Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2008 39 Almanna- og Heilsumálaráðið Almenn móttøka í sambandi við at Hans Pauli Strøm hevur tikið við sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum á øðrum sinni, verður almenn móttøka hósdagin 14. februar kl. 15:00–16:30 í Almanna- og heilsumálaráðnum, Eirargarði 2, Tórshavn. EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 40 50 · TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: AHS@AHS.FO Verkførari til MVH Verkførari okkara á maskinverkstaðnum á Hjalla ynskir at royna nýggjar av­ bjóðingar. Tí verður sókt eftir nýggjum verkførara til maskinverkstaðið. Arbeiðsøkið Sum verkførari hevur tú ábyrgdina av at tilrættaleggja arbeiðið á maskinverkstað­ num. Ein onnur týðandi uppgáva er at samskifta við viðskiftafólk, veitarar og goymslustarvsfólk. Eisini hevur tú ábyrgd­ ina av, at arbeiðs­og papírsgongdin er so skjót og smidlig sum tilber. Í løtuni eru 6 starvsfólk á verkstaðnum. Tín førleiki Vit søknast eftir einum persóni við út­ búgving og royndum innan maskinøkið. Hevur tú, umframt hendan førleika, vunnið tær annan ástøðiligan førleika, sum t.d. maskinmeistaraútbúgving ella líknandi, er tað ein fyrimunur. Tað er umráðandi, at tað fellur tær lætt at samskifta við viðurskiftafólk og starvsfólk, og at tú ert fyrikomandi. Løn Lønin verður ásett sambært nærri avtalu. Hevur tú áhuga í hesum starvi, er tú vælkomin at ringja til Klæmint Weihe, á 216644 ella senda teldupost til kw@mvh. fo UM OKKUM MVH er nýstovnað felag, sum hevur til endamáls at umboða stórar og kendar fyritøkur innan entreprenørmaskinur m.a. Komatzu og Hydrema og Volvo bussar og lastbilar umframt at reka eitt dygdargott verkstað. Vit hava sett okkum sum mál at gerast førandi innan verkstaðstøkni til vinnuna bæði á sjógvi og landi. Fyri at náa hesum endamáli, er neyðugt við dugnaligum starvsfólki og góðum hølisviðurskiftum. Tað er tí avgerð tikin um, at byggja nýtt verkstað á Hjalla, soleiðis at fyritøkan eisini kann verða savnað á einum stað seinni í summar. M V H P / F | Á H j a l l a 1 5 | T e l e F o n 3 6 3 8 0 0 Teknikari til Føroya Shell Til okkara teknisku deild sóknast vit eftir einum teknikara at byrja sum skjótast. Arbeiðsøki Arbeiðið umfatar viðlíkahald av tekniskari útgerð hjá Føroya Shell, alt frá útbúnaði á service støðum, til oljugoymslur og oljuútbúnað á tangabilum. Harumframt kemur tú at vera ein týð­ andi partur av teknisku menningini av fyritøkuni, har tú ert við til at finna og implementera nýggjar loysnir, og vera við í ymiskum verkætlanum. Føroya Shell hevur oljugoymslur bæði í Tórshavn og í Klaksvík, og er møguleiki fyri at hava heimstað á hesum báðum støðum, men roknast skal við, at neyðugt er at ferðast kring alt landið har Føroya Shell hevur sítt virksemi. Førleikakrøv Vit vænta at tú hevur eina tekniska útbúgving sum t.d. maskinmeistari. Arb­ eiðið krevur kunnleika/áhuga til bæði mekanik, elektronik og el. Persónligir eginleikar Vit vænta at tú ert jaligur av lyndi og dámar væl avbjóðingar, sum krevja, at tú støðugt mást seta teg inn í nýggj viðurskifti. Umráðandi er eisini at kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava áræði, sum tryggjar at dygdar loysnir verða funnar. Vit bjóða Kappingarføra løn, góða eftirlønarskip­ an, arbeiðsbil og annars góðar arbeiðs­ umstøður. Vit leggja dent á at hava eitt høgt tekniskt støði, sum er avgerandi fyri okkara kappingarføri. Tí er umráðandi við støðugari førleikamenning, sum vit stuðla deils gjøgnum team work, tøttum samstarvi við veitarar og skeiðvirksemi. Ynskir tú nærri kunnleika til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Palla Petersen, tekniska leiðara á tlf. 214863. Umsóknir kunnu sendast til Føroya Shell, Postboks 188, 110 Tórs­ havn, viðmerk brævbjálvan »Teknikari«. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 21. februar 2008. P/F Føroya Shell er sjálstøðugt felag í samtakinum Shell Group og hevur eitt heimsumfatandi netverk við m.ø. ser­ kunnleika og serfrøðingum at dúva uppá. 14 tangabilar koyra oljuna hvønn dag um allar Føroyar. Shell innflytir oljuna við egnum skipi, og hon verður flutt til olju­ goymslurnar, Shell­støðirnar, latin í tangar hjá húsarhaldum, koyrd umborð á skipini o.s.fr. 10 Shell­støðir eru kring landið og átta Shell­avgreiðslur, har fólk kunnu bíleggja olju og fáa fatur á hitatænastuni, um tað er vorðið øskukalt. Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 10 | Postboks 188 | FO­110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo