mikudagur 13. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2008
- Skal tað koma
upp á tal at gera
eina vakstraravtalu
fyri Suðuroy, skal
tað verða eitt ófrá-
víkiligt krav, at øll
oyggin fyrst verður
løgd saman í eina
kommunu. Størri
gularót enn ein Suður-
oyargrunn upp á
40-50 millíónir, fáa
suðuroyingar ikki,
sigur Sjálvstýris-
flokkurin
VakstraraVtala
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit hava onki ímóti, at
landið setir 40-50 milliónir
í ein serligan grunn, sum
skal hava til endamál at
venda negativu gongdini í
Suðuroy.
Tað sigur Kári P. Høj-
gaard, formaður í Sjálv-
stýrisflokkinum.
Sostatt tekur flokkurin
undir við ætlanini at gera
eina vakstraravtaluni fyri
Suðuroy, sum tosað hevur
verið um nú í tvey ár.
Men Kári P. Højgaard
staðfestir samstundis, at tað
kann als ikki vera treyta-
leyst, at landið setir pening
í ein serligan grunn, sum
skal hjálpa til at venda
gongdini í Suðuroy.
Hann heldur nevniliga, at
hesin
spurningurin
skal
tengjast saman við spurn-
inginum
um
at
leggja
kommunurnar í Suðuroy
saman.
- Skal landið lata Suður-
oynni menningarstuðul, skal
tað vera ein avgjørd treyt, at
øll oyggin fyrst verður løgd
saman í eina kommunu,
sigur formaður Sjálvstýris-
floksins.
Tað er alt, sum bendir á,
at andstøðan ein av fyrstu
døgunum fer at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
at gera eina vakstraravtalu
fyri Suðuroy.
Ger samgongan tað ikki,
hevur Sjálvstýrisflokkurin
onki ímóti at gera tað
sjálvur.
- Tað er í fínasta lagi, at
tiltøk verða sett í verk fyri
at lyfta Suðuroynna, men
tað eigur avgjørt at verða
ein treyt fyri tí, at øll oyggin
stendur saman sum ein eind
og at øll oyggin sostatt
verður løgd saman í eina
kommunu.
- Verður ongin saman-
legging,
verður
heldur
ongin
Suðuroyargrunnur,
stendur tað til okkum í
Sjálvstýrisflokkinum, legg-
ur hann afturat.
Ein gularót til
Suðuroyingar
Kári P. Højgaard heldur tí,
at landið eigur at brúka
lyftið um ein suðuroyar-
grunn sum eina gularót fyri
at fáa suðuroyingar at leggja
allar kommunurnar í oynni
saman.
- Men skal nakar fram-
burður og skal nakar dyna-
mikkur av álvara verða í
Suðuroy, er tað ein avgjørd
fortreyt, at øll oyggin verður
ein kommuna og so er tað í
fínasta lagi, at landið bjóðar
suðuroyingum ein menn-
ingargrunn sum eina gularót
afturfyri at leggja saman.
Sjálvur heldur hann, at
gongdin í Suðuroynni er
skeiv við alsamt minkandi
fólkatali og at tað tí er
neyðugt at taka serlig stig
fyri at venda gongdini.
- Tí er Suðuroy í eini
serstøðu og av tí, at oyggin
er so fjarskotin, er avbjóð-
ingin serliga stór og tí havi
eg onki ímóti, at landið
hjálpir til, leggur hann
afturat.
- Tað, sum tørvur er á í
Suðuroy, eru størv til fólk
við útbúgving og ein menn-
ingargrunnur kann avgjørt
verða við til at seta mangt
og hvat ígongd.
- Men skal landið taka
serlig stig fyri at menna
Suðuroynna, mugu suður-
oyingar eisini taka serlig
stig fyri at fáa fult gang av
teimum tiltøkum, landið
setir í verk.
- Við fleiri kommunum í
Suðuroy, fæst ikki fult gagn
av tí framburði, ein suður-
oyargrunnur kann
føra við sær, tí so kann
alt enda í einum eljustríði
um, hvørjum kommunum,
tey ymsu tiltøkini skulu
setast í verk í.
- Men verður Suðuroyggin
ein kommuna, verður mun-
andi lættari hjá Løgtinginum
at góðtaka, at 40-50 milli-
ónir
verða
brúktar
úr
landskassanum til at menna
oynna, tí so fær øll oyggin
gagn av tí og ikki bara ein-
stakar kommunur.
- Hinvegin dugi eg ikki at
síggja, at full nytta fæst úr
einum slíkum ódnartakið,
skal
peningurin
tægast
sundur
ímillum
fleiri
kommunur, ístaðin fyri at
finna eitt felags stev.
Hann sigur, at mangan
aftra kommunur seg fyri
samanleggingum, tí tær
stúra fyri at hvørva í eini
størri heild og tí kann tað
vera
neyðugt
við
eini
gularót.
- Men størri gularót fáa
suðuroyingar ikki enn ein
grunnur
uppá
40-50
milliónir.
Hava víst vilja
Kári P. Højgaard heldur
eisini, at suðuroyingar eru
sinnaðir at leggja saman.
Í seinasta valskeiði boð-
aðu býráðið í Vági og á
Tvøroyri frá, at tey vóru
sinnað at viðgera spurningin
um at leggja saman, men so
skuldu tey fáa frælsi at
leggja viðurskiftini í oynni
til rættis sjálvi.
Tað var í sambandi við
ætlanini at flyta miðnáms-
skúlan til Hovs. men tá ið
landsstýrið tvíhelt um at
skúlin skuldi flytast, datt
tað burtur.
Tað er alneyðugt at kommunurnar í Suðuroy leggja saman og løgtingið kann koma við gularótini. Størsta avbjóðingin er at skipa størv í Suðuroy til fólk við
útbúgving. Tað kann landið hjálpa suðuroyingum við, men tað kann ikki vera teytaleyst
Gularót skal fáa suðuroyingar
at leggja kommunurnar saman
Tosað hevur verið í eini
tvey ár um at gera eina
vakstraravtala fyri Suð-
uroynna, sum skal fáa
vinnulívið og sostatt
oynna á føtur aftur, men
tað hevur drigið út.
Kortini hevur nýggja
CHE samgongan bein-
leiðis felt tað í sam-
gonguskjalið, at ein vak-
strarætlan fyri Suðuroy
verður framd í verki.
Teir,
sum
higartil
hava arbeitt við ætlan-
ini, hava staðiliga víst
á, at talan skal ikki vera
um eina vakstrarætlan,
men um eina vakstrar-
avtalu,
har
landið,
kommunurnar, vinnulív
og aðrir partar, beinleið-
is binda seg til at seta
nøkur ávís tiltøk í verk
fyri at venda gongdini í
Suðuroynni.
Fyrsta stigið á leiðini
verður sostatt at kanna
nágreiniliga,
hvørjar
vinnur tað loysir seg
seg at leggja seg eftir at
menna í Suðuroy. Men
tað er eisini neyðugt
beinanvegin at hava 50
milliónir krónur at seta
tey vinnuligi tiltøkini í
verk fyri, tí ein fortreyt
fyri avtaluni er, at
partarnir binda seg til
at seta tiltøkini í verk.
Kommunurnar í Suð-
uroy hava bundið seg
til at seta 10 milliónir
krónur tilsamans í ein
grunn tey næstu fimm
árini,
men
ætlanin
hevur so verið, at landið
skal binda seg til at seta
40 milliónir í hendan
sama grunnin.
Higartil hevur landið
kortini ikki viljað játtað
sín part, men nú er tað
so beinleiðis komið í
samgonguskjalið, at ein
vakstrarætlan fyri Suð-
uroy skal setast í verk.
Aftur útróðrarveður Sandoy
Útróðrarmenn á Sandoynni fegnast um at tað aftur er vorðið
veður til útróður. Í gjárkvøldið visti heimasíðan bkv.fo at siga, at
Hvessingur var á veg aftur til Skopunar eftir at hava avreitt í
Miðvági. Hann hevði 12 stampar við sær og fekk 2700 pund. Í
gjár var Syðraberg av Sandi eisini úti. Og sum skiltist fóru
útróðrarbátarnir í Skopun til útróðrar í gjárkvøldið.
Bygdin skal ruddast Strendur
Nú skulu bilvrakini, akførini, bingjurnar og aðrir lutir, sum standa
á kommunalum ella privatum økjum uttan góðkenning, beinast
burtur ella latast góðkendum móttakara. Hetta hevur bygdaráðið
samtykt, og hevur skoytt uppí, at hetta er ábyrgdin hjá eigarunum
at gera. Verður tað ikki gjørt innan15. mars, fer kommunan at
beina tað burtur fyri eigarans rokning.
Hevur
drigið út