Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2008 Framtíðin hjá setrinum var evnið, tá Fróðskaparsetrið í gjár bjóðaði politikarum og pressu á kveikingarfund og morgunmat ÚtbÚgving Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Journalistikkur, lóggáva, KT og serfrøði innan olju­ vinnu, havumhvørvi, sam­ felags­ og lívfrøði. Hetta eru nakrar av hægri útbúgv­ ingunum, sum Fróðskapar­ setrið ætlar at bjóða før­ oyskum og útlendskum stu­ dentum komandi árini. Sjálvandi treytað av, at politiskur vilji og fíggjarlig raðfesting er til staðar. Hetta kom fram, tá eini trýss fólk vóru savnað til morgunmatar á Fróðskapar­ setrinum fyrrapartin í gjár, týsdag, í sambandi við øðr­ vísi kveikingarfund fyri nývaldum landspolitikarum og pressuni. Millum áhoyr­ ararnar vóru løgmaður, landsstýrisfólk og tingfólk út samgongu og andstøðu. Tema í valstríðnum Setrið bjóðaði til kveiking­ arfund, eftir at stórur partur av valstríðnum snúði seg um, at vit sum tjóð miðvíst eiga at byggja upp eitt universitet á altjóða støði. Hetta bleiv ikki minst aktu­ elt, tá ið tað frættist, hvussu illa tað í roynd og veru stendur til í mun til fólka­ vøkstur og kynsbýtið her á landið. Jóan Pauli Joensen, rekt­ ari, professari, dr.phil og fil.dr., vísti í hesum sam­ bandi á, at við at raðfesta rætt, kann Fróðskaparsetrið mennast til at verða kjarnin í einum nýskapandi og dynamiskum umhvørvi, sum vil økja tilgongdina av høgt útbúnum fólki í landin­ um og verða við til at skaffa pening, førleika og altjóða verkætlanir til landið. Á fundinum greiddu teir tríggir deildarleiðararnir frá um virksemið hjá stovn­ inum, og ikki minst, hvussu setrið kann mennast kom­ andi árini. Eisini varð greitt frá, hvørjar fíggjarligar av­ bjóðingar eitt altjóða uni­ versitet hevur fyri lands­ kassan. Verandi játtan til setrið er áleið 24 milliónir, og skotið varð upp at í minsta lagi tvífalda játtan­ ina komandi trý árini. Her eru øktar hølisútreiðslur ikki roknaðar uppí, tí fleiri studentar og fleiri fólk í starvi merkir tørv á meiri plássi. Tí var eisini heitt á politiska myndugleikan um at seta spakan í til eitt nýtt universitet úti í Marknagili sum skjótast. Mett verður, at hetta kemur at kosta einar 2­300 milliónir krónur. Samanumtikið kann sig­ ast, at stovnurin í fyrsta lagi hevur sett sær fyri at geva fleiri føroyskum studentum fleiri valmøguleikar, um­ framt at stovnurin eisini skal vera lokkandi fyri útlendskar studentar og granskarar. Kappast við umheimin Endamálið við at útbyggja útboðið av útbúgvingum í Føroyum er í stóran mun at fáa føroyingar at støðast og at festa røtur í Føroyum. Tí skal bera til at taka ein góðan part av útbúgving­ unum her heima, og so at samstarva við lærustovnar aðrastaðni um restina. Hans Pauli Joensen, vararektari, lektari og megindeildarleið­ ari fyri Náttúruvísinda­ deildina, fegnaðist um, at Visión 2015 staðfestir, at øllum skal standa í boði at taka eina miðnámsútbúgv­ ing. Men hvussu so, tá miðnámsskúlin er liðugur, spurdi hann retoriskt. Og svaraði, at málið má vera, at setrið kann taka ímóti studentum á hvørjum ári, so tað verður kappingarført við onnur universitet. ­ Hetta er fortreyt fyri at fáa eitt gott studentaum­ hvørvi og fyri at fáa ung­ dómin at støðast í Føroyum, segði hann. Áhugavert land Ætlanin er, at Náttúruvís­ indadeildin framyvir skal bjóða fram útbúgvingar inn­ an KT, jarð­ og havfrøði og lívfrøði. Tørvur er tí á eini játtan á tilsamans 11 milli­ ónir krónur komandi trý árini. Tá verða verandi út­ búgvingar niðurlagdar so hvørt. Hans Pauli Joensen greiddi frá, at útbúgving­ arnar medvirka til vøkstur og vælferð í samfelagnum. Til dømis KT­verkfrøði, har privata og almenna útmeld­ ingin er, at KT­vinnan skal hava eitt bein aftrat at standa á, og at 60 KT­frøð­ ingar vanta í næstu tvey árini, sambært KT­felagn­ um. Í mun til jarð­ og havfrøði er ætlanin, at geva fólki førleikar at átaka sær leið­ andi størv, eitt nú í olju­ vinnuni. Havumhvørvið er ómetaliga týdningarmikið fyri sjóvinnuna og olju­ vinnuna, umframt at havið um Føroyar eitt »baro­ metur« fyri veðurlagsbroyt­ ingum, og tískil áhugavert, ikki bara hjá føroyskum studentum, men eisini útlendingum. Innan lívfrøði er Føroyar eisini serstakliga áhuga­ verdar. Bæði tá umræður djór og plantur, og ikki minst fólkið, har menning­ armøguleikar eru innan gentøkni. Biotøkni, gen­ tøkni og aling eru vinnu­ greinar, ið tørva lívfrøð­ ingar. Samfelagsfrøði Elin Súsanna Jac­obsen, lek­ tari, Ph.D., er megindeildar­ leiðari á Søgu­ og sam­ felagsdeildini, har tey eru sera illa mannað í løtuni. Kortini hava tey góðar vón­ ir um at seta á stovn fleiri útbúgvingar komandi árini. Sum er ber til at taka BA og MA í søgu og stjórnmála­ frøði. Framyvir er millum annað ætlanin at bjóða bac­helor í samfelagsfrøði, við valfakum sum føroyskt, søgu/samfelagsfrøði, kunn­ ingartøkni, samskifti, journalistikk og nám frá øðrum lærustovnum í Før­ oyum og uttanlands. Eisini er ætlanin at bjóða MA í lóg, sum í løtuni bert er grundútbúgving við 1/4 árs lestri. Føroyskir journalistar Triðja deildin á Fróðskapar­ setrinum er Føroyamáls­ deildin, har Malan Marners dóttir, professari, dr.phil. er megindeildarleiðari. Før­ oyamálsdeildin er elsta deild á setrinum og einasta universitetsdeild í heimin­ um, har til ber at lesa før­ oyskt á øllum akademiskum stigum. Studentar við lokn­ um prógvi frá deildini kunnu undirvísa í føroysk­ um í miðnámsskúlum, arbeiða sum týðarar, teksta­ rar, forlagsritstjórar, tekst­ høvundar og við miðlan av øllum slagi. Framyvir er eis­ ini ætlanin at økja fram­ leiðsluna, so til ber at taka studentar inn til støðisnám á hvørjum ári og at tvífalda vísindastarvsliðið umframt skrivstovu­starvsliðið. Ætl­ anin er at seta á stovn tvær nýggjar útbúgvingar: Faro­ ese for Foreigners, fyri útlendingar við áhuga fyri føroyskum máli. Sambært Maluni Marnersdóttir er stórur eftirspurningur eftir einum slíkum tilboði, tí fólk kring allan heimin sita og granska føroyskt mál. Harumframt er ætlanin at stovnseta eina MA í fjøl­ miðlan, har tann lesandi millum annað skal hava inn­ leiðslu í fjølmiðlan, talað mál, skrivað mál, fjølmiðlan og mentan, loftmiðlan, blað­ skriving, netmiðlan, uttan­ landsvisit, MA projekt og ritgerð. Verandi játtan til Føroya­ málsdeildina er 5,6 milli­ ónir. Við fleiri starvsfólkum og øktum virksemi kemur játtanin upp á einar 12,2 milliónir árliga. Positiv landsstýriskvinna Eitt sum gekk aftur á øllum fundinum var, at tað er so sera torført at manna granskarastørvini í Føroy­ um. Tað er snøgt sagt ikki attraktivt at koma til Føroyar at undirvísa. Sum onkur tók til: Tú oyðileggur títt c­v við at koma heim til Føroyar. Og uttan gransk­ arar ongin undirvísing. Tí er eisini sera umráðandi at fáa greið boð frá politiska myndugleikanum skjótast, so fólk kunnu fáast í nýggju størvini. Á fundinum segði Kristina Háfoss, landsstýris­ kvinna í Mentamálum, at nú hevur samferðsla havt fremstu raðfesting í so nógv ár, at tíðin er búgvin til, at vit veruliga raðfesta gransk­ ing og útbúgving. Ikki minst um vit ætla at bøta um trivnaðin hjá unga fólk­ inum, so tey ikki kenna seg noydd at flyta av landinum. Kveikjandi morgunmatur á Setrinum Barøy siglir Nú Blikur og Lómur eru seldir, hevur Eimskip sett skipið Barøy í siglingina upp á Sc­rabster. Sunnudagin var skipið í Suðuroy, haðani tað fór norður til Runavíkar. Barøy hevur fyrr siglt fyri Eimskip í Noregi. Skipið er 76 metrar langt, góðar 13 metrar breitt og er merkt 1350 tons deyðvekt. Skipið hevur 2250 hesta maskinu, og tað gongur góðar 11 míl. Skipið hevur síðuportur við lyftu, og frystilastin frystir niður í 25 kuldastig. Reinførisátak á Landssjúkrahúsinum Hósdagin 21. februar skipar Medisinski Depilin og hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin fyri einum handreinførisátaki í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Hóast nógv verður gjørt fyri at kunna um handreinføri, tykist tað ikki at vera betri millum starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, enn tað er á sjúkrahúsunum í grannalondum okkara. Framtakið vendir sær bæði til starvsfólk á sjúkrahúsinum og til almenningin. Endamálið er at styrkja sjúklingatrygdina við at gera vart við handreinføri sum tað týdningarmesta tiltakið, ið kann minka um vandan fyri at smittandi sjúkur og smittuelvandi bakteriur spjaða seg. Evnið verður lýst við plakatum og tekstum, og øll, ið hava hug, kunnu vera við í einari forvitnisligari handreinførisroynd, ið skal vísa, hvussi handreinføri eigur at verða útint, um tað skal hava ta ætlaðu, smittufyribyrgjandi ávirkanina. Átakið byrjar kl. 9. fyrrapartin og heldur fram til kl. 4 seinnapartin. Eini trýss fólk vóru savnað til morgunmatar á Fróðskaparsetrinum fyrrapartin í gjár, týsdag, í sambandi við øðrvísi kveikingarfund fyri nývaldum landspolitikarum og pressuni. Millum áhoyrararnar vóru løgmaður, landsstýrisfólk og tingfólk út samgongu og andstøðu Mynd: Jens Kr. Vang