Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 SVEINUR TRÓNDARSON Dráttur-Fleyr 2-1 (15-21, 20-22 21-9, 12-21, 7-3, 15-9) Semifinalan í steypakapp- ingini í flogbólti fyri kvinn- ur varð spæld í Eysturskú- lanum týskvøldið. Dysturin var millum Drátt úr Vágum og Fleyr úr Havn og hann endaði við, at Dráttur dróg longra stráið og spældi seg í finaluna, sum verður leikt móti Mjølnir 18. marts. Spennandi dystur Tað var annars Fleyr, sum fekk bestu byrjanina upp á dystin og leingi sá tað út til, at tað skuldi fara vera Fleyr, sum fór at vinna dystin, men so varð ikki tá avtornaði. Fleyr hevði annars stryrkt seg við royndum leikarum, sum hava funnið sær flog- bóltsskógvarnar framaftur. Katrin Høgnesen, Guðrun Jensen og Kristina Ejdes- gaard vóru við á liðnum hjá Fleyr, men tað var ikki nóg mikið kortini. Sum sagt vóru tað havn- argenturnar, sum byrjaðu best og tær vunnu fyrsta settið rættuliga greitt. 21-15 stóð á stigatalvuni tá liðugt var. Í øðrum setti kláraðu vágagenturnar betri at fylgja við, og tað var um reppið, at tær fóru við settinum, sum var sera javnt. Kortini eydnaðist tað enn einaferð Fleyr at hava munin og aft- aná at hava vunnið 22-20 fóru tær til hálvleiks við leiðsluni. Dráttur koma aftur Í triðja settið kom vend í. Dráttur broytti eitt sindur upp á uppstillingina og tað hjálpti. Tær fóru skjótt frá Fleyr og smurdu tær av í triðja settinum. Settið end- aði 21-9 og nú var vent í holuni. Men sum so ofta fyrr, so vendi tað aftur beinanvegin. Fleyrkvinnurnar vildu ikki hava sitandi á sær, at tær høvdu tapt so stórt og við Dráttur var drúgvari Flogbóltur: Dráttur vann eina spennandi og javna hálvfinalu móti Fleyr týskvøldið, og vann sær rættin at spæla móti Mjølnir í steypafinaluni skilagóðum spæli vunnu tær fjórða sett 21-12. Nú var javnt í øðrum hálvleiki og javnbrótari mátti til fyri at avgera seinn- a hálvleik. Hóast ein skuldi trúð, at Fleyr var omaná nú, so vístu vágagenturnar vil- jastyrki og tær gjørdu bart við at vinna javnbrótaran um annan hálvleik 7-3. Nú var javnt 1-1 og tann seinasti javnbrótarin mátti takast við fyri at finna eina vinnara og ein finalist. Hesaferð var tað Dáttur, sum var væl stinnari og tær vunnu seinasta javnbrótaran 15-9 og dystin 2-1. Uppiborið Tað var stór frøði á gent- unum úr Vágum tá tær høv- du vunnið sær sess í final- uni. Sigurin var eftir tí vit hava skilt uppiborin og ser- liga vóru tað Helga Nor- dendal og Gerda Nattestad, sum vóru drúgvar hjá Drátti. Munurin millum liðini var, at Dráttur dugdi betri at fáa burtur úr á miðjuni, meðan Fleyr hevði sera tru- pult at byrgja upp fyri hes- um vápninum. Fleyrgenturnar vóru, sum vera mann sera vónbrotnar um tapið, tí tað hevði bjar- gað teimum ein part av kappingarárinum, um so var, at tær høvdu spælt seg í finaluna. Finalan verður sum sagt millum Mjølnir, sum hevði vunnið sær hitt plássið fyri langt síðani, og Drátt, og hon verður spæld í Havn tann 18. marts, sama dag, sum menninir spæla sína fi- nalu. Tann dysturin verður millum stórfeløgini bæði Mjølnir og Fleyr. Vit gleða okkum til dyst- irnar ... vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Stjørnan6 6 - 0 - 0 459 356 103 21 2 VÍF 5 3 - 0 - 2 380 339 41 13 3 Kyndil 6 3 - 0 - 3 382 342 40 13 4 Neistin 5 3 - 0 - 2 320 321 -1 11 5 VB 5 1 - 0 - 4 375 392 -17 6 6 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 268 434 -166 0 Støðan, 1. deild kvinnur JÁKUP MØRK Fyrsta vikuskiftið í mars mánaði kemur grønlend- ska manslandsliðið á vit- jan, og skulu teir á ferðini leika móti nýstovnaða føroyska A-landsliðnum. Varði Hesin dystur verður sam- stundis eitt slag av varða í føroyskari hondbólts- søgu, við tað at hetta sam- stundis markerar, at nú er aftur um at koma ferð landsliðsarbeiðið hjá Hondbóltssambandinum. Hetta datt jú fullkomu- liga niðurfyri, eftir at HSF í sínari tíð var um at fara av knóranum, men seinnu árini er ein varlig menn- ing farin fram, her yngru leikararnir hava umboðað Føroyar í altjóða kapp- ingum. Tað er tó ikki nóg mik- ið, bert at hava U-lands- lið, og tí er tað gleðiligt, at vit nú aftur fáa A-lands- lið okkara at síggja. Um og hvussu langt Føroyar eru dragnaðar í altjóða høpi seinnu árini, fáa vit helst eina ábending um, nú grøndlendska landsliðið kemur higar. Ung hondbóltstjóð Grønlendska landsliðið hevur nevnliga longu havt fleiri altjóða uppgáv- ur, hóast teir enn eru sera ungir í hesum høpi. Tað eru bert tvey ár síð- ani, at teir fingu limaskap í altjóða hondbóltssam- gonguni, IHF, og hava teir síðani hetta leikt 15 landsdystir, harav sjey teirra eru endaðir við grønlendskum sigri. Av altjóða dystunum, sum teir higartil hava leikt, kann nevnast, at teir hava tapt ruddiliga móti Danmar, Argentina og Brasil, meðan teir hin- vegin vóru sera nær við, tá teir leiktu móti ávíka- vist Hvítarusslandi og Estlandi. Júst hvussu grønlend- ski hópurin er settur sam- an vita vit ikki, men hondbóltssambandi hevur so fingið upplýst nøvnini á teimum, sum hesi bæði árini hava mannað grøn- lendska liðið, og eru hes- ir: Kim Hougaard (SAK), Hans Alaufesen, (SAK), Hans Peter Poulsen (NÛK), Peter Frederik Olsen, (NÛK), David Fisker, (NÛK), Carsten Olsen (NÛK), Finn Niel- sen (Nûk), Peter Sikem- sen (GOG), Bremen (O- dense HF), Jakob Larsen (Nyborg, GOG), Ivik Ostermann-Knudsen (Nyborg), Rasmus Larsen (Nyborg, Gudme), Arent Olsen, (Helsingør If), Karl Davidsen (Helsin- gør), Hans Peter Kyed (Casino Bregenz í Eyst- urríki), Hans Knudsen (K1933), Anders Heil- mann (Lyngby), Malik Duelund (Bolbro), Johan Rosbach (OH77), Ulrich Winther-Hansen (IP85, Otterup) Nú fer at styttast til A-landslið okkara aftur skal royna seg í al- tjóða dysti Hálv onnur vika eftir Venjari hjá A-landsliðnum er Palli Joensen Tá saman um kom, vórðu tað kvinnurnar hjá Drátti, sum gjørdust tær drúgvaru í stríðnu um at vinna sær sess í steypafinaluni. Í finaludystinum skulu tær hitta Mjølnir, og verður dysturin leiktur hin 18. mars JÁKUP MØRK Stjørnan-Kyndil 26-20 (15-10) Tá Kyndilsleikararnir týs- dagin fóru til Klaksvíkar, vóru tær ivaleyst væl vit- andi um, at hetta so avgjørt var seinasta útkall, um tað skuldi eydnast at gera nakað sum helst við bjørtur FM- vónirnar hjá klaksvíking- um. Undan dystinum vóru nevnliga seks stig á muni millum liðini bæði, og hóast ein kyndilssigur í sær sjálv- um ikki vildi ført til so øgi- liga nógv, so kundi hetta møguliga skapt eitt sindur av øsing millum stjørnu- leikararnar, soleiðis at tær møguliga eisini snávaðu í onkrum øðrum av seinastu dystunum. Sum tølini benda á, so eydnaðist tað kortini ikki Kyndli at taka hetta takið, men áðren tær høvdu givið skarvin yvir, vóru tær annar parturin í Ov stóra virðing Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at so skuldi verða, tí so at siga allan fyrra hálvleik høvdu kyndilsleikararnir alt ov stóra virðing fyri mótstøðu- liðnum. Sjálvandi er alneyðugt, at leikararnir altíð hava virð- ing fyri mótstøðuliðnum, men munurin millum hetta og ræðslu er rættuliga stór- ur. Hetta viðførdi eisini, at leikararnir aloftast stóu og bíðaðu eftir, at eitthvørt skuldi henda, og tískil end- aðu flestu álopini við, at ein hálvhjartað skotroynd varð send móti Johannu, sum sjáldan hevði trupulleikar av hesum. Eisini sást hetta aftur í verjupartinum, har flestu kyndilsgenturnar tóktust vera alt ov passivar, tá stjørnuliðið var í álopið. Eitt nú slapp Simona rættuliga ótarnað at skjóta fleiri ferð- ir, har verjan átti at verið skjótari úti, og tá Simona fær somikið góðar sømdir, er ikki nógv at gera hjá mál- verjanum. Esini kom fleiri ferðir fyr- i, at stjørnan við sera simp- lum spæli leikti seg ígjøg- num kyndilsverjuna, soleið- is at leikarar gjørdust óvan- liga fríar mitt fyri. Heldur ikki hevði Marita Hermansen ein av sínum bestu døgum í málinum, og tað tóktist vera kærkomin hvíld hjá henni, tá Elin Michelsen móti endanum av fyrra hálvleiki avloysti hana. Hóast munurin ikki vaks so øgiliga nógv, eftir at Stjørnan fyrsta korterið hev- ði vunnið sær eina fimm mála leiðslu, so kundi tað gingið nógv verri hjá Kynd- li. Álopsspælið hekk fram- vegis illa saman, og hvørki Lotte, Ann ella Jórun fingu skotini at sita, har tær van- liga royna at seta tey. Ikki tí, onkuntíð vóru flottar detaljur at síggja, m.a. einar tvær fríspælingar til Jensiu, men hetta var alt ov sjáldan til at gerast veru- lig hóttan móti stjørnumál- inum. Ferð og megi í seinna Nú veit eg sjálvsagt ikki, hvat venjararnir hjá liðu- num báðum hava nýtt hálv- leikin til, men í hvussu so er, so var himmalvíður munur í spælinum fyrru og seinnu tríati minuttirnar. Kyndilskvinnurnar vóru nú nógv grammari enn tær høvdu verið, og í málinum hevði Marita brádliga fleiri góðar bjargingar, og millum annað brendi Stjørnan tvey brotskøst í byrjanini av hálvleikinum. Í álopsspælinum var eis- ini sjónligt, at nógv meira vilji var í bæði gjøgnum- brots- og skotroyndum. Stjørnuleikararnir settu tó á ongan hátt ferðina niður, men royndu framhaldandi at kvala kyndilsleikararnar við skjótum og kraftmiklum spæli. Kyndilsverjan var tó nógv betur skipað seinastu 30 minuttirnar, og satt at siga, so kundu tær við eitt lítið sindur av hepni (ella minni óhepni) komið heilt nær stjørnuliðnum. Lotte Sørensen, sum varð mans- vard stóran part av seinastu 30 minuttunum, tóktist nú vera nógv betur fyri, og brádliga kom eisini meira ferð á skotini hjá Jórun. Mariginalarnir vóru tó ikki við grønu leikarunum, og ístaðin kundi heimaliðið dúva upp á, at tær í Vesnu Tomajek eiga ein av allar- bestu leikarunum her á landi. Stjørnan fekk ellivu mál seinna hálvleik, og av hesum fekk leikandi ven- jarin, hóast hon varð mans- vard í stórum pørtum av dystinum, ikki færri enn sjey, og hetta var kanska størsta orsøkin til, at kyn- dilsliðið ongantíð kom nær- ri Stjørnuni enn fýra mál. Undirhaldandi 30 minuttir Sum nevnt omanfyri, so var hesin seinni hálvleikurin ein av teimum bestu, sum hava verið leiktir í kvinnuhond- bólti her heima. At tað ikki komu fleiri mál, komst snøgt sagt av, at serliga kyn- dilsleikararnir í nógvum førum vóru óhepnar í skot- royndum sínum, umframt at liðini bæði løgdu nógvu orku í verjupartin. Hóast leiðslan hjá Stjørn- uni ongantíð minkaði nevn- ivert, so fór nervin ongantíð úr dystinum, og intensitet- urin í spælinum var alla tíð- ina sera høgur, og fleiri ferðir var kanska um at ger- ast ov heitt á vøllinum. Heilt áfast gjørdist tó ongantíð, og ístaðin fyri bardaga, kundu nógvu á- skoðararnir heldur frøast um ein sera spennandi sein- na hálvleik, har leikarar á Seinasti spenningurin fór Hondbóltur, kvinnur: Við greiða sigrinum á Kyndli týskvøldið, beindi Stjørnan allan iva av vegnum. Vegurin til meist- araheitið liggur nú víðopin, og meira enn vanligur kleyvarskapur skal til, um Klaksvíkin skal missa væntaða FM- heitið, nú teimum bert restar fýra dystir báðum liðum góvu alt tað, tær orkaðu. Eftir at seinasta ýlið hevði ljóðað úr hátalaranum, kun- du tær á heimaliðnum feg- nast um sigurin. Ein sigur, sum hóast alt var væl uppi- borin, og sum viðførdi, at klaksvíksgenturnar tóku enn eitt risafet mót føroya- meistaraheitinum. Stjørnan er nú heili átta stig framman fyri næsta mótstøðuliðið, og tað skal ganga verri enn av skriðuni til, um FM-heitið ikki skal enda í Klaksvík Kyndilskvinnurnar noyð- ast nú at ásanna, at teirra leiklutur í FM-stríðnum er útspældur, men tær hava tó framvegis silvurmerkini at stríðast fyri Áskoðararnir At enda kann eg ikki bara mær fyri at koma við eini lítlari viðmerking um á- skoðarnar, sum hetta týs- kvøldið vóru heili 400 í tali. Lat tað verða sagt bein- anvegin, at stemningurin, sum týskvøldið var í høllini, var ótrúliga góður, og tað er altíð eggjandi hjá hjá lei- karunum á vøllinum at spæla undir slíkum um- støðum. Nøkur lýti vóru tó, tí summi av teimum rópum, sum vóru at hoyra týskvøl- dið, hoyra als ikki heima á einum ítróttarvølli, ella nak- ra aðra staðni, og har um- framt sømir tað seg ikki ser- liga væl, at hallarvarparin rópar við í mikrofonini, tá áskoðarnir hjá heimaliðnum heppa leikarar sínar. Verður sæð burtur frá hes- um, varð talan leygardagin um dyst av teimum heilt góðu, har ytru karmarnir eisini gjørdu sítt til, at dyst- urin gjørdist so undirhald- andi Dysturin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Vesna Tomajek 11 (2), Simona Hansen 5, Annika Ljósstein 3, Joan M. Joensen 2, Anna K. Samson 2, Una Olsen 2, Andrijana Milodanovic 1 Kyndil: Lotte Sørensen 7 (3), Jórun Ludvig 5, Jensia Petersen 4, Ann Hansen 2, Rakul Joensen 2 Brotskøst: Stjørnan 4, Kyndil 3 Útvísingar: Stjørnan 2, Kyndil 3 Dómarar úr StÍF: Poli Hansen og Alexandur Johansen Joan og Simona vóru við yvirlutan í samfullar 60 minuttir, men kyndilskvinnurnar stríddust alla tíðina fyri at venda dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Í seinna hálvleiki sýndi leikandi venjarin hjá Stjørnuni, Vesna Tomajek, hví hon telist millum bestu leikararnar her á landi Mynd: Álvur Haraldsen