Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2008 Í morgin letur nýtt dagtilhald upp í Nólsoy, og í tí sambandi verður boðið til móttøku DAGTILHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú fær eisini Nólsoy sítt dagtilhald. Arbeitt hevur verið í eina tíð við at broyta og umvæla eini sethús, sum fyrr vórðu keypt til endamálið. Innrætt­ ingin er broytt og ein koyri­ rampi er gjørdur, so fólk í koyristóli eisini fáa atgongd til dagtilhaldið. Opið verður tríggjar dag­ ar um vikuna, mánadag frá klokkan 13 til 17, og týsdag og hósdag frá klokkan 10 til 17. Patricia Christiansen, van­ liga nevnd Disa, verður fyri­ skipari, og á móttøkuni í morgin, sum verður millum klokkan 13 og 18, verður høvi hjá fólki at síggja hølini, eins og ein drekka­ munnur eisini verður at fáa. Dagtilhald í Nólsoy Tað er í hesum fyrrverandi sethúsunum, at dagtilhaldið í Nólsoy fer at halda til Mynd: Leo Poulsen Føroysk Ph.D.- verja í Odense í dag Seinnapartin í dag verjir Cand.med. Shahin Gaïni úr Havn Ph.D ritgerð í Odense. Evnið, sum Shahin hevur granskað í eitur: Nye inflammationsmarkører og nye metoder til evaluering af den inflammatoriske tilstand hos patienter med sepsis – ella brunatekin og kanningarhættir í sambandi við bróðeitran. Verjan fer fram í dag kl. 14 í Store Auditorium, Winsløwparken 15, 1., 5000 Odense C. Ábbyrgdarhavandi vegleiðari hevur verið: Klinisk lektor, dr.med. Svend Stenvang Pedersen, Infektionsmedicin, Klinisk Institut, Syddansk Universitet. Vantandi fyribyrging innan eldraøkið leggur óneyðuga stórt trýst á heimarøktina. Royndir hava víst, at venjing tvær ferðir um vikuna í tríggjar mánaðir økir 50% um kropsstyrkina ENDURVENJING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Undirmett endurvenjing og vantandi fyribyrging eru størstu vandamálini innan eldrarøktina í Føroyum. Tað halda tær báðar, Marita Tórsheim og Marjun Poulsen, nevndarlimir í Fysioterapeutfelag Føroya. Alt økið er óskipað, og virkar ikki eins fyri øll fólk, men er tengt at, hvar í land­ inum ein býr. Í miðstaðarøk­ inum er bíðitíðin til endur­ venjing áleið eitt ár, í Klaksvík eitt til hálvtannað ár, meðan bíðitíðin í Suð­ uroy er nakrir fáir mánaðir. ­ Tað eigur at ruddast upp í lógini. Tað eigur at verða nevnt í sjálvum lógartekst­ inum, hvørjar sjúkur geva rætt til endurvenjing, siga Marjun Poulsen og Marita Tórsheim. Sjúkur sum sclerosa, apo­ plexi (lammilsi í helvtini av kroppinum), kol (lunga­ sjúkur), giktsjúkur og hjarta­æðra sjúkur eiga at verða nevndar í lógini sum sjúkur, ið geva rætt til end­ urvenjing. Tær vísa eisini á álitið um endurvenjing, har sagt verður, at í ST­sáttmálanum um rættindi hjá fólki við førleikatarni stendur, at fólk við førleikatarni eiga rætt til – eftir egnum vali – at vera so sjálvstøðug sum møguligt. Endurvenjing er partur av hesum; við at tryggja rættin til endurvenj­ ing tryggja vit, at Føroyar liva upp til ST­sáttmálan. Eingin lóggáva er í Føroyum, sum tryggjar fólki við førleikatarni endurvenj­ ing ella viðlíkahaldsvenjing. Hetta merkir, at eingin trygd er fyri, at fólk við førleika­ tarni fáa endurvenjing. Ov lítil kapasitetur Og hildið verður fram í álitinum: Um tað skal tryggjast, at fólk við førleikatarni fáa eina endurvenjingarætlan, so skal rætturin til endur­ venjing lógarfestast. Endur­ venjingarætlan lýsir, hvønn tørv tann einstaki hevur á endurvenjing, og mælir til, hvar hann kann fáa hana. Arbeiðsbólkurin mælir sostatt til: At øll, sum hava førleika­ tarn og hava tørv á endur­ venjing, fáa lógarfesta trygd fyri endurvenjing. At øll, sum hava førleika­ tarn og hava tørv á viðlíka­ haldandi venjing, fáa lógar­ festa trygd fyri viðlíka­ haldandi venjing. At øll, sum hava førleika­ tarn og hava tørv á einari endurvenjingarætlan, hava lógarfesta trygd fyri at fáa eina slíka. Hetta er so tað, sum mælt verður til at fáa við í lógar­ tekstin, eitt annað er, at neyðugt verður at fáa í lag avtalur við privatu fysiotera­ peutarnar, tí kapasiteturin er nógv for lítil innan almennu skipanina. ­ Tað er eisini ov lítli kapa­ siteturin sum ger, at bíðitíðin gerst so long, umframt at tað terir upp á fólk, sum brenna út í strævnu skip­ anini, siga Marjun Poulsen og Marita Tórsheim. Glottar á veg Tær báðar vísa á, at fáa øll tey endurvenjing, sum hava tann tørvin, og sum annars hava førleikan til tað, merk­ ir hetta, at tey gerast mun­ andi kropssterkari og kunnu sjálvi klára uppgávur so sum innkeyp og annað, ið tey annars mugu líta á heimarøktina at gera. Hetta hevði ikki bert ver­ ið gott og sunt fyri tey eldru, men eisini avlastað heimarøktina, sum er alt o villa mannað og hevur ov nógv at gera. Ein verkætlan, sum Marj­ un Poulsen framdi í 2006, vísti, at venjing tvær ferðir um vikuna í tríggjar mán­ aðir styrkti tey luttakandi við 50%. ­ Málið er jú, at tey gomlu skulu kunna vera heima longst møguligt, men við vantandi endurvenjingini fána nógv burtur og koma í eina ringa ringrás, og enda á institutiónum alt ov tíð­ liga, vísa tær báðar á. Kortini eru glottar fyri framman, og serliga fegnar eru Marjun Poulsen og Mar­ ita Tórsheim um, at júst end­ urvenjing er nevnd í sam­ gonguskjalinum. ­ Ein samskipari skal set­ ast í Nærverkinum, sum skal taka sær av hesum økin­ um. Hetta hevur verið eitt óskipað øki, men verður tað ført út í lívið, sum niður­ felt er í samgonguskjalið, so verður tað ein bati, sum fer at merkjast, siga Marjun og Marita. Tað verður eisini munandi bíligari í longra endanum at seta inn við fyribyrging heldur en at royna at lappa upp á skaðar og vansar, ið standast av vantandi fyri­ byrging. ­ Við verandi skipan er alla tíðina talan um at sløkkja eldar, tí tú fær bara avgreitt tað akutta, siga Marjun Poulsen og Marita Tórsheim, sum eru spentar upp á ætlaninar hjá nýggju samgonguni. Endurvenjing undirmett Rýmir frá Kaupthing Forstjórin í Kaupthing Banka í Noregi fer frá íslendska bankanum. Um hetta hevur nakað at gera við ivasomu støðuna hjá íløgufelagnum Exista, sum er høvuðseigari í bankanum, og sum sambært útrokningum, sum Nordea hevur gjørt fyri Børsen, nærum hevur mist allan eginpeningin, er ikki vist. Men tíðindastovan Direkt veit kortini at siga, at stjórin stingur í sekkin brinanvegin. Marita Tórsheim og Marjun Poulsen eru nevndarlimir í Fysioterapeutfelag Føroya Mynd: Jens Kristian Vang