 361974
Tá vit vita talið av áhugaðum, verður skrá og
tekningarlisti kunngjørdur.
Pedagogi til
Barnagarðin á Mýrunum
Søkt verður eftir:
• 1 pedagogi 25-30t um vikuna, til stovuna við
børnum við serligum tørvi
Førleikakrøv:
Vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og
ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita
umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit
ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar
og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi
og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn.
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum
avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein
partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað
námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt.
Dentur verður lagdur á, at møguleiki er fyri
fakligari og persónligari menning.
Starvið á serstovuni verður sett 1. mars 2008 ella
eftir nærri avtalu. Um pedagogar ikki søkja, verða
hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Lønin er
sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við
Eyðnu Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe,
varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi mikudagin 20 februar 2008, kl. 12.00.
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26
Postrúm 139
FO-610 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
søkir eftir
Í Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2
vøggustovur, 2 barnagarðsstovur, 1 barnagarðsstova við 6-ára
gomlum børnum og 1 stova til børn við serligum tørvi.
Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmlig-
um stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður,
sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/rørslurúm við
barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi
beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið
Kom og Dansa
Dansiskeið
í Rock´n roll
5 mikukvøld á rað í fimleikarhøllini
á Læraraskúlanum.
Fyri vand ella fyri tey sum hava dansa áður,
mikukvøld kl. 19.00 – 20.30.
Vit byrja í morgin, 13. februar.
Kostnaður 180,- kr.
Øll eru vælkomin
(støk / pør, ung og eldri)
Tilmelding hjá Marilyn
á tlf. 26 38 45
Lærarastarv
í vestmanna skúla
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv,
25. mars - 30. juni 2008, fyri lærara í barnsburðar-
farloyvi. Tímatalið um vikuna er 25
• Handverk og list í 1., 2., og 3. fl.
• Kristni í 3. og 7. fl.
• Stuðul í 4. fl í donskum og rokning
• Danskt 5. og 7. fl.
• Týskt í 8. fl.
Starvið er parttíðarstarv og verður lønt sambært
avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar-
málaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4
Nærri upplýsningar fáast við at venda sær til
skúlaleiðaran, tlf. 470100 ella 230100, ella frá
varaleiðaranum Erling Munck Pedersen, tlf
470102 ella 230101.
Umsóknir saman við avriti av prógvi og møgu-
ligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi 3. mars. 2008.
Vestmanna Skúli
Toftavegur 12 · FO - 350 Vestmanna · Føroyar
Tlf. 470100 · Fax: 470101 · vestmanna@skulin.fo
Í Vestmanna skúla eru 204 næmingar og 21 lærarar.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/
Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næmingavinarligur og
grønur skúli. Skúlin arbeiðir annars í løtuni við hesum evnum: at
menna trivnaðin, byrjanarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið
og at geva næmingunum fjølbroyttar avbjóðingar.
Eiðis kommuna
Brekkuvegur 22 · 470 Eiði
Navnakapping
BarNagarðuriN á Eiði skal hava navn og
verður í hesum sambandi útskrivað navnakapping.
uppskotini skulu skrivast á ein lepa og leggjast í
ein brævbjálva við frámerki á. Gott hevði verið, um
ein frágreiðing fylgir við um, hví júst uppskotna
navnið er hóskandi til barnagarðin.
avsendari skal ikki skrivast á brævbjálvan.
Í ein annan brævbjálva, við sama frámerki, skal
navn og bústaður á tí, ið eigur uppskotið skrivast.
merkið brævbjálvan “navnakapping”.
Ein trímannanevnd tekur støðu til uppskotini og
tilskilar sær rætt ikki at brúka nakað uppskot.
Tríggjar virðislønir verða lætnar: nr. 1: kr. 3000
– nr. 2: kr. 2000 – nr. 3: kr. 1000 uppskotini skulu
verða komin á kommunuskrivstovuna í seinasta
lagi 06.03.08, kl. 12.00