mikudagur 13. februar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2008
- Mítt hægsta ynski er
at heimbygdin aftur
skal blóma. Tí vóni eg,
at fólk vilja keypa sær
íbúðir her í Árnafirði,
sigur árnfirðingurin
Atli S. Justinussen.
Ein umsókn um
loyvi at byggja
trý dupulthús við
íbúðum á einum øki
uttarlaga í bygdini, er
send kommununi
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Árnafjørður: - Eg brenni
fyri bygdini, og eg vil so
fegin at hon skal menna seg
aftur, sigur Atli við Sosialin.
Árnafjørður er ein vøkur
bygd við stórum sandi,
hugnaligum og friðarligum
umhvørvi. Hon átti tí at verið
eitt sera gott stað hjá barna-
familjum at búsett seg í.
Tað eru kortini ikki øll,
ið hava hug at byggja sær
egin sethús. Tey halda
kanska, at hetta er ov stórt,
ov møtimikið og sum vera
man eisini ov kostnaðar-
mikið.
Her kemur hugskotið við
íbúðunum hjá sp/f A.K.
sum eitt gott alternativ hjá
teimum, sum ynskja at
byggja bíligari og búseta
seg í eini bygd við bæði
skúla og einum barna-
vinarligum umhvørvi.
Enn er ikki avgjørt um ella
nær farið verður undir at
byggja hesar tríggjar bygn-
ingarnar við tveimum íbúð-
um í hvørjum teirra. Tað fer
eftirspurningurin at avgera.
- Vit ynskja nú at vita,
um fólk eru sinnað at keypa
hesar íbúðirnar. Gera tey
tað, so halda vit fram við
ætlanini. Um ikki, so verður
hon slept.
- Íbúðirnar skulu verða
seldar, áðrenn vit fara víðari
við ætlanini, slær Atli fast.
Av tí at ætlanin er komin
so stutt, ber hvørki til at
áseta ein prís ella tíðarætlan,
nær íbúðirnar kunnu standa
lidnar.
Men sum skilst eru teir í
A.K. sera spentir eftir at
gera hesa verkætlanina til
veruleika.
Rapla inn við
umsóknum
Árnafjørður
er
hansara
heimbygd við stórum H, og
Atli ynskir at gera alt fyri at
steðga teirri gongdini, sum
verið hevur í fólkatalinum
tey seinastu árini.
Fyri 20 árum síðani búðu
75 fólk í bygdini, men í
januar í fjør var talið komið
niður á 53. Og seinastu
hagtølini frá Hagstovuni
vísa somu og skeivu gongd-
ina, tí í november var talið
komið heilt niður á 46!
- Vit mugu gera okkurt,
fyri at fáa gongd aftur í
bygdarlívið, sigur Atli.
Hann hevur sjálvur verið
ein íðin forsprákari fyri
snotuliga Kappróðrarneyst-
inum í bygdini, og arbeiðir
eins íðin við at fáa eitt
bygdarhús til vega, soleiðis
at trivnaður kann verða í
heimbygdini.
Samstundis er ein vitandi
um ætlanirnar at fremja
verkætlanina um betri tunn-
ilssamband. Var rætt atbor-
ið, skuldi alt hetta kunnað
gjør sítt til, at bygdin kundi
vaksið aftur.
- Eg eri onga løtu í iva
um, at tann dagin vit táa
tunnilin til Klaksvíkar, fer
tað at rapla inn við umsókn-
um um byggiloyvi her í
Árnafirði, staðfestir Atli.
2 minuttir til
Klaksvíkar
Gongst soleiðis sum mangir
árnfirðingar og fólk norð-
anfyri ynskja, verður Árna-
fjørður eitt knútapunkt í
eini nýggjari tunnilsloysn
fyri Norðoyggjar.
Ístaðin fyri verandi tunl-
arnar á Borðoynni, fyri-
liggur ein ætlan um at gera
tveir ístaðin: Ein millum
Klaksvík og Árnafjørð, og
ein millum Árnafjørð og
Norðtoftir.
Fyri fólkið norðanfyri fer
hetta at verða ein munandi
lætti, tí so sleppa tey undan
at koyra gjøgnum smølu og
ótíðarhóskandi
tunlarnar,
sum langt síðani hava slitið
fyri seg.
Sjálvur er Atli í hesum
døgum í ferð við at byggja
sær egin hús í heimbygdini,
og vónar hann, at onnur far
at gera tað sama sum hann.
- Tá tunnilin til Klaksvík
er komin, fer tað ikki at
taka meiri enn einar 2-3
minuttir hjá okkum at koyra
hagar.
- Tá fer at vera lag á
manni at búgva her í Árna-
firði og fara til arbeiðis
aðrastaðni, sigur Atli.
Bíða spentir
Fyri einum mánaði síðani
tók Atli, saman við einum
øðrum manni fyrsta stigið
til hesa ætlaðu byggingina
av íbúðum.
Teir sendu inn eina um-
sókn til Klaksvíkar komm-
unu, sum Árnafjørður er
partur av.
Umsóknin fer nú sína
vanligu gongd í umsitingini
í býráðnum, áðrenn hon
kann verða sett í verk.
Søkt varð um at fáa byggi-
loyvi til hesar íbúðirnar á
einum
2400
fermetrar
stórum øki í bygdini.
Teir hava gjørt sær nakrar
skitsur, men fara ikki undir
tær veruligu tekningarnar
av teimum fyrrenn teir vita,
hvar í bygdini hetta økið
verður.
- Tað er eingin tíðarætlan
sett á verkætlanina. Men vit
bíða spentir eftir svarinum
úr kommununi, sigur Atli.
- Tá tunnilin til Klaksvíkar
kemur, fer tað bert at taka
2-3 minuttir at koyra hagar,
sigur árnsfirðingurin Atli S.
Justinussen. Hann arbeiðir nú
við eini ætlan um at byggja
íbúðir í bygdini
savnsmynd
Steðga skeivu gongdini
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni er fólkatalið í Árnafirði
lækkað munandi tey seinnu árini.
Tað eru tó kortini tey, sum velja at byggja í bygdini.
Í løtuni eru eini sethús í gerð, og óhugsandi er ikki at
farið verður undir tvey onnur um ikki so langa tíð.
Í bygdini er bert eitt kommunalt grundøki eftir, men
sum skilst á Atla liggur kommunan inni við eini 6-8
umsóknum frá fólki, sum eru hugað at seta føtur undir
egið borð í Árnafirði.
Verður ætlanin um hesar seks íbúðirnar veruleiki, er
líkt til at bygdin fer at menna seg aftur.
- Eg haldi, at tað er syrgiligt at bygdin bara minkar
og minkar. Eg ynski í øllum førum at gera mítt til at
hon aftur kann vaksa, slær Atli S. Justinussen fast.
Atli at byggja íbúðir
í Árnafirði
”
Eg haldi, at tað er syrgiligt at bygdin bara
minkar og minkar. Eg ynski í øllum førum
at gera mítt til, at hon aftur kann vaksa
Juliane fer ongan veg
Grønlendska fólkatingskvinnan Juliane Henningsen tekur ikki
undir við hugskotinum hjá starvsfelaganum Lars-Emil Johansen,
sum nú um dagarnar hótti við at taka seg úr Fólkatinginum.
Juliane Henningsen ásannar, at orðaskiftið í Fólkatinginum
hevur ikki verið serliga hugaligt, men kortini hevur hon ongar
ætlanir um at gevast har. Tvørturímóti ætlar hon sær at stríðast
fyri sínum rættindum sum fólkatingslimur, sigur hon við KNR.
Størri arbeiðsloysi í Íslandi
Í januar var arbeiðsloysið í Íslandi 1,0 prosent, og hóast tað ikki
ljóðar av nógvum, var tað 14 prosent størri enn í desembur. Í
januar vóru 1.545 íslendingar skrásettir sum arbeiðsleysir, og tað
var 188 fleiri enn í desembur. Tølini vísa, at í høvuðsstaðarøkinum
var arbeiðsloysið 0,7 prosent í januar, meðan tað var 1,5 prosent á
bygd. Kring landið vóru 0,8 prosent av monnunum arbeiðsleysir.
Hjá kvinnunum var prosentparturin 1,2, skrivar Vísir.