mikudagur 13. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 31 • 13. februar 2008
Í 6. og 7. parti verður greitt
frá hansara virksemi í Føroyum,
grundað á hansara frasagnir til
Echoes of Service. Tað er nakað
nógv skrivað um hetta í bókini
”Men Gud gav Vøkst” hjá Sigurd
Berghamar, so tað verður minst
møgulig endurtøka.
Men hetta tilfar er partvíst ein
góð samtíðarlýsing av lívinunm
í Føroyum um hetta mundi,
eins og tað er ein góð lýsing av
andaliga lívinum um ta tíðina, tá
ið Brøðrasamkoman fær fótin fyri
seg. Hetta kann saktans eisini
hava almennan áhuga.
Um tað verður meira valdast,
hvat tilfar kemur undan kavi.
Kæran, sum vísti seg
at vera følsk
Ein spurningur, sum verður við
gjørdur í tí, sum er skrivað um
Congo, er eisini tann viðferð,
sum trúboðarar kunnu hava givið
teimum innføddu. Tað kann ikki
undra um tað hava verið spenn
ingar, tí tað var jú stórur munur
millum hugburðin hjá teimum
innføddu og teimum hvítu, eisini
fyri tað um teir vóru trúboðarar.
Tað var eisini vanliga fatanin, at
tey innføddu ikki fingust at arbeiða
uttan við eini harðari hond.
Tí hevði Balolo missiónin eisini
gjørt sína leiðbeining ”Pinciples
and Practice” um, hvussu farast
skuldi við teimum innføddu. Her
var likamlig revsing bannað.
Hóast hetta vóru hendingar nú
og tá, sum vóru í stríð við hesa
reglugerð.
Her stóð Dollin rættiliga fyri
skotum, tá kært varð um hann til
høvuðsstýrið fyri Balolo Congo
Mission ”Home Council”, sum
hevði sæti í London.
Vita fara at lýsa hetta mál fyrst
og fremst út frá fundarbókini
hjá Congo Balolo Mission. Eina
serliga viðgerð fær bókin hjá
svenskaranum David Lagergren
”Mission and State in the
Congo”, sum er ein útgreining
av viðurskiftunum millum
protestantiskar trúboðarar og
myndugleikarnar í Congo árini
18851903.
Hetta stýri hevði fundir nakrar
ferðir árliga, og tá ið vit koma
til 1903 er talið á fundum komið
uppá 100 fundir. Teir verða
hildnir í Harley House, sum er
missiónsskúlin, har Dollin var,
áðrenn hann fór til Congo, og
eisini har hann búði, tá ið hann
var í London aftaná heimkomuna.
Annars búði hann eisini í
Glasgow.
Formaður í stýrinum var Harry
Grattan Guiness (18611915).
Pápi hansara við sama navni,
stovnaði fyrst Livingston Inland
Mission og síðan Congo Balolo
Mission.
Guinnes var upprunaliga
ivasamur um frásagnirnar um
yvirgangin í Congo. Í royndunum
at víðka virksemið hjá missiónini
hevði hann nógv samband við
myndugleikarnar í Belgiu. Í hesum
sambandi vísti hann ofta á,
hvussu væl missiónin og myndug
leikarnir samstarvaðu í økinum.
Men seinni broytti hann kós
og fór fult út í part við tey, sum
bardust ímóti hesum vanstýri,
og er hann tískil farin í part við
Dollan. Sagt verður eisini, at
Guiness setti Dollan sera høgt.
Hvør fundur byrjar við bøn
og við, at fundarbókin fyri
undanfarna fundin verður lisin
og góðkend. Øll mál fáa eina
hampiliga stóra umrøðu í fundar
bókini, og tí fæst ein góð mynd
av, hvat ið hevur gingið fyri seg.
Tað er ikki vist, at vit hava
fingið alt við. Men vit hava tikið
við teir fundir, sum Séamas Ó
Síocháin hevur víst til, tá ið vit
áður hava havt samband við
hann. Hann er annar av teimum,
sum hevur skrivað bókina ”The
Eyes of Another Race”, sum
er ein frágreiðing um ferðina
hjá Casement, og sum er
høvuðskeldan til hesa frásøgn.
Fundarbókin
Tann fyrsti fundurin um hetta mál
var 27/11/02.
Fyrst skal endurgevast tað, sum
stendur í fundarbókini:
”Eitt langt og álvarsamt
orðaskifti varð í samband við eina
frágreiðing hjá Mr. Sawyers, sum
beint var afturkomin úr Afrika,
nú hann hevði lagt frá sær í
missiónini.
Vísandi til sína støðu klagaði
hann um, at økisnevndin í
Congo ikki hevði givið honum
møguleika at framføra síni
sjónarmið fyri henni. Nevnin
samtykti at gera kanningar av
hesum viðurskiftum saman við
Mr. Ruskin og Mr. Harbet. (Teir
vóru til staðar á fundinum og
mæltu frá, at Sawyers skuldi
verða sendur aftur til Congo.)
Síðan kom Sawyers við einum
hópi av útsøgnum til nevndina,
og aftast í fundarfrásøgnini er ein
samandráttur av hesum. Sawyers
framførdi álvarsom óreglulig
viðurskifti, sum hann pástóð fóru
fram, serliga á dampskipunum
og missiónsstøðini Bonginda (har
Dollin virkaði).
Guinnes nevndi nakrar útsagnir,
sum Mr. Sawyers hevði sagt
honun í samband við Hr. Ellary,
trúboðari. Hetta var millum annað
viðvíkjandi eini ógrundaðari
ákæru um morðroynd á Mr de
Grey frá Waka. Umframt tað, at
Mr. Harris eftir at hava havt at
einum handilsmanni fyri at hava
nýtt pískin hevði sent eitt bræv
til sama handilsmann og biðið
hann heldur nýta pískin móti
einum av egnu arbeiðarunum hjá
Mr. Harris.
Sum eitt úrslit av hesum varð
einmælt samtykt, at allir trúboð
arar sum vóru heima í farloyvi,
skuldu hittast við nevndina hós
dag eftir til eina ráðstevnu fyri at
fáa allan sannleikan fram í hesum
máli.
Álvarsligar bønir vóru bidnar
viðvíkjandi niðurstøðuni av hesum
fundi.
Samandráttur av
kæruni:
Mr. Sawyers sigur í ein frágreið
ing frá, hvat hann hevur sæð í
fimm vikur, tá hann var í Bong
inda saman við Mr. Clark á síni
ferð oman eftir Congoánni. Hann
fór úr Baringa 8. august, og hann
var í Bonginda tær tvær seinastu
vikurnar í august og allan
september.
Alla hesa tíðina nýtti Danielson
pískin ”the chicotto”, og umborð
á dampbátinum var tað dagligur
kostur, at menn vóru húðflongdir
hvønn morgun, um teir ikki høvdu
fingið til vega ta ásettu nøgdina
av brenniviði til maskinuna.
Menninir vóru lagdur á jørðina
og fingu hvør 25 sløg. (Vanliga
revsingin hjá gummifyritøkunum
var 50 sløg, okkara viðmerking).
Pískurin hevði fýra álir av húð
av áarrossi flættaðar saman.
Danielson koyrdi eisini menn
og kvinnur í varðhald, tá ið teirra
menn ella vinir ikki komu við
nóg mikið av viði. Mr. Sawyers
segði, at hann sá meira enn eina
ferð menn og kvinnur í varðhaldi,
meðan hann var í Bonginda.
Hetta var einasta stað, har hann
hevði sæð hesa framferð.
Mr. Sawyers varð spurdur,
um hann var varugur við nakran
Henda bókin og hennara medhøvundur írin Séamas Ó Síocháin er ein av
okkara høvuðskeldum til hesa røð. Perman vísir innføddar savna gummi, sum
var fremsta grundarlagið fyri ræðuleikunum í Congo
Henry Grattan Guinnes var ein
høvuðsmaður í Balolomissiónini.
Sagt verður, at hann virdi Dollan høgt
Hetta er damparin “Henry Reed”, sum Dollin var maskinmeistarti og skipari á hendan søguliga túrin saman við Roger Casement