Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2008 17 Andlát og jarðarferðir Margit Kyster í Tórshavn andaðist í heiminum leygardagin 65 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið kl. 18. Jarðar­ ferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góða mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Sofie Sevdal Fía á Regni ættað úr Leirvík andaðist á Vesturstovu í Fuglafirði týsmorgun 12. februar, 96 ára gomul. Kistan fer úr Vesturstovu kl.17.00 oman í Siloa. Jarðarferðin verður úr Siloa í Fuglafirði leygardagin, kl.13.00. Familjurnar vegna Regin, Jógvan Páll, Hegin og Osla Diamantbrúdleyp 14. februar 2008 kunnu Mathilda og FríðrikPoulsen Klaksvík halda 60 ára brúdleypsdag Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansheimi frá kl. 18-23. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tíðin rennur sum streymur í á ... Dagurin 14. februar. Valentinus. Fleiri halgimenni bera hetta navnið. Í angulsaksiskum londum, serliga í Amerika, senda gentur og dreingir hvør øðrum gávur ella skrivligar ástarkvøður, valentines, á hesum degi. Navnið er latín og merkir raskur ella kraftarmikil. Jens Kristian Svabo doyði hendan dagin í 1824, 78 ára gamal. Týsdagin, 12. februar komu sorgarboðini um, at Torleif Sigurðsson var farin bert 61 ára gamal. Í 1980 varð Torleif vald­ ur í nevndina í Fótbólts­ sambandinum, og virkaði hann fyrstu tíðina sum kassameistari. Í 1981 tók Torleif við sum formaður og røkti hetta starv, til hann valdi at leggja frá sær á aðalfundinum í 2002. Torleif kom sostatt at standa á odda fyri føroysk­ um fótbólti í tvey ártíggir, merkt av innanhýsis broyt­ ingum og altjóða sam­ starvi; rembingar, sum førdu føroyskan fótbólt inn á altjóða pallin og fram til tað, hann er í dag. Torleif var ein vitbjartur, lítillátin og ósjálvsøkin hugsjónarmaður, ið hevði hegni sum fáur at loysa stórar og truplar uppgávur. Hann var viljasterkur, støðufastur og væl lýddur bæði her heima og í altjóða arbeiðnum, føroyskum fótbólti at frama. Í 2004 varð Torleif útnevndur sum heiðurslimur í Fót­ bóltssambandi Føroya og heiðraður av UEFA við útnevningini “Order of Merit in Ruby”. Nú hann so brádliga varð tikin burtur, var hann framvegis virkin innan før­ oyskan fótbólt sum formað­ ur í KÍ og hevði eitt tætt og framrættað samstarv við Fótbóltssambandið. Nú tú ert farin, Torleif, hevur føroyskur fótbóltur mist ein av sínum fremstu undangongumonnum, og vit mongu, sum gjøgnum hesi nógvu árini hava havt eitt tætt tilknýti til tín, hava mist ein góðan og trúfastan vin. Ein trúgvur tænari hev­ ur lagt árarnar inn, og vit drýpa høvur og fella tár í samkenslu við tykkum, sum eftir sita. Ærað verður minnið um Torleif Sigurðsson. Fótbóltssamband Føroya Óli Holm, forseti Torleif Sigurðsson fyrrverandi formaður FSF's farin Tann 10. februar 2008 samlaðust 5 ættarlið til barnadóp: Aftast frá vinstru: lang­omm­ an Lorensa Zachariasen á Eiði, 60 ár, mamman Karin Zachariasen í Keyp­manna­ havn, 23 ár, omman Tordis Zachariasen í Tórshavn, 42 ár, og­ fremst olduromman Anna Vang­ Ejdesg­aard á Eiði, 91 ár, við lítla Róin Olaf Zachariasen f. 9. desember 2007, Keyp­mannahavn Fimm ættarlið Lesið Sosialin - so eru tit við nøvn