mikudagur 13. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Daniel Jacob, vanliga kallaður
Dollin, var føddur í 1871, sonur
eina einliga mammu, sum neyvan
hevur verið heilt lætt tá í tíðini.
Hann fær ein buldrasligan
ungdóm men verður so radikalt
umvendur í Glasgow. Hann kemur
til Congo at virka fyri Congo
Balolo Mission, har hann fær
teknisku ábyrgdina av trimum
av teimum sjey skipunum hjá
missiónini. Hann var útbúgvin
maskinmeistari.
Hansara søguligi innsatsur
verður tó, tá ið hann gerst
fremsti hjálparmaður hjá bretska
konslinum Roger Casement á
hansara kanningarferð fram við
Congoánni í 1903. Endamálið
var at kanna og staðfesta teir
ræðuleikar, sum vóru framdir av
umsitingini hjá Leopold kongi í
Belgia, sum hevði Congo sum
sína persónligu ogn. Hendan
ferðin gjørdist byrjanin til endan
hjá konginum, sum í 1908 mátti
lata Congo frá sær.
Komin aftur til Bretlands heldur
Dollin á við hesum virki fyri
teimum kúgaðu í Congo, og hann
gerst ein av teimum í fremstu
røð at byrja ta fólkarørslu, sum
eisini er ein partur av hesi søgu,
og sum nærri verður komið inn á í
komandi parti.
Øll stór menniskju hava sínar
veikleikar. Tann hjá Dollanum
var hansara sinni, sum eisini gav
honum samstarvstrupulleikar við
sínar egnu. Men hansara virksemi
gjørdi hann eisini óynsktan av
myndugleikunum í Congo, og tí
kom hann til Føroyar at virka.
Hava fingið tilfar úr
skjalasøvnum
Vit hava fingið ein hóp av tilfari
afturat, sum lýsir lívið hjá Dolla
num. Tað er nóg mikið til fýra
partar afturat teimum trimum, vit
hava havt.
Hetta tilfar er fingið úr ymisk
um skjalasøvnum í Bretlandi.
At hetta hevur latið seg gera er
takkað verið beinasemi hjá fleiri,
sum heitt hevur verið á.
Ein av teimum er David Isaac
son. Hann er ein ungur ortodoksur
jødi í London, sum eg hitti fyri
nøkrum árum síðani í Svínoy og
havi havt samband við síðan.
Hann hevur á skjalasavnið í
London funnið sera áhugavert
tilfar, brævaskifti og greinir, í
skjalasavninum hjá Edmund
Morel, sum stóð á odda í stríði
num móti belgiska konginum
Leopold í Europa og í USA.
Hetta tilfar er grundarlagið fyri
komandi parti í hesi røð.
Sámal Mikkelsen úr Klaksvík
lesur gudfrøði í Glasgow. Hann
gjørdu sær tann ómak somu viku,
sum hann skuldi giftast, at fara
til Edinburgh og leita eftir tilfari
úr skjalasavninum hjá Balolo
missiónini, sum Dollin virkaði fyri,
og sum er grundarlag fyri hesum
parti. Alt hetta tilfar merkir, at vit
kunnu betur útgreina tað, sum er
skrivað í fyrstu pørtunum.
Echoes of Service er eitt gamalt
missiónsblað, har Dollin skrivaði
nógvar frásagnir frá sínum virk
semi í Føroyum. Hetta er eisini
sera áhugavert tilfar. Jane Cox,
sum arbeiðir á blaðnum, gjørdi
sær tann ómak at blaða alla
árgangir frá 19041916 ígjøgnum,
og hon tók kopi av øllum grein
unum og sendi okkum tær.
Alt hetta hevur gjørt sítt til,
at vit kunnu bera hesa sera
áhugaverdu og nærum ókendu
søgu um havnarmannin, sum
var í fremstu røð í heiminum
í teirri rørslu, sum tá stríddist
móti harðræði og fyri mannarætt
indum. Vit takka øllum, sum hava
givið sítt íkast.
Vit hava eisini ráðført okk
um við norðmannin Espen
Wæhle, sum er ein tann fremsti
Congoserfrøðingur í Norðanlond
um. Hitti hann í seinasta viku, og
hann var ovfarin og fegin um alt
tað tilfar, sum er fingið til vega
um Dollan, og sum kemur at seta
hann sum ein týdningarmiklan
part av søguni hjá skandinavum
í Congo. Hann metir, at henda
frásøgnin týdd til enskt kundi havt
stóran áhuga úti í heimi.
Tað eru framvegis leysir endar,
sum Espen framhaldandi fer at
royna at fáa greiðu á.
Í hesum partinum fara vit at
greiða frá teimum trupulleikum,
sum Dollin fekk í Congo. Fyrst
og fremst av følskum ákærum
um, at hann skuldi havt nýtt
somu mannagongd móti teimum
innføddu, sum valdsharrarnir
nýttu, og síðan um stríðið fyri at
koma aftur til Congo at virka.
Í 5. parti verður greitt frá tí
sambandi sum Dollin hevði við
Edmund Morel, eftir at hann var
komin aftur til Bretlands. Greitt
verður frá teimum fundum, sum
hann hevði í Bretlandi og greinum,
hann skrivaði í bløðunum.
Falskar ákærur móti
Dollanum í Congo
Vit fara nú at halda
áfram við røðini um
Daniel J Danielsen,
sum var trúboðari í
Congo 1901-1903
og síðan í Føroyum
frá 1904 og til sín
deyða í 1916.
Vit hava longu
havt tríggar partar í
Miðvikuni og ein
part í Hendur ið
Sleptu, sum alt
vísir ein heilt ser-
ligan persón, sum
var við til at skapa
heimssøgu fyri 100
árum síðan
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Lina og Dollin á yngri árum
Harley House í London var
missiónsskúlin hjá Balolo missiónini.
Her var Dollin eitt ár, áðrenn hann
fór til Congo. Her búði hann aftaná
heimkomuna, tá ið hann var í
London, og her hevði stýrið fyri
Balolomissiónini sínar fundir
Føroya Fornminnisavn 3350F11530