mikudagur 13. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2008
Borgarstjórin í
Klaksvík er í øðini
um, at Samvit nú
ætlar at yvirtaka
alt íverksetaraøkið,
eftir at Klaksvíkar
kommuna í
samstarvi við onnur
hevur fingið eitt
Íverksetarahús
at virka fyri alt
landið. Steinbjørn
O. Jacobsen heldur,
at tað verður sum at
seta í bakkgear og fáa
eina tunga almenna
samskipan lagda út
yvir eitt dynamiskt
hús
Íverksetan
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Klaksvík er
argur, eftir at hann í Sosi
alinum í gjár kundi lesa
samrøðu við Elina Heine
sen, leiðara á tí nýggja
landsstovninum
Samvit,
har hon sigur frá, at nú skal
Samvit satsa uppá og sam
skipa alla íverksetan í
Føroyum.
Leiðarin á Samvit sigur
millum annað, at tað eru
tvey íverksetarahús í Føroy
um, at Íverksetarahúsið í
Klaksvík er eitt kommunalt,
lokalt tiltak, og at Samvit
skal samskipa hetta økið,
og hetta er ikki fallið í góða
jørð hjá borgarstjóranum í
Klaksvík.
Meir enn nakað annað
líkist hetta eini roynd at
fremja karaktermorð móti
Íverksetarahúsinum,
sum
avgjørt ikki er eitt lokalt
tiltak, men sum tvørturímóti
hevur allar Føroyar sum
virkisøki, og har bæði
luttakarafjøldin og undir
vísararnir, sum veita skeiðs
undirvísing og ráðgeving,
koma úr øllum landinum,
sigur Steinbjørn O. Jacob
sen.
Vit hava lagt sera stóra
orku í – í fyrimyndarligum
samstarvi við Eik Banka og
Vinnumálaráðið – at byggja
upp
eitt
íverksetarahús,
sum longu nú hevur prógvað
í verki, at tað er sera væl
virkandi, og har vit fáa
nógv fyri hvørja krónu.
Bæði vit og Vinnumála
ráðið vóru samd um, at eitt
slíkt íverksetarahús, ið hev
ur alt landið sum virkisøki,
og sum hevur virkað í øllum
landinum, liggur sera væl
her í Klaksvík, sum ein
vinnulívsbýur burturav, og
tí ber tað ikki til, at ein
nýggjur landsstovnur nú
skal blanda seg upp í hetta
sama málsøki, sigur borgar
stjórin í Klaksvík
Als ikki til at liva við
Steinbjørn
O.
Jacobsen
heldur, at tað er eingin
orsøk hjá einum almennum
stovni at blanda seg upp og
skula yvirtaka íverksetara
økið.
Ein má spyrja seg sjálv
an, hví hesi alment settu
starvsfólkini so absolutt
skulu blanda seg upp í eitt
málsøki, sum longu verður
væl og virðiliga røkt og
ment av einum væl riknum
og bíligum íverksetarahúsi,
sum arbeiðir kring landið
alt.
Borgarstjórin vísir á, at
Klaksvíkar Kommuna hev
ur útvegað ein bygning,
sum higartil hevur kostað
umleið 3 mill. krónur, og
harumframt er kommunan
við til at stuðla Íverksetara
húsinum við 800túsund
krónum í rakstrarstuðli um
árið.
Tí er tað eitt stórt vón
brot og sum at fáa vátan
vøttin at frætta, at nú roynir
ein nýggjur almennur stovn
ur at mótarbeiða, at Íverk
setarahúsið skal fáa eina
sjálvstøðuga játtan frá land
inum, og at hann ístaðin
skal leggjast undir umsiting
hjá Samvit, ið skal hava alt
hetta um hendur, og so kann
Íverksetarahúsið kanska fáa
nakrar molar, tá tað mesta
er farið til umsiting og lønir
aðrastaðni, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen.
Borgarstjórin í Klaksvík
sigur seg vera troyttan av
almennum stovnum, sum
blanda seg upp í kring land
ið.
Eftirhondini er hetta
almenna spælið blivið ov
stuttligt. Eg havi nú verið
borgarstjóri í skjótt átta ár,
og eg má siga, at eg eri so
inniliga troyttur av at upp
liva, hvussu almennir stovn
ar í høvuðsstaðnum ikki
kunnu lata vera við at leggja
seg út yvir sunnar og væl
virkandi stovnar og tiltøk
úti um landið, sigur hann.
Nú má eg bara spyrja,
um vit skulu seta í bakkgear
fyri at fáa eina tunga,
almenna samskipan lagda
út yvir hetta dynamiska hús
ið, fyri síðan at byrja av
nýggjum, har stirvna al
menna skipanin verður leist
urin framyvir – tað kann
altso ikki vera meiningin.
Almennir stovnar
eru alt ov stirvnir
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri, leggur dent á,
at tað er við beráddum
huga, at Íverksetarahúsið
varð skipað sum ein sjálv
støðugur grunnur, tí bara á
tann hátt kann ein sleppa
undan tí stirvnu almennu
skipanini.
Íverksetarahúsið er stýrt
av einari nevnd, sum er
mannað við vinnulívsfólk
um og íverksetarum. Haraft
urat er vinnan enntá bein
leiðis við til at fíggja rakst
urin av Íverksetarahúsinum.
Og fyri tað triðja er tað
næstan burturav vinnulívs
fólk og royndir íverksetar,
sum eru beinleiðis við í
undirvísingini á skeiðunum,
ið veitt verða.
Alt hetta verður stjórnað
av einum leiðara, Rana
Nolsøe, sum ger eitt framúr
gott og framskygt arbeiði,
og sum er ein sonn eldsál á
hesum øki, sigur borgar
stjórin í Klaksvík og heldur,
at Samvit heldur átti at
kasta seg yvir onnur ódyrk
að øki í føroyska samfelagn
um.
Fingrarnar vekk frá
Íverksetarahúsinum
Minnast Fischer
Fólk, sum hava hug at senda fyrrrverandi talv
meistaranum Bobby Fischer eina seinastu heilsan,
kunnu í hesum døgum skriva sítt navn í eina serliga
minnisbók, sum liggur frammi í Tjóðmenningar
húsinum í Reykjavík. Nógv fólk hava skrivað í
bókina, og ein annar fyrrverandi talvheimsmeistari,
russarin Boris Spassky, sum tapti tann tiltikna
talvdystin ímóti Fischer í Reykjavík í 1972, hevur
sent gamla kappingarneytanum eina serliga heilsan.
Missa kuffertið burtur
Fólk, sum ferðast við flogfari millum lond, skulu als ikki
vera vís í, at kuffertið er í sama flogfari sum tey. Tey
seinastu árini hevur tað víst seg, at kuffertini kunnu enda á
heilt øðrum støðum enn ætlað. Men tað er ymiskt, hvussu
dugnalig flogfeløgini eru til at fáa kuffertini á rætta staðið.
Íslendska Icelandair er álítandi í so máta, tí tað missir fá
kuffert burtur. Verri er við bretska British Airways, sum er
næstovast av teimum óálítandi feløgunum.
Bobby Fischer doyði í Íslandi í síðsta mánað
og er jarðaður har
(Mynd: Vísir)
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík, vil
hava Samvit at halda
seg langt burtur frá
Íverksetarahúsinum í
Klaksvík
Mynd: Johan Lützen