mikudagur 13. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2008
Mánadagin og
týsdagin skipaði
formansskapurin í
løgtinginnum fyri
ungdómstingi, og
tað vóru vælnøgdir
luttakarar, sum
fóru til húsa aftur
seinnapartin í gjár
UNGDÓMSTING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað vóru spennandi og
produktivir dagar í ung
dómstinginum
fyrst
í
vikuni.
Tað halda í hvussu er
tveir av »tinglimunum« í
ungdómstinginum,
Heri
Arge og Elsbeth Petersen úr
Argja skúla.
Og sigast má, at limirnir í
ungdómstinginum
hava
ikki ligið á latu síðuni. Inn
vóru komin 11 uppskot frá
seks ymiskum flokkum,
umboðandi Sørvágs skúla,
skúlanum við Ziskatrøð,
Argja skúla (tveir flokkar),
Eysturskúlan og Venjing
arskúlan.
Uppskotini vórðu løgd
fram
og
fingu
fyrstu
viðgerð, áðrenn tey vórðu
beind í nevnd mánadagin,
nevndarviðgerð fór fram
fyrrapartin
týsdagin
og
seinnapartin fingu tey so
endaliga viðgerð og komu
til atkvøðugreiðslu.
Seks av teimum ellivu
uppskotunum vórðu sam
tykt, meðan hini fimm
vórðu feld. Einki uppskot
fall burtur.
Tá ungdómstingið end
aði,
kundi
løgtingsfor
maðurin boða frá, at limir
nir
í
ungdómstinginum
høvdu hildið 285 røður ella
viðmerkingar í seks tímar
og eitt korter. Teir høvdu
havt 18 munnligar fyri
spurningar til løgmann og
landsstýrisfólk, so sigast
má, at limirnir høvdu verið
ógvuliga produktivir.
Super feitt
Tá ungdómstingið endaði,
fekk Sosialurin orðið á tveir
av tinglimunum, Hera Arge
og Elsbeth Patersen úr
Argja skúla.
Hetta var super feitt.
Tað var stuttligt at sleppa at
royna tað, sum politikararnir
gera, vóru tey bæði samd
um.
Hetta
ungdómstingið
gjørdist nógv meiri spenn
andi, enn tey bæði høvdu
roknað við.
Vit trúðu slett ikki, at
vit sluppu at vera so nógv
við. Vit hildu ikki, at vit
skuldu sita so nógv inni í
tingsalinum, men roknaðu
við, at vit bara skuldu lurta
eftir politikarunum, søgdu
Heri og Elsbeth.
Ungdómstingið var skip
að soleiðis, at øll tey lut
takandi skuldu hava orðið í
minsta lagi einaferð, men
sum í tí veruliga tinginum
vóru summi títtari á røðara
pallinum enn onnur.
Fyri flokkin hjá Hera
Arge og Elsbeth Petersen
var galdandi, at onkur meld
aði til beinanvegin, meðan
meiri trekt gekst at fáa
kvotuna fylta.
Tað skuldu sita seks frá
hvørjum flokki í tinginum,
og eg var við uppá tað alla
tíðina. Eg meldaði meg til
sum tann fyrsti, tá tingið
skuldi mannast, sigur Heri
Arge.
Og eg var tann seinasta,
sum
kom
við,
leggur
Elsbeth aftrat.
Meðan Heri Arge framm
an undan er politiskt áhuga
ður, er tað meiri so sum so
við hesum áhuganum hjá
Elsbeth Petersen.
Men eg skilji í hvussu
er nógv betur politikkin nú,
sigur Elsbeth Petersen.
Tey eru annars ovfarin av,
hvussu seriøst tey eru blivin
tikin av etableraðu politik
arunum. Og at øll taka hetta
í álvara sást væl av, at øll
landsstýrisfólkini umframt
løgmann vóru møtt upp til
munnligu fyrispurningarnar
frá ungdómstinginum.
Ein uppliving, sum tey
bæði, Heri Arge og Elsbeth
Petersen, eru ógvuliga fegin
um at hava fingið.
Ungdómstingið fekk ein
buldrasligan enda, tá
úthurðin fór í smæsta
smildur, tá ein genta
skuldi lata hana upp
Mynd: Álvur Haraldsen.
Heri Arge og Elsbeth Petersen úr Argja skúla vóru sera fegin um at hava verið við til ungdómstingið
Mynd: Álvur Haraldsen
Seriøst ungdómsting
Dýrur hjúnaðarskilnaður
Sir Paul McCartney er í hesum døgum í rættinum í sambandi við
hjúnaðarskilnaðin frá konuni Heather Mills. Tey bæði blivu gift í
2002, men hjúnaðarbandið helt ikki, og í 2006 fóru tey hvør til sítt.
Áðrenn tað høvdu tey tó fingið eina dóttir saman. Rættarmálið
byrjaði við grummum lagi á teimum báðum, men eftir rættarfundirnar
í gjár tóktist lagið betri, og tað er nú nógv, ið bendir á, at tey skiljast í
sátt og semju. Heather Mills hevði upprunaliga ætlað at kravtmillum
80 og 100 milliónir pund (8001000 milliónir krónur), men væntandi
endar tað við umleið hálvari milliard. Ikki so galið kortini.
Credit Suisse niðurskrivar
Sveisiski stórbankin Credit Suisse sleppur heldur ikki undan
døpru avleiðingunum av subprimekreppuni, og bankin leggur nú
fram eitt avlop fyri fjórða ársfjórðing, sum er 72% minni enn
sama tíðarskeið í fjør. Tað eru niðurskrivingar á tilsamans 1,3
milliardir sveisarafrank (6,1 milliard krónur) á virðisbrøvum sum
skuld og lán, sum oyðileggur úrslitið fyri fjórða ársfjórðing, sum
gav eitt avlop á 1,3 milliard sveisarafrankar móti einum avlopi
upp á 4,7 milliardir sama tíðarskeið í fjør.